Men er hetta tann veruliga áskoðanin? Hvat siga nakrir av teimum mest gløggu, mest framstandi forsprákarirnir innan ateistiska rákinum?
Tað sum vitast kann um Gud liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert. Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan (Rómbrævið 1: 19-20)
Youtube: Faroe Apologetik
Friday, May 10, 2013
Ateistar um William Lane Craig
Hópur av gudloysingum halda, ella í hvussu er mugu pástanda, at William Lane Craig er óbrúkiligur, ein vánaligur heimspekingur.
Men er hetta tann veruliga áskoðanin? Hvat siga nakrir av teimum mest gløggu, mest framstandi forsprákarirnir innan ateistiska rákinum?
Men er hetta tann veruliga áskoðanin? Hvat siga nakrir av teimum mest gløggu, mest framstandi forsprákarirnir innan ateistiska rákinum?
Wednesday, May 8, 2013
Tuesday, May 7, 2013
Kristindómskúgan og politiskur skeivleiki
Er Kristindómurin tann bólkurin sum í nútíðini er mest útsettur fyri atsøkn og kúgan?
Tað dugi eg ikki at svara uppá í løtuni.
Men atsøkn av kristnum, serstakliga í muslimska heiminum, er eitt evnið har ómetaliga tøgn hevur valda í okkara vesturlendsku miðlum og í tí politiska rúminum.
Enntá fyri 40 árum síðani, tá tað frættist í vesturheiminum, um kristin, sum vóru handtikin, pínd og deportera í teimum kommunistisku londunum, vóru slík tíðindir mangan hildin at verða ósømulig; her kann ein bara sipa til føroysku kommunistisku bløðini úr 70unum.
Hendan mánaðin var tó ein grein at lesa í Jyllandspostin, sum varpar út um veruleikin, millum annað at møguliga 75 prosent av atsøknini í heiminum, er rættaður móti kristnum.
http://jyllands-posten.dk/international/ECE5330663/kristne-er-de-mest-forfulgte/
Torið ikki sjálvur at siga um hagtalið omanfyri eru álítandi. Tó, tey sum hava fylgt við seinastu árini vita, at talan hevur verið um kúgan og ræðuleikar, har í tølini av teimum sum antin er myrd ella annað, eru ógvuliga høg.
Heimasíðan niðanfyri hevur sum endamál at upplýsa, millum annað, um støðuna hjá kristnum, í anti-kristnum londum (muslimskum og ateistiskum); í hesum høpi, ræðuleikum sum raktu kristna samfelagið í apríl 2012:
http://www.gatestoneinstitute.org/3065/muslim-persecution-of-christians-april-2012
Ein onnur heimasíðu sum lýsir støðuna í Pakistan í 2003 er:
http://www.washingtontimes.com/news/2003/jun/27/20030627-092413-5203r/?page=all
Tað eru nútíðar antikristnar røddir sum vilja varpa út, at kristna alheims samfelagið slett ikki verður atsøkt, ella at hesi fáa nóg nógva umtalu sum nú er og at kristin skulu gevast við at grenja. Ymiska staðni í Europa, eru tað kreftir, sum vilja bólka upplýsing av atsøkn móti kristnum, í islamskum londum, sum islamofobia, og enntá vilja, at slík kunning skal gerast revsuverd. Onnur velja at hálova kristindómshatri so høgt, at kristin til eina og hvørja tíð mugu og skulu síggjast sum størsti kúgarin og ongantíð sum tann kúgaði.
Hesi hava vanliga tendensin at skýra kristin sum grenj. Stuttligt tí at dømir uppá ávís mál, umstøðir og hendingar, sum ikki snúgva seg um kristin og sum ikki koma omanfyri ræðuleikunum nær námandi, tykjast fyri hesum av verða átrokandi.
Ein føroyskur gudloysingur í 2010 háðaði millum annað eina framløgu pávans um atsøkn og kúgan, við orðunum 'synd í tykkum'.
Sjónbandi niðanfyri er upplýsandi og vísir á politiska trupuleikan, at tala søk teirra kristnu, eftirsum, tað sum hesir kalla 'liberalisma' (sum ivaleyst skal skiljast í høpinum av sjónbandinum), metir umtalu um hendan veruleikan at verða politiskt skeivan:
Ivaleyst vert at fáa fatur í hesari:
Steðga happing
Hevur sum so einki við trúarverju at gera, men er av størsta týdningi, og nakað sum trúgvandi og ikki-trúgvandi kunnu verða samd um.
