Monday, April 19, 2021

Simulatión, Gud og smádrongurin

Tað er við øðrum orðum, ikki ósannlíkt, ella tað er í hvussu torført at argumentera ímóti pástandinum, at tilveran sum eg og tú liva og anda í, ikki var skapt av einum smádrongi í onkrum kjallara, í onkrari fjaldari dimensión onkrastaðnis.

Ein smádrongur, í einum kjallara, í aðrari dimensión, hmmm...????
Men hvussu hongur hetta saman við at hesi mongu tveita út ivingarsamar orsøkir um Guds eksistens og einum universalum viti tá hesi vildu verði ein forkláring uppá at og hvussu alt er uppstaði og hildi uppi?
Okkara eygleiðingar, bera okkum í hvussu er boð um eina nátturliga digitala kodu og tilveran tykist at síggja tilætla út, haldi at Tyson bendir á í prátinum.
Tíðskil er mín spurningur: Um tað er ein hálvgum logisk niðurstøða fyri at ein smádrongur hevur skapt okkum og okkara tilveru í einari simulatión (og um hettar ikki kann mótargumenterast), hví verður tað síðani útpensla sum ein logisk fadesa, har ein verður happaður og 'cancelled' um ein dittar sær at vísa áhuga ella opinleika fyri 'Intelligent Design' niðurstøðuni?
Hví er eina sipanin (um smádrongin í kjallarinum) ómøgulig at argumentera ímóti, meðan tað samstundis verður álagt okkum at rokna hina at vera bæði óveruliga og íspunna?



Thursday, February 4, 2021

Jóla apologetikkur 2: Jesu føðing og villur Bíbliukritikarans

 Nú jólini eru í nánd og vit kjakast um bíbilska kontekstin av føðing Jesusar og um evangeliini eru álítandi keldur í hesum føri ella ikki, hugsaði eg at leggja nakrar tankar út um evangeliini sum eina søguliga og álítandi keldu.

Ígjár legði eg eina grein út, har gudfrøðingurin N.T. Wright úttalar seg um tendensir í nútíðar Bíbliu kritikinum soleiðis:

"That’s how our culture is slanted right now. Our cultural gatekeepers don’t want to hear an ancient historian telling them that, in most of the texts we have from the ancient world, most of the incidents that we know about are described once and once only, whether it be Tacitus or Suetonius or Josephus – or Matthew or Luke."

Eg kann eina taka undir við Wright her, hvussu mangan havi eg ikki lisi ella kjakast um søguligu nátturuna í Evangeliums tekstinum, har søguligu krøvini frá bíbliukritikarum og gudloysingum vanliga, eru nøkur heilt onnur enn tey mann setur til aðar aldargamlar keldur.

Um vit eiga at sáa ovurhonds iva um alt, ella vraka alt sum ikki kann staðfestast av einari óheftari keldu: eitt nú eina hending, ella eitt úttalisi sum eina Matteus festi niður á papyrus, ella sum eina Lukas viðger, ella sum eina Paulus sipar til, fevnir hettar so eisini um allar aldargamlar tekstir?
Eru vit tilreiðar at viðgera allar søguligar tekstir eins?

Eftir øllum at døma eru vit ikki har!

Um ein ávísur tekstur stuðlar undir ávísum detaljum, sum stríðir ímóti nútíðar sekulerari, natúrulistiskari hugsan, so er tendensurin til staðar at trýsta søgulig metodisk krøv til tað ydarsta; ikki tí vit eru so øgiliga søguliga bevíst og søkja sannleikan, men tí vit vilja verja eina ávísa áskoðan.
Ikki tí eg vraki týdningin av óheftum keldum, eg má eina bíta í meg, at vit í allarflestu førum ikki eiga tann fyrimunin í okkara søkjan í aldargamlari søgu og harnæst má eg eisini sláa meg til tols við, at søguligar frásøgnir kunnu verða trúverdigar sjálvt um eitans eina keldan hevur yvirliva.
Burðarsøgan (giting og føðing Jesusar), undur Jesusar og uppreisn Jesusar kunnu bólkast undir slíkar hendingar. Kritikarir velja at vraka hesar frásøgnir, eitt nú tí at eingin rómverji skrivaði um hesar hendingar í árunum 30-33, tá Jesus var á lívið og var virkin.

Nú, hvat haldi eg persónliga um slíka niðurstøðu?

