Saturday, October 15, 2011

Dóttirin


Eg vil bara gera lesarum og viðmerkjarum vart við, at eg verið ómetaliga passivur á blogginum komandi tvær vikurnar. Fleiri av lesarunum kenna meg og familju mína persónliga og eisini okkara núverandi torføru umstøður og fleiri av tykkum hava spurgt um støðu okkara og biðja fyri okkum. Eg fari tí at loyva mær, at nýta bloggin hesuferð, til eitt meiri persónligt innlegg. Vóni ikki nakar hevur nakað stórvegis ímóti tí.

Hesa vikuna, fara konan og eg til Danmarkar við trý ára gomlu dóttur okkara, í sjúkraørindum. 

Dóttur okkara hevur stríðst ómetaliga við sjúkuna Coalitis Ulserosis, í útvið tvey ár. Okkum vitandi, vóru læknarnir seinasta ár, ikki vitandi um nakran yngri enn dóttur okkara, sum var staðfestur við sjúkuni. Fyri at siga tað milt, hevur hon havt tað ómetaliga torført og sum foreldur, hava vit verið bæði óttafull og ørmaktaði.

Støðan íløtuni er, at meiri enn eitt ára medisinsk viðgerð, ikki hevur ført til nakran betring og kanska heldur skaða heilsu og vøkstur, samstundis sum at sjúkan, hevur havt sama árin á likami, so vit uppliva eina dubbulta negativa effekt í løtuni.

Læknarnir eru tí komnir til tað niðurstøðu og avgerð, at dóttur okkara, skjótast gjørligt, (tað er í komandi viku) skal undir skurðviðgerð, har í tjúktarmurin má takast. Tað er í hesum sambandinum, at vit verða burturstødd komandi tvær vikurnar.

Læt meg líka enda við at siga, at læknar og sjúkrasystrar bæði í Føroyum og í Danmark hava verði fantastisk; um nakar av tykkum lesur hetta, skulu tit vita at vit eru ómetaliga takksom og tit skulu hava eina ómetaliga stóra tøkk frá okkara síðu.


Hesa tíðina skal ein og hvør tó kenna seg fríðan, at skriva og viðmerkja.

Friday, October 14, 2011

Jay Smith kjakast við muslimar um boðið í Koranini at høgga hendur av fíggjindum Islams

Hetta er kjak, trúarverja og polemikkur tá tað er uppá tað harðasta. Hetta er kristni trúarverjin Jay Smith, í Speakers Corner í Onglandi í kjakið við hópin av muslimum.

Ein kann ikki siga at hetta er ikki eitt friðarligt og hóvligt slag av dialogi, men her gongur tað fyri seg uppá islamskan manner. Hetta er eisini tað kjak miljøði sum umstøðurnar tvingaðu meg út í seinastu 15 árini.

Jay viðgerð her boðið í koranini um at høgga av fíggindans hendur. Hetta er Ongland, men kortini halda nógvir av áhoyrarunum, at slík píning er jalig fyri fíggindar Islams og at hetta er ein rættur framferðarháttur.

Eg havi persónliga møtt Jay Smith og havi fleiri ferðir stuðla honum í almennum kjakið. Maðurin sum er ein víðakendur forsprákari fyri Kristindómin, er eisini kendur fyri sín kritik av Islam. Eg má siga at Jay torir ómetaliga væl, hann er blivin álopin og bukkaður fleiri ferðir og tað hava eisini verið royndir gjørdar at drepa hann; kortini so er hann áhaldandi í sínum kjakið bæði í Speakers Corner og í øðrum tiltøkum.

Eisini hevur hann luttikið í BBC sendingum, eitt nú í samband við Geert Wilders of 'Fitna' filmin.


Sendingin í BBC kann síggjast í hesum báðum leinkjunum:


Flestu muslimar í UK tora ikki at fara í holt við mannin og hetta hevur ført við sær at islamskir næmingafelagskapir hava sýtt fyri at fyrireika kjak har Jay er luttakari.

Jay er ómetaliga kendur fyri at kjakast við víðgongdar og militantar muslimar og var í 90unum áhaldandi í almennum kjakið við forsprákarir fyri militantu felagskapirnir Hizbu tahrir og almuhajorum.


Onnur video (kjak, prát, innlegg og fyrilestrar) av Jay Smith kunnu síggjast á Youtube:


Thursday, October 13, 2011

Good One (3)

Enn nakrar teknirøðir í samband við trúgv og darwinismu:


Og so tann seinasta; kanska ikki stuttlig, men týðandi kortini. Torir Dawkins at kjakast við William Lane Craig? Tað skilst at ein stólur fer at standa klárur á pallinum, um Dawkins til eina ella hvørja tíð skuldi at hætta sær inn í hølið, har bók hansara 'The God Delusion' fer at verða skotin í bitar. Um ikki ferð myndin av tóma stólinum ivaleyst at framstanda, sum eitt framtíðar icon:

Innvortis lív kyknunnar

Her er eitt youtube av video teknimyndgerðini hjá vælkenda BioVisions, um invortis lív kyknunnar. Hesir hava roynt við teknifilmum, at mynda so væl sum tilberð, hesar biologisku tilgongdirnar sum fyriganga seg í einari livandi veru.

Well...eitt kann sigast, tað fyrigongur nógvur ófataligur teknikkur fyri seg innan lívskipanini, kanska ov tekniskt til ikki at verða ónátturliga dult og mystiskt:


Fleiri video kunnu síggjast:


Sunday, October 9, 2011

Hava samkynd vísindafólk isolera eitt kristiligt gen?


Hetta er also ein joke (vóni eg)? Men eg takið tað fram kortini. Youtube er á tremum við tvætli og Gud hjálpi okkum tá Youtube verður okkara kelduvitan; sum tað er hjá summum (eg vil ikki nevna nøkur nøvn her).

Í hesum førðinum er pástandurin bæði óbegrundaður og villeiðandi, eftirsum: 1) Kristindómur er andaligur heldur enn genetiskur, 2) hetta tykjast at verða leikarar, heldur enn veruligar persónligheitir, 3) víð semja er um at hetta video uppstóð fyri at provokera kristin.

