Hugsaði tað kundi verða áhugavert, at nevna nøkur av teimum evninum, sum eg í løtuni hyggi inn í og í framtíðini fari at framleggja her á blogginum.
Sovjet, Kommunisma og Ateisma
Áhaldandi pástanda ateistar at einki veruligt samband er millum kommunismu og ateismu. At ræðuleikarnir í kommunistiskum londum, skyldaðust einari forvronglaðari politiskari skipan, heldur enn einari ateistiskari áskoðan.
Eftir at hava grava meg ígjøgnum nógv av rúgvuvísa tilfarinum sum er til taks, loyvi eg mær at ivast um hesa útlegging. Eg skal tó ikki verða alt ov fordømandi, eg eri vísur í at forgangarnir høvdu góð motivir og veruliga høvdu ætlanir um at skapa eitt jørðiskt utopia. Hesir høvdu í 40unum, trupuleikar av darwinistisku ástøðini, eftirsum kommunistarnir úttalaðu seg um kapitalistarnir og nazistarnir vestanfyri, sum út frá Darwin, roknaðu menniskjan fyri at djór; kommunistarnir vildu ikki niður á slíkt lágt støði. Trupuleikin vísti seg tó at verða, at menniskja í kommunistiskari-ateistiskari áskoðan, tó hægri enn ein apa, tó ikki var mett hægri enn ein klumpur av evnið. Út frá slíkari heimsmynd er tað eygsæð, at reglarnir og virðini fána burtur í einki.
Trúgv og ateisma í Triðja Ríkinum
Hetta evnið hevur verið frammi her á blogginum fleiri ferðir. Tað eru rúgvuvís av keldum, sjónvarpsprát og annað sum ein kann sipa til í hesum sambandinum, og eg fari at sitera og vísa á ein fittan hóp av keldutilfarið. Var Hitler kristin ella ateist? Persónliga hætti eg mær ikki at siga at Hitler var ateist. Kortini dugi eg væl at síggja, út frá nazistiskum tekstum, at Nazisman var ómetaliga gudleys í sínari áskoðan og at hesir vóru eins snildur og italsku fasistarnir, at nýta religión sum eitt stórsligi propagandatól fyri at gera seg betri lýddar av fólkinum. Tí havi eg ilt at fella fyri niðurstøðuni hjá so mongum, at Hitler bæði var religiøsur og kristin tí hesin fleiri ferðir sipar til Gudin og Kristindómin í 'Mein Kampf'. Henda niðurstøðan umhugsar ikki tað fullu myndina. Áhugavert at Hitler eisini sipar til tær ævigu lógirnar og møguliga hægru maktina sum sjálvan alheimin; veit ikki heilt hvussu tað skal skiljast í høpinum av Kristindóminum. Eri tó vísur í, at hevði Nazi-Týskland vunni veraldarbardagan hevði Evropa verði trýst undir eirindaleysa statsateismu.
Eg fari at framleggja fleiri innlegg, um hesi bæði omanfyri nevndu heitini, eftirsum viðkomandi úttalisir og argumentir áhaldandi verða nýtt í kjakinum.
Hvør skrivaði Lukasar Evangeliið?
Eg eri í hálvt við at viðgera bókina hjá Sølvará, 'Guds orð ella orð um Gud'. Eg fari at byrja við hansara viðgerð av Lukas høvundanum í mótsetning til Lukas, samverkamann Paulusar.
Eftir at hava lisið í bókini, skilji eg betur, hví gudfrøðingurin Kristian Hansen, seinasta ár setti spurning við avgerðina hjá 'fróðskapur', um at útgeva bókina sum eitt akademiskt verk. Bókin er eftir mínari metan lættisoppa lestur, eitt summirat av tí einu negativu viðgerini av Bíbliuni og Kristnu trúnnið, har í kristna síðan og aftursvarið nærum slett ikki sleppur upp í part. Haraftrat er hópur av keldunum óbrúkiligar í teirra konteksti og verkið vilt og nærum ósømuliga polemiskt. Um bókin hevði verið útgivin út frá egnum forlagið, hevði skilt tað, men tað er mær ein gáta, hvussu slíkur lesnaður, oftani verður útgivin sum akademiskt ella fróðskapur.
Skrivaði eitt sindur av kritikki, um skrivingina hjá Sølvará, fyri nøkrum mánaðum síðani:
Tað sum vitast kann um Gud liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert. Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan (Rómbrævið 1: 19-20)
Youtube: Faroe Apologetik
Friday, November 18, 2011
Sunday, November 13, 2011
Bloggurin hjá 'Gudloysi' brýtur 266b
Enn ein áheitan til 'Gudloysi'. Læt meg fyrst siga, at eg ongan beinleiðis, persónligan kritik havi mótvegis limunum í 'Gudloysi' sum heild. Óansæð teirra kritik á religión og kristnum, so haldi eg, at fleiri av hesum (fyri meg persónliga) fyrikoma ómetaliga væl dannaði. Má kanska mangan sláa meg sjálvan í høvdið, haldi meg sjálvan til tíðir, at verða nógv ógvusligari í mínum úttalisum (Havi annars broyt meining hesum viðvíkjandi ídag, 29 mai 2012).
Veit eisini, sum Heini mangan hevur tikið uppá mál (og sum vit fara at koma inná nú), at felagið 'Gudloysi' ikki neyðuga tekur sama sjónarmið, sum ein og hvør av teirra bloggarum dittar sær at sleingja út fyri almenningin at lesa. Við øðrum orðum kunnu limir í 'Gudloysi', skriva ávíst á bloggin hjá 'Gudloysi', tó at hesir ikki umboða felagið 'Gudloysi', eg blívi ikki heilt klókkur uppá hatta, men læt tað fara.
Tó so kann eg ikki lata verða við festa meg í at 'Gudloysi' loyvir ávísum persónum at nýta bloggin til beinleiðis haturstalu og niðring. Veit væl at teistar og ateistar hava sum eitt av mongum endamálunum, at vísa á vandarnarar og feilirnar hjá hvør øðrum; eg loypi jú áhaldandi á Richard Dawkins og limir í 'Gudloysi', gera sítt fyri at loypa á Jenis av Rana og Miðflokkin. Men hetta er ikki einsbetýðandi við, at talan skal verða um beinleiðis niðring, hatur og vandamikla uppøsing móti ávísum persónum og bólkum.
Veit tí ikki hví 'Gudloysi' loyvir slíkari niðring á blogginum sum vit eru vitni til í seinasta upplegginum; har í ein ávísur bloggari skrivar:
"Heldur vil eg lýsa støðuna í Føroyum soleiðis, at vit í fleiri árhundrað hava barst fyri at vinna frama fyri rationalitet og humanismu ímóti fundamantalistisku trúgvandi andsdvørgunum. Og eg sigi andsdvørgum í somu niðrandi merking, sum tú hevur lisið tað: ein persónur, óansæð um hann er ein intellektuel kempa, sum ger seg til fortalara fyri eini so ódámligari, ósympatiskari og fordømandi dogmatiskari læru, sum kristindómurin er, er framvegis ein andsdvørgur í mínum eygum."
Í hesum førðinum háðar bloggurin hjá Gudloysi tveir bólkar: kristin og dvørgar. Eg haldi at í ljósinum av núverandi lóggávu og typiskum samfelagsholdningi er hetta átaluvert.
Hetta er sami persónurin sum áður hevur úttala seg um at útrudda religión (Gud viti hvussu, tað kundi hesin ikki svara mær uppá fyrr í árinum), sum vil hava Sovjet líknandi lógir at bannað kristnari dogma fyri kristnum børnum í kristnum heimum og beinleiðis hevur hótt við verbalum andlit til andlits ágangi.
