Monday, February 27, 2012

Trúarverjuskúlin í Føroyum



Ert tú trúgvandi? Gongur tú á hægri skúla? Hevur tú ilt við at svara ella finna svar upp á teir spurningar, sum sáa iva um tína trúgv? Koma børn tíni heim við trúarspurningum, tú ikki megnar at svara? Ella hevur tú sum kristin bara hug at taka lut í kjakinum, at svara spurningum og seta spurningar aftur?


Kristna trúgvin og Bíblian hava til allar tíðir verið fyri álopi. Tíðin í dag er onki undantak. Okkara unga fólk lærir á hægri skúlum um bíbliukritik og møtir hugburði ímóti Guds tilveru, og alnetið og sjónvarpsrásir hava latið heim okkara upp fyri øllum antikristiligum argumentum, sum kunnu upphugsast.


Alt meðan eitt nýtt ættarlið verður lært upp at kjakast og stríðast ímóti kristindóminum, hava kristin heilt sjáldan havt neyðugu atgongdina til tilfar, keldur og ta venjing, sum kann gera tey før fyri at standa ímóti hesum ráki.


Hetta er grundin til, at OM nú bjóðar til venjing og undirvísing í trúðarverju.


Talan er um ein skúla, sum varar eitt ár, eitt ella tvey kvøld um mánaðin. Skúlin verður í Tórshavn og í Eysturoynni.


Næmingar koma at fáa frálæru, praktiska venjing í kjaki og koma at taka lut í bólkaarbeiði. Eisini verður fyrireiking til kvøldini neyðug, og heimauppgávur verða at gera.


Evnini koma at fevna um: Heimsmyndir. Er Bíblian álítandi? Er Gud til? Gud og líðing. Trúgv og vísund. Postmodernisma. Ateisma. Hvussu søguligur er Jesus? Kristindómur og aðrar religiónir.


Lærarar verða m.a.: Símun Absalonsen, Ejvind Mouritsen, Jógvan Zachariassen, Heðin Lamhauge, Høgni Johannesen og Dánjal Petersen.


Fyrsta undirvísing verður umleið 20. – 22. mars. Nærri kunning kemur skjótt.


Tilmelding fer fram á OM heimasíðuni www.om.fo Tilmeldingin er galdandi, tá luttøkugjaldið á kr. 200 er goldið á kt. 9181-426.219.2


Heimasíðan:


Tilmelding:

Sunday, February 12, 2012

Menniskjaknæði: eitt 'evidence' fyri ID?



Sera áhugaverd grein hjá Stuart Burgess.

http://www.trueorigin.org/knee.asp

Burges argumenterar millum annað fyri, at menniskjaknæði er ein mekanisma, sum bara kann forklárast við I.D.?

Eg hitti Burgess í Onglandi í 2010, undir einum av hansara fyrilestrum í Birmingham. Hann er ein av heimsins størstu inginørum og virkar sum professari innan 'engineering design' á universitetinum í Cambridge og Bristol.

Í 90unum spældi Burgess ein týðandi leiklut í bygnaðinum av heimsins størsta satelitti ENVISAT.

Tað sum er áhugavert við Burgess, er at maðurin vegleiðir næmingum á doktaragradstøði í at granska menniskja og djórðakroppar út frá design, men ikki endiliga I.D. At kyknan, menniskjaknæði og fuglaveingir kunnu og eiga at verða granskaðir út frá handverksfrøði heldur Burgess verða ein vaksandi trendur uttan at ein yvirhøvur nýtist at koma inn á ID rørðsluna.

Saturday, February 11, 2012

I.D. og robottar

Tá man hugsar um, hvussu lítil framgongd hevur verið í royndini at framleiða menniskjalíknandi robottar, hvussu sannlíkt er tað at nátturan við sínari mekanisku tilvild hevur megna at framleitt kompliseraða lív samanknýtt av likami og persóni?

Saturday, January 28, 2012

Gud og paradoksi av líðing (fyrilestur í Nebo)


Hetta er eitt evnið vit mugu viðgera nógv meiri í framtíðini.

Leinkjan niðanfyri er ein fyrilestur eg hevði í samkomuni Nebo á toftum um evnið Gud og paradoksi av líðing. Fyrilesturin er kanska serliga ætlaður einum kristnum lurtaraskarða og viðgerð serstakliga líðing í lívinum hjá einum kristnum.

Ávaring, eg havi kroyst eina rúgvu av tilfarið niður í 40 minuttir av framløgu.



Vit liva í eini óndari verð:


Slíkar myndir (og eg havi sæð slíkt við mínum egnum eygum) sker seg djúpt í sinnið...satt at siga ger hetta meg svakan.

Men líðing er ikki Guddómiliga fremmant: 


Gud og paradoksi av líðing

Helt altíð at jødiski rabbinarin Aaron Jastrow í grípandi sjónvarpsrøðini 'War and Remembrance', var rættuliga óvísur í sínum avgerðum; avgerðir sum seinni vóru atvoldin til at hann seinni endaði jørðisku tilveru sína í skorteininum í fangatippinum Auschwitz.

Óansæð so kendi maðurin til líðing (so tað forslær). Jastrow hevði ivaleyst úthugsa øll argumentir fyri og ímóti pardoxinum um hví ein alvaldandi Gud loyvir líðing. Leinkjan niðanfyri vísir seinastu talanu hjá Jastrow í synagoguni í Theresienstadt, møguliga dagin fyri at hann og tey seinastu vóru deporteraði til helviti í Auschwitz. Hesa 6 minuttir longu taluna áttu øll kristin og gudloysingar somuleiðis, at hoyrt og tikið til sín, tí hetta er tað svarið sum Bíblian gevur um hendan aldargamla spurningin.

Út frá Bíbilsku søguni um Job, greiðir Jastrow frá loyndarmálinum um líðing. Jastrow lýsir evnið akkurát soleiðis sum eg havi uppfata tað. Og forkláringin er ikki so einkul, polemisk og yvirfladisk sum ateistar oftani gera tað til, og hví skuldi tað?