Haldi annars at tað var seinast í 90unum, at ein føroyskur ateistur framlegði hendan pástandin í Dimmalætting sum um tað var bera álvara.

Men hugsa tær, at skuldu vit tikið hetta í álvara, so hava samkynd vísindafólk isolerað tað kristna geni og um so var, kundi hetta ført til ymiskt rættuliga stuttligt. Eitt nú kundi hetta teologiskt sæð, kanska uppbakka, vísindaliga, tað gudfrøðiligu áskoðanina um útveljing.

Skuldu eg og mong onnur fari skeiv og pástandurin verið ein veruleikið, so hevði hetta veruliga verið eitt teologiskt gjøgnumbrot, og so kundi hetta eisini ført til møguligan ágang, tí so hava eg og onnur (um vit lítið toldu av) nú møguleikan at draga rúgvuvís av antikristnum føroyingum í rættin fyri brot á 266b (tað er sjálvandi, um vit skuldu fylgt fyridøminum hjá øðrum samfelagsbólkum í kenna seg onkursvegna álopnar).

Eingin hevur jú rætt til at niðurgera tað sum eg nátturliga eri, heldur ikki tí fylgjandi nátturligu áskoðanina, ella hvat?



http://www.youtube.com/watch?v=qCzbNkyXO50&feature=fvwrel

According to reports, homosexual geneticists have spent years attempting to isolate the gene that renders people Christian. As members of the Pink Tiger Research Institute, they’re hoping to isolate the cause of Christianity altogether within the next decade.
Dr Gary Delaney claims gay scientists have already prevented rats from being born Christian. “And hopefully,” says Dr Delaney, “humans will follow.”
Many Christians object to the findings, claiming their belief is not genetically determined.
Mr Ben Heppell, a. practising Christian says, “Look, Christianity is a lifestyle choice. It’s perfectly natural.”
But Pink Tiger claims the controversial religion is part of people’s DNA they say, Christianity can be inherited, just like baldness.
“The way they dress, the way they talk, they way they exhibit themselves in public” explains Dr Delaney. “We now know that being Christian is actually not their fault.”
Scientists say that until a method is found to remove the Christian gene, gay scientists will continue counselling local Christians to make positive changes to their lifestyle and values.
Parents of Christians, like Anne and Chris Mills, welcome the news with relief.
“We always worried that if we’d done something different, our child would not have ended up a Christian” says Mrs Mills. “But now we know he didn’t have a choice.”
Now, thanks to the work of Pink Tiger, there is a choice, which is good for Christians everywhere.
http://www.abc.net.au/cnnnn/news/s720688.htm

Legg merki til hugburðin og pástandirnar í hesum tekstinum: 1) 'Kristindómur kann genetiskt arvast', 2)  'ein metoda má finnast at taka burtur hetta kristna/religiøsa gene', 3) 'kristin kunnu ráðgevast mótsatt teirra genum, tey hava nú valið at mótarbeiða' (um eg skilji hetta rætt), 4) 'kanningarnar eru framdar og leiddar av samkyndum'.

Kanska ein heldur kundi sagt at kanningarnar er framleiddar av samkyndum.

Eg hugsi, um kristin eru kristin av nátturligum orsøkum, hví so ikki verða jalig og lata hesi varveita nátturliga rætt teirra at verða religiøs? Hví skulu royndir verða gjørdar at dekoda teirra nátturu? Hví skulu hesi ráðgevast mótvegis teirra nátturu (er hetta ikki rættuliga niðurgerandi og ótolerant í einum nútíðarhøpið)? Hví hevur hetta so stóran áhuga fyri granskarir sum eru samkyndir? Um eg og onnur kristin hava eitt vandamikið gen og hesi gen annahvørt mugu burturbeinast ella tann kristni møguliga venjast at mótarbeiða hesum geni: er hetta so eisini galdandi fyri tey sum eru bundin av samkynda geninum og onnur sum eru bundin at øðrum genum? Eru hesir vísindamenninir anti-kristnir, eru samkynd í taka undir við hesum anti-kristin? Um so er, 1) er hetta ikki eitt sindur mótsigandi, eftirsum hesi vilja berjast fyri teirra nátturligu rættindum? 2) Hava onnur so ikki loyvi til at verða anti-samkynd, í hvussu er til tann mun at vilja hjálpa samkyndum at mótarbeiða nátturu teirra?

Læt meg tó leggja dent á, at eg á ongan hátt havi áhuga í at gera meg inná, ella niðurgera samkynd, sjálvt um eg sum kristin ikki eri samdur við lívstílinum (kenni fleiri samkynd, havi arbeit við samkyndum og havi einki ímóti samkyndum). Greinin leggur bara upp til mótsøgnina í omanfyrinevndu útsøgnum.

Friday, October 7, 2011

Skipa Trúarverja í Føroyum



Ætlanin í framtíðini er at gera ein ella fleiri trúarverjubólkar. Veit at nógv kristin í Føroyum hava víst áhuga í hesum og stórur tørvur er á hesum eisini. Møti eisini fleiri og fleiri kristnum, sum longu seta seg inn í hesa tænastu, men slett ikki taka lut í skriving ella kjakið.

Byrja verður í Tórshavn, eftirsum eg búgvi í Tórshavn. Síðani føra við átakið vónandi inní Eysturoyð og Klaksvík/Norðoyggjar. 

Talan er um eitt kvøld um mánaðan, við ávísum evnum sum verða viðgjørd, har í eisini okkurt tilfarð verður at lesa heima gjøgnum mánaðin. Ivaleyst verður tað eisini gjørt brúk av bloggum og einari facebook síðu. 

Ætlanin er at bólkurin skal læra at kjakast, og tí leggja vit dent á venjing í kjakið. Vón mín er eisini, at hesir bólkarnir kunnu verða útgangstøði fyri tiltøkum og ymiskum átakið í framtíðini. 


Og, ja, sjálvandi verður tað ein drekkamunnur eisini.


Eitt skriv kemur ivaleyst út til kirkjur og samkomur í framtíðini og ivaleyst má eg runt Føroyar og tosa við samkomuleiðslur, pastorar og elstar, men læt meg endiliga vita, um tað er áhugi fyri hesum; eg kann eisini finnast á facebook.

