Wednesday, December 25, 2019

Upprunin: kompunentar ella intelligensur?

Meiri og meir gerist eg sannførdur um at niðurstøður viðvíkjandi abiogenesis (byrjanini til líivð) er eina ovurhonds royndin at skilja tilgongdina til lívið, gott nokk út frá okkara royndarstovum og sjálvandi tengt at okkara høga intelligensi, men íblanda og manga grunda á einari ørgrynnu av spekulatión og hugfloði.

Eg vil tó ikki miðskiljast her. Eg havi ikki ein negativan hugburð til hesa gransking og eg kann fullvæl taka undir við at lívið á jørðini er samansett av kompunentum, eitt nú at DNA tilfarið uppstóð í undirsjóðar gosandi holum ella undir jarðarskorpuni (hetta sum Dávid kongurin og profeturin eisini tykist leggja upp til í Sálmunum) og at allar fyrstu stigini til byrjanina av kyknu mekanismunu møguliga fór fram í vatnberandi olju boblum sjálvt um eg meti slíka forkláring verða burtur úr vitið og grundaða á hetta despurata hugfloðið.

Óansæð, biologiskar suppur og for-livandi kompunentar forklára bara ikki slíka organisering uttan intelligens ella Gud.


Hvat meini eg tá við? Eg meini at ein fulførd roynd at skilja sundur eina kyknu í allar tess kompunentar og funktiónir forklárad líka lítið um tess uppruna enn sundurskiljanin av einum bili. Og samansetingin av einum bili krevur intelligens, eins og sundurskiljanin av einum bili peikar á kelduna til tess uppruna at verða intelligensur.


Orsøkin til at hópurin av royndarstovum við ovurhonds intelligentum og væl lisnum individum royna at fokusera á hvør sína detalju til tess at taka fyrstu fetini móti at skapa okkurt líknandi úr somu kompunentum, fortelur okkum eina at slík samanseting krevur meiri enn nátturliga og blinda útveljing.


Og sum um hattar kemur nær námindi slíkari mekanismu og teknologiskari samanseting. Slík gransking skal eisini kunna svara uppá logikin handan blindaðari leiðslu í funktiónum sum sjálv-endurgerð, ovurhonds informatión, rætting og yvirseting og hvussu hesi samansett veita nátturligt lív.


Og enn eru langur vegur frá heila mekanismu, ikki fyri at gloyma ómaterialistisku tilvitskuni.


Besta forkláringin uppá lív er tí intelligensur.


https://www.statnews.com/2017/07/28/cell-build-from-scratch/?fbclid=IwAR3BV-fIx82Yu9rVRUuYxrNwa1eBGmp4C4csr2u_SqKYaQOXKECDBHds6-w