Eg haldi tað var Alexander Rosenberg sum segði at 'gudloysi' er 'metafysisk nátturulisma'.
Um hesin pástandurin er sannur (og tað er hann í flestu førum), er tað so rætt at pástanda, at ateisma eina er 'absense of faith in God' heldur enn áskoðanin um at tilvera er tilvildarlig og evnið eina?
Og um so er: hevur ateisturin so ikki okkurt at skulla forklára og enntá prógva?
So sum:
Tað er eingin ábending um at nakað í byggir á nátturligar lógir og tess avmarkingar kann verða ævigt. Vit kunnu sjálvandi spekulera og tveita onkrar pástandir út, men tað finnast ongar eyðgleiðingar hesum viðvíkjandi. Eftir øllum logikki tykist tað tí at universi, ella universir hava eina upprunaliga byrjan, sum eisini Alexandur Vilenkin (upprunamaðurin til multivers hypotesuna) vísir á.
Ella hvussu uppstendur tilvera so? Uppstóð alt úr reint ongum (zero existence)? Vit hava ongantíð eyðgleitt sovorit og aktivitetur á quantumstøðið har partiklar tykist uppstanda eru ikki óheftir av tíð, rúmd og orku. Enntá orka kann eina eygleiðast, ella vitast um í einum lukkaðum univsersi og er tí heldur ikki óheft av rúmd, tíð og eksistensi.
Er svarið hjá Hawking møguliga tað rætta, at áðrenn universi var til, tá var ástøðið til?: men sovorit ljóðar meiri sum Gud ella intelligensur. Ella sum Vilenkin sigur tað: at áðrenn tilveruna vóru lógir (sum eisini vassar út á tað guddómliga), ella nýggja hypotesan, sum sigur at undan universunum var 'dark matter' hetta ósædda sum eisini strukturerar og víðkar universi, sum í gudfrøðiligum málið svarar til Guds ósjónligu nærvera og aktivitet í lukkaðu skipanini.
Ella nátturligt design, eitt nú at tilveran er matimatiskt samansett, eitt faktum sum tvingar nógvar ikki-teistiskar fysikarir at fevna um gudin hjá Spinoza (fyri at tilveran skal geva meining yvirhøvur), ella eygleiðingin av ovurhonds galaktiskum skipanum líka niður í tær mikroskopisku; ikki fyri at gloyma DNA, informatión og tilvtisku.
Vit hava higartil onga samanbering, har deytt tilfarð skapir kompleksa skipan, informatión og arbeiðir støddfrøðisliga.
Tíðskil peikar øll samanbering á at hesi eru heft at inteligensi.
Aftur her, má metafysiski materialisturin veita prógv fyri tí mótsatta, í núverandi støðu, fyri at stuðla undir núverandi pástandum. At siga at vit í framtíðini fara at finna prógvini sigur mær absolut einki og veitir eina mistanka fyri at slík gransking vildi verði grunda á motivatión.
Eg hevði tí vilja sæð prógvini fyri metafysiskari materialismu, sjálvt um ein vildi hildi at prógvini fyri metafysiskari materialismu vildu verði zero-existence ella fyri at gera tað nógv, nógv lættari (so vit hava okkurt at fyrihalda okkum til): kaos.