Av onkrari orsøk hevur tað týdning fyri vinstravongin at kristin ikki verða rokna sum ein útsettur bólkur í einum samfelagið. Slíkt forvronglar opinbart 'politisku korrektu' myndina sum hesi pensla út fyri okkum.
Tá fleiri hundra kristin verða slátra í yvirgangs atsøknum, so velja hesi av somu orsøk ikki at nýta heiti kristin men í hesum føri 'easter worshippers'.
Hvat í allari tí víðu verð er ein 'páska tilbiðjari'?
Í einari tíð tá alt verður rokna sum áloypandi, vildi eg rokna slík úttalisir fyri at verði bæði stoyttandi, niðrandi og áloypandi. Mong av hesum vóru kristin, partur av kristna samfelagnum, sum samlast í samkomum/kirkjum í einum parti av heiminum har tey í løtuni eru undir stórum ágangi.
Ikki miðskilja meg, eg taki ikki undir við hesum offurluts átakinum hjá vinstravonginum, sum áhaldandi virkar fyri at vit framstanda við kensluni av at vit eru offur og at við tíðskil noyðast at proklamera og vinda okkum upp av nøkrum sum ber brá av órættvísi og ágangi men sum oftast bara er ein trendur og mangan ein bagatell; soleiðis verður individi í hvussu er liggjandi í offurstøðuni heldur enn at vinna seg burturúr henni.
Okkurt fortelur mær tí at Sekulera Humanisman ongantíð megnaði at seta menniskja á trónu Guds, men heldur megnaði at veita okkum ein áhaldandi offurleiklut og at gera hvønn einstakan av okkum til offur. Uttan Gud gerast vit opinbart trælir av okkum sjálvum og gera síðani onnur til trælir grunda av okkara luti sum trælir.
Tí eyðsæð er tað at verður ein uppfleskaður við kensluni av at ein er eitt offur, verður ein verandi eitt offur.
Okkurt fortelur mær tí at Sekulera Humanisman ongantíð megnaði at seta menniskja á trónu Guds, men heldur megnaði at veita okkum ein áhaldandi offurleiklut og at gera hvønn einstakan av okkum til offur. Uttan Gud gerast vit opinbart trælir av okkum sjálvum og gera síðani onnur til trælir grunda av okkara luti sum trælir.
Tí eyðsæð er tað at verður ein uppfleskaður við kensluni av at ein er eitt offur, verður ein verandi eitt offur.
Eg haldi tó at eitt so mikið víðgongt kulturelt og politiskt rák sum nútíðar vinstravongurin (í ávísum støðum) við sínum aggresiva offur forsprákan átti at viðurkent bólkar í ávísum samfeløgum sum veruliga eru útsettir; eitt nú sum í hesum føri, kristin í Asia og tí muslimska heiminum (aðrir bólkar finnast eisini).
Hetta nútíðar rákið sum eg her ditti mær at kritisera hevur so mangan víst seg í veruleikanum ikki at hava nakran moralskan grundvøll, og tess tolsemi og hugurin at hjálpa og náa út tykist mangan heldur verða grundaður á trendin í rørðsluni og nútíðar tíðarandan heldur enn á grundleggjandi virði menniskjans. Hetta forklárar hví ein ensk, ung, hvít genta í er systematiskt neyðtøku offur hjá einum islamskum grooming banda ongan týdning eigur í huganum hjá vinstravendum miðlum og politikarum, meðan ein flótti í hevur verði virkin í ISIS ella ein afturvendandi ISIS stríðsmaður far umsorgan og gull og grønar skógir í teirri vón um at vit fáa tøkk og kærleika endurgoldi.
Tó, lívið er ein harður lærumeistari og eitt hevur lívsins gongd lært meg, at ein meining er við øllum. Hvør veit, kanska hesin hugburður hevur sunna ávirkan og verður við til at andaliga og persónliga stimbra okkum kristnu í eini tíð har ágangur móti kristnum minnilutum vindur uppá seg og kanska í framtíðini spreiðir seg, alt meðan hann mest møguligt verður fjaldur yvir, og óansæð tá offurkenslan generelt er valdandi og hálova, og vit sum kristin tá heldur enn at fylgja streyminum kunnu síggja okkum sterk og sigrandi og harvið eisini standa sigrandi.