Tuesday, January 24, 2012

Ateisma og faðirmyndin: Er orsøkin til ateismu sálarlig?


Leinkjan niðanfyri vísir á áhugaverdu hypotesuna hjá Paul Vitz , sum byggjandi á ein hóp av nútímans og søguligum tilfarið vísir á, at ateisma í nógvum førum ikki hevur sín uppruna í vit og skil ella rationalismu, men heldur í sálarligum (psykiskum) orsøkum og uppstendur oftani orsaka av einari torførari familjubakgrund, serstakliga tørvinum av eini tryggari faðirmynd. 
Paul Vitz, sum sjálvar var ateist frá aldrinum 18-38 av persónligum orsøkum, vísir á, at tað er nærum vorðin trendur millum slóðbrótandi ateistar, at hesir hata sín pápa og nógvir enntá faðirmyndina sum heild.

Vitz sum tó leggur áherðslu á, at hendan hypotesan í 1989 var ógrunda, heldur at ateisma í mongum førum er persónligi bardagin við faðirmyndina, atvoldin av eini vánaligari faðirmynd, sum av sálarligum orsøkum síðani førir til hatur av faðirmyndini sum heild, í hesum førinum Gud, sum í Bíbliuni er lýstur sum ein faðir og sjálvandi maskulinur.


Bókin hjá Paul C. Vitz, ‘Faith of the Fatherless: The Psycology of Atheism’, kann keypast á amazon:


Ein onnur góð bók sum hyggur at evninum, er bókin hjá Robert A. Morey: 'The New Atheism and the Erosion of Freedom':

http://www.amazon.com/New-Atheism-Erosion-Freedom/dp/0875523625

Sum kristin eiga vit at vísa ómetaligt forstáðilsi hesum viðvíkjandi. Men eisini so veit eg um tey mongu, sum í Gudi funnu ein góðan faðir og eina góða fyrimynd.

Wednesday, January 18, 2012

Sekulerur hykleriskur hugburður

Hevur gudleyst og sekulert hyklarí umsíðir nátt sítt mál? Nýðliga hava hesir brokka seg um at ASA (Advertising Standards Authority) hevur vraka eina klagu frá 'the National Secular Society' um at ASA virkar mótvegis fríðari expressionismu. Talan er um reklamir og aðrar myndir sum alment beinleiðis niðurgera, spotta og provokera kristin og aðrar religiónir.

Hetta byrjar at blíva rættuliga stuttligt, tí sum ikki einaferð vísa hesir ateistar sín hykleriska holdning. Hesir halda tað verða rætt og jaligt at fyritøkur og felagskapir alment eiga at sleppa at tekja sær við tí mest ósigiliga atburðinum. Harnæst halda hesir at samfelagsbólkurin sum er fyri skotum, bara eigur bukka og boyggja seg, tí hetta er ein formur fyri expressionismu.

Samstundis gallopera hesir gudloysingar áhaldandi í rættin og bløðini, har teir grenja, klaga og brokka seg um at teirra rættindir eru brotin, ikki tí at teirra filosofiski holdningur ella teirra persónligheitir verða álopnar ella niðurgjørdar, men tí hesir ikki klára at síggja uppá ein kross, ella tey 'tíggju boðini' í einum almennum rúmi.

Óansæð hvussu ateistar vilja verja hendan holdningin, við tí muni sum eisini má gerast millum reklamur og tey religiøsu útrykk sum hanga á almennum støðum, so vísir hetta kortini ein ótolerantan hugburð sum tykist halda at øll (inkludera kristin og religiøs) eiga at vælkoma kritik og speireking alt meðan hesi sjálvi ikki eiga rætt sín til almenna expressionismu uppiborna. Týðiligt er tað, at hetta í veruleikanum einki hevur við rættindi og frælsi at gera, men heldur tykist verða eitt propagandastríð.

Veit ikki hvussu ateistar høvdu reagera um tað var ateisma og Darwin sum soleiðis alment vóru skýrd, niðurgjørd, verði tað seg í reklamum, skeltum ella sjónvarpi. Halda vit veruliga Dawkins og aðrir høvdu dansa og tekjunum ella siti og frøtt seg um expressionismu, ella høvdu hesir kanska tiki beinini uppá nakkan og runnið beina leið í rættin, ella lobbia nakrar politiskar-samfelagsligar kreftir?


Tuesday, January 17, 2012

Aftursvar til Sjúrður Højgaard

Hetta er eitt stutt aftursvar til Sjúrður Højgaard, í samband við Bíbliuversiónir og týðingar. Størsti parturin av aftursvarinum og teksturin sum eg royni at afturvísa, kann lesast á Tórsportalinum (tað hevði loyst seg at lisi leinkjuna áðrenn ein helt fram at lesa hetta innleggi):


Mítt aftursvar:

Sjúrður, eg kann ikki verða minni samdur. Spurningurin í hesum førið er ikki hvør Bíblia er tann ringasta, men heldur hvør er at rokna sum betri. Um tú við prestunum inkluderar gudfrøðingar, so havi eg sjálvur eina MA í gudfrøði og liggi ikki inni við beskrivaða hatrinum mótvegis King James. 
Eg veit tað eru mong sum frøðast um tína yvirseting av KJV til føroyskt, tað gerið eg eisini. Tað sum eg havi ilt av, er tín ógvusliga upplyftan av KJV, alt í meðan tú samstundis niðurgerð aðrar versiónir og týðingar. Flestu sum hava tekstkritiska vitan, vita at tað var eitt megnarverk í 4-5 øld at skriva tann byzantiniska tekstin, men tað er líkaleiðis fakta at tað vóru serstakliga tey kristnu í Alexandria, sum líka frá fyrstu tíð høvdu skrivligu førleikarnar at takast við tekstkritik, at avskriva og rætta.