Hetta er sami persónurin sum áður hevur úttala seg um at útrudda religión (Gud viti hvussu, tað kundi hesin ikki svara mær uppá fyrr í árinum), sum vil hava Sovjet líknandi lógir at bannað kristnari dogma fyri kristnum børnum í kristnum heimum og beinleiðis hevur hótt við verbalum andlit til andlits ágangi.
Fyri mær kann tað verða floytandi líka mikið, um ateistar undirdýggja kristin við ókvæðmisorðum, hetta provokerar meg slett ikki. Men um tit ynskja at uppnáa nakra virðing, so er hetta bara ikki vegurin frammat. Torið væl at siga, at kristin hava gjørt seg skyldug í líknandi úttalisum og slíkt gevur sum sagt bakslátur.
Haldi at felagið út frá núverandi lóggávu átti at tikið eitt sindur av ábyrgd fyri, at bloggur tykkara ikki verður eitt tól nýtt til slíkt nazi-líknandi jabbarí, ikki minst tí, at tit ivaleyst verða sæddir (um eg skilji rætt, men rætta meg endiliga, møguliga fara eg púra skeivur her) sum fyrimyndir fyri lógum so sum 266b, tá tað kemur til rættindini hjá ávísum bólkum, sum sigur:
§ 266b.: Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering straffes med bøde, hæfte eller fængsel indtil 2 år.
Ella hvat? Telur lógin fyri muslimar, myrkan húðalit og samkynd, bara ikki kristin? Sum sagt eg veit ikki heilt hvat tykkara støða til 266b er og um tit yvirhøvur eru samd um eina slíka lóg.
Tápulig lóg? Tað halda summi, men hetta er í hvussu er holdningurin í løtuni og tí geri eg vart við meg, um bólkar ella persónar forbróta seg í samband við ágang móti kristnum. Í hesum førinum er tað greitt at bloggur tykkara inniheldur niðurgerð og háðan av einum samfelagsbólkið, í hesum førinum kristnum. Tað má tí verða tykkara ábyrgd sum felag, at heimasíðir ella bloggar sum felagið umboðar, eisini heldur seg til núverandi lógina og holdningin og tekur ábyrgd fyri hvat bloggarir og limir úttala seg um, á tykkara bloggi.
Sum kristin so havi eg sjálvandi mína áskoðan um ateismu og eitt nú samkyndan lívstíl (bara fyri at nevna tvey klassisk dømir). Eg havi tó ongan rætt til, at fordøma, háða, loypa á, ella niðurgera hesar persónar á nakran hátt, sjálvt um eg haldi at dialogur og kritkkur eigur at verða vælkomin frá báðum síðum, serstakliga um tann eini bólkurin leggur upp til tað.
Um viðmerkjarir á 'Kristindómur Svarar', kristnir ella ikki, loyva sær (á blogginum) at nýta slíkt hatursmál um ateistar ella samkynd, ella nakran annan, verður viðkomandi átalaður ella teksturin slettaður. So simpult sum tað.
Ljóta greinin á 'Gudloysi' kann lesast her: http://gudloysi.fo/2011/11/gudloysi-i-manntal/
Ljóta greinin á 'Gudloysi' kann lesast her: http://gudloysi.fo/2011/11/gudloysi-i-manntal/
Saturday, November 12, 2011
Kunnu vit líta á Nýtestamentligu Handritini (við James White)?
Havi ikki møtt James White persónliga. White arbeiðir saman við nøkrum av mínum samverkafólkum í USA, har hann samskipar apologetik felagskapin Alpha & Omega Ministries:http://www.aomin.org/
White hevur eina langa lívsroynd í gransking og kjakið, hevur skriva hópin av bókum og greinum og var eisini kritiskur ráðgevari í samband við New American Standard Bíbliuni:
http://www.aomin.org/articles/bio.html
Hann hevur seinastu árini luttikið í mongum kjakum, har í millum við heimskenda bíbliukritikkarin Barth Ehrman, John Dominic Crossan, ateistin Dan Barker, og Shabir Ally.
Í hesum youtubinum niðanfyri, framleggur hann eitt einastandandi 'forsvar' fyri søguliga álitið í Nýtestamentligu handritunum, í samband við tekst kritik; tildømis: kunnu vit líta á at Evangeliini og brøvini samsvara við elsta og upprunaliga tekstin? Samsvara elstu handritini millum sín? Eru tað feilir í handritunum, hvussu nógvir og hvussu týdningarmiklir?
Eg haldi ikki eg taki munnin ov fullan um eg siga at hetta er eitt mótspæl móti bíbliutekstkritikkarinum Barth Ehrman.
Eg haldi ikki eg taki munnin ov fullan um eg siga at hetta er eitt mótspæl móti bíbliutekstkritikkarinum Barth Ehrman.
Wednesday, November 9, 2011
Ágangur móti kristnum í USA
Ikki allar detaljur eru opinberaðar í hesari sakini. Men býráðið í San Diego, hótti í 2009, pastorin David Jones og konu hansara Mary við eini stórari bót. Býráði pástóð at David og konan, ikki høvdu loyvi til at hava vinir í teirra íbúð, um kredsurin snúði seg um Bíblulestur, bøn og tilbiðjan. Hetta segði býráði verða brot á lógina. Ja...ljóðar eitt sindur sum Saudi Arabia og farna Sovjet.
Nú eru vit aftur inná einum líknandi dømi, eins og við Pilgrims Home ellisheiminum, har sekulerar kreftir vísa seg í sínum sannað hami.
Í hesum førinum vóru David og Mary fult klár yvir, at kravið frá býráðnum stríddi við lógir landsins. Tey tóku tí kampin upp og avgjørdu at skapa so stórt postýr um hendingina og tess tilgongd, sum møguligt.
Hetta førdi við sær at býráðið kom krúpandi aftur. Ein almenn umbering var givin, men umberingin vísti seg ikki at byggja á angur, men heldur á royndina at bjarga skinninum.
Hesuferð ljóðaði tað ikki longur, sum um at tað var ólógligt at 15 trúgvandi biðja saman í einari íbúð. Hetta hevði jú verið brot á amerikansku lógina. Nú var versiónin ein heilt onnur, nú var talan um vandan av at ov nógv vitjandi kundu taka ov nógv parkeringspláss, sum tíðskil kundi órógva nábúgvarnir.
Men Jones og Mary vóru skjótt at spyrja, um hetta eisini galt aðrar vinarbólkar, so sum bindiklubbar, poker bólkar, føðingardagar og annað? Í so fall hevði býráði og løgreglan havt úr at gera. Ein onnur versión ljóðaði tí, at ávaringin var upprunaliga grunda á klaguna hjá einum nábúgva. Men hetta gav jú heldur onga meining.
David og Mary og mong við teimum, er tí av røttum sannførd um, at ein antikristilig og sekuler ávirkan lá aftanfyri hendingina. Hendan niðurstøðan er ikki so heilt ótrúlig, nógvir slíkir tilburðir hava verið og fara fram í Vesturlendska samfelagnum í løtuni. Dømir uppá hvussu vandamikil og líti frælsislyntar hesar sekuleru krefturnar í veruleikanum eru, ella kunna gerast.
Nú eru vit aftur inná einum líknandi dømi, eins og við Pilgrims Home ellisheiminum, har sekulerar kreftir vísa seg í sínum sannað hami.
Í hesum førinum vóru David og Mary fult klár yvir, at kravið frá býráðnum stríddi við lógir landsins. Tey tóku tí kampin upp og avgjørdu at skapa so stórt postýr um hendingina og tess tilgongd, sum møguligt.
Hetta førdi við sær at býráðið kom krúpandi aftur. Ein almenn umbering var givin, men umberingin vísti seg ikki at byggja á angur, men heldur á royndina at bjarga skinninum.
Hesuferð ljóðaði tað ikki longur, sum um at tað var ólógligt at 15 trúgvandi biðja saman í einari íbúð. Hetta hevði jú verið brot á amerikansku lógina. Nú var versiónin ein heilt onnur, nú var talan um vandan av at ov nógv vitjandi kundu taka ov nógv parkeringspláss, sum tíðskil kundi órógva nábúgvarnir.
