Saturday, August 17, 2013

Drepa nýføðingar???


Drepa smábørn???...helt tey siga at okkara samfelag hevði útvitkla seg til nakað betrið, moralskari, frælsari.

Men nú kom tað. 

Hetta er tað sum eg bara havi bíða eftir og úttala meg negativt um í meiri enn eitt ár, samstundis sum ateistar hava kalla meg óerligan og svakan.

Vælkomin til eitt gudleyst samfelag, har vit nú møguliga skjótt kunnu drepa okkara børn (upp til ein vissan aldur).


Í hvussu er, eru vit nú komin so langt á mál, at hesir etisku heimspekingar eru komnir til niðurstøðuna, at munurin á at drepa eitt óføtt barn og at drepa ein nýføðing er møguliga nærvið null.

Nær fara vit at vakna upp og lukta kaffi?


http://www.telegraph.co.uk/health/healthnews/9113394/Killing-babies-no-different-from-abortion-experts-say.html

Vit eru fiskar...sigur gudloysingurin


Friday, August 16, 2013

Filmurin hjá Ray Comfort 'Evolution vs. God'


So kom filmurin 'Evolution Vs. God' hjá Ray Comfort út. 

Comfort er ikki nakar vísindamaður og hevur áður gjørt onkran brølara í sínum royndum at vísa darwinistunum aftur. Tað eigur tí ikki at koma sum óvart á okkum, at ávíst sum maðurin kemur inn á í hesum filmi, ivaleyst fer at verða víst aftur (í hvussu er í teoriðini).

Tó so er hetta ikki ein vánaligur filmur. Hugsi kanska serstakliga á tað fokus sum er á úttalisini hesum hjá darwinistum og gudloysingum, professarum og teirra næmingum og hvussu hesir halda heimin og tilveruna henga saman.

Í filminum vil Comfort hava hesar gudloysingar at vísa á observandi núverandi, verulig empirisk 'evidence' fyri at eitt slag av onkrum livandi, broytir seg til eitt annað; men hetta tykjast hesir gudloysingar hava torført at svara upp.

Tað sum ikki kemur óvart á meg er, at næmingar blint tykjast trúgva tí sum teir hoyra og lesa og at summir av hesum forsprákarum fyri menningarlæruni, ikki hava ánilsi fyri hvar teir veruliga standa. 


Stuttligt eisini, at hoyra MA næmingar greiða frá øllum hesum, uttan at verða í verjustøðu; stuttligt tí hetta verður orða væl øðrvísi enn teir setningar vit vanliga lesa frá føroyskum ateistum, í royna at verja teirra sjónarmið.

Áhugavert eisini at hoyra ein av forsprákarunum fyri UCLA pástanda, at skúlar í USA loyva ávirkan av ID (Intelligent Design), sum er kolasvørt lygn.

Tann veruliga óhugnaliga síðan við filminum, er ávísanin til moral og etik, sum tykist verða ávirka av gudloysu heimsmyndini; tildømis verður menniskja ikki hildi at hava meiri virði enn ein hundur; 4 av teimum sum spurgd vóru, søgdu seg heldur vilja bjarga teirra egna hundi enn teirra nábúgva, um nábúgvi og hundur vóru við at drukna.

Hetta eigur heldur ikki at koma so óvart á okkum, tá hugsa verður um, at menniskja í veruleikanum eru fiskar, sum gudloysingurin PZ Myers eisini hentydar til í filminum; og tá gevur tað meninig, sum onkur av hesum eisini hentydaði til, at hetta skyldast menningarlæruni og av at nátturan er valda av 'survival of the fittest.

Filmurin fer komandi dagarnar og vikurnar ivaleyst at verða demoniseraður so tað forslær, men alt hetta stendur tó eftir. Og so kunnu vit sjálvandi spyrja okkum sjálvi, hvat ein gudleysur hugburður og hugsjón hevur at bjóða okkara samfelagið?

http://www.youtube.com/watch?v=U0u3-2CGOMQ

Thursday, August 15, 2013

Gud og Stephen Hawking

Stephen Hawking er kendi fysikarin sum vit síggja sitandi í rullustólið og tosa gjøgnum eina teldu. Hetta eigur tó ikki at lumpa okkum, maðurin er eitt satt flogvit og ein av heimsins gløggastu vísindamonnum.

