Tuesday, November 26, 2019

Gud, Intelligent Design og brek

Myndirnar niðanfyri forklára eitt hvørt um hvat meina verður við 'Intelligent Design' (ID) og hvussu mong miðskilja hetta konsepti.
Intelligent Design leggur upp til at lívið er alt ov væl samansett í tess mongu funktiónum til at verða óheft av tilætlan.
Í hesum førið niðanfyri verður víst á beinagrindina og mannakroppin. Óansæð um talan er um spontana skapan, ella menningarliga tilgongd ella eitt hvørt partvís av báðum, so sýnir mannakroppurin eitt ovurhonds meistaraverk av einari skipan og tað slepst ikki uttanum.

Mynd hjá Høgni Johannesen

Skipaninar gerast tó nógv meiri kompliseraðar og designaðar tá vit fara niður á mikroskopiska støðið.
Men hvussu so við teimum í eru fødd við brekum ella sjúkum eins og tey á hesi næstu ræðuligu myndini? 
Er talan so enn um ID?
Mong pástanda at hetta seinna afturvísur tað fyrra.
Tó fyri meg tykist hendan grundgevingin rættuliga høpisleys, mest sum tí at hesi einki hava við hvørt annað at gera. Hvussu ræðuligt hetta enn er, so er talan kortini um tilætlan og design.  

Mynd hjá Høgni Johannesen

Tildømis vildu hvørki eg ella onnur pástaði at standmyndin á triðju myndini ongantíð var skapt av intelligensi tí at hondin við tíðini brotnaði av, sum síðani skuldi roknast sum staðfesting fyri at standmyndin upprunaliga ikki var tilætla eins tær mong óskalaðu standmyndirnar vit eisini hava um hendur tí ikki eru tað heldur.

Mynd hjá Høgni Johannesen

Ovurhonds teknologisk skipan og informatión er altíð uppstaðin grunda av intelligensi, eisini um feilir og brek
uppstanda seinni í tilgongdini, í hvussu er, mugu vit ásannað og bíta í okkum at hetta er einasta
samanberingin vit hava at halda okkum til. 

Monday, November 25, 2019

Byrðan liggur somuleiðis á Gudloysi!

Eg haldi tað var Alexander Rosenberg sum segði at 'gudloysi' er 'metafysisk nátturulisma'.
Um hesin pástandurin er sannur (og tað er hann í flestu førum), er tað so rætt at pástanda, at ateisma eina er 'absense of faith in God' heldur enn áskoðanin um at tilvera er tilvildarlig og evnið eina?
Og um so er: hevur ateisturin so ikki okkurt at skulla forklára og enntá prógva?
So sum:
Tað er eingin ábending um at nakað í byggir á nátturligar lógir og tess avmarkingar kann verða ævigt. Vit kunnu sjálvandi spekulera og tveita onkrar pástandir út, men tað finnast ongar eyðgleiðingar hesum viðvíkjandi. Eftir øllum logikki tykist tað tí at universi, ella universir hava eina upprunaliga byrjan, sum eisini Alexandur Vilenkin (upprunamaðurin til multivers hypotesuna) vísir á.
Ella hvussu uppstendur tilvera so? Uppstóð alt úr reint ongum (zero existence)? Vit hava ongantíð eyðgleitt sovorit og aktivitetur á quantumstøðið har partiklar tykist uppstanda eru ikki óheftir av tíð, rúmd og orku. Enntá orka kann eina eygleiðast, ella vitast um í einum lukkaðum univsersi og er tí heldur ikki óheft av rúmd, tíð og eksistensi.
Er svarið hjá Hawking møguliga tað rætta, at áðrenn universi var til, tá var ástøðið til?: men sovorit ljóðar meiri sum Gud ella intelligensur. Ella sum Vilenkin sigur tað: at áðrenn tilveruna vóru lógir (sum eisini vassar út á tað guddómliga), ella nýggja hypotesan, sum sigur at undan universunum var 'dark matter' hetta ósædda sum eisini strukturerar og víðkar universi, sum í gudfrøðiligum málið svarar til Guds ósjónligu nærvera og aktivitet í lukkaðu skipanini.
Ella nátturligt design, eitt nú at tilveran er matimatiskt samansett, eitt faktum sum tvingar nógvar ikki-teistiskar fysikarir at fevna um gudin hjá Spinoza (fyri at tilveran skal geva meining yvirhøvur), ella eygleiðingin av ovurhonds galaktiskum skipanum líka niður í tær mikroskopisku; ikki fyri at gloyma DNA, informatión og tilvtisku.
Vit hava higartil onga samanbering, har deytt tilfarð skapir kompleksa skipan, informatión og arbeiðir støddfrøðisliga.
Tíðskil peikar øll samanbering á at hesi eru heft at inteligensi.
Aftur her, má metafysiski materialisturin veita prógv fyri tí mótsatta, í núverandi støðu, fyri at stuðla undir núverandi pástandum. At siga at vit í framtíðini fara at finna prógvini sigur mær absolut einki og veitir eina mistanka fyri at slík gransking vildi verði grunda á motivatión.
Eg hevði tí vilja sæð prógvini fyri metafysiskari materialismu, sjálvt um ein vildi hildi at prógvini fyri metafysiskari materialismu vildu verði zero-existence ella fyri at gera tað nógv, nógv lættari (so vit hava okkurt at fyrihalda okkum til): kaos.