Tú skrivar:

"Tað er ikki bara prestabíblian hjá Dahl sum er gjøgnumsúrgað av alexandrianismu, platonismu, katolisismu og gnostisismu; nei, tað er tann hjá Victor eisini. Til dømis standa orðini “vaksa til frelsu” (1. Pæt. 2:2) eisini í Victors bíbliu, og tey eru løgd afturat av Origen og kampaní í Alexandriu. Tey finnast ikki í Luthers bíbliu, eiheldur gomlu donsku bíbliunum, eldri enn ca. 1880."

Høgni svarar:

Fyri tað fyrsta var gnostiska orðalagi, í nógvum førum tátíðar vísindaliga orðalagi, sum tildømis nýtslan av orðinum 'Logos', og fevnir yvir aðrar víddir enn bara gnostisismu (men nú veit eg heldur ikki hvat tú meinar við, tá tú sigur gnostisisma).
Orðið 'frelsa' hevur ein margfaldaðan týdning og nýtist ikki at sipa til frelsu frá eitt nú fortapilsi. Í høpinum av tekstinum tú vísir á, kann 'frelsa' líkaleiðis sipa til heilaggering, tað vil siga andaligan sigur í jarðarlívinum.


Hvussu veist tú annars, at tað var Origen sum legði hetta afrat tekstinum, serstakliga tá hann var í Alexandria? Nógvir halda, at hesin teksturin kom við Origen úr Alexandria til Kæsarea, men hví skal hetta takast sum eitt tekstavrik hjá Origen?

Sjálvandi kann 'frelsa' í 1 Pæt.2.2 ikki finnast í Lutersa yvirseting, eftir sum hon byggir á fyrstu útgávuna av Erasmus.

Tú má heldur ikki halda, at KJV er so nógv frammanfyri tær týðingarnar sum byggja á elstu handritini, vit vita tildømis at Jean Crispin gjørdi smáar broytingar í versiónina hjá Erasmus í 1570.
Heldur ikki er KJV fríða frá katólskari ávirkan, tað vil siga Vulgate. Erasmus hevði jú bara Vulgate í samband við 6 tey seinastu versini í Opinberingini. Eisini Ápostlasøgan 9:6 var eisini tikið frá Vulgate. Somuleiðis er Comma Johanneum (1 Jóh.5:7) eisini tikið frá Vulgate--ein fótnota frá einum fimta árhundra bíbliuhandriti, tiki frá einum fjórða árhundra latínska verkið við navninum Liber Apologeticus, sum í fimtu øld ivaleyst av óvart var yvirført frá fótnotu til tekstin sjálvan. Slíkt hendi til tíðir tá avskrivaðir vóru móðir ella ikki ansnir serstakliga í Vesturlendska tekstinum. Men hetta hevjar ikki KJV yvir aðrar Bíbliuversiónir.

Kort sagt, mong siga tú ert eitt málgeni, tað er eingin ivi um tað, eg haldi tað verða gott at tú ert útkomin við einari føroyskari KJV, eg havi einki ímóti KJV, og eg gleði meg at fáa eitt eintak. Men eg haldi kortini, í samband við 'King James Only' mótvegis øðrum versiónum at tú gert fjøll burtur úr sandkornum.

Saturday, January 7, 2012

Michael Behe versus N.J. Matzke: Hví eg enn haldi mína undirtøku av Michael Behe verða rætta

Áhaldandi í kjakinum millum menningarlæruna og tilhengarir av ID rørðsluni verður kjakast um upprunan av bakteriu flagelluni (bacteria flagellum). 
Framstandi ID forsprákarin Michael Behe er ivaleyst tann sum serstakliga befinnur seg í andglettinum. Áhaldandi verður pástaði, at Behe framleggur ein pástand sum als ikki vísir seg berandi í tí vísindaliga høpinum. Hesi pástanda ikki bara, at Behe er afturvístur, men harvið eisini at vísindafólk hava framlagt eitt betri alternativ.
Eg eri ikki vísindamaður og havi tí ikki førleikan at verja Behe, men haldi meg kortini kunna lugta tørvandi samanhengin í hesi viðgerðini av Behe.

Behe pástendur at upprunin av flagelluni byggir uppá nakað sum er alt ov komplisera fyri nátturliga menning, óansæð hvussu ótilvildarlig tilgongdin var. Ein kann sjálvandi dedusera út frá slíkum pástandi, at orsøkin var skapandi hondin, kraftin ella viljin hjá einum skapara gudi, men í veruleikanum sigur hetta ikki meira enn at orsøkin var intelligensur; onkur vildi kanska verið við at ein yvirklók rúmdarvera var orsøkin aftanfyri.

Í hesum innlegginum er tað ikki í mínum áhuga at verja Behe ella ID, men at vísa á greinina hjá N.J. Matzke (2003). 


Matzke leggur upp til at bakteriuflagellan er av evolutiónsuppruna, men kortini lýsir hann alternativi mótvegis Behe sum bæði tunt og líti undirbygt; eg haldi hetta verða djarvt og erligt av manninum. 
Ein dagføring av greinini sum var framløgd í 2006, er eisini at lesa á síðuni og vísir, at alternativi verður pástaði at standa eitt sindur sterkari trý ár seinni (tað vil siga í 2006).

So óvísindaligur sum eg eri, so síggi eg kortini ikki hví royndin at undirkasta bakteriuflagelluna menningarlæruna stendur so nógv sterkari enn pástandurin hjá Behe.

Hví?

Tuesday, December 27, 2011

William Lane Craig kritiserar bókina hjá Richard Dawkins 'The God Delusion' í Oxford (2011)

Hetta er so tað videoupptøkan av Oxford áttakinum, har William Lane Craig og fyrireikarirnir høvdu vænta og vóna at Richard Dawkins fór at møta upp og verja vælkenda verk sítt 'The God Delusion'.



Bókin hjá Dawkins, er í mínari verð tað reina møsn, ein desperat og vánaliga roynd hjá einum rættuliga desperatum nýateisti í gevur seg út á eitt økið har hann als ikki grynnir.

