Tuesday, December 18, 2012

Um ateisma er sannlík...


Fyri nýðliga á facebook, gjørdust vit enn einafer vitni til, at radikalir ateistar brokkaðu seg um kristnar høgtíðir so sum jól, páskir etc. Hetta fekk meg at hugsa eitt sindur.

Um gudleysa heimsmyndin er sannlík, so kunnu vit best lýsa hana í orðunum hjá William Provine:
Tað eru eingir gudar, einki endamál, einki sum vegleiðir okkum…einki absolut fundament fyri etik, eingin meining við lívinum og heldur ikki fríður vilji’
Tey flestu vildu ivaleyst verið samd í, at hetta vildi verið ein vemmilig dimmensión, ein tilvera, har tað eina ræður um at yvirliva, grunda á bera sjálvsøkni. Tað er sjálvsagt, um lív í sær sjálvum, í slíkum høpið hevur nakran týdning yvirhøvur; nú pástanda ateistar jú eisini at vit menniskju, ikki eru annað enn partur av kosmologiskum burturkasti, dálking:

http://kristindomur-svarar.blogspot.com/2012/09/tu-dalking.html

Tað er í hesum høpinum at Richard Dawkins lýsir menniskjan sum maskinur:
We are survival machines—robot vehicles blindly programmed to preserve the selfish molecules known as genes. This is a truth which still fills me with astonishment’ (x).
Eg spyrji tí sjálvandi: hvat viljir hesir við jólum, høgtíðum, frídøgum, etc?

Um ateistiska heimsmyndin var sannlík, so vildi døpurheitin omanfyri verið tann bitri veruleikin, sjálvt um eg heldur ikki síggji hvussu nøkur menniskjalíknandi maskina, kundi uppstaði og ment seg í slíkum meiningsleysum og kaotiskum umstøðum. Slík desperat hugsan, átti ivaleyst heldur at bólkast undir science fiction.

Tó so er hetta ikki veruleikin og eg haldi at ateistar hava varnast tað. Tí heldur Dawkins at EG, tað vil siga persónurin, møguliga hevur ávíst hegni og tí megnar at standa ímóti nátturligu tilgongdini og fara aðra kós, nemliga at hugsa og liva moralskt og etiskt. Við øðrum orðum, kann EG møguliga velja at ávirka maskinuna, at maskinan ikki altíð aktar eftir vilja og tilgongd arva eginleikana:
‘…we may at least have the chance to upset their designs, something which no other species have ever aspired to do…Our genes may instruct us to be selfish, but we are not necessarily compelled to obey them all our lives’ (3).
Hví heldur Dawkins hetta verða neyðugt:
This gene selfishness will usually give rise to selfishness in individual behavior (2)… a human society based simply on the gene’s law of universal ruthless selfishness would be a very nasty society in which to live. But unfortunately, however much we may deplore something, it does not stop it being true (3)'.
Við øðrum orðum, eitt slíkt samfelag, hevði neyvan verið livandi í og tí er tað avgerandi at persónurin 'EG' eisini spælir ein týðandi leiklut. Her roynir ateisturin so at skapa neyðuga javnvágin, so at heimsmyndin ikki sær so ótespulig út.

Tó so megna Dawkins og aðrir ikki at snúgva seg undan ávísum trupuleikum; í løtuni hugsi eg um tveir.

Tann fyrri er vandin sjálvur, hesin er líkaleiðis til staðar og ein má jú taka orðini hjá Dawkins og Provine til eftirtektar:
…einki snið, einki endamál, hvørki gott ella ilt, einki uttan blind, eirindaleys líkasæla.’
‘Tað eru eingir gudar, einki endamál, einki sum vegleiðir okkum…einki absolut fundament fyri etik, eingin meining við lívinum og heldur ikki fríður vilji’.
Um omanfyri nevndu døpru hugsjónur um lív og tilveru eru veruleiki, so eru jú eingir absoluttir reglar fyri at eg absolut má og skal fara hesari nátturlig tilgongd ímóti; tilveran umboðar jú hvørki gott ella ilt, eingi absoluttir og onga veruliga meining.

Tað vil siga, um gudleysa heimsmyndin er sannlík, hví skuldi ein ikki havt loyvi til at sigla egnu leiðir: at drepa, horast, misbrúka børn, verða makanum ótrúgv/ur, hata og gera seg inn á aðrar rasir?