Image result for God and universe

Thursday, September 26, 2019

Tá vísindi blívur ein flýggjan frá Gudi


Image result for God and the nature

Niðurstøðan hjá mongum at tilveran og nátturan eru tilætlaða fellur ikki heilt við síðunar av 'varhuganum,' sum upplýsir meg um at so er, tí at so tykist tað at verða; tað vil siga: hvussu vit varnast og uppliva tilveruna: nemliga tað faktum at alt tykist sniðgivi, hesi dapri veruleikin sum sjálvur Richard Dawkins, kendi lívfrøðingurin má bíta í seg.
Men so uppstendur harnæst fakliga mótmælið, at einki av hesum kortini er tilætla, tó at tað heilt greitt tykist so.
Soleiðis ljóðar ávarðingin eitt nú frá Richard Dawkins og øðrum sum leggja stóra áherðslu á vit á øllum økjum og til allartíðar eiga at skilja millum 'varhugan' av tilætlan og snið og hvussu hesir ynskir at tulka og ynskja at onnur skulu tulka veruleikan, grunda á normativu reglarnar sum hesir ynskja at áleggja okkum at áleggja okkara varhuga.
Havi eg skilt hettar rætt at fyri nøkur, kanska mong, á hesum vísindaliga økinum er talan um eitt stríð ikki eina við hugsanina um at Gud er til og um Intelligent Design, men eisini við sjálvan varhuga.   
Og tulkingin kann orðast sirka soleiðis: at ein nátturliga blindur skapari sum ikki meinar og ætlar at skapa nakað sum helst og sum ikki eigur tilvitsku at skapa, kortini bæði skapir og skipar, men ikki eina megnar at skapa og skipa, men eisini megnar hettar alt ov væl.
Tá eg lesi bøkurnar hjá Richard Dawkins, eitt nú 'The Ancestors' Tale' havi eg við einum ómotiveraðum sinnið ilt at at gloypa flýggjanini hjá Dawkins frá einum so simplum veruleika, hesin veruleikin sum varhugi okkara nátturliga festir seg í og tá harmist eg harnæst um at onnur so skjótt og lættliga gloypa villeiðingini. 
Tá onkur so heitir á meg um veita vísindaligt ella nátturligt prógv fyri at Gud er, vildi eg hildi at vísan til nátturuna og tess skipanir, bæði tess ovurhonds og mikroskopisku skipanir, sum tykjast so væl tilætlaðar, áttu at nøkta. Í hvussu vildi eg hildi eins og Christopher Hitchens helt á sinnið, at hettar er alt annað enn trivielt.
Eg fái tiltíðir gleps frá fólki tá eg ditti mær at argumentera handan vegin.
Viðkomandi kann tá eins og Richard Dawkins royna at sannføra meg við at áleggja mær at síggja, skilja og tulka veruleikan eftir reglunum sum okkum verða ásettir heldur enn eftir varhuganum. Tá eg so spyrji hvussu eg skal noyða varhugan at boyggja seg fyri áløgdu reglunum, so sipar viðkomandi oftast til sundurdeiling av ersmáum lívfrøðiligum sub-pørtum ella eindum, frá størri til minni eindir, líka til ein nær teimum minstu pørtunum. 
Eg má viðganga, at eg havi ongantíð havi skilt logikkin av slíkari argumentatión, also at sundurbýting av pørtum skal eitast at burturforklára at ordan og tilætlan bæði logiskt og nátturliga eru knýtt at intelligensi. Hetta er sum at taka ein bil sundur, líka niður í minstu detaljur fyri at sannføra at eingin tilætlan og eingin intelligensur liggur aftanfyri.  