Mong lesa hendan bloggin og tí geva vit rúm fyri hesum inni her eisini:
Mong lesa hendan bloggin og tí geva vit rúm fyri hesum inni her eisini:
Møguliga missa starvi grunda á eins áskoðan á Facebook
Gomul søgu, men eiga arbeiðspláss at taka støðutakan til viðmerkingar og áskoðanir sum viðkomandi starvsfelagið deilir í privata lívi sínum og eftir arbeiðstíð? Og um so er, hvussu langt kunnu arbeiðsgevarnir ella staturin fara, um talan er um privat ella alment arbeiði?
Um viðkomandi á facebook gevur úttrykk fyri at verða ein psykopat og ein øksamordari ella pedofilur, ella ein í verjir holocau
st, eiga so reyðu lampurnar at lýsa?
Men hvussu um viðkomandi gevur úttrykt fyri at hann/hon heldur samkyndan lívstíl verða synd og skeivt, og úttrykkir seg við óbetonktum orðum?
Hvat er at fara ov langt?
Hetta seinna gjørdi ein kvinnuligur lærari í New Jersey, USA og tað hevði fylgir við sær:
http://radio.foxnews.com/toddstarnes/top-stories/christian-teacher-under-investigation-for-opposing-homosexuality.html
Meiri her:
http://www.huffingtonpost.com/2011/10/13/viki-knox-union-township-_n_1009582.html
Jú hetta er so sanniliga talufrælsi, ella er tað?:
"She has a right to say it. But she does not have a right to keep her job after saying it."
Hmm...
Sama árið misti Jerry Buell, skúlalærari úr Florida starv sítt, fyri at hava úttrykt eina líknandi áskoðan á Facebook:
http://www.huffingtonpost.com/2011/08/19/jerry-buell-florida-high-_n_931941.html
Sí eisini leinkjuna niðanfyri, har líknandi hugburður ger seg galdandi:
http://kristindomur-svarar.blogspot.com/2012/05/hvr-torir-at-ivast-i-menningarlruni.html
Saturday, April 13, 2013
Agnostikarin David Berlinski um ateismu og menningarlæruna
David Berlinski er ikki ein kristin, líka so lítið sum hann er teistur. Tó so er hann ein kritikari av menningarlæruni, gongur inn fyri ID, umboðar 'Discovery Institute' og so hevur hann ómetaliga nógv ímóti ateismu.
Ringur bólka? Tað haldi eg eisini, men hann er vitandi, provokerandi og Berlinski má bara hoyrast.
Wednesday, April 10, 2013
Video: kristin genta í Egyptalandi álopin og neyðtikin av muslimskari fjøld á aljósum degi.
Slíkt sum hetta ger meg svakan!
Og hetta er vanligt!
Í hesum video, verður ein ung kristin genta í Egyptalandi álopin, buka og ivaleyst strippa av eini fjøld av muslimum.
Hetta fer fram mitt á gøtuni, á alljósum degi.
Eingin tykist gera nakað fyri at leggja uppí og stegða áganginum, ístaðin verður rópa Allah er stórur.
Harðskapur og kúgan er gerandisdagur hjá milliónatals kristnum í muslimskum londum ídag.
Í samband við trupuleikan av pedofilia, hava vit í Føroyum gjørt nógv burturúr at steðga tøgnini, sum er einasta rætt leiðin.
Tó so verður atsøkn ímóti kristnum í muslimskum londum, av okkara vesturlendsku miðlum og politikarum vanliga rokna at verða rættuliga politiskt ókorrekt at varpa ljós yvir.
Tí er tøgn.
Hetta video opnar líka hurðina á glop og letur okkum síggja eitt sindur av tí ræðandi veruleikanum, tað sum vit vanliga bara lesa og hoyru og síðani leggja í gloymibókina.
Sí meiri um evnið og tilburðin á Answering Muslims:
http://www.answeringmuslims.com/2013/04/egyptian-muslims-attack-christian-girl.html
Og hetta er vanligt!
Í hesum video, verður ein ung kristin genta í Egyptalandi álopin, buka og ivaleyst strippa av eini fjøld av muslimum.
Hetta fer fram mitt á gøtuni, á alljósum degi.
Eingin tykist gera nakað fyri at leggja uppí og stegða áganginum, ístaðin verður rópa Allah er stórur.
Harðskapur og kúgan er gerandisdagur hjá milliónatals kristnum í muslimskum londum ídag.
Í samband við trupuleikan av pedofilia, hava vit í Føroyum gjørt nógv burturúr at steðga tøgnini, sum er einasta rætt leiðin.
Tó so verður atsøkn ímóti kristnum í muslimskum londum, av okkara vesturlendsku miðlum og politikarum vanliga rokna at verða rættuliga politiskt ókorrekt at varpa ljós yvir.
Tí er tøgn.