Men Jones og Mary vóru skjótt at spyrja, um hetta eisini galt aðrar vinarbólkar, so sum bindiklubbar, poker bólkar, føðingardagar og annað? Í so fall hevði býráði og løgreglan havt úr at gera. Ein onnur versión ljóðaði tí, at ávaringin var upprunaliga grunda á klaguna hjá einum nábúgva. Men hetta gav jú heldur onga meining.
David og Mary og mong við teimum, er tí av røttum sannførd um, at ein antikristilig og sekuler ávirkan lá aftanfyri hendingina. Hendan niðurstøðan er ikki so heilt ótrúlig, nógvir slíkir tilburðir hava verið og fara fram í Vesturlendska samfelagnum í løtuni. Dømir uppá hvussu vandamikil og líti frælsislyntar hesar sekuleru krefturnar í veruleikanum eru, ella kunna gerast.
Monday, November 7, 2011
Gud er ikki til, tí at George Bush trýr uppá Gud (yeah right)
Á túrinum í UK í ár, hevði kristna blaði 'Christianity' prát við William Lane Craig, har í millum annað ný-ateisman og tess argumentir vóru viðgjørd.
Í prátinum vil Craig verða við, ný-ateismuna er meiri líknandi við eina pop-mentan, eina rørðlsu sum trívist av populariteti, heldur enn eitt rák sum fyriheldur seg til logik, grundleggjandi fakta og veruleika. Tað undrar tí ongan, sum Craig eisini framleggur í prátinum, at ateistar hava argumentera við øllum møguligum møsni í royndum sínum, fyri at sáa iva um Gudin.
Tað sum er øtiligt, og onkur kann møguliga veita eina staðfesting, ella vísa hesum aftur, er at Craig í prátinum, vísti á, at undir seinasta kjaktúrið sínum í Onglandi (ikki túrurin nú í oktober), vóru tað 3 út av 4 ateistum sum í almennum kjakið við Craig, høvdu sum høvuðsgrundgeving móti Guds ekistensi, ákæruna at Georg Bush er trúgvandi.
Sum um hetta hevur nakra ávirkan á argumentið um Guds tilveru. Tó har sótu hópin av góðtrúgvandi persónum og gloyptu hesum rátt. Ein vildi annars hildi, at eina alnóts amatørkjakarir sóu týdningin í slíkum argumentum, men deduktiónin var framløgd av slíkum sum í Onglandi alment umboða gudloysi.
Ivaleyst áttu vit at givi Craig rætt í, at nýateisma er at líkna við eina popmentan. Men um so er, mugu vit eisini býta í okkum at ein pop-mentan hevur stóra ávirkan:
"I’m afraid I don’t enjoy those debates with journalists and New Atheists as much because they are, frankly, so unsubstantive. It’s usually just them making appeals to the audience.
When I did my last UK speaking and debating tour, in three out of the four debates my opponents brought up George Bush as one of the most potent objections to the truth of Christianity. I ask myself, ‘How does George Bush claiming to be a Christian show that God doesn’t exist or Jesus didn’t rise from the dead?’ It’s just so obviously an attempt to push the hot buttons of those in the audience.
To Craig, it is a confirmation that ‘New Atheism’ is more bluster than substance. ‘I would describe it as a pop culture movement, rather than a serious intellectual one. But as pop culture I do take it very seriously. They have the momentum, and it’s very important that we as Christians expose it for the superficiality that it is.’
Nonetheless, a turn of events seems to suggest that it’s not just Dawkins who is unwilling to have his arguments against God put to the test."
Sunday, November 6, 2011
Kann Gud skapa ein stein so stóran, at Hann ikki megnar at lyfta hann?
Eg fari at leggja nøkur innlegg á bloggin í samband við absurd ateistisk argumentir. Tað fyrsta og mest klassiska er hendan niðanfyri. Argumentið er sum oftast tikið sum ein joke, men nøkur taka tað opinbart í álvara:
Friday, November 4, 2011
Ágangur móti kristnum í Evropa: Kristiligt ellisheim um samkynda kjakið
Eg havi á hesum bloggi, roynt at víst á vandamikilu antikristiligu tilgongdina í Evropa og her er enn eitt fekst dømið.
Pilgrim Homes, eitt kristiligt ellisheim í Onglandi, sum í 200 ár hevur verði virkið, var í 2009 fyri skotum av nútíðar, eirindaleysa, antikristiliga rákinum.
Býráðið í býnum Brigthon kravdi at ellisheimið útgreinaði sín holdning til samkynd.Vælvitandi hvat kristin flest halda um samkyndan lívstíl, so var tað heilt opinbart, at býráðið leitaði eftir einari negativari niðurstøðu av kanningini, við tí endamálið at føra ellisheimið út í trupuleikar.
Kravið frá býráðnum var at íbúgvarnir, eldri fólk, tríggjar ferðir um árið skuldu staðfesta sína persónligu sexuellu orienteering, um tey vóru hinkynd, samkynd, bøssar, lesbisk ella okkurt annað. Harnæst skuldu myndir av samkyndum verða á reklamum fyri heimið og víðari skuldi starvsfólkið undirvísast í samkyndum tilfarið.
Starvsfólkið sýtti, greiddu frá at fleiri av íbúgvunum vóru yvir 80 ára gomul, kristin og summi fyrrverandi trúboðarir og pastorar, sum hvørki vóru von við prátt um sex, slett ikki um homosexualitet, og so slett ikki um hvat slag av sex tey sum 80 ára gomul dýrka. Starvsfólkið greiddi frá at hetta var belastandi, óviðkomandi og provokerandi mótvegis teirra religiøsa og mentunnarligu áskoðan.
Men hetta vildi býráði slett ikki hoyra tal um, og valdu teir tí, at stempla ellisheimi sum homophobist, og harvið stegða allan statsliga stuðul til heimið, út við 130.000 krónir.
Tá ein hugsar um at íbúgvarnir hava goldi skatt, heila teirra lív, og at hesi eru enskir statsborgarir, er einasta niðurstøðan tann, at býráði valda at revsa ein bólk av 80 ára gomlum, sum sjálvandi liva í einari aðrari tíð og mentan, fyri ikki semjast við einum nútíðar hálovaðum lívstílið.
Men er hetta tolerantur hugburður? Er hetta ikki meira at kallað ándsvagt?
Í hesum eina førinum vóru tey kristnu tó vindikeraði. Ellisheimið kærdi málið og býráðið bakkaði út og heimið varveitti rætt sín til statstuðulin. Í sakini var tað fastsligi at avgerðin hjá býráðnum, var lítið annað enn ynski, at revsa ein bólk av ellisgomlum fólkum og at hesi høvdu goldi sín skatt og tí høvdu slíkan stuðul uppibornan.
Hesar gudleysu kreftir, sníkja seg í núverandi tíð, inn allastaðni, og ávirka bæði lóg og hugburð. Ivaleyst er rætt at siga, at eingin veit hvar slíkt rák førir okkum, og alt við hava at peika á, eru gudleysu politisku krefturnar í fortíðarsøgu, hvar vit í retrospekt, eru vitni til ætlað etisk og moralsk áhugamál, sum endaðu í kúgan og vitloysi.
Sum kristin eiga vit at verða ansin, ávarða og fyri alt í verðini ikki lata okkum lumpa av teirra propaganda.
Wednesday, November 2, 2011
Álop á kristindómin, kristin og kristnu virðini í Evropa
Intolerance and Discrimination Against Christians in Europe
Ræðandi heimasíða sum vísir á núverandi versnandi anti-kristiligu tilgongdina í Evropa.
