Thursday, March 28, 2013

Ábendingar um mytiska jarðskjáltan í Matteusar Evangeliinum


Ávís vísindafólk halda seg nú kunna staðfesta at ein jarðskjálti veruliga rakti Palestina, um tað mundi Jesus var krossfestur. Hetta verður sjálvsagt sett í samband við líðingarsøgu Jesusar, har í jarðskjálti rakti landið, eftir at Jesus dróg sín seinasta andadrátt.

"Tá skrædnaði forhangið í templinum í tvey, frá í erva líka niður ígjøgnum; jørðin skalv, og klettarnir klovnaðu" (Matteus 27: 51).

Bíbliukritiskir søgugranskarir, sum sjálvandi ikki vilja viðganga søguligar ábendingar til Bíbliufrásøgnuna, mugu nú ásannað, at Matteus møguliga hevur rætt í sínari frásøgn, at jarðskjálti møguliga rakti landið um hetta mundi, men halda tó nú, at Matteus heldur enn at frammleggja veruleikan, ivaleyst má hava ísett hesa møguliga veruligu hending í sítt evangeliið.

Hetta varpar eisini ljós á, tann oftani skeiva og motiveraða kritikkin, at ein eindømis frásøgn (hini evangeliini og søgan vita einki um hendan jarðskjálta), endiliga má verða rokna ósannlík.

Men alt hetta er vanliga tilgongdin í Bíbliukritikkinum! Har er tað ikki spurningurin um Bíbliutekstirnir møguliga eru søguliga sannir ella ikki, sum bergtekur, men heldur hugburðurin at hesir tekstir ikki mugu verða sannir.

Um ongar ábendingar vóru um hendan jarðskjáltan, vildu hesir verði skjótir við pástandinum, um at hetta er íspinn frá Matteusar síðu, ella sum onkur meiri konservativur høvundur hevur uppáhildi, at onkur verulig hending, møguliga er blanda við møguligum mytiskum keldum. Men nú í vísindaligar ábendingar finnast um jarðskjálta í Palestina, um tað tíð tá Jesus var krossfestur, eru hesir skjótir, at samanseta kritikkin við meiri konservativu niðurstøðuni og postulatera at Matteus ivaleyst hevur gjørt brúk av einari veruligari søguhending og hevur flatta hesa inn í sína søgufrásøgn.

Sum ikki einaferð, eru vit vitni til at søgugranskarir hava tørv á, at byggja teirra niðurstøður á egnu motivir.

http://www.kristendom.dk/artikel/465489:Globalt-nyt--Jordskaelv-afsloerer-aarstal-for-Jesu-korsfaestelse

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.