Hetta video opnar líka hurðina á glop og letur okkum síggja eitt sindur av tí ræðandi veruleikanum, tað sum vit vanliga bara lesa og hoyru og síðani leggja í gloymibókina.
Sí meiri um evnið og tilburðin á Answering Muslims:
http://www.answeringmuslims.com/2013/04/egyptian-muslims-attack-christian-girl.html
Sunday, April 7, 2013
Ávirkar menningarlæran etiska hugburðin?
Missa vit í Europa tann etiska grundvøllin? Tað heldur Nadja U. Prætorius, sum millum annað pástendur at hetta kann verða avleiðingin av tí sociala hugburðinum, sum uppstendur av menningarlæruni.
Ein má sjálvandi seta spurningin, hvussu læt tað er at skilja millum darwinismuna sum bara eina nátturuliga vísind og kravdan veruleika og síðani trupuleikan av at menningarlæran byrjar at leggja grundvøllin fyri okkara uppfatan at morali og siðalæru.
Kann tað hugsast at samfelag okkara so spakuliga glíðir inn í ein hugburð sum er meiri social darwinistiskur? Sum millum annað kann hava við sær, at tey sterku gerast máttmiklari, meðan tey veiku bukku undir og í summum førum útruddast:
Vi har indrettet et samfund, der er baseret på en neoliberal markedstænkning og er påvirket af evolutionteoriernes menneskesyn. Det har medført, at vi ikke længere er i kontakt med det etiske fundament i tilværelsen.Les meiri:
Det mener Nadja U. Prætorius, der netop har udgivet bogen ”Den etiske udfordring i en global tid” om, hvilke etiske udfordringer vi står over for i en globaliseret verden.
Hun er mag.art. i psykologi og specialist og supervisor i psykoterapi. Hun har forsket og undervist på forskellige universiteter i ind- og udland og udgav i 2007 sin første bog, ”Stress – det moderne traume”. Siden 1992 har hun studeret og praktiseret tibetansk buddhisme.
Ifølge Nadja U. Prætorius er etik karakteriseret ved, at man handler for ikke bare sin egen, men også andres bedste, og det er i modstrid med markedstænkningen med konkurrence, udbud og efterspørgsel, som hun mener, vi har indrettet vores samfund efter.
”Så længe vi konkurrerer mod hinanden for vores egen vindings skyld, er vi ikke inde i en etisk tankebane. En etisk livsstil består i, at man tænker og handler ud fra så gode intentioner som muligt for, hvad der gavner ikke bare en selv, men også andre mennesker. Det er jo uforligneligt med et konkurrencesamfund, hvor udgangspunktet er, at man skal blive bedst for at sikre sin egen overlevelse og rage mest muligt til sig selv på bekostning af andre,” siger hun.
Det skyldes, at vi har ladet evolutionens tankegang præge vores menneskesyn, mener Nadja U. Prætorius, og her er tankegangen, at kun den stærkeste overlever. Derfor konkurrerer vi med hinanden individuelt, men også nationerne imellem på globalt plan.
”Det kan godt være, at nogle klarer sig udmærket. Men kan vi bære at se alle dem, der bukker under for den tankegang, og som må flygte fra katastrofer og fattigdom? Også i vores eget samfund sker der en større og større udskilning mellem dem, der er i job, og den lange række af mennesker, som ikke længere har værdi, fordi de ikke er i arbejde – og for manges vedkommende uforskyldt. Hele denne tankegang og måde, hvor man sikrer sig selv på andres bekostning, er uden megen medfølelse for, hvordan det er at være udenfor.”
Det er imidlertid et alt for pessimistisk billede, Nadja U. Prætorius maler af tilværelsen, mener Søren Peter Hansen, provst i Syddjurs Provsti og medlem af Det Etiske Råd.
”Man kan ikke bare sige, at konkurrence og arbejdsmarkedstænkning pr. definition er uetisk. Forskning er jo også en del af konkurrencen, og var markedsmekanismerne der ikke, ville der ikke være den kræftforskning, som foregår for tiden, og Novo Nordisk havde måske ikke udviklet insulin. Så vi må skille skæg fra snot. Vi kan altid finde eksempler på virksomheder, som går over grænsen, men samtidig er det sådan, at hvad virksomheder tidligere er sluppet af sted med, vil de ikke lykkes med i dag,” siger han og tilføjer:
”Vi skal på ingen måde tilbage til det feudale samfund. Jeg tror, det eneste, man kan sige om de gode gamle dage, er, at de var gamle. For de var ikke gode. Vi er kommet nogle gigantiske skridt fremad, netop fordi der har været konkurrence og en markedsforståelse.”