Dawkins møtti sum tey flestu høvdu vænta, slett ikki upp. Nakrir av tilhengarunum hjá Dawkins hava forsvara hansara fráveru við avgerð hansara, um ikki at kjakast við kreationistar. Men Dawkins hevur áður sagt seg vilja kjakast við ein og hvønn sum torir, serstakliga ein kalibara av serklassa; her hevði hann so møguleikan.

Aðrir hava av røttum viðmerkt, at Dawkins ikki møtti upp, eftir sum serfrøðisligu eginleikar hansara liggja í lívfrøðini og ikki í heimspekingini og søguni. Rætt, men hví hevur maðurin so vavt seg inn í eitt økið, har hann hevur skriva ein heila bók, eina bók sum enntá gjørdist ein bestseljari.
Um religiónsfrøði og heimspekið ikki eru økið hansara og um bók hansara, sum enntá av fleiri ateistum verður rokna sum bæði vánaliga og villeiðandi, er tað jú eyðsæð at kristnir kjakarir ynskja at diskutera innihaldi av avrikinum. Harnæst kunnu vit av røttum siga at Dawkins er skyldigur, at geva okkum svar uppá polemisku royndinar at útsverta bæði teistar og teismuna.

Avbjóðingin til Dawkins um at kjakast um bókina við William Lane Craig og fráverða hansara, prógvar tí neyvan annað, enn at Dawkins heldur enn fegin vil útgeva skrivaðan propagandalesna sum økir um pengahylin, men tó ikki vil standa til svars fyri sínar ákærur.

So mikið fyri 'the brigths'.

Monday, December 26, 2011

Kristindómur, 'Global Warming' og heimsins undirgangur


Nógv verður tosa nú á døgum um enda heimsins, so sum 'global warming', okkara møguliga samanbrest við eina skjótt ferðandi komet ella ein annan rúmdarlut, sum skal gera enda á okkum øllum. Filmar sum Deep Impact, Armageddon, The Knowing, 2012 og aðrir hava ivaleyst verði atvoldin til at økja um óttan í sinnið hins einstaka.

Men hvat sigur Bíblían um enda heimsins, um globala oyðing og nátturu katastrofir?

Sjálvt um Bíblian ikki altíð linkar slíkar hendingar við endatíðina, so er tað opinlýst í bíbilskum høpið, at slíkar hendingar koma at sermerkja endatíðini og eru tekin uppá at endin er nær.

Í hesum innlegginum skal vísast á nakrar av teimum katastrofalu hendingunum sum koma at sermerkja endatíðina, tað vil siga, tíðina áðrenn menniskjasamfelagið sum vit kenna til tað, gongur til grundar.

Fyrst er at siga, at Bíblian tosar um 'tey sum oyða jørðina'. Ilt er at siga um hetta brotið kann nýtast í høpinum av nátturudálking, um talan ikki heldur er um tey sum spilla jørðina í mutri, korruptión og óndskapið. Men við versinum fylgir eisini ein greið ávarðing:

'...og táið Tú skalt oyða tey sum oyða jørðina' (Opinberingin 11: 18)

Tað er tí eingin loyna, at Bíblian greitt og týðiliga umtalar eina ræðutíð, eina globala oyðing av menniskjasamfelagnum, har í nátturukrefturnar so at siga ganga amok.

Í Lukas 21: 25-26 lýsir Jesus hesa tíðina ómetaliga dapurt:

'Tekin skulu vera í sól, mána og stjørnum, og á jørðini skal angist og vónloysi koma á tjóðirnar; tí havið og bylgjurnar brúsa, og menniskju ørmaktast av ótta og angist fyri tí, sum yvir jarðarríki kemur; tí kreftur himmalsins skulu skakast.'

Tað sum ein eigur at bíta merki í, er at okkurt skal koma yvir jarðarríkið, menniskjuni skulu ørmaktast og vónloysi fer at søkja seg oman yvir tjóðirnar.

Ivaleyst beskrivar hetta umstøður har eingin vend kemur í, eingin loysn og eingin útvegur.
Jesus tosar her um broytingar úti í himmalrúminum, í stjørnuleiklutunum og teimum lutunum sum eru nærmast okkum. Men eisini sipar Jesus til veðurlagsbroytingar, serstakliga sum hann leggur dent á, at 'havið og bylgjurnar brúsa'; serstakliga hetta seinna fer at skapa angist og vónloysi í heimssamfelagnum.

Nakrar av globalu ræðuleikunum eru eisini at lesa um í Opinberingin, seinasta bókin í Bíbliuni og hesir eru ikki minnið tespiligir. Um ein skal dvølja á nakrar av teimum faktorunum sum í dag skapa miklan angist (og her hugsi eg um tríggjar), kunnu vit í samband við Opinberingina, nevna tildømis lutir í falla niður úr rúmdini. Jóhannes sær tað sum hann beskrivar eins og eitt brennandi fjall í dettur niður í havið; hann beskrivar síðani sum fylgju harav eina øgiliga, heimsumfatandi oyðilegging:

'...tá var tað eins og stórt, brennandi fjall kasta í havið. Og triðingurin av havinum var blóð. Triðingurin av hinum livandi skapningum, sum í havinum vóru, doyði, og triðingurin av skipunum gekk burtur' (Opinberingin 8: 8-9).


Seinni beskrivar Jóhannes broytingar í sólini og tess ávirkan á jørðina:

'Fjórði eingilin helti úr skál síni á sólina; tá var henni givin at brenna menniskjun við eldi' (16: 8)

Harnæst sær Jóhannes eisini fyri sær, oyðingina av jarðarlendinum:

'...stórur jarðskjálti kom, slíkur, sum ikki hevur verið, frá tí menniskju vóru til á jørðini--slíkur jarðskjálvti, so stórur. Hin stóri staður fór í tríggjar partar, og býir tjóðanna fullu...' (16: 18-19)

Í hesum sambandi kann ein ivaleyst sipa bæði til vísind og til katastrofufilmar. Tá eg lesi um brennandi fjallið í dettur niður á jørðina í Op.8, hugsi eg við tað sama um filmin 'Deep Impact', tá ein stórur steinur úr rúmdini rakar havið og skapir eina aldu sum útslettar eina rúgvu av lívið. Í samband við hitan ella eldin frá sólin í Opinberingini 16, hugsi eg um filmin 'The Knowing' har í ein knappuligur sólarvindur gerð enda á øllum lívið á jørðini.

