Intelligent Design leggur upp til at lívið er alt ov væl samansett í
tess mongu funktiónum til at verða óheft av tilætlan.
Í hesum førið niðanfyri verður víst á beinagrindina og mannakroppin. Óansæð um talan er um spontana skapan, ella
menningarliga tilgongd ella eitt hvørt partvís av báðum, so sýnir
mannakroppurin eitt ovurhonds meistaraverk av einari skipan og tað slepst ikki uttanum.
Skipaninar gerast tó nógv meiri kompliseraðar og designaðar tá vit fara niður á mikroskopiska støðið.
Men hvussu so við teimum í eru fødd við brekum ella sjúkum eins og tey á hesi næstu ræðuligu myndini?
Er talan so enn um ID?
Mong pástanda at hetta seinna afturvísur tað fyrra.
Tó fyri meg tykist hendan grundgevingin rættuliga høpisleys, mest sum tí at hesi einki hava við hvørt annað at gera. Hvussu ræðuligt hetta enn er, so er talan kortini um tilætlan og design.
Tildømis
vildu hvørki eg ella onnur pástaði at standmyndin á triðju myndini ongantíð var
skapt av intelligensi tí at hondin við tíðini brotnaði av, sum síðani skuldi
roknast sum staðfesting fyri at standmyndin upprunaliga ikki var tilætla eins
tær mong óskalaðu standmyndirnar vit eisini hava um hendur tí ikki eru tað
heldur.
Ovurhonds teknologisk skipan og informatión er altíð uppstaðin grunda av intelligensi, eisini um feilir og brek
uppstanda seinni í tilgongdini, í hvussu er, mugu vit ásannað og bíta í okkum at hetta er einasta
samanberingin vit hava at halda okkum til.