Líka frá kristnum, sum verða hótt, missa teirra starv ella verða skorðin niður í løn (um hesi ditta sær at deila teirra tankar á facebook), til ágang móti pro-life tilhengarum og álop og buking av ungum katolikkum. Ella hvussu við rættarsøkum og handtøku fyri at siga sína meining, ella fyri at boða kristnu trúnnað á gøtuni? Sjúk verð vit liva í.
Hvussu ætla hesir persónar at teirra útruddan trúgv, skal verða við at gera heimin til eitt betri stað? Royndi mann ikki hetta í Sovjet, Kina og øðrum religiónshatandi londum, fyri 30-50 árum síðani? Kundi tað sigast at gudleysa samfelag teirra gjørdist til eitt betri stað? Ella var hetta ikki upprunaliga endamálið? Sætt demokrati, sætt frælsi, friður og javnstøða?
Vandin íløtuni er at gudloysingar og sekulerir humanistar (millum annað) pilka við virðini og gerast svakir um onkur talar at. Kanska um nøkur ár, tá menn (kanska) flest, mentalt koma at føla seg sum kvinnir, tá hjúnabandið bara er ein veruligur heiður í einum samkyndum høpið, tá talið av dripnum óføddum kemur at økjast munandi og óbalansin veruliga kemur at merkjast, tá tað gerst vanligt at avlíva eldra ættarliði við aktivari deyðshjálp, ella hvør veit kanska hálvgum tvangi og Evropa mentanin er horvin, og vit ikki longur kenna okkum sum blomman í egginum---Tá, kanska, vit fara at líta aftur um bak og seta heilt aðrar spurningar enn vit gera ídag.
Hvør veit, kanska eg um 10-15 ár hevði verði handtikin, ella revsaður á annan hátt, fyri at skriva tað sum eg geri nú.
http://www.intoleranceagainstchristians.eu/
Líka frá kristnum, sum verða hótt, missa teirra starv ella verða skorðin niður í løn (um hesi ditta sær at deila teirra tankar á facebook), til ágang móti pro-life tilhengarum og álop og buking av ungum katolikkum. Ella hvussu við rættarsøkum og handtøku fyri at siga sína meining, ella fyri at boða kristnu trúnnað á gøtuni? Sjúk verð vit liva í.
Hvussu ætla hesir persónar at teirra útruddan trúgv, skal verða við at gera heimin til eitt betri stað? Royndi mann ikki hetta í Sovjet, Kina og øðrum religiónshatandi londum, fyri 30-50 árum síðani? Kundi tað sigast at gudleysa samfelag teirra gjørdist til eitt betri stað? Ella var hetta ikki upprunaliga endamálið? Sætt demokrati, sætt frælsi, friður og javnstøða?
Vandin íløtuni er at gudloysingar og sekulerir humanistar (millum annað) pilka við virðini og gerast svakir um onkur talar at. Kanska um nøkur ár, tá menn (kanska) flest, mentalt koma at føla seg sum kvinnir, tá hjúnabandið bara er ein veruligur heiður í einum samkyndum høpið, tá talið av dripnum óføddum kemur at økjast munandi og óbalansin veruliga kemur at merkjast, tá tað gerst vanligt at avlíva eldra ættarliði við aktivari deyðshjálp, ella hvør veit kanska hálvgum tvangi og Evropa mentanin er horvin, og vit ikki longur kenna okkum sum blomman í egginum---Tá, kanska, vit fara at líta aftur um bak og seta heilt aðrar spurningar enn vit gera ídag.
Hvør veit, kanska eg um 10-15 ár hevði verði handtikin, ella revsaður á annan hátt, fyri at skriva tað sum eg geri nú.
http://www.intoleranceagainstchristians.eu/
Tuesday, November 1, 2011
Gud og alheimarnir
Í hesum innlegginum, fari eg at framleggja nakrar hugleiðingar um Gud og multiversir.
Harnæst verður lagt upp til, sum hypotesan sum multiversir vanliga undirbyggir, at okkara alheimur var settur ígongd av og úr einum øðrum alheimi; við øðrum orðum eitt dóttirunivers føtt av einum móðiruniversið (Davies, God and the New Physics, s.42).
Vísindafólk í vísa hesum áhuga, ger mikið burturúr, at viðgera invortis nátturuna av hesum universum og tess lógir, í antin knýta ella fráskilja hesi. Hetta er eitt annað evnið, sum hevur ført til mikla spekulatión millum fysikarir, rúmdargranskarir og filosofar.
Tað er sjálvsagt ómøguligt at grundgeva fyri slíkari hypotesu, og Hawking fastheldur ikki, at hetta styrkir hugsjónina um multiversir. Sjálvur heldur hann at slíkar smáar verðir einafer vildu slutta seg til rúmdartíðina av móðiruniversum, við tí úrsliti, at tær svunnu inní ómetaliga lítil svørt hol sum tilsíðst evaporeraðu (Hawking, Black Holes and Baby Universes, s. 105-14; sí eisini Hawking, A Brief History of Time, s. 105-20). Fyri at yvirspekulera kunnu vit eisini nevna Gribbin sum skjýtur upp, at hesir alheimar ikki evaporera, men veruliga kunnu bróta seg frá móðiruniversinum, tó at hesir kortini upphalda seg sjálvstendiga í móðiruniversinum og skapa sína egnu rúmdartíð og dimensión, við øðrum orðum er tað ikki rein rúmd men rúmdartíðin sum expanderar (Gribbin, In Search of the Edge of Time, s. 230-2, 233).
Sum eitt alternativ til eina guddómliga orsøk til uppruna alheimins, hava summi argumentara fyri einari ævigari kosmologiskari ‘inflations teori’. Um vit líka leggja 'Steady State Theory' tílsíðis eina løtu, so kemur hetta kemur tætt uppá og verður av eitt nú summum ateistum, kombinera við tað sum rúmdargranskarir kalla ‘multiverses’ (fleiri alsheimar) og sum eg fari at kalla multiversir. Hypotesan sum samanknýtur 'æviga inflatión' og multiversir leggur upp til, at okkurt økið av rúmd og tíð altíð er og hevur verið til.
Harnæst verður lagt upp til, sum hypotesan sum multiversir vanliga undirbyggir, at okkara alheimur var settur ígongd av og úr einum øðrum alheimi; við øðrum orðum eitt dóttirunivers føtt av einum móðiruniversið (Davies, God and the New Physics, s.42).Vísindafólk í vísa hesum áhuga, ger mikið burturúr, at viðgera invortis nátturuna av hesum universum og tess lógir, í antin knýta ella fráskilja hesi. Hetta er eitt annað evnið, sum hevur ført til mikla spekulatión millum fysikarir, rúmdargranskarir og filosofar.
Her verður spekulera í, at hesi (móðir og dóttir) bæði vildu verði upphildin av hvør sínum fysisku lógum, men kortini deila rúmdartíð frá einum økið av ómetaliga høgari orku rúmdartíð (Adams and Laughlin, The Five Ages of the Universe, s. 201; sí eisini Davies, God and the New Physics, pp. 40-2).
Her gera ávísar hypotesur seg galdandi: 1) tilgongdin er ævig ‘infinite’ (Adams and Laughlin, The Five Ages of the Universe, p. 201; sí Gribbin, In Search of the Edge of Time, p. 233 and Davies); 2) tilgongdin hevur sín uppruna í einari fyrsta-uppruna Big Bang ‘initial first caused’ (Andrei Linde, Self-Reproducing Inflationary Universe, í The Scientific American: Book of the Cosmos, p. 392). Báðar áskoðanir gera seg annars galdandi millum vísindafólk og í kjakinum millum teistar og ateistar í samband við uppruna alheimsins, óheft av hypotesuni um multiversir.