Hann er eisini tann sum hevur gjørt øll í ørviti við sínum úttalisum, um hann (Hawking) heldur Gud verða neyðturvilligan og hansara eksistens verða logiskan ella ikki.

Seinastu tvær bøkurnar kundu títt uppá at Hawking tekur avstand frá Gudi ella flýggjar frá Gudi.

Hetta við 'flýggjan' sigi eg, tí maðurin leggur upp til slíkar pástandir so sum, at alheimurin byrjaði uttan at byrja og at alheimurin uppstóð orsaka av 'gravity' (um eg skilji hann rætt).

Ex-konan hjá Hawking var tó sannførd í, at Hawking við sínari vitan og óansæð sínum trupla lívið, veruliga trúði á Gudin; ivaleyst kunnu vit sitera Fred Hoyle tá hann sigur at Gud valdar tonkunum hjá vísindafólkunum meiri enn hjá prestunum.

Monday, August 12, 2013

Hví eg sum kristin ikki luttók á Faroe Pride


Fyri stuttum løgdu limir í LGBT eina grein út um Matthew Workman, ein mormonara, sum luttók í einari ‘gay pride' skrúðgongu, og sum í løtuni eggjar øðrum mormonum og eisini kristnum til at luttaka og eisini at broyta hugburð mótvegis samkyndum.



Umsetta greinin við heitinum: ‘Hví eg luttók í Pride skrúðgonguni, og hví tú eisini áttið at komið við’ tyktist vera ein innbjóðing til føroysk kristin um eisini at luttaka og ein frágreiðing um, hví kristin sambært bíbilskum sjónarmiði kunnu luttaka.

Hetta skrivið hjá mær er ein viðmerking til nakað av innihaldinum í greinini. 

Men áðrenn eg viðmerki, vil eg fyrst siga: Takk fyri innbjóðingina.

Eg eri partvíst samdur við viðkomandi (Matthew Workman), sum hevur skrivað greinina. Tey kristnu eru ongastaðni (í Bíbliuni) eggjað til at kúga, døma ella hata samkynd, eins og vit ikki er eggja til at kúga, døma og hata menniskju sum heild. Somuleiðis eri eg samdur í, at tey, sum eru við til at kúga síni medmenniskju, eitt nú samkynd, koma í høpinum av ‘Ríkið Guds’ (sum kemur) einaferð at standa til svars fyri hægru maktini. 
Soleiðis skal kristindómur ið hvussu er skiljast. Tí verður í hesum sambandi ikki sipað til Móselógina - ein lóg, sum varð givin øðrum fólki í øðrum andaligum tíðarhúshaldi, í aðrari tíð og undir øðrum umstøðum - men læru Kristindómsins og Nýggja Testamentis, sum er til okkum kristnu ídag, allastaðnis.

Tó (og her kemur tað partvísa inn) merkir hetta ikki, at kristin eiga at taka undir við samkyndum lívsstílið, geva skarvin yvir fyri at vera politiskt røtt ella luttaka í LGBT skrúðgongum.

Hví?

Jú, sum tey flestu ivaleyst hava fatað, so hava Jesu eftirfylgjarar bæði persónin Jesus Kristus og Ný Testamentligu skriftirnar sum útgangsstøði; lív okkara er tengt at læru og fyrimynd Jesusar og læru ápostlanna, og henda fyrimyndin og hesar skriftir fevna ikki um gudfrøði eina, men eisini um lívsstil, moral og etikk.



Sum eg longu havi víst á so lærir fyrimynd Jesusar okkum, at vit ikki eiga at vera fordømandi. Í sínari tíð hugdi Jesus ikki hyggja niður á syndarar (og tá eg nýtið orðið syndari í hesi grein, er tað ikki specifikt eitt skot eftir samkyndum) og so kunnu vit sjálvandi spyrja okkum sjálv, hvussu vit skuldu kunnað annað. Bíbliunnar læra lýsir, at hvørt menniskja av nátturu er syndigt og harvið óskikkað at hyggja niður á onnur, meðan hesin Jesus eftir læru Bíbliunnar ikki verður roknaður sum syndari. 
Og tó síggja vit ikki Jesus døma, gremja seg ella ikki umgangast syndarum. Tvørtur ímóti síggja vit Jesus javnan sita saman við teimum sum tey tátíðar religiøsu úr fyrstu øld hugdu niður og ikki bara valdi hann at umgangast tey, men enntá eta og drekka í teirra samfelagi, eitt eyðkent jødiskt tekin í fyrstu øld um, at tað hesi vóru góðtikin og ikki hugd niður á við fordøming.