Men kloden kan ikke længere holde til de miljø- og klimamæssige udfordringer, vi udsætter den for, og selv har vi også svært ved at kapere det ”umenneskelige” arbejdsliv, som den moderne udvikling og teknologi har medført, mener Nadja U. Prætorius.
Vi har således aldrig før haft så mange psykiske og fysiske sygdomme og ubalancer, som eksempelvis stress er udtryk for.
LÆS OGSÅ: Det Etiske Råd debatterer det samme som for 25 år siden
Problemet ved denne samfundsindretning er ifølge Nadja U. Prætorius ikke kun, at den står i kontrast til et etisk funderet liv, men også, at den bygger på et forkvaklet menneskesyn. For i markedstænkningen mangler der – som i andre ideologier – en forståelse af, at mennesket er unikt og har noget meget kostbart at byde ind med i samfundet, som ikke nødvendigvis kan opgøres i kroner og øre, forklarer hun. I stedet udvikles vi helt fra vuggestuen over uddannelse til vores arbejdsliv med det formål, at vi skal overgå hinanden og andre nationer i konkurrencen om at være bedst – netop for selv at ”overleve”.
Men det er på bekostning af alle andre.
”Den måde, som vi ser og administrerer mennesker på i konkurrencesamfundet, er, hvis vi sætter det på spidsen, en forbrydelse mod menneskeheden,” siger Nadja U. Prætorius og tilføjer:
”Det er et livssyn, som reducerer mennesker til at være instinkt- og lyststyret, og hvor den konkurrence, der foregår på bekostning af andre mennesker, bliver et ledende princip
http://www.etik.dk/artikel/500289:Etik--Har-vi-mistet-det-etiske-fundament
Wednesday, April 3, 2013
Reis Jesus veruliga upp frá hinum deyðu: Reint íspinn ella søguligar ábendingar?
Vit hava akkurát lagt Páskini afturum okkum.
Í kristnum høpið snúgva páskini seg um deyða og uppreisn Jesusar og hesar seinastu dagarnar hava kristin um alt land okkara luttikið í hópin av møtum og tiltøkum í samband við hesar hendingar.
Millum kristin eru báðar hendingar av týdningi, eftirsum báðar hendingar leggja grundvøllin undir kristna trúgv og kristna lívinum hjá tí einstaka.
Serstakliga fagna tey kristnu seinnu hendingina, sjálva uppreisn Jesusar. Tann fyrra viðvíkur støðu menniskjans yvirfyri Gudi, har Kristus tekur Guds dóm yvir synd og óndskaps menniskjan yvir seg. Tann seinna fullførir hetta verkið. Paulus skrivar um týdningin av uppreisnini:
"...er Kristus ikki risin upp, so er prædika okkara tóm, so er trúgv tykkara tóm við...Og er Kristus ikki risin upp, so er trúgv tykkara til einkis, so eru tit í syndum tykkara enn; so fortaptust tá eisini tey, sum sovna eru í Kristusi" (1 Korintbræv 15: 14, 18-18).
Men uppreisn Jesusar hevur eisini onnur endamál. Í brævið sínum til tey kristnu í Róm skrivar Paulus:
"...og sum eftir Anda Heilagleikans er við kraft prógvaður at vera Sonur Guds við uppreisn frá hinum deyðu--Jesus Kristus, Harra okkara"(Rómbrævið 1: 4)
Aftrat sínum andaliga endamálið, hevði uppreisnin eisini sum endamál, at seta Guds fingramerkið í heimsøguna; sum eisini liggur í orðunum 'við kraft prógvaður'.
Tað er her, tað nátturliga møtir tí ónátturliga. Og tað er hesum viðvíkjandi at mong heimsins menniskju hava ilt av at slík hending skal eitast fyri at verða søgulig.
Søga inniheldur jú eina tær áhaldandi tilgongdirnar sum tú og eg, ella vanlig menniskju, empiriskt royna ella eygleiða til dagligt...ella ger hon?
Treiska sinnið
Í kjakinum við Habermas um uppreisn Jesusar, helt gudloysingurin Antony Flew fyri:
‘Even if you grant that the resurrection has occurred, this seems
to me to be an event so extraordinary that I don’t know what’s to be said about
it at all...because one must approach any question about an alleged miracle
with a pretty stubborn presumption that it didn’t really happen, because its
extraordinariness depends on its being a unique event’ (39).
Við øðrum orðum, er uppreisnin ein hending, sum
er ov ónátturlig og ov serstøk til at kunna góðtakast; sum eisini er orsøkin til, at einum nýtist at hava eitt
treiskt sinnið.
Ein bítur skjótt merki í, at treiskni í hesum høpið, ikki kann samanlíknast við at verða kritiskt sunnur.