Í samband við gudloysis áskoðan, so kundi ein í fyrstu sift pástaði, at hypotesan grundgav fyri einari ateistiskari áskoðan, nemliga at móðiruniversi hevjar seg so langt upp um menniskjans førleikar at gera kanningar, eftirsum alheimarnir eru atskildir og teirra lógir ymiskar, at ein ógreið ikki-guddómlig forkláring kann liggja aftanfyri uppruna og tilveru (Davies, God and the New Physics, s.42). Hetta halda summi ger upp við stóra paradoksi um ‘fyrstu orsøkina’ og tíðskil er argumenti um Gud ógrunda (Davies, s.41-42).
Men Davies viðgongur tó (og hetta er av týdningi), at óansæð um slík hypotesa leggur upp til, at Gud er óneyðugur, so grundgevur hypotesan á ongan hátt fyri, at ein slík tilvera, ein slíkur uppruni og slík tilgongd eru møgulig (Davies, s.41).
Men Davies viðgongur tó (og hetta er av týdningi), at óansæð um slík hypotesa leggur upp til, at Gud er óneyðugur, so grundgevur hypotesan á ongan hátt fyri, at ein slík tilvera, ein slíkur uppruni og slík tilgongd eru møgulig (Davies, s.41).
Hvussu babyuniversir kunnu uppstanda
Men um tað nú skal grundgevast fyri multiversum, hvussu hevði eitt slíkt babyunivers upprunaliga verið sett ígongd? Her heldur Davies at nóg mikil hitið í móðiruniversinum, møguliga kundi ísett eina slíka tilgongd, har eins og ein minnið bobbla expanderaði frá eini størri, soleiðis kundi partur av universinum broti seg frá uppruna universinum og uppstaði sum eitt nýtt universi (Davies, s.43). Ein annar spekulantur, Stephen Hawking hevur framlagt eina aðra version. Uppskot hansara fevnur sjálvandi um 'svørt hol', har hann framleggur at teir partiklar sum ‘svørt hol’ súgva í seg, vildu í einum ‘singularity punktið’ verið sendir út aftur í forminum av babyuniversum sum enntá megna at uppihalda sær sjálvum.
Tað er sjálvsagt ómøguligt at grundgeva fyri slíkari hypotesu, og Hawking fastheldur ikki, at hetta styrkir hugsjónina um multiversir. Sjálvur heldur hann at slíkar smáar verðir einafer vildu slutta seg til rúmdartíðina av móðiruniversum, við tí úrsliti, at tær svunnu inní ómetaliga lítil svørt hol sum tilsíðst evaporeraðu (Hawking, Black Holes and Baby Universes, s. 105-14; sí eisini Hawking, A Brief History of Time, s. 105-20). Fyri at yvirspekulera kunnu vit eisini nevna Gribbin sum skjýtur upp, at hesir alheimar ikki evaporera, men veruliga kunnu bróta seg frá móðiruniversinum, tó at hesir kortini upphalda seg sjálvstendiga í móðiruniversinum og skapa sína egnu rúmdartíð og dimensión, við øðrum orðum er tað ikki rein rúmd men rúmdartíðin sum expanderar (Gribbin, In Search of the Edge of Time, s. 230-2, 233).Veikleikar við hypotesuni (í ateistiskum høpið)
Tað eru tó fleiri veikleikar við hypotesuni, serstakliga um hon skal grundgeva fyri tí ateistisku áskoðanini. Fyri tað fyrsta, so megnar hypotesan líka lítið sum ‘Steady State ástøði’, at kombinera æviga tíð við eina søgu sum er heft at orsøkum. Við øðrum orðum, er tað meiri logiskt, at talan enn um eina tilgongd hefta at einari kosmologiskari søgu sum er ‘finite’; tað vil siga: sum ikki er ævig og hevur ein uppruna. Hetta frátekur tí ikki paradoksi um ‘fyrsta upprunan’ (Linde, Self-Reproducing Inflationary Universe, in The Scientific American: Book of the Cosmos, p. 392).
Harnæst kunnu vit sipa til Hawking. Um hansara hypotesa skal takast við, so má ein hava í huga, at talan er um partiklar í hann sjálvur ikki roknar fyri at verða veruligar. Hypotesan hjá Hawking fastheldur jú, at teir partiklar sum svørt hol súgva inn í seg enda í veruligari tíð og halda á í íhugsaðari tíð tá hesir verða útsendir aftur (Stephen Hawking, Black Holes and Baby Universes, pp. 105-14).
Fyri tað triðja, um talan er um at multiversir í samband við útihýsan av Gudinum, so fellur hendan royndin eisini. Ateistar munnu neyvan hava gjørt sær far um, at tað eru teistar sum halda væl um multiversir. Í bókini hjá Lee Strobel, ‘The Case for a Creator’, nevnir Strobel teistin Collins, sum hevur roynt at kombinera tey ymisku fysisku og kosmologisku ástøðini, so sum ‘inflation field’, convertering av orku til vanligan massa og variation í fysisku konstantunum sum neyðugir í ein pre-alheimi, fyri tryggja eina áhaldandi tilgongd (Strobel, The Case for a Creator, p. 173;). Collins fastheldur at hetta er ein mekanisma, virkandi álíka einari breyðmaskinu, neyðugt fyri at tryggja eitt onkursvegna skipa univers eins og okkara (Strobel, 177). Torið tó ikki at siga, at Collins hevur framt nakað logiskt gjøgnumbrot. Hartil má tó sigast, at um andstøðan mótvegis teismuni, internet toymi ‘Infidel.org’ á heimasíðu teirra, skal takast í álvara, so er Collins kritiseraður fyri ikki at hava fullført sína doktaragrad í evninum. Men Collins er so bara tann eini teisturin, sum fastheldur at multiversir eru tekin uppá ID (intelligent design).
Tað fjórða mótargumentið (um nú multiversir skulu eitast fyri at grundgeva móti teismu) liggur í tí sjokerandi veruleikanum at fleiri religiónir halda fast við tí áskoðan at tað eru fleiri alheimar. Talmudin og Koranin sipa til sjey himlar og Bíblian sipar til fleiri himlar (A. Cohen, Everymans Talmud (London: J. M. Dent & Sons Ltd, 1949), p 31; Koranin (Sura 65: 12) og Esaias 42: 5).
Mín stutta niðurstøða higartil, er at multiversir ikki vísindaliga kunnu prógvast ella grundgevast fyri. Tó sum ein teistur, kristin og ein sum trúgvi Bíbliuni, so eru multiversir partur av mínari trúðardoktrinu. Persónliga síggi eg ikki hvussu multiversir grundgeva mótvegis Gudi. Dugi heldur ikki at síggja hvussu ein slík tilgongd logiskt sæð skal roknast fyri at verða ævig og óheft av einum Skapara.
Saturday, October 15, 2011
Dóttirin
Eg vil bara gera lesarum og viðmerkjarum vart við, at eg verið ómetaliga passivur á blogginum komandi tvær vikurnar. Fleiri av lesarunum kenna meg og familju mína persónliga og eisini okkara núverandi torføru umstøður og fleiri av tykkum hava spurgt um støðu okkara og biðja fyri okkum. Eg fari tí at loyva mær, at nýta bloggin hesuferð, til eitt meiri persónligt innlegg. Vóni ikki nakar hevur nakað stórvegis ímóti tí.
Hesa vikuna, fara konan og eg til Danmarkar við trý ára gomlu dóttur okkara, í sjúkraørindum.
Dóttur okkara hevur stríðst ómetaliga við sjúkuna Coalitis Ulserosis, í útvið tvey ár. Okkum vitandi, vóru læknarnir seinasta ár, ikki vitandi um nakran yngri enn dóttur okkara, sum var staðfestur við sjúkuni. Fyri at siga tað milt, hevur hon havt tað ómetaliga torført og sum foreldur, hava vit verið bæði óttafull og ørmaktaði.
Støðan íløtuni er, at meiri enn eitt ára medisinsk viðgerð, ikki hevur ført til nakran betring og kanska heldur skaða heilsu og vøkstur, samstundis sum at sjúkan, hevur havt sama árin á likami, so vit uppliva eina dubbulta negativa effekt í løtuni.