Heitið fyri bólkin, viðtøkur, mál og skipan, eru avgerðir sum bólkurin má samtykja í saman.

Sjálvandi hevði tað verið stuttligt við einum opnum bólkið (har aðrir religiónir og gudloysi eisini kundu verið umboða), tað vit kalla ein dialog bólkur. Eitt slíkt átak tók eg sjálvur lut í, tá eg búði í Onglandi. Men í hesum førinum verður hetta ein bólkur fyri kristin-trúgvandi.

Thursday, October 6, 2011

Willam Lane Craig í UK: fleiri ateistar hoppa av


Tað er eingin loyna, at radikali gudloysingurin Richard Dawkins, hvørki hevur førleikan, argumentini, tíðansheldur torir at kjakast við kristna trúarverjan William Lane Craig, nú í oktober, tá fyrilestratúrurin hjá Craig verður í Onglandi (um Gud vil).

Á túrinum hjá Craig vóru tað annars tveir enskir ateistar, sum væl tordu at taka mannin uppá seg. Poly Toynbee, presidenturin av British Humanist Association og íðin kritikkari av religión. Og seinna umboðið fyri ateistiska sjónarmiðið, gudloysingurin og høvundurin A.C. Grayling.

Hesi kjakini vóru upprunaliga partur av túrinum hjá Craig, og atgongumerkir eru long seld. Eg skrivi 'vóru', eftirsum vit júst eru vorðin kunnað um, at bæði Toynbee og Grayling hava bakka út. Við øðrum orðum: í løtuni er okkum vitandi, eingin leiðandi ateistur í Onglandi, sum hættar sær í holt við William Lane Craig.

Toynbee sigur um hennara avgerð:

I hadn't realised the nature of Mr Lane Craig's debating style, and having now looked at his previous performances, this is not my kind of forum”.

Toynbee vísir í hvussu er ómetaliga erligheit, harafturímóti velur Grayling at háða Craig og lýgur enntá um, ikki at hava kjakast við Craig í Oxford, fyri seks árum síðani, tá hart leikaði á. Eg má tó viðganga, at eg eri ikki heilt klárur yvir, um Grayling absolut sýtir fyri at kjakast, ella um maðurin sýtir fyri at kjakast um upprunaliga evnið, sum er ateisma og moralur. Men tað átti jú at kunna lati seg gjørt, ella hvat?

Eg má siga at hetta undrar meg eitt sindur. Ateistar chanta áhaldandi um óførleikan hjá kristnum at kjakast við gudloysingar, men nú er onkursvegna ólag komi í propagandamiðstøðina.

Dawkins hevur tó møguleikan líka til endan. Tann 25 oktober er Craig settur til at hava ein fyrilestur í Oxford, har hann fer at afturvísa mongu argumentunum hjá Dawkins í bókini 'The God Delusion'. 

Mær vitandi verður eitt pláss á pallinum sett av til Richard Dawkins, um maðurin nú einaferð skuldi tora at møtt upp. Tað hevði verði ómetaliga gott, um bara ein talsmaður fyri ateistiska sjónarmiðið kundi lagt sína rødd til.

Um William Lane Craig lesa vit:

William Lane Craig is Research Professor of Philosophy at Talbot School of Theology, California. He has debated leading atheists the world over including Anthony Flew, Lewis Wolpert, Christopher Hitchens, and most recently Sam Harris, who described him as“the one Christian apologist who has put the fear of God into many of my fellow atheists.Following the debate with Hitchens, an atheist website concluded that Craig had“spanked Hitchens like a foolish child.”

Við øðrum orðum, at luttaka í einum kjakið við William Lane Craig, kann føra til, at ein tapur so dyggiliga. Man ikki hetta verða høvuðsorsøkin til at Dawkins, Toynbee og Grayling ikki vilja møta manninum?

http://www.bethinking.org/what-is-apologetics/introductory/british-humanists-take-to-the-bunkers.htm

---------------------------------------------------------------------------------------------------------
Heini Reinert hevur akkurát viðmerkt, at einki kjak hevur verið planlagt millum Craig og Grayling, heldur er støðan tann, at Grayling, eins og Dawkins, sýtir fyri at kjakast. Eg haldi at Heini hevur rætt í hesum. Tó undrar tað meg enn, at Dawkins og Grayling sum báðir eru leiðandi innan humanistiska rákið, lata hendan frálíka møguleikan fara frá sær.

Monday, October 3, 2011

Kristin í Onglandi hóttur við handtøku

Ein vildi ynskt at hetta var ein joke, men tað harmiliga er, at hetta er enn eitt dømi uppá, hvussu frælsi og rættindir teirra kristnu, í einum vesturlendskum samfelagið verða trakka á.

Ivaleyst er talan um forsmakkin av tí samfelagið, sum Dawkins og aðrir í umboða militanta statsateismu, hava í hyggju, um teirra fanatiska áskoðan far politiska megi.

Í býnum Blackpool, í Onglandi verður ein kristin kafe eigari hóttur við handtøku, í sínu egnu kristnu kafe, tí hesin dittar sær at vísa bíbliuvers á veggin:


Seinni var løgreglan noydd at umbera seg, men við einari rættuligari ússaligari umbering:


Vælkomin til tann fríða heimin, har ávísar røddir í hata Kristindómin, tó siga seg virka fyri trúarfrælsi og rættindunum hjá okkum øllum.

Saturday, October 1, 2011

Richard Dawkins stingur halan millum beinini

Mong gleða seg ómetaliga til røðutúrin sum William Lane Craig skal gera í Onglandi nú í oktober. Eg má annars líka kunnað lesaran, um mínar royndir at fáa Craig til Føroyar, men tað gekk bara ikki.

Mong, bæði gudsavnoktarir og teistar eru eisini varðin yvir tað dilemma sum vælkendi ateisturin Richard Dawkins hevur vavt seg inn í. Tí William Lane Craig hevur leingi vilja kjakast við Dawkins og hevur avbjóða hesum gudloysingi av til kjak í áravís. Men at taka lut í einari slíkari stórhending, tykist Dawkins ikki at vilja samtykja í. Heldur hevur hann í fleiri ár valt at stinga halan millum beinini og renna.