Tískil koma her dømi um, at Jesu eftirfylgjarar eiga hava sama hugburð, og ávaringin um, at tey, sum døma, skulu sjálvi verða dømd:

"Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd!” (Matteus 7: 1)

Jesus dittaði sær enntá at orða seg soleiðis:

Jesus segði við teir: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tollarar og skøkjur fara fyrr inn í ríki Guds enn tit!” (Matteus 21: 31)
Orð Jesusar tala fyri seg, tað tykist ofta lættari hjá hesum óheiløgu og óreligiøsu at ganga inn í Ríki Guds enn hjá religiøsa fanatikaranum (og enn einaferð 'óheiløg' og 'óreligiøs', eru í hesum høpið ikki ein specifik peikan eftir samkyndum).

Tískil tekur Jesus eisini mangan meiri dýran til og slær nógvar ferðir meiri niður á hesar religiøsu fanatikarir enn á tann opinlýsa syndaran.

Tá ið tað er sagt, er tað harnæst av týdningi ikki at missa fulla samanhangið, tí her er tað, at tey mongu velja at vera nøgd við avmarkaðan bíbliukunnleika, samstundis sum tey nokta at hyggja nærri at fullu læru og hugburði Jesusar. 

Latið okkum fyrst taka fyrimyndina Jesus – hesin, sum javnan át og drakk við syndarunum, og sum vísti okkum á ein ófordømandi hugburð. At Jesus var góður við syndaran, kemst ikki uttanum, men hetta merkti kortini ikki, at Jesus jaliga góðtók lívsførslu syndarans. Til dømis tosar Jesus harðliga ímóti hori, lystum eygnanna (t.d. at hyggja at øðrum við girndarhuga, nakinmyndir o.s.fr.), dráp, vreiði, hatur, hjúnabandsbrot o.s.fr.

Listin yvir ymiskar syndir, sum Jesus einaferð setti upp, sum Markus hevur endurtikið í sínum Evangeliið, ivaleyst frá Pæturi ápostli, ljóðar: “Siðloysi, stuldur, manndráp, hor, havisjúka, óndskapur, svik, skammloysi, øvund, spottan, hugmóð, fávitska” (Markus 7: 21-22).

Hetta  yvirlitið rakar hvønn einstakan av okkum og øll sløg av fólki og hesi, sum Jesus var góður við, men hvørs lívsførslu hann samstundis talaði ímóti.

Við øðrum orðum: skøkjan og tollarin, sum hava lættari við at koma inn í Ríki Guds enn religiøsi fanatikarin, trína ikki inn í hesa sælu, tí tey hykla minni, men tí tey mangan hava lættari við at umvenda seg, og umvending er kravið.

Jesus segði við teir: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tollarar og skøkjur fara fyrr inn í ríki Guds enn tit!
Tí Jóhannes kom til tykkara á rættvísivegi, og tit trúðu honum ikki; men tollarar og skøkjur trúðu honum; og tóat tit sóu hetta, angraðu tit tað kortini ikki aftaná, so tit trúðu honum’ (Matteus 21: 31-32).

Hesi sum trúðu Jóhannes umvendu seg og vóru doypt.

Tað eigur tí ikki at koma dátt á okkum, at Jesus eisini lýsir hesi, sum hann hevur verið góður við, sum hann ikki hevur dømt og sum hann hevur etið og drukkið saman við, eisini við neiligum orðum, eins og hann ger við hyklandi religiøsa fanatikaran:

“Stríðist fyri at koma inn um hitt tronga portrið! Tí mong, sigi eg tykkum, skulu royna at koma inn og ikki koma…Tá skulu tit fara at siga: ‘Vit ótu og drukku fyri eygum Tínum, og tú lærdi á gøtum okkara’! Men Hann skal svara: ‘Eg kenni tykkum ikki, hvaðani tit eru; farið burt frá mær, øll tit sum gjørdu órætt…’! (Lukas 13)

Greinin, sum eg her svari aftur, rakar harvið langt við síðuna av, tá hon leggur upp til, at tú dyrkar Gud, um tú luttekur í skrúðgongum sum Faroe Pride, og tað enntá fyri tína trúgv (ivaleyst sipað til kristna trúgv). Hetta gevur onga meining í kristnum høpi, har lystur samkynda eins og ymisk onnur tráan skilir seg frá tí lívsstíli, sum verður álagdur okkum.