Læknarnir eru tí komnir til tað niðurstøðu og avgerð, at dóttur okkara, skjótast gjørligt, (tað er í komandi viku) skal undir skurðviðgerð, har í tjúktarmurin má takast. Tað er í hesum sambandinum, at vit verða burturstødd komandi tvær vikurnar.
Læt meg líka enda við at siga, at læknar og sjúkrasystrar bæði í Føroyum og í Danmark hava verði fantastisk; um nakar av tykkum lesur hetta, skulu tit vita at vit eru ómetaliga takksom og tit skulu hava eina ómetaliga stóra tøkk frá okkara síðu.
Hesa tíðina skal ein og hvør tó kenna seg fríðan, at skriva og viðmerkja.
Hesa tíðina skal ein og hvør tó kenna seg fríðan, at skriva og viðmerkja.
Friday, October 14, 2011
Jay Smith kjakast við muslimar um boðið í Koranini at høgga hendur av fíggjindum Islams
Hetta er kjak, trúarverja og polemikkur tá tað er uppá tað harðasta. Hetta er kristni trúarverjin Jay Smith, í Speakers Corner í Onglandi í kjakið við hópin av muslimum.Ein kann ikki siga at hetta er ikki eitt friðarligt og hóvligt slag av dialogi, men her gongur tað fyri seg uppá islamskan manner. Hetta er eisini tað kjak miljøði sum umstøðurnar tvingaðu meg út í seinastu 15 árini.
Jay viðgerð her boðið í koranini um at høgga av fíggindans hendur. Hetta er Ongland, men kortini halda nógvir av áhoyrarunum, at slík píning er jalig fyri fíggindar Islams og at hetta er ein rættur framferðarháttur.
Eg havi persónliga møtt Jay Smith og havi fleiri ferðir stuðla honum í almennum kjakið. Maðurin sum er ein víðakendur forsprákari fyri Kristindómin, er eisini kendur fyri sín kritik av Islam. Eg má siga at Jay torir ómetaliga væl, hann er blivin álopin og bukkaður fleiri ferðir og tað hava eisini verið royndir gjørdar at drepa hann; kortini so er hann áhaldandi í sínum kjakið bæði í Speakers Corner og í øðrum tiltøkum.
Eisini hevur hann luttikið í BBC sendingum, eitt nú í samband við Geert Wilders of 'Fitna' filmin.
Sendingin í BBC kann síggjast í hesum báðum leinkjunum:
Flestu muslimar í UK tora ikki at fara í holt við mannin og hetta hevur ført við sær at islamskir næmingafelagskapir hava sýtt fyri at fyrireika kjak har Jay er luttakari.
Jay er ómetaliga kendur fyri at kjakast við víðgongdar og militantar muslimar og var í 90unum áhaldandi í almennum kjakið við forsprákarir fyri militantu felagskapirnir Hizbu tahrir og almuhajorum.
Onnur video (kjak, prát, innlegg og fyrilestrar) av Jay Smith kunnu síggjast á Youtube:
Thursday, October 13, 2011
Good One (3)
Enn nakrar teknirøðir í samband við trúgv og darwinismu:
Og so tann seinasta; kanska ikki stuttlig, men týðandi kortini. Torir Dawkins at kjakast við William Lane Craig? Tað skilst at ein stólur fer at standa klárur á pallinum, um Dawkins til eina ella hvørja tíð skuldi at hætta sær inn í hølið, har bók hansara 'The God Delusion' fer at verða skotin í bitar. Um ikki ferð myndin av tóma stólinum ivaleyst at framstanda, sum eitt framtíðar icon:
Innvortis lív kyknunnar
Her er eitt youtube av video teknimyndgerðini hjá vælkenda BioVisions, um invortis lív kyknunnar. Hesir hava roynt við teknifilmum, at mynda so væl sum tilberð, hesar biologisku tilgongdirnar sum fyriganga seg í einari livandi veru.
Well...eitt kann sigast, tað fyrigongur nógvur ófataligur teknikkur fyri seg innan lívskipanini, kanska ov tekniskt til ikki at verða ónátturliga dult og mystiskt:
Fleiri video kunnu síggjast:
Sunday, October 9, 2011
Hava samkynd vísindafólk isolera eitt kristiligt gen?
Hetta er also ein joke (vóni eg)? Men eg takið tað fram kortini. Youtube er á tremum við tvætli og Gud hjálpi okkum tá Youtube verður okkara kelduvitan; sum tað er hjá summum (eg vil ikki nevna nøkur nøvn her).Í hesum førðinum er pástandurin bæði óbegrundaður og villeiðandi, eftirsum: 1) Kristindómur er andaligur heldur enn genetiskur, 2) hetta tykjast at verða leikarar, heldur enn veruligar persónligheitir, 3) víð semja er um at hetta video uppstóð fyri at provokera kristin.
Haldi annars at tað var seinast í 90unum, at ein føroyskur ateistur framlegði hendan pástandin í Dimmalætting sum um tað var bera álvara.
Men hugsa tær, at skuldu vit tikið hetta í álvara, so hava samkynd vísindafólk isolerað tað kristna geni og um so var, kundi hetta ført til ymiskt rættuliga stuttligt. Eitt nú kundi hetta teologiskt sæð, kanska uppbakka, vísindaliga, tað gudfrøðiligu áskoðanina um útveljing.
Skuldu eg og mong onnur fari skeiv og pástandurin verið ein veruleikið, so hevði hetta veruliga verið eitt teologiskt gjøgnumbrot, og so kundi hetta eisini ført til møguligan ágang, tí so hava eg og onnur (um vit lítið toldu av) nú møguleikan at draga rúgvuvís av antikristnum føroyingum í rættin fyri brot á 266b (tað er sjálvandi, um vit skuldu fylgt fyridøminum hjá øðrum samfelagsbólkum í kenna seg onkursvegna álopnar).
Eingin hevur jú rætt til at niðurgera tað sum eg nátturliga eri, heldur ikki tí fylgjandi nátturligu áskoðanina, ella hvat?
http://www.youtube.com/watch?v=qCzbNkyXO50&feature=fvwrel
Legg merki til hugburðin og pástandirnar í hesum tekstinum: 1) 'Kristindómur kann genetiskt arvast', 2) 'ein metoda má finnast at taka burtur hetta kristna/religiøsa gene', 3) 'kristin kunnu ráðgevast mótsatt teirra genum, tey hava nú valið at mótarbeiða' (um eg skilji hetta rætt), 4) 'kanningarnar eru framdar og leiddar av samkyndum'.
Kanska ein heldur kundi sagt at kanningarnar er framleiddar av samkyndum.
Eg hugsi, um kristin eru kristin av nátturligum orsøkum, hví so ikki verða jalig og lata hesi varveita nátturliga rætt teirra at verða religiøs? Hví skulu royndir verða gjørdar at dekoda teirra nátturu? Hví skulu hesi ráðgevast mótvegis teirra nátturu (er hetta ikki rættuliga niðurgerandi og ótolerant í einum nútíðarhøpið)? Hví hevur hetta so stóran áhuga fyri granskarir sum eru samkyndir? Um eg og onnur kristin hava eitt vandamikið gen og hesi gen annahvørt mugu burturbeinast ella tann kristni møguliga venjast at mótarbeiða hesum geni: er hetta so eisini galdandi fyri tey sum eru bundin av samkynda geninum og onnur sum eru bundin at øðrum genum? Eru hesir vísindamenninir anti-kristnir, eru samkynd í taka undir við hesum anti-kristin? Um so er, 1) er hetta ikki eitt sindur mótsigandi, eftirsum hesi vilja berjast fyri teirra nátturligu rættindum? 2) Hava onnur so ikki loyvi til at verða anti-samkynd, í hvussu er til tann mun at vilja hjálpa samkyndum at mótarbeiða nátturu teirra?