Fyri tað fyrsta kunnu vit ikki við vissu vita um høvundar og rapportir undir samtíð Jesusar ikki sipaðu til hesar hendingar. So at siga 99. 99 % av øllum skrivaðum tilfarið er so at siga borte med blæsten. Hettar kravi til eina hending og ein tekst er tí úti um øll mørk og hetta faktum er gudleysi søgugranskarin væl sagtans greiður yvir, men tørvurin á slíkari yvirskepsis má valda fyri at verja hansara/hennara støðutakan til hvussu heimurin hongur saman.

Her gerst søgugransking motivera og óerlig!

Áhugavert tykist tað tí, at tá so óheftar keldur knappuliga eru til staðar, fjarðar teirra týdningur.

Hmm!

Dømir?

Tá vit viðgera høvunda ella keldu spurningin (hvør skrivaði, ella hvør er keldan til Evangeliini), er tað ein avhildin niðurstøða at vraka aldargomlu siðvenjuna sum fastheldur at høvundarnir eru Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes. Hettar er ikki tí at allir granskarir og kritikarir, ella gudfrøðiligir høvundar sita við djúpa innlitinum í evnið, ella hava greiða á tí, men mest tí at hettar er ein valdandi, populerur trendur.

Hví so er, er eisini rættuliga eyðsæð!

Um høvundarnir eru Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes, so er talan annaðhvørt um eygnavitnir (Matteus og Jóhannes) ella persónar sum høvdu atgongd til eygnavitnini (Markus og Lukas).
Hvussu eiga vit at viðgera hettar søguliga? Vit mugu sjálvandi aftur til elstu keldurnar og spyrja hvat tey Ur-kristnu sjálvi vistu um evnið.

Her vísir tað seg at Matteus og Markus eru mest umtalaði og læt meg bara leggja dent á Markus (mest áhugaverda dømi) í hesum høpi.

Høvundurin Papias sum livdi í Líttla Asia í seinnu helvt av fyrsta árhundra og sum skrivar um aldarskifti ella seinni í fyrru helvt av 2 árhundra, greiðir frá høvundunum Matteus og Markus. Hann greiðir frá at Markusar Evangeliið tó í veruleikanum er Evangelium Pæturs sum dikterar meðan Markus skrivar niður.

Um ár 140, uppiheldur kristni høvundurin Justin Martyr seg í Róm har hann sipar til 'Endurminningar Ápostlanna' (teirra tekstir), har hann serstakliga leggur dent á 'Endurminning Pæturs' við sitati úr Markusar Evangeliinum.
Her er so talan um tvær óheftar keldur, úr sirka somu tíð og hvør sínum umhvørvið, sum staðfesta at Markusar Evangeliið byggir á eygnavitnis kelduna Pætur.
Og verri gerst ikki, tá tann triðja keldan við Irenaeus uppstendur 20 ár seinni og endurtekur somu upplýsing um Markus í handaði okkum 'endurminning Pæturs' um úttalisir Jesusar og tær hendingar fram fóru.

Møguliga og ivaleyst vóru aðrar keldur eisini og møguliga eldri keldur, men hesar tríggjar hava yvirliva.

Hvat er tað sum í hesum føri far bíbliukritikarin at innføra yvirskeptisismuna?

Kann tað standa av, at Papias hitti eygnavitnir Jesusar, persónar sum kendu ápostlarnar og møguliga Jóhannes ápostulin sjálvan? Í so fall má innlit hansara í høvundaspurningin takast í størri álvara.

Kann tað somuleiðis standa av at Justin Martyr sum skrivar í Róm í 140unum kendi tey mongu, sum kendu ápostolisku lærisveinarnar, eitt nú Klement úr Róm sum var lærisveinur Pæturs og Paulusar og sum doyði nær við aldarskifti? Kann tað hugsast at Justin Martyr er ein hóttandi kelda eftir sum Kristna samkoman í Róm hevði arkivir, eins man eisini hevði aðrastaðnis?

Kann tað somuleiðs standa av at triðja keldan, Irenaeus var búsitandi fyrst í Efesus, har hann eisini hevði atgongd til arkivir, men eisini kendi ápostoliskar lærisveinar, eitt nú Polykarp, sum kendi Papias (sum kendi eygnavitnir) og Jóhannes ápostulin sum var lærisveinur Jesusar og at hann seinni uppihelt seg í Róm og Lyon har hann hitti persónar við innliti í gomul viðurskifti?

Eg vóni lesarin sær speisemi í hesum, tí í hesum føri velja kritikarir at vraka týdningin av óheftu keldunum.



Jóla apologetikkur 1: Jesu føðing: njót eina fyrsta árhundra biografi.

 Fór Lukas skeivur tá hann skrivaði um føðing Jesusar?

Summi meina at Lukas vassar sær út í søguligt óføri tá hann umtalar burðarsøgu Jesusar í Lukasar Evangeliinum, kapitul 2.

