Thursday, February 4, 2021

Jóla apologetikkur 2: Jesu føðing og villur Bíbliukritikarans

 Nú jólini eru í nánd og vit kjakast um bíbilska kontekstin av føðing Jesusar og um evangeliini eru álítandi keldur í hesum føri ella ikki, hugsaði eg at leggja nakrar tankar út um evangeliini sum eina søguliga og álítandi keldu.

Ígjár legði eg eina grein út, har gudfrøðingurin N.T. Wright úttalar seg um tendensir í nútíðar Bíbliu kritikinum soleiðis:

"That’s how our culture is slanted right now. Our cultural gatekeepers don’t want to hear an ancient historian telling them that, in most of the texts we have from the ancient world, most of the incidents that we know about are described once and once only, whether it be Tacitus or Suetonius or Josephus – or Matthew or Luke."

Eg kann eina taka undir við Wright her, hvussu mangan havi eg ikki lisi ella kjakast um søguligu nátturuna í Evangeliums tekstinum, har søguligu krøvini frá bíbliukritikarum og gudloysingum vanliga, eru nøkur heilt onnur enn tey mann setur til aðar aldargamlar keldur.

Um vit eiga at sáa ovurhonds iva um alt, ella vraka alt sum ikki kann staðfestast av einari óheftari keldu: eitt nú eina hending, ella eitt úttalisi sum eina Matteus festi niður á papyrus, ella sum eina Lukas viðger, ella sum eina Paulus sipar til, fevnir hettar so eisini um allar aldargamlar tekstir?
Eru vit tilreiðar at viðgera allar søguligar tekstir eins?

Eftir øllum at døma eru vit ikki har!

Um ein ávísur tekstur stuðlar undir ávísum detaljum, sum stríðir ímóti nútíðar sekulerari, natúrulistiskari hugsan, so er tendensurin til staðar at trýsta søgulig metodisk krøv til tað ydarsta; ikki tí vit eru so øgiliga søguliga bevíst og søkja sannleikan, men tí vit vilja verja eina ávísa áskoðan.
Ikki tí eg vraki týdningin av óheftum keldum, eg má eina bíta í meg, at vit í allarflestu førum ikki eiga tann fyrimunin í okkara søkjan í aldargamlari søgu og harnæst má eg eisini sláa meg til tols við, at søguligar frásøgnir kunnu verða trúverdigar sjálvt um eitans eina keldan hevur yvirliva.
Burðarsøgan (giting og føðing Jesusar), undur Jesusar og uppreisn Jesusar kunnu bólkast undir slíkar hendingar. Kritikarir velja at vraka hesar frásøgnir, eitt nú tí at eingin rómverji skrivaði um hesar hendingar í árunum 30-33, tá Jesus var á lívið og var virkin.

Nú, hvat haldi eg persónliga um slíka niðurstøðu?

Fyri tað fyrsta kunnu vit ikki við vissu vita um høvundar og rapportir undir samtíð Jesusar ikki sipaðu til hesar hendingar. So at siga 99. 99 % av øllum skrivaðum tilfarið er so at siga borte med blæsten. Hettar kravi til eina hending og ein tekst er tí úti um øll mørk og hetta faktum er gudleysi søgugranskarin væl sagtans greiður yvir, men tørvurin á slíkari yvirskepsis má valda fyri at verja hansara/hennara støðutakan til hvussu heimurin hongur saman.

Her gerst søgugransking motivera og óerlig!

Áhugavert tykist tað tí, at tá so óheftar keldur knappuliga eru til staðar, fjarðar teirra týdningur.

Hmm!

Dømir?

Tá vit viðgera høvunda ella keldu spurningin (hvør skrivaði, ella hvør er keldan til Evangeliini), er tað ein avhildin niðurstøða at vraka aldargomlu siðvenjuna sum fastheldur at høvundarnir eru Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes. Hettar er ikki tí at allir granskarir og kritikarir, ella gudfrøðiligir høvundar sita við djúpa innlitinum í evnið, ella hava greiða á tí, men mest tí at hettar er ein valdandi, populerur trendur.

Hví so er, er eisini rættuliga eyðsæð!

Um høvundarnir eru Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes, so er talan annaðhvørt um eygnavitnir (Matteus og Jóhannes) ella persónar sum høvdu atgongd til eygnavitnini (Markus og Lukas).
Hvussu eiga vit at viðgera hettar søguliga? Vit mugu sjálvandi aftur til elstu keldurnar og spyrja hvat tey Ur-kristnu sjálvi vistu um evnið.

Her vísir tað seg at Matteus og Markus eru mest umtalaði og læt meg bara leggja dent á Markus (mest áhugaverda dømi) í hesum høpi.

Høvundurin Papias sum livdi í Líttla Asia í seinnu helvt av fyrsta árhundra og sum skrivar um aldarskifti ella seinni í fyrru helvt av 2 árhundra, greiðir frá høvundunum Matteus og Markus. Hann greiðir frá at Markusar Evangeliið tó í veruleikanum er Evangelium Pæturs sum dikterar meðan Markus skrivar niður.

Um ár 140, uppiheldur kristni høvundurin Justin Martyr seg í Róm har hann sipar til 'Endurminningar Ápostlanna' (teirra tekstir), har hann serstakliga leggur dent á 'Endurminning Pæturs' við sitati úr Markusar Evangeliinum.
Her er so talan um tvær óheftar keldur, úr sirka somu tíð og hvør sínum umhvørvið, sum staðfesta at Markusar Evangeliið byggir á eygnavitnis kelduna Pætur.
Og verri gerst ikki, tá tann triðja keldan við Irenaeus uppstendur 20 ár seinni og endurtekur somu upplýsing um Markus í handaði okkum 'endurminning Pæturs' um úttalisir Jesusar og tær hendingar fram fóru.

Møguliga og ivaleyst vóru aðrar keldur eisini og møguliga eldri keldur, men hesar tríggjar hava yvirliva.

Hvat er tað sum í hesum føri far bíbliukritikarin at innføra yvirskeptisismuna?

Kann tað standa av, at Papias hitti eygnavitnir Jesusar, persónar sum kendu ápostlarnar og møguliga Jóhannes ápostulin sjálvan? Í so fall má innlit hansara í høvundaspurningin takast í størri álvara.

Kann tað somuleiðis standa av at Justin Martyr sum skrivar í Róm í 140unum kendi tey mongu, sum kendu ápostolisku lærisveinarnar, eitt nú Klement úr Róm sum var lærisveinur Pæturs og Paulusar og sum doyði nær við aldarskifti? Kann tað hugsast at Justin Martyr er ein hóttandi kelda eftir sum Kristna samkoman í Róm hevði arkivir, eins man eisini hevði aðrastaðnis?

Kann tað somuleiðs standa av at triðja keldan, Irenaeus var búsitandi fyrst í Efesus, har hann eisini hevði atgongd til arkivir, men eisini kendi ápostoliskar lærisveinar, eitt nú Polykarp, sum kendi Papias (sum kendi eygnavitnir) og Jóhannes ápostulin sum var lærisveinur Jesusar og at hann seinni uppihelt seg í Róm og Lyon har hann hitti persónar við innliti í gomul viðurskifti?

Eg vóni lesarin sær speisemi í hesum, tí í hesum føri velja kritikarir at vraka týdningin av óheftu keldunum.



No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.