Læt meg tó leggja dent á, at eg á ongan hátt havi áhuga í at gera meg inná, ella niðurgera samkynd, sjálvt um eg sum kristin ikki eri samdur við lívstílinum (kenni fleiri samkynd, havi arbeit við samkyndum og havi einki ímóti samkyndum). Greinin leggur bara upp til mótsøgnina í omanfyrinevndu útsøgnum.
According to reports, homosexual geneticists have spent years attempting to isolate the gene that renders people Christian. As members of the Pink Tiger Research Institute, they’re hoping to isolate the cause of Christianity altogether within the next decade.http://www.abc.net.au/cnnnn/news/s720688.htm
Dr Gary Delaney claims gay scientists have already prevented rats from being born Christian. “And hopefully,” says Dr Delaney, “humans will follow.”
Many Christians object to the findings, claiming their belief is not genetically determined.
Mr Ben Heppell, a. practising Christian says, “Look, Christianity is a lifestyle choice. It’s perfectly natural.”
But Pink Tiger claims the controversial religion is part of people’s DNA they say, Christianity can be inherited, just like baldness.
“The way they dress, the way they talk, they way they exhibit themselves in public” explains Dr Delaney. “We now know that being Christian is actually not their fault.”
Scientists say that until a method is found to remove the Christian gene, gay scientists will continue counselling local Christians to make positive changes to their lifestyle and values.
Parents of Christians, like Anne and Chris Mills, welcome the news with relief.
“We always worried that if we’d done something different, our child would not have ended up a Christian” says Mrs Mills. “But now we know he didn’t have a choice.”
Now, thanks to the work of Pink Tiger, there is a choice, which is good for Christians everywhere.
Legg merki til hugburðin og pástandirnar í hesum tekstinum: 1) 'Kristindómur kann genetiskt arvast', 2) 'ein metoda má finnast at taka burtur hetta kristna/religiøsa gene', 3) 'kristin kunnu ráðgevast mótsatt teirra genum, tey hava nú valið at mótarbeiða' (um eg skilji hetta rætt), 4) 'kanningarnar eru framdar og leiddar av samkyndum'.
Kanska ein heldur kundi sagt at kanningarnar er framleiddar av samkyndum.
Eg hugsi, um kristin eru kristin av nátturligum orsøkum, hví so ikki verða jalig og lata hesi varveita nátturliga rætt teirra at verða religiøs? Hví skulu royndir verða gjørdar at dekoda teirra nátturu? Hví skulu hesi ráðgevast mótvegis teirra nátturu (er hetta ikki rættuliga niðurgerandi og ótolerant í einum nútíðarhøpið)? Hví hevur hetta so stóran áhuga fyri granskarir sum eru samkyndir? Um eg og onnur kristin hava eitt vandamikið gen og hesi gen annahvørt mugu burturbeinast ella tann kristni møguliga venjast at mótarbeiða hesum geni: er hetta so eisini galdandi fyri tey sum eru bundin av samkynda geninum og onnur sum eru bundin at øðrum genum? Eru hesir vísindamenninir anti-kristnir, eru samkynd í taka undir við hesum anti-kristin? Um so er, 1) er hetta ikki eitt sindur mótsigandi, eftirsum hesi vilja berjast fyri teirra nátturligu rættindum? 2) Hava onnur so ikki loyvi til at verða anti-samkynd, í hvussu er til tann mun at vilja hjálpa samkyndum at mótarbeiða nátturu teirra?
Læt meg tó leggja dent á, at eg á ongan hátt havi áhuga í at gera meg inná, ella niðurgera samkynd, sjálvt um eg sum kristin ikki eri samdur við lívstílinum (kenni fleiri samkynd, havi arbeit við samkyndum og havi einki ímóti samkyndum). Greinin leggur bara upp til mótsøgnina í omanfyrinevndu útsøgnum.
Friday, October 7, 2011
Skipa Trúarverja í Føroyum
Ætlanin í framtíðini er at gera ein ella fleiri trúarverjubólkar. Veit at nógv kristin í Føroyum hava víst áhuga í hesum og stórur tørvur er á hesum eisini. Møti eisini fleiri og fleiri kristnum, sum longu seta seg inn í hesa tænastu, men slett ikki taka lut í skriving ella kjakið.
Byrja verður í Tórshavn, eftirsum eg búgvi í Tórshavn. Síðani føra við átakið vónandi inní Eysturoyð og Klaksvík/Norðoyggjar.
Talan er um eitt kvøld um mánaðan, við ávísum evnum sum verða viðgjørd, har í eisini okkurt tilfarð verður at lesa heima gjøgnum mánaðin. Ivaleyst verður tað eisini gjørt brúk av bloggum og einari facebook síðu.
Ætlanin er at bólkurin skal læra at kjakast, og tí leggja vit dent á venjing í kjakið. Vón mín er eisini, at hesir bólkarnir kunnu verða útgangstøði fyri tiltøkum og ymiskum átakið í framtíðini.
Og, ja, sjálvandi verður tað ein drekkamunnur eisini.
Eitt skriv kemur ivaleyst út til kirkjur og samkomur í framtíðini og ivaleyst má eg runt Føroyar og tosa við samkomuleiðslur, pastorar og elstar, men læt meg endiliga vita, um tað er áhugi fyri hesum; eg kann eisini finnast á facebook.
Og, ja, sjálvandi verður tað ein drekkamunnur eisini.
Eitt skriv kemur ivaleyst út til kirkjur og samkomur í framtíðini og ivaleyst má eg runt Føroyar og tosa við samkomuleiðslur, pastorar og elstar, men læt meg endiliga vita, um tað er áhugi fyri hesum; eg kann eisini finnast á facebook.
Heitið fyri bólkin, viðtøkur, mál og skipan, eru avgerðir sum bólkurin má samtykja í saman.
Sjálvandi hevði tað verið stuttligt við einum opnum bólkið (har aðrir religiónir og gudloysi eisini kundu verið umboða), tað vit kalla ein dialog bólkur. Eitt slíkt átak tók eg sjálvur lut í, tá eg búði í Onglandi. Men í hesum førinum verður hetta ein bólkur fyri kristin-trúgvandi.
Thursday, October 6, 2011
Willam Lane Craig í UK: fleiri ateistar hoppa av
Tað er eingin loyna, at radikali gudloysingurin Richard Dawkins, hvørki hevur førleikan, argumentini, tíðansheldur torir at kjakast við kristna trúarverjan William Lane Craig, nú í oktober, tá fyrilestratúrurin hjá Craig verður í Onglandi (um Gud vil).
Á túrinum hjá Craig vóru tað annars tveir enskir ateistar, sum væl tordu at taka mannin uppá seg. Poly Toynbee, presidenturin av British Humanist Association og íðin kritikkari av religión. Og seinna umboðið fyri ateistiska sjónarmiðið, gudloysingurin og høvundurin A.C. Grayling.Hesi kjakini vóru upprunaliga partur av túrinum hjá Craig, og atgongumerkir eru long seld. Eg skrivi 'vóru', eftirsum vit júst eru vorðin kunnað um, at bæði Toynbee og Grayling hava bakka út. Við øðrum orðum: í løtuni er okkum vitandi, eingin leiðandi ateistur í Onglandi, sum hættar sær í holt við William Lane Craig.
Toynbee sigur um hennara avgerð:
“I hadn't realised the nature of Mr Lane Craig's debating style, and having now looked at his previous performances, this is not my kind of forum”.