Somuleiðis tá Jóhannes sær fyri sær oyðileggingina av heimsumfatandi jarðskjálvtum, kann sipast til eina kanning um møguleikan fyri 'jarðskjálvtastormi', ein teori sum var frammi fyri nøkrum árum síðani.

http://www.bbc.co.uk/science/horizon/2003/earthquakestorms.shtml

http://en.wikipedia.org/wiki/Earthquake_storm

Í hesum sambandi, kundi ein eisini sipa til filmin '2012', sum snúði seg um broytingar undir jarðarskorpuni og í jarðarplátunum, har jarðarlendið knappuliga hvarv og sakk niður í undirgrundina; eisini nakað sum Opinberingin møguliga indikerar fyri.

Tíðanverri, er nógv av hesum, ikki tað reina science fiction (hevði tað verið so væl). So ræðandi sum tað ljóðar og er, so eru hetta møguligar framtíðar katastrofir sum nútíðar vísindafólk bera ómetaligan ótta fyri.

Í hesum sambandi er tað tó áhugavert tá ein hyggur at, eitt nú Opinberingini, at ongar av hesum hópoyðishendingum skapa í sær sjálvum eina kataklysmiska alheimsoyðing, men saman, nærmast kollektivt, tykjast tær at gera enda á verðini sum vit kenna til hana.

Nær Jesus tíðarfestir endatíðina?

Jesus veitir okkum onga beinleiðis tíðarfesting í samband við oyðingina av menniskjasamfelagnum, men leggur kortini dent á í versinum frammanundan nátturukatastrofurnar, at henda tíðin byrjar, tá tíð heidninga kemur at enda, sum í samanhenginum leggur upp til at tjóðin Ísrael skal slíta seg undan okið heidningana og taka land Ísraels og býin Jerusalem aftur:

'Tey skulu falla fyri svørðsegg og verða herleidd til allar tjóðr, og Jerusalem skall liggja niðurtraðka av heidningum, inntil tíð heidninganna er at enda' (vers 24).

Hetta versi sipar sjálvsagt til tíðina 1948 líka til ídag.


Profetiðir um Ísrael nú og í endatíðini

Bíblian leggur tó dent á, at sjálvt um heidningatíðin er komin at enda, í tí samanhenginum at Ísrael hevur leysrivið seg undan makt teirra, so er tjóðin Ísrael tó ikki undansloppin tjóðana ágangi. Í bókini Zakarias, sum er næstseinasta bókin í Gamla Testamentið, talar Gud frá munnið Zakariasar:

'Spádómur -- orð Harrans um Ísrael. So sigur Harrin...Eg geri Jerusalem til sløðriskál fyri øll fólkasløgini rundan um tað; eisini Juda skal fáa tað at vita, tá ið Jerusalem verður kringsett. Tann dagin skal Eg gera Jerusalem til hav fyri øll fólkasløg; ein og hvør sum roynir at lyfta tí, skal særa seg sjálvan. Øll fólkasløg á jørðini skulu savnast móti tí' (Zakarias 12: 1-3).


Hetta samsvarar ómetaliga væl við tað støðu Ísrael hevur byrðast undir síðani Ísrael var stovna. Tjóðin er jú umgyrd av muslimskum fíggindalondum, hvørs religiøsa dogma kallar á muslimsku tilhengararnar at útrudda ísraelska statin og tess íbúgvar, eins væl og allar jødar. Koranin er tann bókin, sum lýsir kristin og jødar sum ringastu av øllum skabningum. Haditin (islamsku traditiónirnar) leggur dent á, at dagurin kemur tá muslimar fara forkoma hvørjum einstaka jøda í einum stórum blóðigum hópdrápið.

Tað sum verri er, er at ikki einans eru tað og verða tað muslimsku londini, sum ynskja at venda sær ímóti ella enntá forkoma Ísrael og tess íbúgvum, Zakarias leggur somuleiðis dent á at allar heimsins tjóðir skulu venda sær ímóti Ísrael sum tjóð. Bíbilska myndin vit fáa av tí umstøðu sum Ísrael kemur at finna seg í eftir endurstovnan landsins, tykist tí at verða ein ómetaliga svár tíð.

Vón

Tá ein hevur lisið seg ígjøgnum allar hesar ræðuleikar, so eru tað tó ikki nátturukatastrofirnar og vandin fyri globalari hópoyðing sum fyllir og bindur mín hugaheim.

Tað størsta av øllum er, er at Bíblian gevur og bjóðar tær og mær, eins væl og mannaættini vón.

Sunday, December 25, 2011

Nýggj avskriving av teimum elstu Nýtestamentligu Papyrusbrotunum av Jóhannesar Evangeliinum útkomi


Talan er um eitt átak innan tekstkritik, paleograpy og papyrologi við fokus á Jóhannesar Evangeliið, har elstu og týdningarmiklastu handritini eru: P5, P6, P22, P28, P39, P45, P52, P66, P75.


Slík átøk er gjørd fyrr, nevnast kann bókin hjá Philip W. Comfort og David P. Barrett The Text of the Earliest New Testament Greek Manuscripts. Men her er so ein nýggj roynd, fullførd av tekstkritikkarum og papyrologum í Universitetinum í Birmingham.

Í stuttum kann sigast um handritini:

P5, handrit frá umleið ár 250, sum inniheldur partar av Jóhannes 1, 16 og 20.

P22, frá triðja árhundra, sum inniheldur partar av kapitlunum 15-16. Hesin teksturin og handritið er ein týdningarmikil tekstur í kjakinum millum kristin og muslimar.

P28, frá triðja árhundra, inniheldur kapitul 6.