Mong, eisini ateistar, harmast sjálvsagt um tilgongdina og eru komin til tað niðurstøðu, at Dawkins í løtuni uppførir seg sum ein ordiligur ræðuskítur (fyri at nýta orði úr føroysku orðabókini, fyri coward). Sjálvur haldi eg, at hetta er ein upplagdur møguleiki hjá Richard Dawkins.

Dawkins hevur jú sjálvur lagt upp til slík almenn kjakforumir og slíkar ráðstevnur og eisini tað lyfti, um at vinna sigur á teistisku mótstøðufólkunum. Eisini hevur avbjóðingin frá William Lane Craig ljóða leingi, í áravís (mær vitandi), og mær vitandi, kann ikki sigast, at talan er um samanstoyttin, ella eina hólmgongu millum ein Dávid og Goliat, men heldur ein Goliat vs. Goliat.

Er Dawkins so ein ræðuskítur? Torið í hesum førið ikki at verða ov avgjørdur; men eitt veit eg, Dawkins hevur nýtt stór orð um at kjakast og vinna, so nú fáa vit at síggja.

Youtubi niðanfyri, er absolut vert at síggja, tað gevur eitt ótrúliga gott og skemtingarsamt innlit og summirat av støðuni:


Sí annars meiri á trúarverju blogginum:

Prát millum Antony Flew og Gary Habermas


Ein áhugaverdur dialogur millum ex-ateistin Antony Flew og heimskenda kristna trúarverjan Gary Habermas, á blogginum: Evangelical Philosophical Society.

Prátið millum hesar báðar, sera gløggu og hugsandi menninar, fór fram í 2004 og fevnir um hópin av evnum, so sum uppruna alheimsins og lívsins, Guds eksistens, 'vitugt snið' (intelligent design), teismu og deismu og annað.




Ein áhugaverd strofa hjá Antony Flew er orða soleiðis:

Absolutely. It seems to me that Richard Dawkins constantly overlooks the fact that Darwin himself, in the fourteenth chapter of The Origin of Species, pointed out that his whole argument began with a being which already possessed reproductive powers. This is the creature the evolution of which a truly comprehensive theory of evolution must give some account. Darwin himself was well aware that he had not produced such an account. It now seems to me that the findings of more than fifty years of DNA research have provided materials for a new and enormously powerful argument to Design.

Sunday, September 25, 2011

Alheimsins byggjuklossar

Er Gud eitt ‘neyðsýn’ fyri tilveru og alheimin? Kosmologisku argumentini og teir ymisku teistisku pástandirnir sum fylgja harav, kunnu ivaleyst kókast niður í tað einfaldu niðurstøðu, at alheimurin er fylgjan av einari serstakari orsøk, og at orsøkin óansæð spontana skapan av núverandi alheimsskipan, ella nýtslu av eindømis hendingum, verið tað seg ymisk alheimsstøði, ella kosmologiska menning, grundar í, at Gudurin er upprunaliga orsøkin. 
Tað er eingin loyna at ateistar og religións kritikkarir, hava leika hart í við teirra mótargumentum og atfinningum, í teirri roynd, at vísa hesa áskoðan og tess argumentum aftur. Hetta innleggið, er viðgerðin av bara einum slíkum mótargumentið.

Rættuliga fundamentalt í hesum kjakinum um Gud og uppruna alheimsins, eru sokallaðu byggiklossar tilverðunar; har vit førka okkum inn í ‘quantum mekaniska’ heimin og tess orku og partiklar!
Um byggiklossarnir (partiklarnir) verður spurgt: ‘er orsøkin ‘probabilistisk’’, tað er: uppstanda hesir spontant og tilvildarliga av ongum og úr ongum, ella er orsøkin meiri ‘avgjørd’ (determined); tað vil siga í hesum samanhenginum: eru hesir bundnir at útvortis orsøkum?

Her verður serstakliga hugsa um ávísar ábendingar av empiriskari nátturu, har eygleiðarir hava havt í huga, tvey sløg av ‘quantum mekaniskum’ hendingum. Hesar kunnu bólkast sum tær ‘manipuleraðu hendingar’ sum verða handfarnar í royndarstovum, við øtiliga stórum og framkomnum tólum og tær ‘fríðu hendingarnar’ sum sigast at kunna uppstanda nær ‘svørtum holum’.

Serstakliga verður havt í huga ‘partikla’ atferðin á quantum støði. Her verður víst á Heisenbergsa ‘uncertainty principle’ sum sigur, at partiklar á quantumstøði uppføra seg sum spøkilsir av nátturu (Davies, God and the New Physics, p. 103), ella sum Etienne Klein sigur tað, í samband við Einstin, at hesir partiklar uppføra seg sum ‘bylgjur’ (Etienne Klein, Conversations with the Sphinx: Paradoxes in Physics (London: Souvenir Press, 1996), pp. 66-8, 109-23; sí eisini Davies, God and the New Physics, pp. 105-11). Vísindafólk og heimspekingar hava havt tað torført, at skilja hesar partiklar í tíð (John Barrow, Theories of Everything: The Quest for the Ultimate Explanation, s. 63-4) og ómøguligt tykist tað, at kunna viga teirra rørðslur, samstundis sum vit viga teirra støðu (Davies, God and the New Physics, p. 103).

Tað er grunda á hesa atferð, at quantum heimurin vanliga verður roknaður sum ‘probabilistiskur’, heldur enn ‘avgjørdur’ (determined) (Davies, 35), sum eisini hevur ført til økta spekulatión, tað at eygleiðingarnar vísa á núverandi ‘ex nihilo’, at hesir partiklar hava førleikan at uppstanda tilvildarliga, út úr ongan, gjøgnum ‘tómrúmsskiftið’ (vaccum fluctuation) (Quentin Smith, The Uncaused Beginning of the Universe, 1988). Hetta verður av summum, eitt nú Quentin Smith rokna sum grundgeving fyri, at alheimurin í sínum upprunaliga standi, møguliga uppstóð gjøgnum eitt ‘tómrúmsskiftið’, sum eitt ex nihilo, úr ongum og uttan útvortis ávirkan, so sum einum skapara Gudi.

Tað eru tó álvarsamir trupuleikar við einum hesum pástandinum hjá Quentin Smith, eftirsum avgjørda niðurstøðan, ikki byggir á nátturligar umstøður, men vísindaligar royndir, har í tað verður manipulera við partiklum; í hesum førinum við at stoyta protonir og elektronir saman í stórum ‘partikla aksellatorum’ við eini ferð sum nær ljóshastigheitini. Eygleiðingar vísa á at eftirfylgjandi samanbresturin, tá hesir partiklar stoytta saman, førir til spontanan uppstandan av nýggjum tilfarið (Davies, God and the New Physics, p. 26). Einki undur í, at fysikarir ímynda sær, at tann sokallaða ‘initial condition’ árla í universinum, kann verða endurskapa, undur slíkum ‘akselerasjóns umstøðum’.

Paul Davies er partvís samdur í, at slík viðraking, kann hava við sær, at ávíst kann tykjast at uppstanda úr ongum (Davies, s.31), men samstundis leggur hann mikla áherðslu á sínar atfinningar. Tildømis vísir Davies á, at slíkir partiklar slett ikki eru óbundnir av nakrari orsøk og undanfarandi dimensiónum, eftirsum hesir uppstanda av partiklum sum longu eru eksisterandi og alt í einum vacuum heldur enn einari umstøðu av ‘null orku’ (zero energy); við øðrum orðum ‘ongum’.

Heldur enn at fløkja okkum føst í tílíka spekulatión, áttu vit heldur at spurgt (og Davies er samdur), hvaðani orkan upprunaliga uppstóð (31-32). Her pástanda Adams og Laughlin at partiklarnar hava sína uppruna í læntari orku og slett ikki minnað um eitt ex nihilo (Adams & Luaghlin, The Five Ages of the Universe, pp. 6-8). Somuleiðis verður víst á, at talan ikki er um eina fríða, nátturliga, random ‘quantum mekaniska hending’ men manipulering útførda í royndarstovum (Tony M. Liss and Paul L. Tipton, The Discovery of the Top Quark in David H. Levy (ed.) The Scientific American, Book of the Cosmos, p. 331- 37, sí eisini Paul Davies, s.31). Tað er eisini grunda á royndarstovurnar, at Davies afturvísir pástandinum, eftirsum hesar eygleiddu hendingar á quantum støði, uppstanda í isoleraðum royndarstovuskipanum og tí ikki kunnu relatera til univers okkara sum heild (Davies, s.32). Eftirfylgjandi hava vísindafólk eisini víst á ein annan trupuleika, tað at hesir partiklar ganga til grundar, líka spontant sum teir uppstanda (Adams and Laughlin, The Five Ages of the Universe, p. 7), sum eisini Lee Strobel vísir á, í sínum prátið við William Lane Craig, at slíkir handfarnir partiklar møguliga slett ikki hoyra veruleikanum til (Lee Strobel, The Case for a Creator,  p. 123).

Tíðskil er tað ikki heilt staðfest at hesar royndir vísa á nakað sum helst. Men um so var, hvønn týdning hevur hetta fyri ex nihilo? Eg haldi vit kunnu verða rættuliga samd við Hawking og Quentin Smith at royndastovu handfaringarnar av ávísum partiklum, møguliga geva okkum eitthvørt innlit inní tildømis ‘initial condition’ og Planck tíðina (Quentin Smith, Quantum Cosmology’s Implication of Atheism, Infidel.org, 1997), um slíkar gitingar nú umboðaðu veruleikan. Men tað sagt, so grundgeva slíkar royndir ikki fyri núverandi ex nihilo á quantum mekaniskum støðið, ei heldur einum ‘null orku støðið’ ella einum kosmologiskum ‘singularity’.

Og við hesum fellur pástandurin.

Vísindafólk, sum tildømis Stephen Hawkins hava annars pástaði at ‘tómrúmsskifti’ ferð fram nátturliga uttan fyri royndarstovunum, nær ‘svørtum holum’ (Hawking, A Brief History of Time, s.111-114, og The Universe in a Nutshell, s.116-129), tað nærmasta vit í teoriðini koma hypotesuni um eitt ‘singularity state’; har í, tað verður argumentara at tyngdarkraft ella elektromagnetisma kann ávirka positivu orkuna í einum massa (A Brief History of Time, s.93-4,128 og Universe in a Nutshell, s.110-115, sí eisini Adam & Laughlin, s.128-135).
Hetta leggur síðani upp til, at alheimur okkara í sínum ‘primeval bang’ upprunaliga kundi verða ein ‘null orka’ sprotið av einari negativari orku ella tyngdarkraft.
Men hesin pástandur er somuleiðis høpisleysur. Skal ein grunda á hesa áskoðan, grundgeva fyri at partiklar sum uppstanda í proximity av einum svørtum holið er líknandi við ‘ex nihilo’, hvussu skal tað so skiljast, at eins og við handfaringini av partiklum á royndarstovunum, so er talan eisini um quantum hendingar, sum hava sín uppruna í tíð og rúmd og sum eisini lána frá undanfarnari, eksisterandi orku (Davies, s.32)? Tíðskil verður tað skilt sum um at bæði partiklar og tess orka er bundin at tíð og vacuum (Adams and Laughlin, The Five Ages of the Universe, p. 7) og høvdu verði bundin, óansæð um hetta vacuum vildi verið ‘null støðis orka’ (zero state energy) (Heinz R. Pagels, Perfect Symmetry, pp. 338-9), ein kosmologiskur tilstandar, sum eftir Stephen Hawking at døma, ikki er møguligur (The Universe in a Nutshell, pp. 44-5).

Niðurstøðan má tí verða, at ongin eygleiðing og eingi prógv er fyri nátturu-tilvildarligari ella manipuleraðari ‘ex nihilo’ á núverandi quantum mekaniskum støðið. Við øðrum orðum, er eingin grundgeving fyri pástandinum, at alheimurin er uppstaðin av sær sjálvum, úr ex nihilo (úr ongum) uttan útvortis ávirkan. 

Wednesday, September 21, 2011

Good One (2)

Her eru so fimm tekningar aftrat, sum halda darwinismu fyri gjøldur, og so tann seinasta sum absolut einki hevur við Darwin ella religión at gera. Helt bara hon var so góð, at hon mátti við. 







Monday, September 19, 2011

Darwinisma á skúlagátt í Sovjet: Ein Rættleiðing til Eivind Ortind Simonsen (3)


Í hesum styttra aftursvarinum fari eg at viðgera kelduna sum Eivind Ortind Simonsen gjørdi nýtslu av, í roynd síni at prógva pástandinum, at darwinisma einki hevði at siga í Sovjet líka til 1964 og at darwinisma ikki var innan skúlagátt í Sovjet fyrrenn 1964. Eg fari at vísa á, at sjálv keldan sum Eivind ger nýtslu av, ikki bara er akademisk ónyttulig, men enntá afturvísur pástandi Eivinds. Harnæst fari eg at vísa á aðrar Wikipedia greinar, søguligar keldur og akademiskan lesna sum vísa á, at darwinisma var ómetaliga virkin í Sovjet og tess skúlum um hetta sama mundi av landsins søgu.

Darwin ella Darwinisma: Darwinisma í Sovjet: Ein rættleiðing til Eivind Ortind Simonsen (2).


Hetta er mítt triðja aftursvarandi innlegg til royndina hjá ateistinum og liminum í ‘Gudloysi’, Eivind Ortind Simonsen, at afturvísa viðgerðini hjá mær og øðrum, um sambandið millum Sovjet og darwinismu. Í hesum innlegginum viðgerið eg pástandin hjá Eivind, at Darwin millum elstu kommunistarnar og í Sovjet, ikki var annað enn iconi, sum breyt vísindina frá skapanarsøguni. Við øðrum orðum, pástandin, at Marx, Engels og teirra eftirfylgjarir hildu hátt um Darwin men ikki um ástøðið. 

Hetta førir sjávsagt til aðrar pástandir hjá Eivind, sum tildømis: at darwnisma einki hevði at siga í Sovjet og heldur ikki var á skúlagátt. Men hatta goyma vit til ein komandi triðja part í røðini 'Ein rættleiðing til Eivind Ortind Simonsen'. 

Innleggi hesuferð verður heldur langdrigi, eftirsum eg framleggi hópin av keldum, í grundgeva mótvegis skeivu pástandunum hjá Eivind.
Vænti tí ikki, at ein og hvør lesari, fer at hætta sær at grava seg ígjøgnum nógva lesnaðin; men tilfarið verður so á netinum hjá einum og hvørjum at lesa.
Haldið ikki, at eg takið munnin ov fullan, um eg sigi, at eg havi grundgivið (við keldum) fyri, at darwinisma var bæði framkomin og ávirkin í Sovjet og millum marxistarnar, frá Marx, Engels og líka til 1940ini.

Wednesday, September 14, 2011

Good One

Haldi at teistar hava verði hopleysir tá tað kemur til teknirøðir, men tað finnast so nakrar góðar.

H

Antony Flew: Ein ávarðing til ungar ateistar



Antony Flew var ein at mætastu og gløggastu gudloysingum í 20 øld. Tað kom tí sum ein skelkur tá tað frættist, at maðurin í 2003 hevði broytt hugsan. Flew var ikki vorðin kristin, men Flew hevði lagt gudloysi aftur um bak og var blivin ein 'trúgvandi'.

Í bókini 'There is A God', skrivar Flew um sína umvending og orsøkina til sína umvending:

"Moving on now from the parable, it's time for me to lay my cards on the table, to set out my own views and the reasons that support them. I now believe that the universe was brought into existence by an infinite Intelligence. I believe that this universe's intricate laws manifest what scientists have called the Mind of God. I believe that life and reproduction originate in a divine Source. Why do I believe this, given that I expounded and defended atheism for more than a half century? The short answer is this: this is the world picture, as I see it, that has emerged from modern science..." (s.88-89).

Og víðari:

"I must stress that my discovery of the Divine has proceeded on a purely natural level, without any reference to supernatural phenomena...It has no connection with any of the revealed religions...in short, my discovery of the Divine has been a pilgrimage of reason and not of faith" (s.93).

Flew: Ein ávaring til ungar ateistar

Flew sum var aktivur ateistur í mong ár og sum skrivaði fleiri áhugaverdar bøkur, av tí tunga og djúpa slagnum. Er ivaleyst ein ávarðing til ungar ateistar ídag; hann skrivar:



"I have said in some of my later atheist writings that I reached the conclusion about the nonexistence of God much too quickly, much too easily, and for what later seemed to me the wrong reasons...One of those early reasons for my conversion to atheism was the problem of evil" (s.12-13).

Við øðrum orðum, tann ungi sum ídag er farin at ivast um Guds eksistens, tí populerir forsprákarir so sum Sam Harris og Richard Dawkins, sum ikki koma upp um knøðini á Antony Flew, draga hesi út í eina niðurstøðu, sum teir í veruleikanum ikki hava skil fyri.

Ateistar á Heksajakt

Umvending Flew's til trúnnað á ein skapara Gud, var ein dyggur smeitur fyri nógvar gudloysingar. Ateisturin Richard Carrier hevði ivaleyst nógvar svøvnleysar nætur og legði saman við øðrum upp til eina herferð ímóti Flew. Her hevur ateistiski mótgangurin verið harður; eitt nú, pástanda nýateistar, at teistar onkursvegna tvingaðu Flew at skrivað bókina, og annars hoyra vit uppaftur tað heldur vanliga ramsuna, at maðurin má verða blivin sjúkur ella bara gamal.

Roy Abraham Varghese skrivar um hesa viðferðina av Flew:

"Curiously, the response to the AP story from Flew's fellow atheists verged on hysteria. One atheist Web site tasked a correspondent with giving monthly updates on Flew's falling away from the true faith. Inane insults and juvenile caricatures were common in freethinking blogosphere. The same people who complained about the Inquisition and witches being burned at the stake were no enjoying a little heresy hunting of their own. The advocates of tolerance were not themselves very tolerant. And, apparently, religious zealots don't have a monopoly on dogmatism, incivility, fanaticism and paranoia".

Gott sagt.

Sum sagt, síðani hendingina, hava ateistar gjørt mikið burturúr at demoninisera og svína Antony Flew til. Harmiligt at hetta er ein heldur vanlig tilgongd, tað er: tá teir annars ikki megna at týna mannin akadmiskt; so er bara eitt at taka til, niðurgerð og látursgerð. Hetta hava vit verða vitni til so mangan fyrr, eisini her á landið.

Stuttligt haldi eg, tí Antony Flew var ein av teimum klassisku forsprákarunum fyri gudloysi, sum allir ateistar annars heiðraðu upp um skýggini. Eg siti her við bókini 'God and Philosophy', sum Flew skrivaði meðan hann enn var ateistar; ótrúliga djúpur og vælargumentaraður lesnaður og tað eru fleiri aðrar eisini. Hugsar ein sum støðið, so er himmalvíður munur á hesum og bókini 'Why I am not a Christian' av Russell. Ivaleyst er tað tí at summið halda Flew verða mannin, sum samansetti tí sokallaðu ateistisku dogmaðina, og at Prometheus, ateistiski bókaútgevarin skrivaði um bókina 'God and Philosophy':

"Prometheus Books is delighted to present what by now has become a classic in the philosophy of religion" (s.4).

Sunday, September 11, 2011

Darwinisma og Sovjet: Ein rættleiðing til Eivind Ortind Simonsen (1)

Á heimasíðuni hjá Gudloysi, skrivar ateisturin Eivind Ortind Simonsen (sum er limur í Gudloysi), í samband við darwinismu og gamla Sovjet:

'Um talan er um íspinn, so burdi tú lættliga kunna víst á okkurt dømi, har darwinisma er nýtt innan skúlagátt í Sovjetsamveldinum áðrenn 1964. Eg vænti tó, at tað einasta tú kanst vísa á, er vanliga kristna propagand’in um, at alt ringt í 20. øld stavar onkursvegna frá Darwin. Eitt slíkt útgangspunkt hevur onki hald í veruleikanum, og tað er hetta útgangspunkt, sum fær kristnar apologetar at framseta tær lygnir teir framseta.'

Hendan skeiva søgutulkanin má nú hava nátt sítt háðmark.

Tað er ein løtt uppgáva at skula vísa á, at darwinisma var innan skúlagátt í Sovjet áðrenn 1964 og henda niðurstøða, byggir á kommunistiskar tekstir í Sovjet samtíðini, ikki kristiligt propaganda, sum Eivind heldur fyri.

Í 1948 kom hetta niðanfyrinevnda skrivið út, sum heiðraði russisk vísindafólk. Listin nevnir vísindafólk sum vóru virkin áðrenn og samstundis sum kolveltingin var uppá sítt hægsta. Her kann bara sigast at listin  týðiliga mótsigur pástandinum hjá Eivind. Eivind sigur, at darwinisma onga ávirkan hevði á Sovjet og ikki var á skúlagátt í Sovjet fyrrenn 1964. Men listin inniheldur Darwinistar (í hvussu er tann eina), sum útforskaðu útfrá darwinistiskum ástøði í Sovjet longu í 1910-14:

"In the natural sciences, Russia could boast such men as K. A. Timiryazev, then engaged in his immortal research into vegetable photosynthesis; the famous selectionist and geneticist I. V. Michurin, and the Darwinian zoologists M. A. Menzbir and A. N. Severtsov. In the field of geology and mineralogy, the Russian natural sciences were represented by the famous crystallographer E. F. Fyodorov; by the "father of Russian geology," A. P. Karpinsky, and by the founders of geochemistry, A. E. Fersman and V. I. Vernadsky".

Tað sum er av størri týdningi, er niðurstøðan í hesum sama skrivinum frá1948, sum ger greitt at Sovjet ynskir at varveita og nýta hesa vitan og gransking sum kapitalistarnir høvdu latið eftir seg:

"We must take the entire culture that, capitalism left behind and build Socialism with it. We must take all its science and technique, all its knowledge and art. Otherwise we shall not be able to build communist society. And this science, technique, and art are in the hands and in the heads of the experts."
http://www.marxists.org/archive/vavilov/1948/30-years/x01.htm

Áðrenn Eivind dittar sær at pástanda at eg havi drigi hetta út úr samanhengi og at hetta Sovjetskrivið onganstaðni sigur at Darwinisma var ísett sum ein grundleggjandi, vísindalig áskoðan, so skjóti eg upp at hann fyrst lesur hetta næsta skrivi úr 1939, basera uppá eina vísindaliga ráðstevnu, har í 53 Sovjet granskarir tóku lut og kjakast var millum Sovjet darwinistar og tilhengarir av Lysenkoismu.

Skrivið vísir týðiliga mótsøgnina ímillum tað sum Eivind áhaldandi kunngerð og tað sum hesar søguligu keldur veruliga staðfesta, bæði at darwinisma var innanfyri kommunistiskari skúlagátt og at darwinisma, var ein grundleggjandi grundvøllur í kommunistiskari gransking og filosofi longu í 1939. Harvið kunnu vit bara draga tað niðurstøðu, at Eivind ferð grundiga skeivur:

The Soviet scientist must not pass by these major events. We are now raising the teachings of Darwinism to grand heights. In this connection the great progress in world science through experiments in genetics must not be underestimated.


The third question concerns the nature of the rebuilding of the characters of species by adaptation. Obviously, there are three possibilities here; either the character is adaptive or non-adaptive or harmful. If we should say that the variation is always adaptive, that would be pure Lamarckism; it would be the conception of original teleology. And I personally believe that Darwin's terms, "definite" and "indefinite variability" are very important in this connection. Darwin pointed out that there is a whole series of variations, mutational variations, if you will, which he himself described, and which with respect to the adaptation of the organism may be either useful or indifferent or harmful. Darwin pointed out that a large number of variations which arise in organisms are heritable, but indefinite in the sense of adaptation, and that only selection will give them adaptive lines.

In this connection I should like to mention the statement of the question which I find in the works of Comrades Lysenko, Prezent and others. I consider that in these works there is insufficient clarity. I have nowhere read a clear and distinct formulation of the question; there were none. Moreover, when the question of Lamarckism came up in this connection, Comrades Lysenko and Prezent dissociated themselves from it so ineffectively that much confusion remained.

The struggle with all the reactionary distortions of Darwinism and with its denial by a series of geneticists is not over. We do not, and cannot brush aside such contributions of genetics as are found in the conception of evolutionary divergence, of the cytological basis of this divergence, of the role of mutations and polyploids in evolution and a number of other matters. These are genuine achievements of genetics which contemporary Darwinism must include in its system.
The editorial board in the letter which was sent us called the geneticists to solidarity. This solidarity can be attained only on the basis of Darwinism, elucidated and made deeper from the position of dialectical materialism.
http://www.marxists.org/subject/science/essays/speeches.htm

Hetta greiðir frá, hví tað í hesum í vísindaligum tiltakinum í 1939, har í Lysenko, sjálvur luttók, verður fastsligi at talan er ikki um vrakan av darwinismu, men heldur at útvikla hana.

Men hvussu er hetta møguligt, um darwinisma undan hesum, ongantíð hevði verði partur at vísindaligu sjónarmiðunum og lærugreinunum í Sovjet:

The Soviet scientist must not pass by these major events. We are now raising the teachings of Darwinism to grand heights. In this connection the great progress in world science through experiments in genetics must not be underestimated.

Óansæð um Lysenko breytt við darwinismuna, so sæst týðiliga, at darwinisma er innan fyri skúlagátt í Sovjet og at darwinisman, hevði ómetaligan týdning óansæð hvør tilgongdin long var og seinni fóru at blíva.

Tað uppfatan vit fáa frá Lysenko sjálvum, er at darwinisman er ein vísindaligur vongur í Sovjet á hansara tíð:

 "Our Soviet Darwinian agro-biological science must work out the scientific bases for the improvement of seed. This is indispensable in order that the elite strains of various cultures produced each year by the selection stations may be better compared to the seeds which they are destined to replace.

A second example: The Mendelians have continually blamed us (and still do),"

http://www.marxists.org/subject/science/essays/speeches.htm

Tað var í veruleikanum ikki fyrrenn í 1948, at Lysenkoisma náddi til valdið:


Omanfyrinevnda kjakið fór fram í 1939, men tað er í 1948 at fyrsta skrivið eg siteraði kom út, harí darwinistar verðar heiðraðir og har Sovjet kunngerð tess avgerð, um at varveita og gera nýtslu av allari undanfarnari vísind.

Her eru so nógvar aðrar keldur ein kundi sitera, men hetta má verða nóg mikið hesuferð, til at staðfesta, at Eivind enn einaferð fer skeivur í sínum pástandum. Eg sigi ongastaðni at Darwin og darwinisma var einasta grundleggjandi vísindaliga sjónarmiði í Sovjet. Eg ásannið somuleiðis, at ikki allir kommunistar vóru so positivir yvirfyri darwinismu. Men har við at pástanda, sum Eivind gerð, at darwinisma onga ávirkan hevði í Sovjet og at darwinisma ikki var komin inn um skúlagátt fyrrenn 1964, er ein álvarsligur søguligur feilur.

Eg haldi eg torið at siga at eg havi svara Eivind: 1) Eg havi víst á keldur sum gera pástand hansara til einkis; 2) Eg havi víst á keldur sum eru samtíðarkeldur, søguligar, kommunistiskar, og ikki byggja og kristindóm's propaganda.

Friday, September 9, 2011

John Ankerberg um Menningarlæruna

Ómetaliga góð grein í samband við ID og Skapanarvísind (Creationism) mótvegis menningarlæruni, á Ankerberg heimasíðuni:



 http://www.ankerberg.com/Articles/science/creation-questions/SC-creation-questions-life-origin.htm

Les meir:

Karl Marx um religión í Týsklandi og 'the premise of criticism'


Eg fari ikki at koma inn á allar keldurnar hesuferð, men áhugavert at síggja, at tann dominerandi áskoðanin í Europa og Týskland í aðru helvt av 19 øld og fyrru helvt av 20 øld, er slett ikki tann kristna, men tann ateistiska og deistiska. Hetta setur stóran spurning til nógvar av teimum ákærunum, sum ateistar í áravís hava slongt út í skrivum og úttalisum, eitt nú, at orsøkin til ræðuleikarar undir Seinna Heimsbardaga, vóru úrslit av einari kristnari áskoðan.

Tvørturímóti:

Á hesum sinnið vil eg bara sitera Karl Marx í hansara: 'Excerpts from Toward the Critique of Hegel's Philosophy of Right'

'For Germany the criticism of religion is in the main complete, and criticism of religion is the premise of all criticism' (Lewis S. Feuer (ed.) Marx & Engels: Basic Writings on Politics & Philosophy, s.262).

Ein og hvør gudfrøðingur man verða vitanda um tað teologiska rákið, sum herjaði í týskum skúlum og eisini í øðrum býum í Evropa. Rákið sum arbeiddi fram ímóti at skúgva Gud og tað ónátturliga frá gudfrøðissøguliari og søgukristnari gransking.

Eg eri vísur í, at tað var ikki Charles Finney ella Spurgeon, Hitler hevði lisið, tá hann skrivar í Mein Kampf:

'I had but one pleasure: my books...At time I read enormously and thouroughly. All the free time my work left me, was employed in my studies... In this period, there took shape within me a world picture and a philosophy which became the granite foundation of all my acts.' (Mein Kampf, s.21)

Karl Marx og aðrir sum vóru eygleiðarir av hesum tilburið í Evropa í seinnu helvt av 19 øld, kundu vitna, at bíbliukritikkurin og kritikkurin av religión høvdu nærum nátt sítt mál. Hetta er ikki tann myndin vit so mangan fáa, av einum sera religiøsum Týsklandi, beint uppundir stýrið Nazismunnar og Seinna heimsbardaga.

Og víðari, at vit her síggja ein av teimum sterkastu grundleggjandi holdningunum í kommunistiskari hugsan, at:

'criticism of religion is the premise of all criticism'.

Tá ateistar ídag gera sær galt av, at skilja millum ateismu og kommunismu, so er her hetta langt frá samanberandi teimum uppruna tekstum sum løgdu lunnarnar undir Kommunismuna, Sovjet, Stalin og aðrar.

Ateisma er ikki neyðturvilliga Kommunisma, men Kommunisma er ateisma.

Mær vitandi, er lítið skriva um hesa síðuna av sakini, og lítið av tí áhugaverda tilfarið verður framlagt av mótstríðandi síðunum.