Tað sum vitast kann um Gud liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert. Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan (Rómbrævið 1: 19-20)
Youtube: Faroe Apologetik
Wednesday, January 30, 2013
Gudloysingar sum inntreingja
Thorkild Grosbøll er danskur prestur sum ikki trýr á Gud og ikki heldur tað verða neyðugt, sjálvt um ein hevur leiðandi og ávirkandi starv innan fólkakirkjuna. Víðari heldur Thorkild tað verða rætt, fyri sítt viðkomandi, í einum kristnum konteksti, at framleggja eina heimsmynd av Kristindóminum, sum ikki inkluderar tað ónátturliga.
Grosbøll grundgevur fyri hesum, við at sundurskilja indre missiónska áskoðan frá Fólkakirkjuni.
Hví er so talan um inntreingjan?
Her mugu vit ivaleyst nógv longur aftur í tíðina, tá vanliga menniskja var meiri religiøst og prestaskapur somuleiðis.
Í 17-18 øld, broytist hetta, ikki bara millum luteranarir, men eisini millum tey kristnu aðrastaðni í Europa og USA, har í deistar og gudloysingar tóku sæti í teologiskum setrum og fóru at smíða ástøðir og metodir við tí endamálið at framala ein nátturulistiskan Kristindóm, eina teologiska heimsmynd, sum í dag er meiri ella minni galdandi, í kanska flestu statskirkjum og kristnu umhvørvum.
Tað er neyvan nøkur loyna at hendan ávirkanin hevur havt til endamáls, at mergsúgva styrkina úr Kristindóminum innanfrá og oyða tess kristnu ávirkan út til samfelagði.
Grosbøll, talar enntá um hesa inntreingjan sum dømi uppá sunnan opinleika. Eg eri ikki samdur! Allir samfelagsbólkar, allar áskoðanir hava ein miðdepil sum ikki er opin, har tey samdu, í einleika, kunnu styrkja og mennað bæði áhugabólkin og áhuga. Tildømis fer eitt garva sambandsfólki ongantíð at fáa ein týðandi sess í Tjóveldisflokkinum, ein teist fer ongantíð at fáa leiðandi sessin í einum sekulerum humanistiskum bólkið, ein anti-samkyndur forprákari fer neyvan at fáa leiðandi ávirkanina í LGBT.
Um so var, kundu hesi ivaleyst vart sína støði við pástandinum, at hesi í allari erligheit ikki kundu annað, enn at hildi seg til tað áskoðan sum tey hildu hava sterkasta grundvøllin. Men ein kundi eisini hildi fyri, at hesi heldur áttu at funni sítt rætta stað og áhugabólk.
Við øðrum orðum er Thorkild Grosbøll, dømi uppá gudleysa inntreingjan og hann er so langt frá tann einasti.
Fyri neyðini at tað gerst ein vaksandi trendur, at kirkjur og tey sum søkja kirkju embætir, ynskja at persónlig trúgv verður ein absolut neyðug treyt, um ein skal hava nakran myndugleika og nakra ávirkan í einum kristnum áhugabólkið.
http://www.kristeligt-dagblad.dk/artikel/495295:Kirke---tro--Grosboell---Troende--praester-har-intet-med-kristendom-at-goere
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment
Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.
Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.
Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.