Veruleikin er at sundurbýting í smærri eindir neyvan fevnir um alla søguna og heildin av hesum eindum fortelur okkum mangan meiri enn eindirnar sjálvar gera. Mín hugsan vildi tí ikki valt í klingur runt um eindirnar, og fest seg í minstu partarnar, men heldur lagt dent á samansetingina av hesum pørtum, har relevanti spurningurin um 'vit' og 'snið' veruliga uppstendur. 
Sundurbýting at pørtum er tí ikki ein væleydna burturforkláring móti nátturliga og logiska varhuga okkara og varhugi okkara fortelur okkum at teknologi og komplisera skipan og informatión eru grunda á vit og skynsemi.
Men tað finnast eisini aðrar burtur forkláringar, viðkomandi kann argumentera, at talan als ikki er um Gud ella 'blinda skaparan' hjá Dawkins, men um eina sera framkomna fysiska rúmdarveru, so sum ein Marsbúgva. 
Hesa forkláring hevur Dawkins eisini slongt út bæði í prátum og bókum og vildi hettar forklára vitugt design, sjálvandi, men ikki hvussu framkomna rúmdarveran sjálv var tilætla. Trupuleikin uppstendur tó, at so hevur ein játta at varhugið okkara talar sannheit, at tey kristnu, teistar, religiøsu, fleiri agnostikarir, etc høvdu rætt allatíðina og at mong vísindafólk í fløkkja teirra reglar uppí og áleggja okkum at fylgja hesum reglum lúgva og villeiða.
Dawkins hevur so ikki fylgt hesum upp.  
Ein heilt onnur forkláring, letur upp fyri møguleikanum at ein ovurhonds, yvir-tilveru eksistensur, sum ikki er bundin at tíð og rúmd, sum væl hugsandi heldur til uttanfyri okkara eksistens og sum møguliga enntá er skapari okkara og tilveru okkara í tann forstand, at universi er ein 'simulatión', ein forkláring sum enntá Neil DeGrasse Tyson ikki hættaði sær at grundgeva ímóti.
Ivaleyst hugsi eg og mong við mær: hví ikki bara kalla hattar Gud?
Og Ivaleyst er tað har úlvurin veruliga liggur grivin.  



Sunday, May 5, 2019

Liva vit eftir einari Materialistiskari Heimsáskoðan?

Ein gudloysingur skrivar um materialismuna og veruleikin sum vit veruliga liva og hugsa hann:

You can sympathize with Leiter and Weisberg for fudging on materialism. As a philosophy of everything it is an undeniable drag. As a way of life it would be even worse. Fortunately, materialism is never translated into life as it’s lived. As colleagues and friends, husbands and mothers, wives and fathers, sons and daughters, materialists never put their money where their mouth is. Nobody thinks his daughter is just molecules in motion and nothing but; nobody thinks the Holocaust was evil, but only in a relative, provisional sense. A materialist who lived his life according to his professed convictions—understanding himself to have no moral agency at all, seeing his friends and enemies and family as genetically determined robots—wouldn’t just be a materialist: He’d be a psychopath. Say what you will about Leiter and Weisberg and the workshoppers in the Berkshires. From what I can tell, none of them is a psychopath. Not even close.

THOMAS NAGEL