Showing posts with label trúarverja. Show all posts
Showing posts with label trúarverja. Show all posts

Monday, February 27, 2012

Trúarverjuskúlin í Føroyum



Ert tú trúgvandi? Gongur tú á hægri skúla? Hevur tú ilt við at svara ella finna svar upp á teir spurningar, sum sáa iva um tína trúgv? Koma børn tíni heim við trúarspurningum, tú ikki megnar at svara? Ella hevur tú sum kristin bara hug at taka lut í kjakinum, at svara spurningum og seta spurningar aftur?


Kristna trúgvin og Bíblian hava til allar tíðir verið fyri álopi. Tíðin í dag er onki undantak. Okkara unga fólk lærir á hægri skúlum um bíbliukritik og møtir hugburði ímóti Guds tilveru, og alnetið og sjónvarpsrásir hava latið heim okkara upp fyri øllum antikristiligum argumentum, sum kunnu upphugsast.


Alt meðan eitt nýtt ættarlið verður lært upp at kjakast og stríðast ímóti kristindóminum, hava kristin heilt sjáldan havt neyðugu atgongdina til tilfar, keldur og ta venjing, sum kann gera tey før fyri at standa ímóti hesum ráki.


Hetta er grundin til, at OM nú bjóðar til venjing og undirvísing í trúðarverju.


Talan er um ein skúla, sum varar eitt ár, eitt ella tvey kvøld um mánaðin. Skúlin verður í Tórshavn og í Eysturoynni.


Næmingar koma at fáa frálæru, praktiska venjing í kjaki og koma at taka lut í bólkaarbeiði. Eisini verður fyrireiking til kvøldini neyðug, og heimauppgávur verða at gera.


Evnini koma at fevna um: Heimsmyndir. Er Bíblian álítandi? Er Gud til? Gud og líðing. Trúgv og vísund. Postmodernisma. Ateisma. Hvussu søguligur er Jesus? Kristindómur og aðrar religiónir.


Lærarar verða m.a.: Símun Absalonsen, Ejvind Mouritsen, Jógvan Zachariassen, Heðin Lamhauge, Høgni Johannesen og Dánjal Petersen.


Fyrsta undirvísing verður umleið 20. – 22. mars. Nærri kunning kemur skjótt.


Tilmelding fer fram á OM heimasíðuni www.om.fo Tilmeldingin er galdandi, tá luttøkugjaldið á kr. 200 er goldið á kt. 9181-426.219.2


Heimasíðan:


Tilmelding:

Friday, October 14, 2011

Jay Smith kjakast við muslimar um boðið í Koranini at høgga hendur av fíggjindum Islams

Hetta er kjak, trúarverja og polemikkur tá tað er uppá tað harðasta. Hetta er kristni trúarverjin Jay Smith, í Speakers Corner í Onglandi í kjakið við hópin av muslimum.

Ein kann ikki siga at hetta er ikki eitt friðarligt og hóvligt slag av dialogi, men her gongur tað fyri seg uppá islamskan manner. Hetta er eisini tað kjak miljøði sum umstøðurnar tvingaðu meg út í seinastu 15 árini.

Jay viðgerð her boðið í koranini um at høgga av fíggindans hendur. Hetta er Ongland, men kortini halda nógvir av áhoyrarunum, at slík píning er jalig fyri fíggindar Islams og at hetta er ein rættur framferðarháttur.

Eg havi persónliga møtt Jay Smith og havi fleiri ferðir stuðla honum í almennum kjakið. Maðurin sum er ein víðakendur forsprákari fyri Kristindómin, er eisini kendur fyri sín kritik av Islam. Eg má siga at Jay torir ómetaliga væl, hann er blivin álopin og bukkaður fleiri ferðir og tað hava eisini verið royndir gjørdar at drepa hann; kortini so er hann áhaldandi í sínum kjakið bæði í Speakers Corner og í øðrum tiltøkum.

Eisini hevur hann luttikið í BBC sendingum, eitt nú í samband við Geert Wilders of 'Fitna' filmin.


Sendingin í BBC kann síggjast í hesum báðum leinkjunum:


Flestu muslimar í UK tora ikki at fara í holt við mannin og hetta hevur ført við sær at islamskir næmingafelagskapir hava sýtt fyri at fyrireika kjak har Jay er luttakari.

Jay er ómetaliga kendur fyri at kjakast við víðgongdar og militantar muslimar og var í 90unum áhaldandi í almennum kjakið við forsprákarir fyri militantu felagskapirnir Hizbu tahrir og almuhajorum.


Onnur video (kjak, prát, innlegg og fyrilestrar) av Jay Smith kunnu síggjast á Youtube: