Tuesday, April 23, 2019

Paludin ella Koranin???




Paludin verður álopin, fordømdur og bannaður fyri at kritisera Islam og Koranina. Fólk, muslimar gerast illir, sum er væl skilligt og veruleikin er at kristin eisini gerast sorgarbundin og ilsk tá Jesus verður spottaður og ateistar flippa vanliga út tá vit seta spurningar við teirra áskoðan.
Vit kunnu hava ymiskar meiningar um hettar, eins og vit kunnu hava ymiskar meiningar um at islamskir ISIS felagskapir sluppu at skipa fyri tiltøkum á Rádhuspladsen uttan stórvegis politiskan kritik.
Men í hesum føri masjerar ein hópur av muslimum á gøtuni fyri alment at æra og proklamera Koranina og so enntá á degnum tá vit minnast deyða Jesusar.
Slíkt far meg at kóka eitt sindur (skal eg verða erligur), og eg vænti at slíkt far ein og hvønn sum hevur liva undir islamskum valdi uttan at verða muslim at kóka og tað áttu vit øll at duga at skilt, um vit hava nakað at hugsa við.
Eins og við provokatión Paludins har eg væl skilji reaktiónina, átti hetta líkaleiðis at gjørt meg og mong onnur við mær ørkymla og kanska ill og eg vildi ynskt at hetta var møtt við onkrari reaktión frá vanligum danskum borgarum.
Koranin er annars bókin sum umtalar kristin og jødar sum tey ringastu av øllum skabningum og gevur boð um deyða yvir tey vantrúgvandi (gudloysingar, hinduar og buddistar) og álop og blóðbað yvir tey sum ikki fylgja Islam og harnæst kúgan móti teimum sum liva undir Islam og sum ikki hoyra til tess religiøsa flokk.
Ikki fyri at gloyma at Koranin gevur boð um at krossfesta mótstøðufólk, at høgga av armar og bein av teimum sum ikki halda tess lóginr, at taka trælir, at hava kvinnuligar sex-trælir, at neyðtaka kvinnuligar krígsfangar (konur og gentur sum siga eftir at menninir eru deyðir ella í fangaskapi), at gifta seg við smágentum, at buka konur, at bróta sáttmálar og avtalur, etc.

Hetta eru annars alt evnir sum Amnesti International, feministar og hjálparfelagskapir royna at stríðast ímóti.
Í stuttum halda eg tað verða eina vanæra móti tí vanliga danskaranum tá slík bók alment verður proklamera gjøgnum gøturnar í Keypmannahavn, og so enntá millum tey menniskju sum bókin eggjar tess eftirfylgjarum at hata og gera seg inn á; ikki tí at flestu muslimar hava slíkt í huga og mong eru neyvan upplýst um læruna í Koranini.

Eg eri ikki av tí uppfatan at slík gonga eigur at verða steðga, líkaleiðis sum eg haldi tað verða brot á frælsi okkara at forða framferðini hjá Paludin (hvør so enn okkara hugsan er um mannin), men at hugsandi menniskju eiga at sleppa og tora, alment, at seta neyðugu spurningarnar.