Jú, tú dyrkar Gud, um tú elskar samkynd, eins og tú eisini elskar øll tíni  medmenniskju. Tú dyrkar Gud, um tú ikki hyggur niður á samkynd ella fordømir og háðar tey, eins og tú somuleiðis dyrkar Gud, um tú ikki dømir og háðar onnur medmenniskju.

Men tú dyrkar heldur ikki Gud, um tú tekur undir við samkyndum lívsstíli, eins og tú heldur ikki dyrkar Gud, um tú tekur undir við øðrum, sum Nýggja Testamenti forbjóðar.

Brot úr Bíbliuni, so sum: ‘dømið ikki’ ella ‘elska næsta tín sum teg sjálvan’ ella ‘alt sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu eisini tit gera teimum’ merkja ikki, at tann kristni neyðturviliga skal taka undir við øllum, sum næstin ger. Havast skal í huga, at setningurin: “elska næsta tín sum teg sjálvan”, stendur saman við “elska Harran Gud tín av øll hjarta tínum”; har Jóhannes ápostulin í brævi sínum skrivar, at: “Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara”.
Boð Guds fevna um hópin av góðum gerðum, positivan hugburð, sterk hjúnabond o.a, men eisini um ávísan atburð, lívstíl og hugburð og gerðir og lívsførðslu sum ein skal taka avstand frá.

Tað er tí høpisleyst at nýta sum grundgeving fyri, at kristin skulu fara á Faroe Pride, at onkur mormonari er vorðin meiri opinsinnaður, ella at nøkur kristin hava ment seg úr fornøldini. Tað er høpisleyst, av tí at hesi fara ímóti tí læru, sum Bók teirra kristnu ásetur og hesi umboða tí slett ikki tað trúgv og tey virðir, sum kristindómurin upprunaliga stendur fyri.

Talan er her um slík, sum sundurpetta kristindómin fyri at hann skal hóska seg einum og hvørjum tíðaranda. 

Um kristindómurin skal skerjast fyri at toknast hvørjum Peri og Pól, Adam og Steve og hvørjum Vishnu og Ahmed, bæði í eystri og vestri, hvat hevur Kristindómurin so eftir at bjóða?

Eg ynski tykkum samkyndu alla eydnu við lívinum og ætli mær ikki at taka lut í nakrari kúgan; tvørturímóti er tað mín kristna skylda at virða samkynd sum vanlig fólk og medmenniskju og eisini at standa saman við teimum, um tey verða atsøkt, verði tað seg í Føroyum, Russlandi ella Uganda.

Men tá ið tað er sagt, so fari eg neyvan at taka undir við samkyndum lívsstíli og so slett ongantíð við søkini hjá LGBT og ætli mær tí ikki at luttaka í tykkara skrúðgongu.

Annars skrivaði eg hetta skrivið av tí einu orsøk: ikki fyri at niðurgera samkynd ella onnur, men eina tí at LGBT viðhaldsfólk í hesum førið, í teirra reklamu fyri Faroe Pride blandaðu Bíbliuna og kristnu trúnna uppí.


Vinarliga

Høgni Johannesen

Nær var Markusar Evangeliið skriva?


Papias sum livdi í Hierapolis í Líttla Asia, skrivar at Markusar Evangeliið var skriva av Markus, læriveini Pæturs, og at Markus skrivaði niður tað sum Pætur segði.

Hetta fellur ikki væl í oyrunum hjá kritikarum, eftirsum hetta hevur við sær, at Markusar Evangeliið sum eygnavitniskeldu kann nýtast í grundgevingini fyri at Evangeliini møguliga kunnu varpa ljós á veruleika.
Hesir argumentara tí fyri, uttan stórvegis grundgeving, at Papias neyvan hevur skriva hetta við árhundraskifti, men heldur umleið ár 140, eftirsum Papias møguliga doyði í ár 140.

Hetta argumentið fellur. Eitt er sjálvandi at Papias møguliga doyði í ár 140, men hví og hvussu skal hetta grundgeva fyri at Papias neyðturvilliga skrivaði hetta í ár 140?

