Sanniliga, sigi Eg
tykkum: Alt skal verða menniskjabørnunum fyrigivið, syndir og spottanir,
hvussu stórliga tey so spotta;
|
|
29
|
men tann, ið talar
spottandi móti Heilaga Andanum, fær í allar ævir onga fyrigeving, men er
sekur í ævigari synd."
|
30
|
Tí teir søgdu:
"Hann hevur óreinan anda!"
|
Markus í sínum evangeliumi leggur áherðslu á at ein slíkur:
“…fær í allar ævir onga fyrigeving, men er sekur í ævigari synd (Markus 3: 29)
Hevur tú nakrantíð grunda yvir hvat í Jesus sipar til her?
Mangan siga vit at eingin munur er á synd yvirfyri Gudi.
Jákup skrivar tildømis í brævið sínum at um ein brýtur part av Lógini so brýtur
ein alla Lógina; skilt soleiðis, at tá kann ein roknast sum fullur lógarbrótari.
Aðrastaðnis í Bíbliuni lesa vit at vit øll hava synda, at
góð verk í sær sjálvum ikki broyta støðu okkara yvirfyri Gud og at enntá
rættvísu gerðir okkara eru sum dálka plagg (sum er annað langdrigi evnið).
Tó so fortelur hetta okkum einki um munin millum syndir,
eina at synd er lógarbrot og at vit øll hava synda og standa til svars fyri
Skaparanum.
Fyrsti spurningurin sum má setast er tí: hvat tað meinast
við at spotta Heilaga Andan?
Talan kann ikki verða um simpla spottan ella speireking av
tign, tí Jesus er somuleiðis hægsta tign, umboðandi Guddómin, hesin Harrin sum Jóhannes doyparin fyrireikaði vegin fyri, sum skal døma og sun kemur aftur við einglum sínum og ivaleyst
liggur tí onnur forkláring aftanfyri.
Ein onnur forkláring er, at spottan móti Heilaga Andanum er
at avnokta boðskapin um frelsu Guds, har ein tí kemur í ræðuliga støðuna at
doyggja ófrelstur og tí kann vænta æviga fortaping.
Jóhannes orðar seg kanska í hesum høpinum tá hann skrivar í
sínum fyrsta brævið at synd er sum er til deyða, eins og tað er synd er sum
ikki er til deyða (1 Jóh. 5: 16-17):
Sær onkur bróður sín
gera synd, ið ikki er til deyða, so skal hann biðja; og Hann skal geva honum
lív - teimum, ið ikki synda til deyða. Synd er, sum er til deyða; tað er ikki
viðvíkjandi henni, eg sigi, at hann skal biðja.
|
|
Øll órættvísi er synd,
men synd er, sum ikki er til deyða.
|
Ein kundi hildi at munurin her var millum persónliga,
moralska synd sum ikki førir til samfelagsligt lógarbrot og synd sum er samfelagsligt
lógarbrot, har talan er um samfelagsliga revsing, har viðkomandi hevur dóm sín
uppibornan.
Men í samanhengin rakar handan tulkingin við síðunar av.
Heldur liggur svarið í samanhenginum av brævinum har stórur dentur verður
lagdur á at liva í ljósinum (at fylgja Jesusi/verða lærisveinur Jesusar)
mótsatt av at liva í myrkrinum (liva í synd ella religiøsum hykli). Tað tykist
tí at synd sum ikki er til deyða, talar um persónligt fall og synd sum kemur
fyri tá ein annars er á meiri rættari kós, also livir í ljósinum (1 Jh. 2:
1-2), har viðkomandi síðani játtar sína synd, vendir við (1 Jh.1: 9) og heldur heiløgu
kósina víðari.
Handan tulkingin ljóðar meiri samsvarandi tekstinum hjá
Markus. Men neyvan er hetta spesifikka evnið sum Jóhannes her viðger, tað sama
sum Jesus boðar í ávísu evangeliums hendingini.
Markus vísir heilt spesifikt á at ófyrigeviliga syndin er spesifikt úrslitið av spottan móti Heilaga Andanum, sum var pástandurin, ákæran um at Jesus hevði ein
illan anda:
Tí teir søgdu:
"Hann hevur óreinan anda!"
|
Hetta slepst ikki uttanum! Kritikarir Jesusar eygleiddu
Jesus í Hansara førleika at gera kraftargerðir og undur og teir hoyrdu boðskap
Hansara.
Aftursvar teirra, var at kraftin sum virkaði í Honum og út
frá Honum vóru verk satans.
Í hasari ákæruni liggur spesifikka álvarsama brotið sum er
so ófyrigeviligt, har Markus spesifikt sipar til spottan móti Heilaga Andan sum
eina spesifikka negativa áherðslu á tað verk sum Jesus útinnir, og í hesum føri at
hetta er djevulin.
Hetta setti mínar tankar ígongd.
Tí til bar at spotta Jesus líkaleiðis og játta sína synd og
verða fyrigivin, men mótsatt fanst eingin leið aftur til Gud um ein spottaði
Anda Guds.
Hví er tað?
Persónliga haldi eg svarið liggja í samanhenginum av
Bíbliuni har Andi Guds umboðar meiri enn Anda Guds, men eisini Guds útrættu
kraft á menniskju, á samfeløg og samkomur.
Spottanin her ger tí ikki fyrst og fremst Jesus til offur,
men hon rakar menniskju sum av ákæruni um at Jesus var undir ávirkan hina illra
anda vera villeidd soleiðis at tey taka avstand frá verkið, frelsu og ávirkan
Guds á teirra lív.
Stóra álvara í hesi syndini er tí ikki grunda á spottan av
tí guddómiliga men spottan av verkið Guds sum leiðir menniskju til frelsu og
endurnýggjan og sum tí ger hesi til offur.
Hesin sum fortapist fyri at spotta Anda Guds, er tí fordømdur
her og nú í royndini at draga menniskju við sær í sama æviga dýkið.
Men kann Gud veruliga gera sovorit?
Í Seinna Tessalonikabrævinum 2: 8-12 fer Gud í Endatíðini at
lata stóra villing koma yvir manna ættina so at hesi ikki skulu hava møguleikan
at venda við og uppliva frelsu Guds.
Orsøkin minnir ikki sørt um orsøkina í Markus, har heims
samfelagið fer at tilbiðja og fylgja einum alheims valdsharra í ikki eina fer
spotta Gud men líkaleiðis bjóðar seg fram sum alternativið fyri ávirkan og Anda Guds.
Tað er tí nógv sum bendir á at spottan móti Anda Guds er diaboliskt álop á livandi verk Guds við tí endamálið at villeiða menniskju frá sannleikanum í kann
leiða tey til frelsu.