Sum Paul Rhodes Eddy skrivar:
Sum Paul Rhodes Eddy skrivar:
"We will see that some form of this circular reasoning lies at the foundation of most of the arguments put forth in defense of a naturalistic methodology. It reveals, among other things, just how inextricably tied the naturalistic historical method is to a priori worldview...Hence this western critical scholarship is not driven by empirical claims but by metaphysical claims" (Jesus The Legend: A Case for the Historical Reliability of the Synoptic Jesus Tradition, s. 49-50)Ivaleyst hevur Craig Evens rætt tá hann lýsir hendan hugburðin:
"Hyptercriticism is all too common in scholarly circles they seem to confuse criticism with scepticism, the more sceptical the position the more criticial it it. But radical scepticism is no more critical than is credulity" (Fabricating Jesus, s. 21).
Eitt snøkt dømi, er ivaleyst ateisturin Richard Carrier, sum í kjakið við William Lane Craig í 2008 um Uppreisn Jesusar pástóð, at leyslating Barnabasar var ein metaforisk mynd av syndabukkinum, sum undir Stóru Bótarhøgtíðini var sleptur út í oyðimørkina fyri synd fólksins.
Við øðrum orðum er frásøgnin, full av bókmentarligum íspinni, írokna uppreisnin. Tá ein lurtar eftir framløgu og argumentum Carriers, so varnast ein, at tað ikki væntar av høpisleysum pástandunum, sum eru so mikið nógvir, at ein ikki veit hvar ein skal byrja.
Við øðrum orðum er frásøgnin, full av bókmentarligum íspinni, írokna uppreisnin. Tá ein lurtar eftir framløgu og argumentum Carriers, so varnast ein, at tað ikki væntar av høpisleysum pástandunum, sum eru so mikið nógvir, at ein ikki veit hvar ein skal byrja.
Hetta er sami maður, sum, tá spurdur um Guds tilveru, pástóð at vit út frá støddfrøðini hava rokna okkum til, at alheimur okkara, sum inniheldur fleiri svørt hol enn onnur universir, staðfestir at óvinarliga tilvera okkara, ger tað ósannlíkt at trúgva á ein skapandi Gud.
Samstundis pástendur maðurin, at kristna samfelagið í einum 30-40 ára tíðarskeiði, frá Jesus uppreisn til fyrsta skrivaða evangeliið, ikki kann hava megna at varveitt eina søguliga hending; sjálvt í einari rabbinara mentan.
C.S. Lewis lýsir hendan hugburðin í bókini 'Timeless at Heart':
Samstundis pástendur maðurin, at kristna samfelagið í einum 30-40 ára tíðarskeiði, frá Jesus uppreisn til fyrsta skrivaða evangeliið, ikki kann hava megna at varveitt eina søguliga hending; sjálvt í einari rabbinara mentan.
C.S. Lewis lýsir hendan hugburðin í bókini 'Timeless at Heart':
"...they belive in old bones supposed to be millions of years old. The prehistoric man on whom we have no evidence of what so ever, is science and he is belived in stronger than the historic man" (CS Lewis, Timeless at Heart, pp.19-20).Kjakið millum agnostikaran og tekstkritikkaran Bart Erhman og kristna trúarverjan William Lane Craig, í 2008, um uppreisn Jesusar, varpar eisini ljós á hvussu hesir bíbliukritikkarir veruliga hugsa. Í sínari roynd at afturvísa hendingini sigur Ehrman:
"I’m just going to say that miracles are so highly improbable that they’re the least possible occurrence in any given instance. They violate the way nature naturally works.What about the resurrection of Jesus? I’m not saying it didn’t happen; but if it did happen, it would be a miracle. The resurrection claims are claims that not only that Jesus’ body came back alive; it came back alive never to die again. That’s a violation of what naturally happens, every day, time after time, millions of times a year. What are the chances of that happening? Well, it’d be a miracle. In other words, it’d be so highly improbable that we can’t account for it by natural means. A theologian may claim that it’s true, and to argue with the theologian we’d have to argue on theological grounds because there are no historical grounds to argue on. Historians can only establish what probably happened in the past, and by definition a miracle is the least probable occurrence. And so, by the very nature of the canons of historical research, we can’t claim historically that a miracle probably happened. By definition, it probably didn’t. And history can only establish what probably did."
Við øðrum orðum, so eru 'undur' og ónátturligar hendingar ósøguligar, tí tær bróta við hvussu summi av okkum uppfata søguna, ella rættari sagt: hvussu summi av okkum vilja uppfata søguna og hvussu vit vilja at onnur eisini skulu uppfata søguna.