Og víðari, um so var at Papias skrivar hesi orð í ár 140, hvussu skuldi hetta kortini loyst trupuleikan hjá bíbliukritikarum, eftirsum Papias, í livdi í seinnu helvt av fyrsta árhundra, harvið er førur fyri at framleggja eina keldu úr fyrsta árhundra. So kann tað verða líka mikið, um maðurin niðurskrivar hetta í 1 árhundra ella fyrru helvt av 2 árhundra.

Eisini so sipar Papias í skriving sínari, til tvær heimildir, Johannes tann Elsta og Aristion, sum opinbert vóru eygnavitnir til Jesus og vóru lærisveinar hjá ápostlunum.

Papias leggur dent á at hendan kunning um Markus, Pætur og Markusarevangeliið, kemur frá hesum báðum, sum ein eygnavitnisyvirførðing, sum harvið bendir á, at keldan er úr fyrsta árhundra.

Gudloysingar og kritikarir eru skjótir at pástanda, at Papias lýgur. Men vit kunnu eins væl pástaði mótsatt kritikarinum, at Papias sigur sannleikan. Hví skuldi Papias lúgva og basera uppá hvat? Um Papias íspinnur hesa informatión, kundi Papias líka so væl tikið pástand sín víðari og skriva, at keldan var givin honum av einum ápostli, møguliga Jóhannes ella onkrum øðrum, sum eisini livdu um somu tíð og at Markus Evangeliið var skriva niður beinleiðis av Pætur.

Her kundi ein eisini, bara fyri at provokera, ivaleyst sipa til agnostikarin og bíbliukritikarin Bart Ehrman, sum í bók sínari: Jesus the Apocalyptic Propte of the New Millennium, skrivar, at vitnispurður Papiasar, má takast í álvara.

At Markus er ein eygnavitnis kelda, skriva niður av einum sum hevur diktatera kelduna, kemur eisini til sjóndar í sjálvum tekstinum hjá Markus, har í granskingararbeiði vísir á, at Markus tykist ómetaliga oralskt av nátturu og ómetaliga ávirka av armaiska málinum. Hetta samstundis sum at tilfarið í mongum førum er samansett av smáum eindum, sum var hætturin lærisveinar lærdu seg at minnist hópin av informatións yvirføring uttanat. Somuleiðis er tað av áhuga, at orð Jesusar í fleiri førum, kunnu yvirsetast frá griskum til aramaiskt (málið sum Jesus talaði), har í serfrøðingur gjørdust varhugir við, at orð Jesusar gjørdust rytmisk og poetisk, eisini ein týðinandi partur at uttanatlæru.

Skrivingin hjá Papias sum kann tíðarfestast umleið ár 90-110, stavar frá bókini hjá Eusebius úr 4 árhundra, um søgu Kristindómins. 


Nakrir kritikarir hava tí pástaði at keldan er ov langt frá samtíð Papiasar og tí er óálítandi.

Men vit kunnu aftur spyrja hví? Eg kann sjálvandi siga at Eusebius ger brúk av einum kristnum bókasavnið, har í tey kristnu hava savnað kristnar bókmentir, sum tey kristnu eisini løgdu dent á, líka niður til tíð Papiasar; so hví skuldi skriving Papiasar ikki koma frá pennið Papiasar og basera uppá hvat, skuldi skrivingin ikki komi frá penni Papiasar?

Harnæst er Papias nevndur í skrivingini hjá Irenaues, sum var lærisveinur Polykarps, sum kendi Jóhannes og aðrar ápostlar. Irenaeus skrivar í ár 180 og sipar eisini til Papias, eins væl og somu informatiónina, at Pætur hevur diktera evangeliið til Markus, og óheft av Papias.

Ein onnur kelda skriva um ár 140-160 er Justin Martyr, sum vísir á, at evangeliini eru at finna á kristna bókasavninum í Róm við byrjanini av 2 árhundra. Justin Martyr navngevur tað eina sum 'Endurminning Pæturs' við einum sitati úr Markusar Evangeliinum, kapitul 3. Tað vil siga Evangeliið eftir Markus, sum er keldan frá munnið Pæturs. Hetta samsvarar við tað informatión sum Papias veitir okkum.

Skulu vit tí fara eftir óheftum samtíðarheimildum, frá tíðini tá lærisveinarnir hjá ápostlunum og teimum, sum kendu hesar lærisveinar livdu, so hava vit í dag 3 heimildir, sum vísa á Markus sum eina keldu, diktateraða av Pætur ápostuli.

Tað er tí søguliga sæð, ein sterk ábending um trúvirði.

Við øðrum orðum, tað sum vit lesa hjá Markusi, eru søguliga sæð ivaleyst hendingar fortaldar, av einum eygnavitni Jesusar, í tíðini tá eygnavitnini livdu.

Saturday, July 13, 2013

Gud versus svørt hol: Gud og okkara ótespuligi alheimur


Hoyrdi nýðliga ein gudloysing í eini roynd at burturforklára Gud, pástanda at alheimur okkara sum inniheldur fleiri svørt hol enn allir aðrir alheimir, er tann mest ótespuligi av øllum tilverum. Hví vildi Gud skapt ein so ótespuligan alheim fyri livandi skabningum at trívast í.
Eg vildi neyvan verið tann einasti, sum varnaðist hópin av villum í útsøgnini. Millum annað, hvørji universir var talan um? Hvussu kunnu vit yvirhøvur, við vissu, tosa um onnur universir, nakað sum enn er empiriskt útilukka, tá vit nóg illa hava fullan kunnskap um okkara egna? Er orsøkin tann, at onkrir spekulantar pástanda seg síggja buglur í ‘kosmisku mikrobylgju bakgrundini’, ella tí aðrir spekulantar stuttleika sær at byggja hugfloðis modellir av øðrum alheimum? Eg meini so við, slík modellir eru enntá roynd í samband við bakteriu flagelluni, sum vit hóast alt kunnu eygleiða; í hesum føri, fyri at uppfinna alternativir í kunnu útihýsa ID (Intelligent Design), tó uttan nakað stórvegis gjøgnumbrot?
Men aftur til alheimarnar og hesar spekulatiónir; her kann ein aftur spyrja, hvat hesir spekulantar basera slíkt uppá og hvat skuggar í radiatións bakgrundini megna læra okkum um aðrar alheimar? Slett ikki at eg havi nakran stórvegis trupuleika av multiversum (fleiri alheimum); stríðist heldur við hugburðin, har hugfloðis íspinn verður gloypt rátt og naivt nýtt sum alternativt fakta, ella reint fakta; sum kanska hóskar seg í høpinum at útsøgn Stephen Hawkins: “The greatest enemy of knowledge is not ignorance, it is the illusion of knowledge”.

Harnæst kunnu vit kjakast um ótespuligheitina við svørtum holum. Eru hesi veruliga eina destruktiv, ella kann tað hugsast at hesar ovurstóru funktiónir hava onnur endamál, møguliga týdningarmikil endamál, sum tildømis at rudda upp í kosmologiska tilfarinum, eins og ein støvsugari? Hawkings (fyri at vísa til hann enn einaferð) lýsir millum annað, hvussu ávíst tilfarð sum svørt hol sugar til sín, verður sloppi út aftur, í líkinum av everska smáum universum í seinni gera seg til eitt aftur við uppruna alheimin. Men hetta vildi verði ein vessalig roynd frá mínari síðu, at afturvísa hugfloð við hugfloð, ella spekulatión við spekulatión, bara fyri at grundgeva míni sjónarmið (eitt snøgt dømi uppá “the illusion of knowledge”).
Tó tað sum veruliga fekk meg at undrast, var hvussu hesin gudloysingur tyktist rokna tað sum eitt uppáhald fyri ein skapara, at alheimurin nærum skuldi kunna samanlíknast kamarinum hjá dóttur mínari. Kjakandi ateistar tykjast mangan verða av tí áskoðan (tykist tað), at ein skapandi Gud, vildi verið absolut fittur og ljósareyður, við øllum sínum hugsandi funktiónum og attributum stýrdum eina til at tekkjast okkara livihátti og mest triviellum ynskjum; kort sagt dømi uppá eina typiska ynskihugsandi útlegging; og júst tí útlegging ein kundi vænta sær av einum humanisti, trívandi í einum vælferðarsamfelag.
Tó skal ein viðgera kosmologi og bíbliukosmologi í ljósinum at bíbilska Gudinum, so má sigast, at gudloysingurin partvíst var á beinari kós, alheimurin í sínari heild, er ein nokso ótespulig tilvera. Tó tað sum hesin neyvan hevði varnast var, at hetta eisini er bíbilska lýsingin av okkara alheimi. Ikki ótespuligur so at skilja, tí hann ikki er so vælfungerandi ella vælskipaður (í so fall hevði fine-tuning argumentið verið lættliga og grundiga afturvíst), men ótespuligur, tí tilgongdin av alheiminum gradvíst brýtist niður:

