Showing posts with label Eivind Ortind Simonsen. Show all posts
Showing posts with label Eivind Ortind Simonsen. Show all posts

Saturday, March 24, 2012

Q ástøði og tann Søguligi Jesus (eitt aftursvar til Eivind Ortind Simonsen)

Teksturin niðanfyri er higartil seinasta seinasta aftursvar mítt til Eivind Ortind Simonsen, í samband við ástøði um ‘Q’ og tann Søguliga Jesus. Eg valdi at leggja seinasta aftursvarið og eina leinkju til kjak okkara (sum tíðanverri inniheldur eitt sindur av moldkasti eisini) út á bloggin sum eitt innlegg. Orsøkin er at Eivind ivaleyst umboðar ein fleiriluta av føroyingum sum ikki hava innlit inn í granskingina og harvið bera uppá eina skeiva uppfatan av evninum.


Eivind skrivar:

“Mann grevur seg bert ígjøgnum tað, sum er viðkomandi. Tað mest viðkomandi eru staðfestar ástøðir og síðan koma hypotesurnar.

Tá tað umræður søguliga Jesus, so er Q keldan ikki serliga viðkomandi, tí hon kann ikki brúkast til at tíðarfesta nakað sum helst við. 'Q' er ein hypotesa…”

Høgni svarar:

Nei Eivind, hvussu ofta skal eg siga tað, Q er ikki ein hypotesa, Q er eitt ástøði. Og Q er viðkomandi í tí søgukritisku granskingini av tí søguliga Jesus, sum ivleyst fevnir um 80 prosent av viðgerðini. Sjálv søgukritiska bíbliugranskingin er hypotetisk og ástøðilig og er viðgjørd av serfrøðingum har teir flestu ikki eru kristnir. ‘Q’ sum eitt ástøði, hevur í løtuni ómetaligan týdning í hasum høpinum, har granskarir so sum Bart Ehrman m.a. uppfata Q, Markusar Evangeliið, ávís brøv hjá Paulus og Jóhannesar Evangeliið sum óheftar fyrsta árhundra keldur, sum eru grundleggjandi í granskingini av tí Søguliga Jesus. Men tað sum eg leggi dent á er, at ‘Q’ hevur bara ikki tann stóra týdningin fyri tann søguliga Jesus, tá vit viðgera (ikki hypotesurnar) men eisini tá vit viðgera tær søguligu keldurnar. Haldi ikki at Eivind hevur sett seg inn í hendan partin av granskingini.