Ehrman fer so mikið langt sum at skjóta upp eitt alternativ til uppreisnina; tildømis at familja ella lærisveinar Jesusar møguliga stjólu líkið úr grøvini, sleipaðu tað við sær, vóru fangaðir av rómverskum vaktum, sum drupu teir og tveittu øll líkini, inkludera Jesus, í eina felagsgrøv. Læriveinar Jesusar mistóku seinni ein tvíburð Jesusar fyri at verða Jesus, sum íspann søguna at Jesus var upprisin.
Heldur Ehrman hesa skrønuna verða álítandi? Nei! Men kortini heldur hann hetta alternativi verða meiri sannlíkt og eftirfarandi enn frásøgnuna um at Jesus var upprisin.
Treiskni Ehrmans, er tí slett ikki dømi uppá sunnan kritik, ei heldur sunnan opinleika, men yvirskeptiskan hugburð, sum vil at søga og uppfatan av hendingum skal fella undir teir reglar, metodir og avmarkingar sum vanliga gudloysingar leggja í tess.
Trupuleikin við hesum er: eg eri ikki gudloysingur, enntá fleiritalið av íbúgvum jarðarinnar eru ikki gudloysingar, fleiritalið av íbúgvum Europas og tess lesandi eru heldur ikki gudloysingar og eru heldur ikki so anti og yvir óttaful fyri tí ónátturliga ella andaverðini. Hesir søguligu reglar, metodir og avmarkingar, sum nakrir naivir gudloysingar nærum krevja at ein og hvør skal boyggja seg undir, bara tí teir vilja uppfata søguna sín veg, galda bara ikki fyri meg.
Ehrman og aðrir bíbliukritikkarir, taka heldur ikki til eftirtektar at uppreisnar hendingin, var yvirførd í einari rabbinarmentan, eins væl og hon var niðurskriva í einari rabbinaramentan, tá ættarliðið í kendi Jesus og teirra lærisveinar og kenningar enn vóru á lívi. Søguliga sæð, upphevjar søguliga trúvirði í uppreisnini seg yvir láturlig alternativir og yvir hugburðin at frásøgnin má verða ein myta, eina tí at hendingin ikki hóskar seg okkara heimsmynd og teimum metodum og avmarkingum vit áseta fyri hvussu vit halda søga og hendingar skulu uppfatast.
Uppreisn Jesusar: reint íspinn ella søguligar ábendingar?
Tað stuttliga við hesum er, at tá ein hugsar um tær søguligu detaljurnar sum flokkast um uppreisnina, so er tað eitt lítið lop frá hesum til tað niðurstøðuna, at Jesus veruliga er upprisin. Einasta forðingin, er at hendingin er ónátturlig. Hetta er eisini grundin til, at nógvir main-stream søgugranskarir meta fleiri av detaljunum at verða sannlíkar, tó so at frásøgnin um uppreisnina má verða ósannlík. Flestu granskarir velja tí at verða agnostiskir um hendingina, vitandi og játtandi at okkurt hendir millum deyða Jesusar og uppruna Kristindómsins, tað vil siga, okkurt sum broytti alt, okkurt sum legði grundvøllin undir kristnu trúnnað, tað sum Dibelius, redaktiónskritikkarin kallar 'the historical kernal.'
Hesir serfrøðingar halda serstakliga framkomu Jesusar, eftir deyða hansara, verða av áhuga. Hesir velja vanliga ikki at forklára nátturuna aftanfyri hesar hendingar, uttan at tær vóru hendingar og at lærisveinar Jesusar vóru sannførdir um hesar hendingar.
Russel Shorto sum er ein skeptikari skrivar:
‘no one, not the most skeptical skeptic, denies that some of Jesus’ followers had an experience of him after his death. So who cares what form that resurrected being took’ (Gospel Truth, s. 208).
Bultmann sum pástóð at evangeliini einki høvdu at siga um veruleika, mátti somuleiðis viðganga, at lærisveinarnir vóru sannførdir at teir saman høvdu sæð Jesus:
"the fact that the first disciples came to believe in the resurrection and that they thought that they had seen the risen Jesus" (60).
Cairns, ein annar kritikkari, skrivar:
"had the disciples not been utterly convinced that the resurrection happened, there would have been no church" (160, David Cairns, A Gospel Without Myth, Bultmann’s Challenge to the Preacher, SCM Press Ltd, Bloomsbury Street London, 1960)
Við øðrum orðum, millum fleiri mainstream serfrøðingar, byggir uppreisnar frásøgnin ikki á íspinn, hvørki frá lærisveinum Jesusar ella frá kristna samfelagnum seinni í fyrsta árhundra, men á sannførðing teirra fyrstu ápostlana.
