Friday, March 15, 2013

Mín versión av Kristindómi


Kristindómurin í Kina, hevur í fleiri ártíggjundir verið atsøktur av einum ateistiskum myndugleika...tey kristnu hava verið ómetaliga djørv.
Millum annað má ein ikki verða undir 17 ár og kristin. Hetta hevur lagt grundvøllin undir undirgrunds samkomuna, sum ídag telur møguliga 120 milliónir limir, har í hagtøl siga at 30.000 gerast kristin um dagin.
Eg havi altíð beundra Kristindómin í Kina, sjónbandið omanfyri sigur bara alt. Her eru ongar samkomu rørðslur, tá upptøkan er gjørd, eingin Lutersk ella Anglikansk kirkja, eingir pinsar, eingi brøðrafólk ella baptistar, eingir katolikkar (tey eru ikki komin so langt enn), tey eru Jesu eftirfylgjarir...alt tey hava er Bíbliuna og Bíblian verður lisin og praktisera...well, tey sum hava eina Bíbliu.

Men Gud Harrin sleppur frammat og Gud virkar.

Hví er eingin veking? Tja...vit kunnu ikki skipa ella organisera eina veking. Veking byrjar innanifrá...tað er í veruleikanum ein spurningur um at verða opin fyri Gudi og vilja Guds eina.


No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.