“Lyftið eygum tykkara móti himli, og skoðið jørðina herniðri! Tí himmalin skal svinna sum roykur, jørðin skal slítast út sum plagg, og tey sum á henni búgva, skulu doyggja sum mýggj; men frelsa mín skal vara til ævigar tíðir…” (Es.51: 6)

“Himmal og jørð skulu forganga, men orð míni skulu als ikki forganga” (Matt.24: 35)

“Vit vita jú at allur skabningurin tilsamans suffer og hevur verkir líka til nú…” (Róm.8:22)

“Nú sá eg nýggjan himmal og nýggja jørð, tí hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru farin burt…” (Op.21: 1)

Við øðrum orðum, so fylgir tað ikki við, at ein Gud neyðturvilliga skapir ein ljósareyðan alheim. Bíblian lýsir alheimin sum eitt forgongiligt stað í bæði svinnur og slítist. Løtan kemur enntá har hesin alheimur (eftir orðum Jesusar) skal forganga. Ella sum høvundurin av Seinni Brævið Pæturs skrivar:

“Men dagur Harrans skal koma – sum tjóvur; tá skulu himlarnir forganga í hørðum duna, frumevnini loysast sundur í brennandi hita, og jørðin og alt, ið henni er á, brenna upp” (2 Pætur.3:10)

Men so skal ein samstundis skoyta uppí (sum longu er víst á), at Jóhannes í Opinberingini sær nýggjan himmal og nýggja jørð.


Her má eg so samtykkja við gudloysinginum, at alheimur okkara neyvan er tann tespuligasti; men sum kristin og trúgvandi kann eg eisini halda fast uppá, at ein betri tilvera og betri verð væntar fyri framman og hetta byggir neyvan á størri hugfloð og ynskihugsan enn modellini av øðrum alheimum og buglum í mikrobylgju bakgrundini.

Friday, July 12, 2013

Trúarverja á Teenstreet í Summar



Hetta verða so mínar framløgur á Teenstreet í summar; nú skal fyrireikast. 

Seinasta ár høvdu vit 5 framløgur um trúaverju, í ár verða 10 framløgur og fleiri evnir.

1. Answering the Atheist: The evidence for the Existence of God
2. Answering Muslims: how do you respond to questions that Muslims have
3. Can we trust the Bible: Answering the Bible critic?
4. Does God Exist?
5. Evidences for Jesus Christ
6. Evangelisering, kjak og Apologetik (Framløga á føroyskum)
7. Defending our Faith

http://teenstreet.fo/

Friday, May 10, 2013

Ateistar um William Lane Craig

Hópur av gudloysingum halda, ella í hvussu er mugu pástanda, at William Lane Craig er óbrúkiligur, ein vánaligur heimspekingur.

Men er hetta tann veruliga áskoðanin? Hvat siga nakrir av teimum mest gløggu, mest framstandi forsprákarirnir innan ateistiska rákinum?




Tuesday, May 7, 2013

Kristindómskúgan og politiskur skeivleiki


Er Kristindómurin tann bólkurin sum í nútíðini er mest útsettur fyri atsøkn og kúgan?

Tað dugi eg ikki at svara uppá í løtuni.

Men atsøkn av kristnum, serstakliga í muslimska heiminum, er eitt evnið har ómetaliga tøgn hevur valda í okkara vesturlendsku miðlum og í tí politiska rúminum.
Enntá fyri 40 árum síðani, tá tað frættist í vesturheiminum, um kristin, sum vóru handtikin, pínd og deportera í teimum kommunistisku londunum, vóru slík tíðindir mangan hildin at verða ósømulig; her kann ein bara sipa til føroysku kommunistisku bløðini úr 70unum.

Hendan mánaðin var tó ein grein at lesa í Jyllandspostin, sum varpar út um veruleikin, millum annað at møguliga 75 prosent av atsøknini í heiminum, er rættaður móti kristnum.

http://jyllands-posten.dk/international/ECE5330663/kristne-er-de-mest-forfulgte/

Torið ikki sjálvur at siga um hagtalið omanfyri eru álítandi. Tó, tey sum hava fylgt við seinastu árini vita, at talan hevur verið um kúgan og ræðuleikar, har í tølini av teimum sum antin er myrd ella annað, eru ógvuliga høg.