Hetta er grundin til, at Cairns fastheldur at kristna samkoman er grunda á tað sum eygnavitnir Jesusar vóru sannførd um og vóru sannførd um at tey høvdu sæð.
Raymond Brown sum eisini fylgir hesum hugsunnarhátti, meinar at kristna missiónin, vøksturin og evangeliumsboðanum, ongantíð kundi verði ígongdsett ella verði áhaldandi uttan sannførðingina at Jesus var upprisin (Brown, E. Raymond, 1973, The Virginal Conception & Bodily Resurrection of Jesus)
Ein kundi tí skoti upp, at elstu lærisveinar Jesusar møguliga íspunnu frásøgnina, vitandi at søgan vildi medvirka komandi kristnu trúboðanina.
Mainstream serfrøðingar, eru tó ikki samdir í hesum. Slíkt postulat tykist eina grynna um ein fastheldur seg til pástand Reimarusar, at lærisveinarnir høvdu tørv á uppreisn Jesusar grunda á verðsliga vinningin. Men neyvan er tað nakar sum í nútíðini vildi verði samdur við Reimarus. Og so var heldur ikki. Læra Jesusar leggur heldur ikki upp til slíkt. Kristna siðvenjan vísir á at allir hesir (frárokna Jóhannes ápostulin) liðu pínslaváttadeyðan. At liva sum lærisveinur Jesusar, førdi mikla líðing og elendigheit við sær; ein og hvør kristin var so mikið upplýstur um veruleikan. Og so var eisini lagnan hjá øðrum eygnavitnum og teimum ápostolisku lærisveinunum sum eftir komu.
Hetta hevur fingi mangan granskara at spyrja, hví hópurin av upprunaliga kristnu, valdu at doyggja fyri tað sum tey vistu verða eina lygn.
Sum bara styrkir forkláringina, sum flestu granskarar eisini mugu bíta í seg, at lærisveinar Jesusar, hesir sum pástóðu seg at hava sæð Jesus eftir deyða og uppreisn hansara, veruliga vóru sannførdir um at hendingin var verulig og sannførdir um tað í tí teir høvdu sæð.
Cairnley, eisini ein bíbliukritikkari peikar á ein aðra ábending. Hesin sum annars sáar iva um tómu grøvina, má tó fasthalda at tað finst betri próvtilfar fyri framkomu Jesusar, eftirsum hesin partur av evangeliumsfrásøgnini kann tíðarfestast tíðliga.
Her er talan millum annað um Fyrra Bræv Paulusar til tey kristnu í Korint, har hann skrivar:
"Tí eg lærdi tykkum sum hitt fyrsta tað, sum eg eisini hevði tikið við: At Kristus doyði fyri syndir okkara, eftir skriftunum, at Hann var jarðaður, at Hann reis upp triðja dagin, eftir skriftunum, og at Hann var sæddur av Kefasi og síðani hinum tólv; síðani varð Hann sæddur av meir enn 500 brøðrum ísenn--av teimum liva flest allir enn; nakrir eru sovnaðir; síðani varð Hann sæddur av Jákupi, síðani av øllum ápostlunum" (Fyrra Korint 15: 3-7).Paulus sipar her til fleiri møtir við lærisveinunum, og so til tann eina fundin har 500 lærisveinar vóru til staðar; teir flestu av hesum sum eisini liva, tá brævið verður skriva. Ivaleyst er hetta sama hendingin vit lesa um í evangeliinum, har í Jesus møtir teimum í Galilea (Matteus 28).
Tað áhugaverda við hesum tekstinum er, at brævið eru skriva um ár 50-51, tað eru umleið 20 ár eftir deyða og uppreisn Jesusar.
Tá Paulus skrivar hetta brævið, eru flestu av eygnavitnunum enn á lívið. Við øðrum orðum, kunnu hesi uppsøkjast og tráðspyrjast. Paulus umtalar enntá Pætur í hesum brævinum, sum ferðast í somu kredsum sum brævið verður sent til.
Fleiri gudfrøðiligir serfrøðingar, millum annað kritikarin Bart Ehrman, heldur at hendan keldan møguliga var givin Paulusi, á einum fundi við eygnavitnum í Jerusalem um ár 36, har millum annað Pætur ápostulin var til staðar. Í so fall stavar keldan frá tíðini beint eftir at Jesus reis upp.
Fyri at vísa hesum aftur, hava ávísir kritikkarir víst á, at talan kundi verði um eina hópa-yvirsjón, við øðrum orðum, at fleiritalið av lærisveinum sóu somu yvirsjónina samstundis. Hetta er evnið til eina aðruferð, men hesin pástandur er vorði afturvístur so tað forslær.
