Thursday, September 26, 2019

Tá vísindi blívur ein flýggjan frá Gudi


Image result for God and the nature

Niðurstøðan hjá mongum at tilveran og nátturan eru tilætlaða fellur ikki heilt við síðunar av 'varhuganum,' sum upplýsir meg um at so er, tí at so tykist tað at verða; tað vil siga: hvussu vit varnast og uppliva tilveruna: nemliga tað faktum at alt tykist sniðgivi, hesi dapri veruleikin sum sjálvur Richard Dawkins, kendi lívfrøðingurin má bíta í seg.
Men so uppstendur harnæst fakliga mótmælið, at einki av hesum kortini er tilætla, tó at tað heilt greitt tykist so.
Soleiðis ljóðar ávarðingin eitt nú frá Richard Dawkins og øðrum sum leggja stóra áherðslu á vit á øllum økjum og til allartíðar eiga at skilja millum 'varhugan' av tilætlan og snið og hvussu hesir ynskir at tulka og ynskja at onnur skulu tulka veruleikan, grunda á normativu reglarnar sum hesir ynskja at áleggja okkum at áleggja okkara varhuga.
Havi eg skilt hettar rætt at fyri nøkur, kanska mong, á hesum vísindaliga økinum er talan um eitt stríð ikki eina við hugsanina um at Gud er til og um Intelligent Design, men eisini við sjálvan varhuga.   
Og tulkingin kann orðast sirka soleiðis: at ein nátturliga blindur skapari sum ikki meinar og ætlar at skapa nakað sum helst og sum ikki eigur tilvitsku at skapa, kortini bæði skapir og skipar, men ikki eina megnar at skapa og skipa, men eisini megnar hettar alt ov væl.
Tá eg lesi bøkurnar hjá Richard Dawkins, eitt nú 'The Ancestors' Tale' havi eg við einum ómotiveraðum sinnið ilt at at gloypa flýggjanini hjá Dawkins frá einum so simplum veruleika, hesin veruleikin sum varhugi okkara nátturliga festir seg í og tá harmist eg harnæst um at onnur so skjótt og lættliga gloypa villeiðingini. 
Tá onkur so heitir á meg um veita vísindaligt ella nátturligt prógv fyri at Gud er, vildi eg hildi at vísan til nátturuna og tess skipanir, bæði tess ovurhonds og mikroskopisku skipanir, sum tykjast so væl tilætlaðar, áttu at nøkta. Í hvussu vildi eg hildi eins og Christopher Hitchens helt á sinnið, at hettar er alt annað enn trivielt.
Eg fái tiltíðir gleps frá fólki tá eg ditti mær at argumentera handan vegin.
Viðkomandi kann tá eins og Richard Dawkins royna at sannføra meg við at áleggja mær at síggja, skilja og tulka veruleikan eftir reglunum sum okkum verða ásettir heldur enn eftir varhuganum. Tá eg so spyrji hvussu eg skal noyða varhugan at boyggja seg fyri áløgdu reglunum, so sipar viðkomandi oftast til sundurdeiling av ersmáum lívfrøðiligum sub-pørtum ella eindum, frá størri til minni eindir, líka til ein nær teimum minstu pørtunum. 
Eg má viðganga, at eg havi ongantíð havi skilt logikkin av slíkari argumentatión, also at sundurbýting av pørtum skal eitast at burturforklára at ordan og tilætlan bæði logiskt og nátturliga eru knýtt at intelligensi. Hetta er sum at taka ein bil sundur, líka niður í minstu detaljur fyri at sannføra at eingin tilætlan og eingin intelligensur liggur aftanfyri.  
Veruleikin er at sundurbýting í smærri eindir neyvan fevnir um alla søguna og heildin av hesum eindum fortelur okkum mangan meiri enn eindirnar sjálvar gera. Mín hugsan vildi tí ikki valt í klingur runt um eindirnar, og fest seg í minstu partarnar, men heldur lagt dent á samansetingina av hesum pørtum, har relevanti spurningurin um 'vit' og 'snið' veruliga uppstendur. 
Sundurbýting at pørtum er tí ikki ein væleydna burturforkláring móti nátturliga og logiska varhuga okkara og varhugi okkara fortelur okkum at teknologi og komplisera skipan og informatión eru grunda á vit og skynsemi.
Men tað finnast eisini aðrar burtur forkláringar, viðkomandi kann argumentera, at talan als ikki er um Gud ella 'blinda skaparan' hjá Dawkins, men um eina sera framkomna fysiska rúmdarveru, so sum ein Marsbúgva. 
Hesa forkláring hevur Dawkins eisini slongt út bæði í prátum og bókum og vildi hettar forklára vitugt design, sjálvandi, men ikki hvussu framkomna rúmdarveran sjálv var tilætla. Trupuleikin uppstendur tó, at so hevur ein játta at varhugið okkara talar sannheit, at tey kristnu, teistar, religiøsu, fleiri agnostikarir, etc høvdu rætt allatíðina og at mong vísindafólk í fløkkja teirra reglar uppí og áleggja okkum at fylgja hesum reglum lúgva og villeiða.
Dawkins hevur so ikki fylgt hesum upp.  
Ein heilt onnur forkláring, letur upp fyri møguleikanum at ein ovurhonds, yvir-tilveru eksistensur, sum ikki er bundin at tíð og rúmd, sum væl hugsandi heldur til uttanfyri okkara eksistens og sum møguliga enntá er skapari okkara og tilveru okkara í tann forstand, at universi er ein 'simulatión', ein forkláring sum enntá Neil DeGrasse Tyson ikki hættaði sær at grundgeva ímóti.
Ivaleyst hugsi eg og mong við mær: hví ikki bara kalla hattar Gud?
Og Ivaleyst er tað har úlvurin veruliga liggur grivin.