Tildømis hvussu kundi Jesus verða føddur tá Augustus keisari gava boð um, møguliga heilar 3 fólkateljingar frá 22 BC til 8 BC (sum ivaleyst eru partur av einari) av rómverjum og øðrum fólkasløgum, samstundis sum tá Kvirinius var landshøvdingi í Sýrlandi í 6 AD? Har eru í heil 27-28 ár ímillum fyrstu boðini um fólkateljingina og Kvirinius (tó ivaleyst var ikki komi mál tá Kvirinius sat við valdinum).

Fyri okkum sum lesa nútímans bøkur, har høvundar hava fyrimunin at kunna greiða frá neyvt og niðurskriva eina ørgrynnu av detaljum, so var hendan signing í sama mun ikki til staðar á teimum døgum tá Lukas skrivar frásøgnina.

Ein typisk biografi taldi tá um 20+ papyrus síður og høvundurin mátti neyvt velja hvat í hann vildi leggja dent á. Í hesum føri var dentur lagdur á persónin Jesus, hansara narrativ og hansara úttalisir. Høvundarnir av evangeliinum vóru enntá noyddir at taka samanum narrativ Jesusar. Aðrar søguligar detaljur verða tí av Lukas leysliga tiknar samanum og ikki lýstar til fulnar: tíðskil ein stutt frágreiðing um at Augustus Keisari vildi seta í verk eina fólkateljing, men lítið og einki um alla søguligu tilgongdina og detaljurnar, sum vit heldur ikki hava fult innlit í frá øðrum søguligum keldum heldur.
Men Jesus var neyvan føddur í árunum 22 - 8 BC og heldur ikki í ár 6 AD tá Kvirinius var landshøvdingi. Í nýggjari tíð vildi hetta verði rokna sum ein feilur og tíðarvilla. Men so var ikki í gamlari tíð, har ein mátti fyrihalda seg til 20 síður og har eingin almennur kalendar fevndi um tátíðar heimin eins og í okkara døgum.

Møguligt var ikki fyri vanliga lesaran at fylgja einum einstøkum lokalum kalendara, heldur ikki bar til at siga 'fyri' ella 'eftir Krist' ella ár 22 ella ár 4 ella ár 0 ella 6, eins og vit í okkara tíð kunnu vísa á 1840 ella 1965, etc.

Vanligt var tí at leggja eina ávísa hending har høvundurin vildi at lesarin skuldi savna seg, í millum tvær ella tríggjar aðrar alment kendar hendingar oftani við einum millumrúmi av 20 ella fleiri árum og fáa hettar flóta í frásøgnini.
Soleiðis fylgdi ein høvundur tátíðar hættum at greiða frá og skriva tilfarð sum skuldi breiðast út til fjøldina.

Og hettar er júst tað sum Lukas megnar so ómetaliga væl.

So bara ein áheitan: tá ein lesur Lukasar Evangelii, so set teg niður og njót eina fyrsta árhundra biografi mótvegis einari nýmótans. Hættirnir at skriva og greiða frá er ómetaliga ymiskir og at blanda hesi saman og krevja at Lukas átti at fylgt okkara tíð, fyrimunum og hættum er lítið annað enn grov tíðarvilla framd av nútímans bíbliukritikkarum, sum áttu at vita eitt betri.



Thursday, September 24, 2020

Samfelagið og sníkjandi jaligheitin fyri einari pedofilskari mentan

Gevi gætur, myndirnar eru stoytandi. Tær eru tiknir úr greinum á netinum og eg havi gjørt okkum tann beina at valgt tær ringastu frá.  

Ok, hvussu byrja vit?

Hendan greinin á TV2 sum eftir røttum hevur skapt eina sjokbylgju var umrødd og kjakast um á aðrari síðu á FB.

Í stuttum, hví fara myndugleikar so lættliga um sakina av kynsligum sambandi millum vaksnan og ein tannáring? Kann tað hugsast tí, at sakin í hesum føri møguliga ikki snúði seg um neyðtøku men um sjálvilliga valið hjá tannáringinum at útseta seg? 

Hvat ger man so í hesum føri og hvussu reagera vit uppá hesa sakina? 

https://nyheder.tv2.dk/lokalt/2020-07-14-landsretten-mente-13-aarig-havde-frivillig-sex-med-laerer-nu-staar-foraeldre-frem?

Eg valdi at taka tað upp her og leggja framm mína ærligu hugsan og vil byrja við at spyrha: hvat annað høvdu vit í væntu?

Vit liva longu í einum vesturlendskum samfelagið sum systematiskt tykist hava lagt seg eftir at venja/ávirka sinnið í blað ungum at hugsa sexuelt út um øll mørk og enntá sexuelt at útseta seg.