P39, frá triðja árhundra er av stórum týdningi, eftirsum teksturin er í familju við tvey onnur týdningarmikil handrit: 1) Codex Vaticanus, sum er eitt unciel handrit úr fjórða árhundra, 2) P75, sum eisini gongur undir heitinum Bodmer Papyrus, sum er eitt handrit skriva einaferð í árunum 175-225 og inniheldur Lukas og Jóhannes.

P45, sum vanliga er tíðarfest ár 200 og eldri, men av summum er tíðarfest umleið ár 170 og gongur undir heitinum Chester Betty Papyrus I, sum innheldur øll fýra Evangeliini. Harav er Markus av týdningi eftirsum teksturin tykist at verða í familju við hypotetiska tekstin úr Kæsarea.

P52, annars kent sum John Ryland teksturin; sigst at verða elsta handritið av Jóhannesar Evangeliinum, vanliga tíðarfest millum ár 100 og 150.

P66, eisini kent sum Bodmer Papyrus II, inniheldur tað mesta av kapitlunum 1 til 14 í Jóhannes. Handritið er skriva einaferð umleið ár 200. Handritið vísir á at skribenturin hevur nýtt bæði tekstir úr Alexandria og tann Vesturlendska.

P75, við heitinum Bodmer Papyrur, innheldur part av tekstinum hjá Lukas og Jóhannes og er frá tíðini 175-225.

Kelditilfar:

Bart Ehrman, Misquoting Jesus: The Story behind who Changed the Bible and Why
Bruce Metzger & Bart Ehrman, The Text of the New Testament: It's Transmission, Corruption and Restoration
Burnett Hillman Streeter, The Four Gospels a Study of Origins
George Eldon Ladd, The New Testament and Criticism
Graham Stanton, Gospel Truth: New Light og Jesus and the Gospels
Philip Comfort, The Origin of the Bible
Raymond Collins, Introduction to the New Testament

Saturday, December 24, 2011

Nóas Ark Funnin?


Hetta er ikki fyrstu ferð og hetta er meiri enn eitt ára gamalt og eg eri eitt sindur skeptiskur hesum viðvíkjandi, men rættuliga áhugavert kortini. Er tað nakar sum veit og kann siga meiri um hetta?

Skuldi tað verið nakað í hesum, so mátti tað verði møguligt hjá heimsamfelagnum at leggja eitt sindur av peningi tilsíðis og sendi eitt lið av serfrøðingum og søgugranskarum niðan á fjallið útdýpa hetta. Haldi annars at summar av viðmerkingunum sum National Geographic framleggur eru søguliga órímiligar. Tildømis kann eingin við vissu siga, at tað ikki var fyrrenn í 10 BC at fjallið var sett í samband við hendingina úr Fyrstu Mósibók. Slík BC nágreiniligheit er í veruleikanum ómøgulig.
Veit heldur ikki, um framlagda alternativi, at hetta í veruleikanum bara er ein gomul 'shrine' ikki er eitt sindur misvísandi. Um tað er so torført at náa slíkar hæddir, so ivist eg eitt sindur í pástandinum um eina 'shrine'. Haldi tó eisini at tann eini viðmerkjarin framleggur eitt áhugavert argument, nemliga at sjónbandið er ein roynd at lokka ferðafólk á hasar leiðir.


Summir kritikkarir tilknýttir at meiri ateistiskum bólkum, so sum blogginum niðanfyri, tykjast tíðanverri bara at skava hetta tilsíðis við tí annars vantaðu og ósunnu skeptisismuni og látursgerð; ein tendensur sum viðmerkjarir á sama blogginum eisini hava biti merki í:


Men tað eru eisini fleiri hard-core kristnir kreationistar sum ivast um hetta veruliga er Ark Nóasar:

http://www.foxnews.com/world/2010/04/30/noahs-ark-hoax-claim-doesnt-deter-believers/

Eitt er eyðsæð, skuldi eitt skip verið funni júst á hesum fjøllunum, so verða tað mong sum ivaleyst koma at klóra sær í nakkanum. Mangir serfrøðingar kunnu vantandi verða hildnir fyri spot, men kortini og vantandi, skulu vit sum ikki einaferð, til at hoyra uppá heilar brokmanslestrar av burturforkláringum; kort sagt tað kemur at standa ómetaliga hart á í tí akademiska heiminum. 

Wednesday, December 21, 2011

Útgangsstøði í mínum iva um Menningarlæruna



Í veruleikanum er eg ein 'Tummas'. 

Í kristnum og bíbilskum týdningi, er tað ein sum ivast og slett ikki er opin. Hetta er kanska tí at trúarverju liggur í mínum lyndi, tí eg skal nemliga hava 'evidence' fyri øllum. 

Eg havi sjálvandi ivast um Gud, í mínum lívið onkuntíð, eg havi eisini ivast um religión, Bíbliuna og alt møguligt annað. 
Á sama hátt hevur lesnaður og skúlagongd tiltíðir volt mær iva. Men hetta skal eisini takast sum ein positivur hugburður, tí eins og eg haldi tað verða uppá sítt pláss, at lærarin sáar iva um mína heimsmynd og áskoðan, so vóni eg samstundis at hesin má vænta og verða jaligur fyri, at eg loyvi mær ivast, bæði hann ella hana sum lærara, hansara ella hennara førleikar, samstundis sum eg ivast um tað vegleiðing hesin gevur okkum. 
Hetta kann sjálvandi eisini yvirførast til kjakið innan vísind og menningarlæruna. Men tá tykist tað sum um ein ikki hevur loyvi at ivast, tað verður rokna av einum, at ein má og skal lata flóta við streyminum. Ein skal møguliga enntá inndoktrinerast, fyri at ein ikki skal heysta avleiðingarnar.


Í 2008 kom dokumentariski filmurin ‘Expelled: No Intelligence Allowed’ út á marknaðin. Innihaldið er ein roynd at grundgeva fyri ‘Intelligent design’ og samstundis at sáa iva um menningarlæruna.