Tað eru aðrir granskarir sum ikki vilja gera so mikið burturúr nátturuni av hendingini, men heldur velja at samtykja at okkurt løgið er farið fram.
Ludemann, skeptikarin og ateisturin sigur:
"...it may
be taken as historically certain that Peter and the disciples had experiences
after Jesus’ death in which Jesus appeared to them as the risen Christ" (60).
Paula Fredriksen er av somu áskoðan:
"I know in their own terms what they saw was the raised Jesus. That’s what they say and then all the historic evidence we have afterwards attest to their own conviction that that’s what they saw. I am not saying that they really did see the raised Jesus. I wasnt there. I don’t know that they saw. But I do that as a historian that they must have seen something".
Paula Fredriksen er av somu áskoðan:
"I know in their own terms what they saw was the raised Jesus. That’s what they say and then all the historic evidence we have afterwards attest to their own conviction that that’s what they saw. I am not saying that they really did see the raised Jesus. I wasnt there. I don’t know that they saw. But I do that as a historian that they must have seen something".
Og fyri at taka samanum kunnu vit sitera E.P. Sanders
Skulu vit taka søguliga viðger til eftirtektar, og útilukka tað ónátturliga, so eru hesar søguligu detaljurnar aftanfyri uppreisn Jesusar.“…he was tried and crucified. Finally we know that after his death his followers experienced what they described as the resurrection: the appearance of a living but transformed person who actually died. They believed this, they lived it, and they died for it...That Jesus’ followers (and later Paul) had resurrection experiences is, in my judgement, a fact. What the reality was that gave rise to the experiences I do not know” (The Historical Figure of Jesus, s.280).
Óansæð um ein trýr á tað ónátturliga ella ikki, so er tað fyri summi eitt bitturt fakta at skula bíta í seg, at søguliga sæð, koma vit ómetaliga nær hendingini, so nær, at tað er torført at upphugsa onnur alternativ.
Hvør er so niðurstøðan?
Thursday, March 28, 2013
Ábendingar um mytiska jarðskjáltan í Matteusar Evangeliinum
Ávís vísindafólk halda seg nú kunna staðfesta at ein jarðskjálti veruliga rakti Ísrael, um tað mundi Jesus var krossfestur. Hetta verður sjálvsagt sett í samband við líðingarsøgu Jesusar, har í jarðskjálti rakti landið, eftir at Jesus dróg sín seinasta andadrátt.
"Tá skrædnaði forhangið í templinum í tvey, frá í erva líka niður ígjøgnum; jørðin skalv, og klettarnir klovnaðu" (Matteus 27: 51).
Bíbliukritiskir søgugranskarir, sum sjálvandi ikki vilja viðganga søguligar ábendingar til Bíbliufrásøgnuna, mugu nú ásannað, at Matteus møguliga hevur rætt í sínari frásøgn, at jarðskjálti møguliga rakti landið um hetta mundi, men halda tó nú, at Matteus heldur enn at frammleggja veruleikan, ivaleyst má hava ísett hesa møguliga veruligu hending í sítt evangeliið.
Hetta varpar eisini ljós á, tann oftani skeiva og motiveraða kritikkin, at ein eindømis frásøgn (hini evangeliini og søgan vita einki um hendan jarðskjálta), endiliga má verða rokna ósannlík.
Men alt hetta er vanliga tilgongdin í Bíbliukritikkinum! Har er tað ikki spurningurin um Bíbliutekstirnir møguliga eru søguliga sannir ella ikki, sum bergtekur, men heldur hugburðurin at hesir tekstir ikki mugu verða sannir.
Um ongar ábendingar vóru um hendan jarðskjáltan, vildu hesir verði skjótir við pástandinum, um at hetta er íspinn frá Matteusar síðu, ella sum onkur meiri konservativur høvundur hevur uppáhildi, at onkur verulig hending, møguliga er blanda við møguligum mytiskum keldum. Men nú í vísindaligar ábendingar finnast um jarðskjálta í Palestina, um tað tíð tá Jesus var krossfestur, eru hesir skjótir, at samanseta kritikkin við meiri konservativu niðurstøðuni og postulatera at Matteus ivaleyst hevur gjørt brúk av einari veruligari søguhending og hevur flatta hesa inn í sína søgufrásøgn.
Sum ikki einaferð, eru vit vitni til at søgugranskarir hava tørv á, at byggja teirra niðurstøður á egnu motivir.
http://www.kristendom.dk/artikel/465489:Globalt-nyt--Jordskaelv-afsloerer-aarstal-for-Jesu-korsfaestelse
Subscribe to:
Posts (Atom)