Hvat annað kunnu vit so vænta okkum? 

Pedofilsk rándjórð hava skjótt ikki fyri neyðini at arbeiða í duldum, tí ung og kanska skjótt børn gerast kanska spakuliga von við forvronglaða tankan um at slík praksis bæði er nátturlig og jalig.

Flestu sum annars vildi rópt upp fyri árum síðani tiga í hesum døgum og hálvgum samtykkja, tí vit eru hóast alt komin nøkur stig víðari á hesari ólukku glíðibreytini og hugsan okkara skeplast so spakuliga til at venja okkum við fluttu mørkini. 

Onnur lovprísa hesari tilgongd sum stig í nútíðar fevnandi frælsis fylkingini.

Hetta ávaraði man annars um fyri fleiri árum síðani sum stig í einari mentunarligari glíðibreyt. 

Tá væntaði man at aktivir pedofilar í næstum fóru at fáa smáar gjøgnum brótandi sømdir. 

Men eingin hugsaði tá um snildisligu strategiðina heldur at fara beint eftir børnunum sjálvum og enntá at útinna hettar alment og eftir lógini, í høpinum av politiskari korrektheit og í navninum og orðunum av feminismu, frælsi, menning, persónligari úttrykkjan, etc.



https://summit.news/2019/09/15/ohio-college-normalizes-pedophilia-as-a-sexual-orientation/?fbclid=IwAR0M4cMpQ6gMDc0BbxtYyNVSDUTd_lZa7Z0siQYRqaXYfuDJsjCCfzCWodA


Dømini eru mong og vaksandi og her vísa vit á nøkur:


1) Líka frá frálæru í barnaskúlum har børn læra víða spektrumi av sex og hvussu tey sjálvi kunnu vera uppí hesum, onkursvegna heilt tíðliga í teirra lívið:



Children as young as six are being taught about touching or ‘stimulating’ their own genitals in lesson that are part of a controversial new sex and relationships teaching programme called All About Me

https://www.dailymail.co.uk/news/article-7490415/Children-young-SIX-given-compulsory-self-touching-lessons.html?ito=facebook_share_article-top&fbclid=IwAR1Ozhn79PDigpU1zX_ClZ716z-XT6PVYcyOyZHth9b2kLHgnG6vIZPKmCY


https://www.mirror.co.uk/news/uk-news/sex-education-lessons-uk-schools-20144000


2) Til sexuelt leikutoy fyri børn:


https://www.cbr.com/hasbro-pulls-trolls-doll-following-complaints-it-grooms-children-for-sexual-abuse/?fbclid=IwAR2OuC8dePyDUkhop2oQHVuAytBDrGYhbcI9fNGPGpPWgHtvZ2BUywf0XaQ



https://www.youtube.com/watch?v=Ma0J69UwTHc&fbclid=IwAR0iD1O0k6eZau5zJCoC5drmwZPsLkpy7dYNipwu3vIWKZqbLlU3dTsaVP0


3) Til drag queens sum undirhalda okkara børnum, sum er vorðin ein nútíðar, sterkur, víðagitin og væl dámdur trendur???







4) Til at heppa tá 10 ára gamlir dreingir dansa drag queen á barrum fyri pening (eg valdi tær minni ósømiligu myndirnar frá netinum; yep tær eru enntá á almenna netinum): 




Ein drag queen ávarðar móti vaksandi skaðiliga trendinum: 



https://www.christianheadlines.com/contributors/will-maule/drag-queen-warns-parents-not-to-involve-children-in-filthy-drag-scene.html


Nýggi trendurin var annars jaliga tikin undir við av miðlum og felagskapum sum umboða hendan progressiva hugburðin.


5) Til at útseta og útnytta børn í ónærisligum skrúðgongum: 










Chika Amadi misti opinbart starv sítt fyri at brokka seg um óhugnaligu støðuna; miðlarnir gjørdi tí ikki mætari enn at venda úttalisi hennara móti samkyndum: 


6) Og fyri ikki at gloyma nýggja, umrødda og nógv umstrídda filmin Cuties, sum longu er at síggja á netflix:



Sum er eitt gjøgnumbrot innan feminismu og persónligum frælsi, siga tey.

"It's bold, it's feminist,



https://www.foxnews.com/entertainment/cuties-director-defends-netflix-film


Tá vaksin gradvíst og málbevíst við frálæru í skúlunum, við leikum, tiltøkum og miðlum skapa eina sovorna sexuella kolvelting í børnum og ungum so havi eg hug at lýsa hettar sum okkurt slag av misbrúkið og okkurt slag av fyrireiking: men fyrireiking við hvørjum endamálið? Hesi børn og ungu skilja áhuga teirra vaksnu at vekja ein sexuellan áhuga og eina girnd, hvat leggur sovorit við tíðini upp til?