Filmurin hevur sjálvsagt verði avbera nógv kritiseraður og demoniseraður. Eg yvirdrívi neyvan tá eg sigi, at bæði framleiðslan, og filmurin sjálvur eru av bæði amatørum og serkønum kritikkarum vorðin útpensla, sum eitt serstakt ‘case-study’, dømi uppá eitt óvísindaligt og óerligt avrik.
Somuleiðis verða tey sum antin dáma ella sitera filmin, sjálvandi rokna at verða bæði býtt og at meta heilt til grin fyri almenninginum. Hendan propaganda demonisering tók heldur ikki langa tíð at náa til máls.

Eg eri samdur at kritikkur er týdningarmikil og ivaleyst hevur filmurin sínar feilir, men so kann ein spyrja um nøkur dokumentarisk sending kann sigast at verða feilfríð? Enntá sendingin ‘Mosque Undercover’ hjá Dispatches (ein sending sum var hart tiltrongd og sum eg gjarna vildi tikið fult undir við) var langt í frá feilfri.

Ivaleyst var tað eisini eitt motiv og bias aftanfyri filmin ‘Expelled’, men hvør vísindamaður og hvør granskari kann siga seg undan bias, helling og fordómum? Eru vit veruliga før fyri at avnokta, at nógv vísindafólk, eru av tí avgjørdu áskoðan, at skuldi ‘ID’ vunnið slagið, so hevði samfelag okkara møguliga verið yvirført aftur til umstøðurnar í døpru miðøldina (ella soleiðis ljóðar pástandurin)?

Hvør skuldi tí ikki sagt, at um lygn og falskan kunnu bjarga samfelag okkara, so er sannleikin ikki kærkomin? Og so kann ‘follow the evidence wherever it leads’ hugburðurin bara sleppa sær av hundin og til.

Hetta í sær sjálvum vísir ikki ID aftur, men slíkur hugburður kann sjálvandi nýtast í tí argumentering, at vísindin kann stýrast av motivum einstaklinga og harvið fjøldini, sum hava eitt hvørt til endamáls.
Ein slíkur avgjørdur pástandur frá mínari síðu hevði tó ikki verði rættur og heldur verði at meta sum ørðskapur, men tað útilukkar nú heldur ikki møguleikan.

Ein kundi sjálvandi sagt at tað er ‘semja’ (consensus) millum fleiritalið av vísindaligu serfrøðingunum, men havi eg lært nakað av 7 ára søguligari gransking innan bíbliukritikki, so er tað ein tendensur millum serfrøðingar bara at uppáhalda ávísar pástandir, sum bara nakrir einstakir hava gjørt sær ómak at útdjúpa seg í, og enntá millum hesar einstøku er hvørki ‘consensus’ um detaljur ella niðurstøðu. Eg spyrji tí meg sjálvan, er hetta sama tilgongdin innan menningarlæruni, tí slík gransking stinkar líka nógv av motivum og bias, sum kjakið innan bíbliukrikki og tá skal ein verða ómetaliga varðin?

Trupuleikin innan bíbliukritikki, er at ein skal hava granska væl og leingi, bæði fyri at uppnáa fullu myndina, men eisini fyri at kunna seta seg ímóti serfrøðinginum. Tað eru bara tey heilt fáa sum tíma og megna hetta og sum yvirhøvur koma inná slík økir av granskingini og sum síðani hætta sær ella vilja, eftirsum ein risikerar vandan av akademiskari útihýsing, ella at ein letur upp fyri møguleikanum av einari yvirnátturligari áskoðan.
Eisini hugsi eg um ‘innlits faktorin’. Eg vænti neyvan at vísindafólk innan menningalæruna hava líka nógv innlit inn í tilgongdina av menningini, sum fevnir um fleiri milliónir ár, sum søgugranskarir hava av Ur-Kristindóminum.


Eisini øtar tað meg, at óansæð tað nógv tilfar vit hava til taks, fyri at seta upp eina nokso nágreiniliga mynd av Ur-Kristindóminum, so velja kritikkarir heldur at upphugsa og framleggja hypotesur sum slett ikki kunnu grundgevast fyri og sum slett ikki hoyra veruleikanum til, bara tí at veruleikin ikki er kærkomin. Við hesum verða milliónir av lítivitandi næmingum á miðnámskúlum og universitetum, beinleiðis villeiddir. Aftur hugsi eg, er hetta saman tilgongdin innan nógvari nátturuvísind?

Men hvør skal peika hetta út, hvør hevur førleikan, dirvið og ynski? Verða tað BA ella MA næmingar og tað í einari vísind, har innlitið ikki er til taks eins og í bíbliusøgugranskingini?
Ella vildi slíkur kritikkur komi frá fleiritalinum innan serfrøði, har óttin fyri at verða ‘expelled’ týðiliga er til staðar og annars motivini (sum kanska í nógvum førum, eru positiva sinnað), hava gjøgnumsúrga hvønn krók á fróðskaparsetrum og granskingarmiðstøðum? Ein slíkur vildi kanska sagt: hvat væl hevði eg og havi eg?


Saturday, December 17, 2011

Friday, December 16, 2011

Christopher Hitchens deyður


Heimskendi ateisturin og høvundurin Christopher Hitchens andaðist ígjár, eftir at hava stríðst við krabbamein í longri tíð og seinastu dagarnar av lungabruna.



Niðanfyri er eitt podcast frá William Lane Craig um Christopher Hitchens upptikið fyri fleiri mánaðum síðani:

Thursday, December 15, 2011

Richard Dawkins sigur at menniskjalívið ikki er absolut heilagt

Um gudloysi fær fastatøkur á einum samfelagið, hvat virði kemur so at liggja í einum menniskjalívið?

Richard Dawkins sigur, at hetta hevði verði endin á hugburðinum at 'human life is absolutely sacred'.


Hann sigur at sermerki, eigur at liggja í líðing, heldur enn á virði menniskjans. Ivaleyst leggur hann her dent á, fosturtøku og aktiva deyðshjálp. Argumentið liggur eitt nú í, at vit til tíðir, velja at drepa fíggindan um tað tænir einum positivum endamálið.