Toynbee vísir í hvussu er ómetaliga erligheit, harafturímóti velur Grayling at háða Craig og lýgur enntá um, ikki at hava kjakast við Craig í Oxford, fyri seks árum síðani, tá hart leikaði á. Eg má tó viðganga, at eg eri ikki heilt klárur yvir, um Grayling absolut sýtir fyri at kjakast, ella um maðurin sýtir fyri at kjakast um upprunaliga evnið, sum er ateisma og moralur. Men tað átti jú at kunna lati seg gjørt, ella hvat?Eg má siga at hetta undrar meg eitt sindur. Ateistar chanta áhaldandi um óførleikan hjá kristnum at kjakast við gudloysingar, men nú er onkursvegna ólag komi í propagandamiðstøðina.
Dawkins hevur tó møguleikan líka til endan. Tann 25 oktober er Craig settur til at hava ein fyrilestur í Oxford, har hann fer at afturvísa mongu argumentunum hjá Dawkins í bókini 'The God Delusion'.
Mær vitandi verður eitt pláss á pallinum sett av til Richard Dawkins, um maðurin nú einaferð skuldi tora at møtt upp. Tað hevði verði ómetaliga gott, um bara ein talsmaður fyri ateistiska sjónarmiðið kundi lagt sína rødd til.
Um William Lane Craig lesa vit:
William Lane Craig is Research Professor of Philosophy at Talbot School of Theology, California. He has debated leading atheists the world over including Anthony Flew, Lewis Wolpert, Christopher Hitchens, and most recently Sam Harris, who described him as“the one Christian apologist who has put the fear of God into many of my fellow atheists.”Following the debate with Hitchens, an atheist website concluded that Craig had“spanked Hitchens like a foolish child.”
Við øðrum orðum, at luttaka í einum kjakið við William Lane Craig, kann føra til, at ein tapur so dyggiliga. Man ikki hetta verða høvuðsorsøkin til at Dawkins, Toynbee og Grayling ikki vilja møta manninum?
http://www.bethinking.org/what-is-apologetics/introductory/british-humanists-take-to-the-bunkers.htm
---------------------------------------------------------------------------------------------------------
Heini Reinert hevur akkurát viðmerkt, at einki kjak hevur verið planlagt millum Craig og Grayling, heldur er støðan tann, at Grayling, eins og Dawkins, sýtir fyri at kjakast. Eg haldi at Heini hevur rætt í hesum. Tó undrar tað meg enn, at Dawkins og Grayling sum báðir eru leiðandi innan humanistiska rákið, lata hendan frálíka møguleikan fara frá sær.
Um William Lane Craig lesa vit:
William Lane Craig is Research Professor of Philosophy at Talbot School of Theology, California. He has debated leading atheists the world over including Anthony Flew, Lewis Wolpert, Christopher Hitchens, and most recently Sam Harris, who described him as“the one Christian apologist who has put the fear of God into many of my fellow atheists.”Following the debate with Hitchens, an atheist website concluded that Craig had“spanked Hitchens like a foolish child.”
Við øðrum orðum, at luttaka í einum kjakið við William Lane Craig, kann føra til, at ein tapur so dyggiliga. Man ikki hetta verða høvuðsorsøkin til at Dawkins, Toynbee og Grayling ikki vilja møta manninum?
http://www.bethinking.org/what-is-apologetics/introductory/british-humanists-take-to-the-bunkers.htm
---------------------------------------------------------------------------------------------------------
Heini Reinert hevur akkurát viðmerkt, at einki kjak hevur verið planlagt millum Craig og Grayling, heldur er støðan tann, at Grayling, eins og Dawkins, sýtir fyri at kjakast. Eg haldi at Heini hevur rætt í hesum. Tó undrar tað meg enn, at Dawkins og Grayling sum báðir eru leiðandi innan humanistiska rákið, lata hendan frálíka møguleikan fara frá sær.
Monday, October 3, 2011
Kristin í Onglandi hóttur við handtøku
Ein vildi ynskt at hetta var ein joke, men tað harmiliga er, at hetta er enn eitt dømi uppá, hvussu frælsi og rættindir teirra kristnu, í einum vesturlendskum samfelagið verða trakka á.
Ivaleyst er talan um forsmakkin av tí samfelagið, sum Dawkins og aðrir í umboða militanta statsateismu, hava í hyggju, um teirra fanatiska áskoðan far politiska megi.
Í býnum Blackpool, í Onglandi verður ein kristin kafe eigari hóttur við handtøku, í sínu egnu kristnu kafe, tí hesin dittar sær at vísa bíbliuvers á veggin:
Í býnum Blackpool, í Onglandi verður ein kristin kafe eigari hóttur við handtøku, í sínu egnu kristnu kafe, tí hesin dittar sær at vísa bíbliuvers á veggin:
Seinni var løgreglan noydd at umbera seg, men við einari rættuligari ússaligari umbering:
Vælkomin til tann fríða heimin, har ávísar røddir í hata Kristindómin, tó siga seg virka fyri trúarfrælsi og rættindunum hjá okkum øllum.
Saturday, October 1, 2011
Richard Dawkins stingur halan millum beinini

Mong gleða seg ómetaliga til røðutúrin sum William Lane Craig skal gera í Onglandi nú í oktober. Eg má annars líka kunnað lesaran, um mínar royndir at fáa Craig til Føroyar, men tað gekk bara ikki.Mong, bæði gudsavnoktarir og teistar eru eisini varðin yvir tað dilemma sum vælkendi ateisturin Richard Dawkins hevur vavt seg inn í. Tí William Lane Craig hevur leingi vilja kjakast við Dawkins og hevur avbjóða hesum gudloysingi av til kjak í áravís. Men at taka lut í einari slíkari stórhending, tykist Dawkins ikki at vilja samtykja í. Heldur hevur hann í fleiri ár valt at stinga halan millum beinini og renna.
Mong, eisini ateistar, harmast sjálvsagt um tilgongdina og eru komin til tað niðurstøðu, at Dawkins í løtuni uppførir seg sum ein ordiligur ræðuskítur (fyri at nýta orði úr føroysku orðabókini, fyri coward). Sjálvur haldi eg, at hetta er ein upplagdur møguleiki hjá Richard Dawkins.Dawkins hevur jú sjálvur lagt upp til slík almenn kjakforumir og slíkar ráðstevnur og eisini tað lyfti, um at vinna sigur á teistisku mótstøðufólkunum. Eisini hevur avbjóðingin frá William Lane Craig ljóða leingi, í áravís (mær vitandi), og mær vitandi, kann ikki sigast, at talan er um samanstoyttin, ella eina hólmgongu millum ein Dávid og Goliat, men heldur ein Goliat vs. Goliat.
Er Dawkins so ein ræðuskítur? Torið í hesum førið ikki at verða ov avgjørdur; men eitt veit eg, Dawkins hevur nýtt stór orð um at kjakast og vinna, so nú fáa vit at síggja.
Youtubi niðanfyri, er absolut vert at síggja, tað gevur eitt ótrúliga gott og skemtingarsamt innlit og summirat av støðuni:
Sí annars meiri á trúarverju blogginum:
Prát millum Antony Flew og Gary Habermas
Ein áhugaverdur dialogur millum ex-ateistin Antony Flew og heimskenda kristna trúarverjan Gary Habermas, á blogginum: Evangelical Philosophical Society.
Prátið millum hesar báðar, sera gløggu og hugsandi menninar, fór fram í 2004 og fevnir um hópin av evnum, so sum uppruna alheimsins og lívsins, Guds eksistens, 'vitugt snið' (intelligent design), teismu og deismu og annað.
Ein áhugaverd strofa hjá Antony Flew er orða soleiðis:
Absolutely. It seems to me that Richard Dawkins constantly overlooks the fact that Darwin himself, in the fourteenth chapter of The Origin of Species, pointed out that his whole argument began with a being which already possessed reproductive powers. This is the creature the evolution of which a truly comprehensive theory of evolution must give some account. Darwin himself was well aware that he had not produced such an account. It now seems to me that the findings of more than fifty years of DNA research have provided materials for a new and enormously powerful argument to Design.
Subscribe to:
Posts (Atom)