Stríðið í næstum fer tí ivaleyst partvís at fokusera eitt sindur avsíðis tí undanfarna. 

Neyvan fer tað at snúgva seg spesifikt um eina at fanga pedofilsk rándjorð men heldur at seta eina forðing fyri at blað ung sjálvboðin útlevera seg sexuelt, ávirka av hugburðinum via rák og miðlar, eitt nú um at kynslig samvera við einum eldri persóni ella at útseta og útlevera seg alment eru partur av og stig teirra í frælsi at úttrykkja og førka seg frameftir sum menniskju í einari nýggjari nýmótans menning.


Tuesday, September 15, 2020

Paradox gudloysingana: tá einki ikki er einki.

Tey sum argumentera fyri at eingin Gud er, ella sum bara eru skeptisk um ein møguligan Guds eksistens, mugu í summum førum stríða seg ígjøgnum ovurhonds eftirfylgjandi paradoxir.

Eitt av hesum, er upprunin til alheimin (tá inkludera vit tíð, rúmd, evnið, orku, universir, so at siga alla tilveru).

Við øðrum orðum var undan hesum uppruna: Einki!

Og tá meinast við absolut einki: eingin rúmd, eingin tíð, eingin orka, eingin tómleiki, eingin tilvera, Einki!

Sum ein kendur fysikari einafer málbar seg: tað slepts ikki undan, vit noyðast at standa andlit til andlit við trupuleikan av einum alheims uppruna (sipandi til fyrsta universi í multivers hendingagongdini). Hesin fasthelt uppá multivers ástøði (at mong universir eru og at hesi uppihalda hvørt annað onkursvegna) men at fyrsta og elsta universi mátti verða uppstaði úr hesum ongum: Ex Nihilo.

Hettar hevur fingi nógvar ídnar ateistar í hesum døgum at upphugsa eina ørðgrynu av undanførðslum, eitt nú hvussu vit eiga at tulka 'einki', og her roynir Lawrence Krauss (fysikarin sum ikki loyvir øðrum at tosa) seg so við einari av slagnum.

Ikki serliga sannførandi ella logiskt (má eg siga), men eg vildi tó deila hetta við tykkum:

“There are a variety of forms of nothing, [and] they all have physical definitions.”

“The laws of quantum mechanics tell us that nothing is unstable.”

“70% of the dominant stuff in the universe is nothing.”

“There’s nothing there, but it has energy.”

“Nothing weighs something.”

“Nothing is almost everything.


Mynd hjá Kristindómur Svarar

Kristin, vísindaliga áhugaður og skeptiskur

Thursday, April 2, 2020

Er gudloysi søguliga sakleyst (ein viðger av ateismu í ljósi marxismunnar)?

Eitt video av mínum kritikki av gudloysi á enskum.
Eg veit at nøkur fara at gerast rættuliga ill inn á meg fyri at gera eitt sovorit video og leggja tað út. Eg havi fingi nógvan ágang á meg fyri hetta á enska kjakinum, men meti hettar at verða neyðugt og havi við hesum ikki veitt meiri áloypandi kritik enn tann sum dagliga verður rættaður ímóti teimum halda fast við eina kristna heimsuppfatan. Hetta gevur mær tí ikki ringa samvitsku yvirhøvur: kjakið má fevna um báðar rættningar ella læra vit einki og kjakið verður einspora.
Hettar sjónbandi er mín kritikkur av gudloysi í ljósinum av søguni, serstakliga út frá kjakinum um Marxisma eina er ein økonomisk hugsan ella er grundleggjandi gudleys og harnæst um teir ræðuleikarnir sum fóru fram seinasta árhundra tí fóru fram sum úrslit av einari politiskari og økonomiskari skipan ella sum úrslit av einari gudleysari heimsáskoðan?
Eg eri sannførdur um tað seinni! Haldi ikki at ein skipan sum í sær sjálvum eina er socialistisk í praksis neyðugturvilliga (um einum dámar javnaðar politik í praksis ella ikki) førir til ógvusliga kúgan og blóðbað, tá má ein onnur meiri filosofisk áskoðan gera seg galdandi.
Men áðrenn eg verði miðskiltur, so lat meg leggja áherðslu á, at eg ikki ynski at bólka hvønn einasta gudloysing ella ikk-trúgvandi undir hetta rákið. Marxisma er ateisma, men ikki øll ateisma er Marxisma.
Kenni hópin av ateistum sum er vanlig og fitt menniskju, men tað sagt so eru tey heldur ikki jalig fyri at seta ein reint materialistiskan hugsunarhátt í praksis og hvør hevur hug til tess, tað vil Richard Dawkins heldur ikki. Endamálið við hesum video er tí ikki at demonisera ateistar fyri ræðuleikar marxismunar, tað vildi verði bæði óetiskt og óerligt.
Tó tvey týdningarmikil punktir uppstanda:
1) Um gudloysingar (enn einaferð ikki allir ateistar, mne teir sum er radikalir og hava eina agenda mótvegis religión) vilja lýsa Kristindóm og alla religión út frá Miðøldini, vísandi til heksabrenning (sum í flestu førum fór móti boðum og ynski kirkjunar) og krossferðunum og jødahaturi (sum er eitt sera defused evnið) so mugu gudloysingar eisini innsíggja at ateisma hevur mest blóðiga árhundra (og tað enntá í nýggjari, upplýstari tíð) at standa til svars fyri.