Eg skilji væl argumentið Dawkins framleggur um neyðugu avgerðina, at taka upp vápnini í ávísum tíðum og umstøðum; eitt nú vildu stríði móti Hitler og Japan undir Seinna Heimsbardaga verið tvey týðilig dømir. Men hevur maðurin rætt í, at hetta samsvarar við nútíðar trendin innan fosturtøku og møguliga aktiva deyðshjálp?

Eg ætli mær ikki at koma stórvegis inná hesi bæði í hesum innleggi. Men vit eru vælvitandi um at Vesturheimurin hevur redusera sítt upprunafólk við 20 prosentum, grunda á 40 ára fosturtøku. Í Svøríki liggur hetta um eina millión, tey seinastu 10 árini (um eg minnist rætt). Í Føroyum kostar fosturtøkan landinum, tveir skúlaflokkar um árið.
Við tosa ikki bara um persónar sum verða fødd við ymiskum brekið (hesi hava í mínari verð somu rættindi sum øll onnur), men eisini um slík, sum annars vildu verði fødd uttan brek. Hesi vildu inkludera okkara núverandi og framtíðar, arbeiðsfólk, læknar, sjúkrasystrar, lærarar, vísindafólk, vinnulívsfólk, serfrøðingar innan økonomi og politik, etc.
Evropa hevur í longri tíð tyst eftir arbeiðsmegi og sum Matthew Wright í Channel 5 sendingi 'The Wright Stuff' segði tað: "var tað ikki fyri stóru innrásini av innflytarum hevði Ongland, í dag ligið á knøunum".

Eisini haldi eg at fosturtøka týðiliga opinberar ein ikki-kristnan hugburð av ábyrgdarloysi. Ómoralur, ótrúðskapur og sjálvsøkni er ein týðandi orsøk..

Eg haldi tí slett ikki, at Dawkinsa analogi við at fara í kríggj er samsvarandi. Eitt nú var seinni heimsbardagi týðandi, eftirsum endamálið var at bjarga menniskjum undan kúgan og líðing. Í tí førinum vóru mong lív tikin av tí einu orsøk, at lívið er absolut heilagt. Eitt sindur mótsigandi, men soleiðis fungerar heimurin vit búgva í.

Men við hesum kann fosturtøka ikki samanberast. Fosturtøka er í flestu førum, eitt úrslit av ábyrgdarloysi og einari flýggjan undan ábyrgd. Hetta er sjálvandi væl skilligt um ein bara hevur 70 ár at liva í og tað sum veruliga geldur er 'eg, mær, mítt'. Tí skilji eg væl at fosturtøka er rættuliga samsvarandi við eina meiri gudleysa áskoðan (sjálvt um eg veit, at ikki allir gudloysingar eru fyri fosturtøku).

Somuleiðis við aktivari deyðshjálp. Tendensurin er ídag, ikki longur bara at veita teimum hjálp at doyggja, sum ikki seta seg før fyri, at liva áhaldandi við pínufullari, deyðiligari sjúku. Tendensurin í nógvum úttalisum, er eisini blivin tann, at eldra ættarliði er blivin ein byrða. Manglandi barnsburður skapir óbalansa og nøkur eru av tí áskoðan, at hesi eldru, kanska áttu at verði eggja til at latið teirra lív, heldur enn at fara á eitt ellisheim har skattakrónurnar frá okkum fáu eftirsitandi, skjótt ikki koma at muna.

Aftur er talan um ábyrgdarloysi og nakað sum er beinleiðis óetiskt.

Eg loyvi mær tí at siga, at óansæð hvussu væl Dawkins argumenterar jaliga fyri einum gudleysum samfelagið, har menniskjalívið ikki er absolut heilagt, eru dømini oftani knýtt at ómoralskum ábyrgdarloysi. Heldur ikki kann maðurin garantera fyri, at markið um etisku virðini ikki verður flutt frá núverandi støðuni, tá hansara dentur á líðing einaferð verður ein holdningur, sum man bara tveitir afturum seg.

Hesin holdningurin hjá Dawkins er tí vandamikil, tí etikur sum ikki er absolutur, kann reduserast og førkast hagar ein vil, og tá kann ein lættliga trakka inní heimin hjá Stalin og Hitler.
Um menniskjan kann reduserast til eina afrikanska apu, ein fisk úr havinum, eina maskinu, ella ein klump av vælskipanum tilfarið, so er lítið høpið í at grundgeva fyri etikki, eftirsum hesin verður mettur subjektivur og tá kann talan verða um meiri enn embryos, ommir og abbar.

Læt ikki Dawkins sannføra teg við hugleiðingum, hann neyvan trýr uppá sjálvur og sum nógvir góðir ateistar ikki trúgva heldur.

Tuesday, December 13, 2011

Vælkomin til 'The Planet of Fish'

Í undanfarna innlegginum komu vit inn á 'The Planet of the Apes', úttalisi hjá Richard Dawkins, at vit øll eru afrikanskar apir. Men um fólk í føroyum og aðrastaðni í verðini, eru afrikanskar apir, hví so ikki fara uppaftur longur aftur í forfedranna kedu. Tað eru jú fleiri av hesum vísindamonnum sum somuleiðis pástanda, at okkara fyrstu forfedrar, fingu nóg miki av havlívinum, lótu havið og familju sína eftir seg og búsettu seg á turrum lendið. Gera vit tí ikki rætt í, at rokna okkum og kalla okkum fyri havdjór? Um Dawkins er ein apa úr afrika, so er hann eisini eitt havdjór frá havinum; sum ein viðmerkjari her á blogginum segði tað, so eru vit øll í familju við toskar og makrel.
Eg meini so við, tað verður seinur dagur tá eg og tú fara aftur í frumskógina í Afrika at hanga runt í trøðunum. Hví bera heitið 'afrikansk apa, um tú ikki kanst bera heitið 'fiskur úr havinum'?

Tað mugu vit heldur ikki gloyma, tað var opinbart ein havdjórsflyting uppá turt land, men tað var eftir onkrum at døma, eisini ein massaflyting av turrlendis djórum til havs.


Og so ein seinasta, sum einki hevur við evnið at gera: