Nýateistar hava í seinastuni reypa dúgliga um vøksturin av tilhengarum, serstakliga millum unga ættarliðið og lesandi. Annar statistikkur og pástandir siga tó tað mótsatta. Hvussu er og ikki, so minnir hetta ikki sørt á typiskt propagandakríggj, ivaleyst frá báðum síðum.
Ein hevur tó varhugan av, at í Europa er áhugin fyri tí andaliga vaksandi, tó so at ateistar gera ómetaligt nógv um seg í tí politiska og akademiska umhvørvinum.
Niðanfyri, vísir William Lane Craig á hagtøl sum vísa á, at hetta vaksandi talið av ungum lesandi í USA sum eru gudloysingar, eru tilflytarir, mong av hesum úr londum har statsateisma longu er ráðandi.
Dugi tó ikki at siga, um eg havi álit á øllum hesum sum Craig framber, og ivaleyst er tað ilt í løtuni at vísa á hvørja leið samfelagið veruliga liggur:
http://www.reasonablefaith.org/percentage-of-non-religious-plateaus
Tykist tó verða semja at talið av ateistum í USA liggur um minus 5 prosent:
Kortini so má sigast, at tað neyvan er nøkur ávirkan í okkara samfelag, sum megnar at fyrireika vegin fyri Islam (sum er skjóttvaksandi) so væl, sum ateisma og sekularisma.
Tá samfeløg okkara einaferð eru moralskt upptærd, veik, í ørviti og ovurhonds minka grunda av gudloysi, kunnu vit ivaleyst vænta at fáa ein smakk av sharia. Tað eg havi roynt og tað ynski eg ikki fyri nakran.
Men hetta veldst sjálvandi um, hvaðani samfelagsleiðin í framtíðini liggur.
No comments:
Post a Comment
Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.
Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.
Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.