2) Eg vænti at marxistarnir vildu væl og meintu væl. Persónliga eri eg ikki av tí uppfatan at Marx, Engels ella Lenin, ella Fidel Castro upprunaliga vildu og væntaðu tað blóðbað og teir ræðuleikar sum fóru at uppstanda. Men tað neiliga og dapra vit læra av hesum er, at seta vit materialistisku heimsmyndina í praksis, sum vildi verði gudloysi sett í praksis, so verður menniskja redusera til ein lut av null virði og moralur og etikkur gerast subjektiv og síðani reint materiali og eru harvið 'borte med blæsten'; sirka sum at pynta eina atombumbu við jólapynti og ynskja gleðilig jól.
Tá vit førka okkara hugburð í tann rættningin spæla vit við eld og vit missa tamarhaldið; læt okkum læra so mikið frá søguni.

Tuesday, March 17, 2020

Kristin fólk og korona: At vera ella ikki at vera: tú ert dømdur!


Image result for memes empty church corona

Mikið hevur verði at hoyra um kristin fólk, sum antin ditta sær at savnast til møtir í hesum ørkymlandi tíðum og so um tey kristnu, sum velja at fylgja landsins áheitan og geva møtum og aktivitetum ein steðg.

Gudloysingar hava sum vant verði fremst á hermótinum við demoniserandi myndum og úttalisum har kristin og kirkjur/samkomur verða hildnar fyri spott tí hesi hava valgt at avlýst teirra tiltøk.

‘Hvar er tykkara Gudur nú’, ella ‘hvar er tykkara trúgv nú’ er teksturin á hesum myndum.

Á heilt øðrum myndum og postum verður víst á kristin sum hava valgt ikki at steðga teirra tiltøkum og áhaldandi koma saman sum ein bólkur óansæð ávaringar um sótt og møguliga váða.

Í hesum føri hoyrist annað ljóð og myndir og úttalisir ákæra kristin í hesum føri, fyri at verða óð í høvdinum og væl vitandi um at tey útseta bæði seg sjálvi og onnur fyri smittu.

So, nú standi eg spyrjandi og veit ikki heilt hvat akkurat hesar gudleysar røddir hava í huga og vilja av okkum.

Vilja teir at vit vísa teimum okkara sterku trúgv og at vit hava álit á Gudi og tí áhaldandi koma saman til tiltøk; men í so fall eru vit eftir teirra orðum óansin, ónd og vandamikin.

Ella skulu vit virða landsins myndugleikar, okkara medmenniskju og áheitanirnar? Men so eru vit rokna sum nakrir hyklarir, vantrúgvandi og okkara trúgv er til einkis gjørd í teirra eygum.

Mín spurningur er tí: Hvussu toknast ein hesum kritiska rákinum, sum eina hevur í hyggju at demonisera óansæð hvørji stig ein tekur?

Jesus vísir á hendan hættisliga hugburðin tá hann viðger ákærur teirra lóglærdu og religiøsu á sínari tíð.

Hann vísir á hvussu Jóhannes Doyparin, hesin sum var hataður av teimum lærdu og vitandi, var roknaður sum djevuls besettur tí hann hvørki át ella drakk.
Lívstílur Jóhannesar verður lýstur í Evangeliinum sum sera simpul, við tað at hann er fráhaldandi frá víni og etur so einfalt sum gjørligt.

Jóhannes Doyparin var av hesi orsøk demoniseraður, lýstur sum vandamikil og sum settur av illum anda, eina orsøka av fráhaldi og matvanum.

Jesus har aftur ímóti át tað sum Honum var sett á borði og Hann drakk vín eisini. Við øðrum orðum Jesus át eins og vanligt var á Hansara tí.
Hetta førdi ikki minni við sær enn at Jesus somuleiðis var demoniseraður fyri tað øvugta sum Jóhannes og var lýstur sum ein átari og vínsvølgur, ein vinur tollara og syndara.

Tað er opinlýst hvør boðskapur Jesusar er: at stendur tú fyri sannleikan og fyri tí sum er rætt, so fara mótstøðufólkini at nýta eitt og hvørt høvið, eitt og hvørt punkt í lívið tínum, at blæsa tingini upp og varpa út ógvusligar og demoniserandi ákærur sum als ikki eru sannar.

Í hesum føri, um tú ikki etur og ert fráhaldandi ert tú settur av demoni og um tú etur og drekkur ert tú vorðin ein átari og vínsvølgur.

Hesar ákærur eins og dømini omanfyri, eru mangan ósamsvarandi, júst tí at endamálið er ikki at finna samsvar ella at lýsa hvat í er satt ella ikki. Endamálið er heldur at knúsa og demonisera mótpartin.

Hvussu skal ein kristin verja seg fyri slíkum ágangi?

Vit kunnu sjálvandi ditta okkum at koma við aftursvarum, eins og eg royni í hesum føri, men tá vit hava við sterkar og sera forsprákandi og sera motiveraðar kreftir at gera, hvørs endamál ikki er at søkja, lurta og læra, men demonisera, so eru ráð Jesusar tey, at talan fyrst og fremst eigur at verða um okkara hugburð:

“Sæl eru tit, táið tey spotta tykkum og søkja at tykkum og lúgva alt ilt um tykkum fyri mína skuld. Gleðist og fegnist! Tí løn tykkara er stór í himli; soleiðis søktu tey eftir profetunum, ið vóru fyri tykkum” (Matteusar Evangeliið 5: 11-12)

Monday, March 9, 2020

Umboða gudleysir kjakarir skeptisismu og logik?

Íðan, hvat er so endamálið við at kjakast og keglast?
Alt bendir meiri og meir á at hetta ateistiska rákið slett ikki umboðar skeptisismu og logik, óansæð teirra hálovan av hesum orðum.
Talan er heldur um víðgongda skeptisismu, sum upp á forhond hevur sett sær fyri at avnokta alt sum týðir upp á prógv ella sannføring móti teirra húgsjón.
Við øðrum orðum, tá ein verður biðin um at veita teimum próvtilfarð, so kann ein spara sær, og tá ein slíkur sigur seg verða alt annað enn sannførdan, so er tað ikki tí at sannlíkindini fyri at tey argumentir sum ein legði fram ikki eru nøktandi, men tí viðkomandi lukkar av og velur verja sína lívs filosofi við blankari avnoktan.
Her gerast logikkur og skeptisisma lítið annað enn ein ónyttug kjak metoda, heldur enn ein erlig roynd at finna fram til hvat í er satt og ikki.
Faktum er at skeptisisma av hesum slag, slett ikki er skeptisisma og má heldur ikki roknast sum skeptisisma, tí talan er um 'motiveraða skeptisismu' mótvegis tí sum stríðir móti eins heimsáskoðan, og tá er sera lætt at verða skeptiskur; spurningurin er tá bara um ein vísir seg at verða erligur.
Tey sum forspráka fyri gudloysi eru tí sum oftast ikki umboð fyri skeptisismu, men umboð fyri verjuna av einari ávísari heimsáskoðan.




Friday, March 6, 2020

Islam og LGBT vs. Franklin

Við øðrum orðum eru tað Islam og LGBT sum standa aftanfyri áganginum móti Franklin Graham átakinum.
Hetta undrar meg stórliga, tí báðir bólkar stuðla og bjóða annars egnu forsprákarum inn í landi sum demonisera trúnnað hjá Franklin Graham og hansara trúarbólkið.
Týðliga er hetta tí ikki longur opið kjak, men vorði eitt heimsáskoðanarligt kríggj, har bara einvegis kommunikatión tykist verða vegurin framm og har øðrvísi hugsandi skulu teppast, og tað ikki við lærdómsvekjandi samskiftið og kjakið, men heldur við ótolsemum átøkum og ágangi.
Hetta er ein ómetaliga ræðandi samfelagslig tilgongd har ein endar við bæði at seta okkurt í gongd og at seta tað í ovastu sovjetina, eitt vald og eina rødd sum slett ikki kann koppast ella mótsigast um tørvur verður á tí, eina tí at mótstríðandi samskiftið gjørdist eitt endaligt ókent fyribrigdi.

Er tað ráðiligt at fylgja trendinum?

Hvat læra vit av hesum?

Vit læra at:
  • 1) Trendurin er ikki altíð sannur; tað vil siga: trendurin umboðar ikki altíð sannleikan.
  • 2) Ikki trúgva øllum tí tú hoyrir og slett ikki tí sum trendurin krevur at tú bara gloypir, uttan so (siga tey) at tú vilt verða óndur, ein bigot, ein fobi av onkrum slag ella bara óvísindaligur og sálarliga órættsinnaður.
  • 3) Far ongantíð við streyminum.
  • 4) Fert tú móti streyminum, so verð á varhaldi. tí fjøldin fer at loypa á teg uttan at hoyra uppá tínar grundgevur (aftur til punkt 1 og 4: tí villeingin fortelur okkum: at streymurin sum umboðar trendin, altíð umboðar sannleikan og tað sum er rætt).

Monday, February 10, 2020

Gerast vit meiri andalig?



Eru vit, ella eru vit við at gerast meiri andalig uttan at varnast tað?

Eitt nú kemur hettar til sjóndar í okkara víðkan av heimsuppfatan og nýtsla av orðum.

Tildømis hata mong tankan um ID ella Intelligent Design, áskoðanin um at nátturan og tilveran tykjast sniðgivin av hægri intelligensi. Flestu fáa ilt av hesum og eru skjót at tveita út ákærur um pseudo-vísindi, ella religión.

Men tá ein so líka sipar til ‘gudin hjá Spinoza’ fyri síggja reaktióina, hesin gudurin sum er ópersónligur, men óansæð ein gudur av ordan (hvussu tað enn skal skiljast), so undrast ein yvir at flestu tykjast dempa seg og enntá játta seg sum trúgvandi.
Hópin av fysikarum í hesum døgum taka undir við ‘gudinum hjá Spinoza’! Ivaleyst tí at onnur alternativ vænta, eftirsum tilveran og fysiski heimurin er ovurhonds matimatiskur, also nevt skipaður líka frá evsta universi til everska bitilin og beyond.
Vit góðtaka tíðskil ordan, og mangir gudloysingar taka undir við hesum ‘gudinum av ordan’, eina so leingi vit fyrihalda okkum til okkurt ókent uttan vit.

Hesin gudurin, er sjálvandi eitt stig móti tí sokallað yvirnátturliga, her vit kunnu ditta okkum so nær markinum sum til slepst at tað gerst láturligt, og so nýtist okkum heldur ikki at kalla tað Intelligent design, vit kalla tað bara fyri ‘gudin hjá Spinoza’.

Eg havi ongantíð skilt handan logikkin, men neyvan er nakað at skilja tí ivaleyst er talan um hvat tann einstaki hevur tørv á at halda og trúgva.

Sama skili í samband við eina andaverð. Hvat er ein andaheimur? Ein andaheimur er tann íblandingin sum ikki er materiel. 
Talan kann her verða um Guds nærveru sum streymar allastaðnis, alheims ‘consciosusness’, einglar, andar, demonar, sálir og aðrar líknandi verur. Beyond kunnu vit sipa til dimensionnir sum ikki eru fysiskar sum okkara.
Men í hesum døgum siga vit kanska heldur quantum heimur, møguliga ‘dark matter’ og vit nýta kanska orðið ‘virtual’.

Sama innan nútíðar gransking innan neurologi og persónligheit, har man ikki megnar at kobla heila við tilvitksu. Tilvitska, sum er sjálvt subjektiva upplivilsi, sum ikki kann reduserast til materiali óansæð hvussu væl samsett og skipa tað er. 
Neurologar í hesum døgum tosa enntá um at víðka nátturuvísindina fyri at loyva einari andaligari íblanding so okkurt skal kunna geva meining. Aðrir meina at tilvitska er duld quantum ávirkan.
Í hesum døgum siga vit tilvitska og tá sipa vit sjálvandi til sál og andaliga menniskja.

Vit kundu hildi á, hvussu við okkara áhuga í ókendum, sveimandi lutum (UFO) og samband við aðrar verur? Mær vitandi er talan ikki um grønar íbúgvar úr Mars, tó verður javnan sipa til skínandi, skjótt flúgvandi lutir og skínandi verur.
Eru hettar sannar søgur og hendingar og um so er, eru talanir um vitjanir úr øðrum klótum ella sjónligar nærkontaktir við andaligar dimensiónir?

Hmm!

Í løtuni, eg eri í hvussu er spentur uppá at fylgja við og síggja hvussu alt hetta spælir av um nøkur ár.  
Image result for spirituality