Eg fari ikki at bólka allar ateistar undir hetta rákið (langt frá), men talan er um slagið av einum vaksandi rákið, og fyri at siga tað milt, eitt ómetaliga ósømuligt og hatafult rák, sum eisini videoløgini niðanfyri er snøgt dømi uppá.
Hetta er so Tim Minchin, ein kendur australskur sangari, skemtari og fjeppari av Richard Dawkins.
Minchin er komin við absurdum úttalisum sum tildømis:
"If you apply doubt to anything...the whole religion thing is obviously a fantasy."
"Science adjusts its views based on what's observed. Faith is the denial of observation, so that belief can be preserved."
Veit ikki um Minchin torir at nýta somu yvirskepsis um ateistisku heimsmyndina (eina tilveru uttan Gud)? Kundi tað hugsast at enntá ateisma hevði opinbera seg at verði ein ynskihugsan, dømi uppá villasta menniskja hugfloð? Eg meini so við, støði er ikki hægri enn at hesir samanbera hugtakið um Gudin við spagettu ódjór, flúgvandi tekannir og eitt slag av einum supermanni, sum eigur at reika runt í luftini.
Og hvat meinar maðurin við, at trúgv er ein avnoktan av tí sum vit eygleiða?
Sum sagt er tað eingin loyna, at Minchin fjeppast í Dawkins og hetta ljóðar enntá sum Dawkins:
Men aftur til Minchin. Bæði videoløgini hjá Minchin, umboða ivaleyst tað sum vit kristnu og nógvir aðrir teistar vildu rokna sum ósømuligt, har í Minchin í tí fyrra tykist skammast við mannfólkahugburðin til kvinnuna (tað er samtykt), men fyri síðani at venda álvara til eina joke. Sangurin inniheldur kortini sonn fakta um heimsins neyð og elendigheit, sum vit ivaleyst øll hugsa um, men sum nærum eingin ger nakað við. Kann tó kortini ikki lata verða at hugsa, hvussu Rebecca Watson (í einum gudleysum høpið) vildi tikið sumt av hesum upp:
http://kristindomur-svarar.blogspot.com/2012/11/gudloysi-kvinnan-og-sjalvsviri.html
Seinna videolagið er grov háðan av pávanum; tað skal Minchin sjálvandi hava loyvi til.
Pávadømið hevur sjálvandi gjørt hópin av feilum (í dag somuleiðis). Tó so, at ein eisini má bíta í seg, at pávadømið gjøgnum øldirnar, hevur avrikað hópin at øllum tí góða ein kann hugsa sær. Skal eg samanbera ateistiska rákið við pávadømið í seinasta árhundra, so stendur kanska Katólska kirkjan, óansæð tess mongu feilir, heldur týðiligari fram sum tann sociali vitin og vinur menniskjans.
No comments:
Post a Comment
Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.
Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.
Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.