Heimasíðan niðanfyri hevur sum endamál at upplýsa, millum annað, um støðuna hjá kristnum, í anti-kristnum londum (muslimskum og ateistiskum); í hesum høpi, ræðuleikum sum raktu kristna samfelagið í apríl 2012:

http://www.gatestoneinstitute.org/3065/muslim-persecution-of-christians-april-2012

Ein onnur heimasíðu sum lýsir støðuna í Pakistan í 2003 er:

http://www.washingtontimes.com/news/2003/jun/27/20030627-092413-5203r/?page=all

Tað eru nútíðar antikristnar røddir sum vilja varpa út, at kristna alheims samfelagið slett ikki verður atsøkt, ella at hesi fáa nóg nógva umtalu sum nú er og at kristin skulu gevast við at grenja. Ymiska staðni í Europa, eru tað kreftir, sum vilja bólka upplýsing av atsøkn móti kristnum, í islamskum londum, sum islamofobia, og enntá vilja, at slík kunning skal gerast revsuverd. Onnur velja at hálova kristindómshatri so høgt, at kristin til eina og hvørja tíð mugu og skulu síggjast sum størsti kúgarin og ongantíð sum tann kúgaði.

Hesi hava vanliga tendensin at skýra kristin sum grenj. Stuttligt tí at dømir uppá ávís mál, umstøðir og hendingar, sum ikki snúgva seg um kristin og sum ikki koma omanfyri ræðuleikunum nær námandi, tykjast fyri hesum av verða átrokandi.
Ein føroyskur gudloysingur í 2010 háðaði millum annað eina framløgu pávans um atsøkn og kúgan, við orðunum 'synd í tykkum'.

Sjónbandi niðanfyri er upplýsandi og vísir á politiska trupuleikan, at tala søk teirra kristnu, eftirsum, tað sum hesir kalla 'liberalisma' (sum ivaleyst skal skiljast í høpinum av sjónbandinum), metir umtalu um hendan veruleikan at verða politiskt skeivan:


Ivaleyst vert at fáa fatur í hesari:



Steðga happing

Hevur sum so einki við trúarverju at gera, men er av størsta týdningi, og nakað sum trúgvandi og ikki-trúgvandi kunnu verða samd um.

Mong lesa hendan bloggin og tí geva vit rúm fyri hesum inni her eisini:



Møguliga missa starvi grunda á eins áskoðan á Facebook



Gomul søgu, men eiga arbeiðspláss at taka støðutakan til viðmerkingar og áskoðanir sum viðkomandi starvsfelagið deilir í privata lívi sínum og eftir arbeiðstíð? Og um so er, hvussu langt kunnu arbeiðsgevarnir ella staturin fara, um talan er um privat ella alment arbeiði?

Um viðkomandi á facebook gevur úttrykk fyri at verða ein psykopat og ein øksamordari ella pedofilur, ella ein í verjir holocau
st, eiga so reyðu lampurnar at lýsa?
Men hvussu um viðkomandi gevur úttrykt fyri at hann/hon heldur samkyndan lívstíl verða synd og skeivt, og úttrykkir seg við óbetonktum orðum?

Hvat er at fara ov langt?

Hetta seinna gjørdi ein kvinnuligur lærari í New Jersey, USA og tað hevði fylgir við sær:

http://radio.foxnews.com/toddstarnes/top-stories/christian-teacher-under-investigation-for-opposing-homosexuality.html

Meiri her:

http://www.huffingtonpost.com/2011/10/13/viki-knox-union-township-_n_1009582.html

Jú hetta er so sanniliga talufrælsi, ella er tað?:

"She has a right to say it. But she does not have a right to keep her job after saying it."

Hmm...

Sama árið misti Jerry Buell, skúlalærari úr Florida starv sítt, fyri at hava úttrykt eina líknandi áskoðan á Facebook:

http://www.huffingtonpost.com/2011/08/19/jerry-buell-florida-high-_n_931941.html

Sí eisini leinkjuna niðanfyri, har líknandi hugburður ger seg galdandi:

http://kristindomur-svarar.blogspot.com/2012/05/hvr-torir-at-ivast-i-menningarlruni.html