Eg meini so við, ein hevur jú eitans 70 ár, tað er um ein er hevur eydnuna við sær og ikki hevur drukki og roykt seg í hel, og hesi, sum gerast offur fyri tínum sjálvsøkni, eru jú ikki annað enn apu-maskinur, tilvildarligt evnið, tilvildarliga produsera úr kosmologiskum burturkasti. Teirra sorg, pína og deyði, eru jú ikki annað enn maskinur í útloysa kemiskar reaktiónir.

Ella hvat?

Í hvussu er, lýsir hetta, hvussu ateisma kann mynda ein hugburð og eitt samfelag, sum mannaættin eisini var vitni til í seinasta árhundra og sum vit enn sjokerandi mugu líða á, tá vit hoyra tíðindir úr millum annað Norður Korea.
Har sum ateistisk ávirkan hevur lagt grundvøllin ella er partur av grundvøllinum í politiskum valdið, hevur fylgjan vanliga verði hópdráp, fangatippir og kúgan.

Sigur hetta ikki alt?

Í hesum førið er yvirdrivna satiran niðanfyri neyvan heilt við síðuna av:


Vísindin hevur unt okkum vitan um Mars og ateisma hevur drigi menniskju inn í ræðuleikar Gulags!

Men Dawkins, hevur í hvussu gjørt vart við 'EG', og hvør og hvat EG so enn er, so kann EG hevja meg upp um tilgongd nátturuna. Við øðrum orðum, menniskja inniheldur tað, sum ikki nýtist at verða kúga undir trældóminum av evnið og orku. Hetta EG, er persónurin sum vil, sum kann velja, hugsa, filosofera, taka avgerðir, skapa, søkja, angra, virðismeta.

Her uppstendur tó næsti trupuleikin: kann ein maskina hava slíkt hegni uttan so vitan eisini er íblanda?

Sjálvsagt, um ateistiska heimsmyndin er sannlík, so vildu hesi verið úrslitini íbirt av einari maskinu, men hvar í, liggur so persónurin lýstur omanfyri? Og um so var, at hesi eina eru kemiskar reaktiónir og impulsir, hví so yvirhøvur taka til eftirtektar Dawkinsa niðurstøðu og áheitan, um at vit, 'EG', kann og kanska burdi umhugsa, ikki at lata maskinuna verða stýrda eftir kúgandi motivum arva eginleikana?

Ein kundi kanska enntá tikið til eftirtektar argumentið hjá Mike Harris, at menniskja sum hevur roynt tað absolut ringasta, av somu orsøk hevur hegni til og alla orsøk at uppná tað absolut besta. Men frá og í hvørjum kann ein tilvildarlig maskina uppnáa slíkar sjálvs innbygdar eginleikar? Og um so var, á hvønn hátt tryggjar hetta, at menniskja hevjar seg upp um vald arva eginleikana? Fara vit skeiv í at siga, at týsku nazistarnir ikki høvdu fyri eyga ein perfektan heim, sum tó førdi við sær neyðugu kúganina og útruddanina av teimum, sum gjørdu hetta utopia til ein óveruleika, í hvussu er eftir tí nazistisku hugsjónini at døma?

Og hvussu hóskar hetta við persóninum seg yvirhøvur, inn í eina ateistiska dimensión, har vit eru apu-maskinur, produktir av dálking, sum hava uppruna í meiningsloysi, og kanska best kunnu lýsast sum kosmologisk mistøk?

David Wood ex-ateistur og trúarverji viðger hetta ómetaliga væl í sjónbandinum niðanfyri:


Sum menniskju standa vit við einum valið. Ateisam tryggjar ikki virði av menniskjanum ella tryggleikan av einum samfelagið, tvørtur ímóti. Slíkur hugburður og uppfatan, hevur og fer altíð at føra til deyða, oyðan, kaos og meiningsloysið, hvussu hesir talsmenn ateismunar, so enn royna at pynta uppá bumbuna. Hetta er jú nátturan í ateismuni, reint meiningsloysi, ber orku og bert evnið.

Og neyðars menniskja, sum hesir forsprákarir, fyri hesum vitloysi, hava bólka sum eitt djór av einari maskinu. Neyðars menniskja sum ikki megnar at upphevja seg frá slíkum niðrandi støði. Bertrand Russell sigur tað ómetaliga væl:
I do wish I believed in the life eternal, for it makes me quite miserable to think man is merely a kind of machine endowed, unhappily for himself, with consciousness.
http://en.wikiquote.org/wiki/Bertrand_Russell

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.