Thursday, August 2, 2012

Sýru álop og at vera kristin í Pakistan



At vera kristin í muslimska Pakistan, kann gerast vandamikið. Hetta ásannaði 16 ára gamla Julie Aftab, sum starvaðist á einum almennum kontóri, tá ein muslimur brádliga ein dagin brasaði inn og spurgdi um hennara trúgv. Maðurin hevði sæð at Julie gekk við einum krossi um hálsin.

Muslimum flest dáma ikki krossar! Muhammad profeturin gekk amok tá hann bar eyga á krossar. Muslimar trúgva at Jesus fer at koma aftur og tá fer hann at drepa allar grísar og bróta allar heimsins krossar. Summir muslimar eru enntá farnir í hernað móti tomatum, eftirsum ein krossur kemur til sjóndar um tú sker fruktina ein ávísan veg.

Hmm, visti ikki at fruktir kundu vera kristnar?

Tá Julie játtaði at hon var kristinn, gjørdist maðurin frá sær sjálvum og fór at oysa sína vreiði yvir ungu gentuna. Eftir skoluna, fór maðurin og ein vildi tá vóna at nú var sloppi, men løtu seinni kom maðurin aftur, hesuferð við einari fløsku av sýru, sum hann oysti yvir høvd hennara.
Sýran gjørdi at andlitið byrjaði at upploysast og Julie royndi at sleppa sær út, men var steðga av einum øðrum manni, sum eisini vildi sleppa upp í part. Hesin helt Julie og tømdi síðani tað sum eftir var í fløskuni á andlit hennara.
Julie fór síðani rennandi, sansaleys gjøgnum gøtuna og uttan at fáa bráðneyðuga hjálp, át sýran seg líka inn á bein so at enntá tennirnar byrjaðu at detta úr munninum.

Ein fitt kvinna tók Julie heim og oysti vatn á hana (miðskil ikki innleggi, tað finnast nógvir góðir og fittir muslimar, eitt nú hendan kvinnan), men tá fari var við henni til læknarnar helt ræðuleikin á. Læknarnir sýtti fyri at hjálpa Julie, eftirsum hon var kristin og sjúkrahúsið tók somu støðu, eftirsum hóttanir vóru givnar, um at brenna sjúkrahúsið niður, um teir tóku Julie inn.
Tað eydnaðist tó umsíðir at finna eitt sjúkrahús, sum vildi taka ímóti gentuni, har hon síðani var innløgd í eitt ár. 67 prosent av andliti hennara var brent, hon misti annað eyga og fekk eitt stórt hol í kjálkan, har í ein kundi síggja tær tennirnar sum enn vóru sitandi.

Í dag hevur Julie fingi asylum í USA og býr í Houston Texas, har í hon nú bíðar eftir statsborgaraskapinum og hevur klára seg ómetaliga væl á universitetinum.




Ikki allir muslimar kunnu ella eiga at bólkast sum viðtíggir, eitt nú kvinnan, sum var so mikið djørv at hjálpa Julie og taka hana við sær heim. Men tað eigur tó ikki at undra nakran, at slíkur omanfyri nevndur ágangur er møguligur, tá Islam er valdandi í einum samfelagið (tíðskil er tað religiónin Islam, og ikki muslimar sum eg kritiseri).

Eitt nú lærir Koranin um Islam og minniluta bólkar (í hesum førinum jødar og kristin):

Fight against those who (1) believe not in Allah, (2) nor in the Last Day, (3) nor forbid that which has been forbidden by Allah and His Messenger (4) and those who acknowledge not the religion of truth (i.e. Islam) among the people of the Scripture (Jews and Christians), until they pay the Jizyah with willing submission, and feel themselves subdued (9: 29).

O you who believe! Fight those of the disbelievers who are close to you, and let them find harshness in you, and know that Allah is with those who are the Al-Muttaqun (9: 123)

Muhammad is the Messenger of Allah, and those who are with him are severe (or ruthless, vehement) against disbelievers, and merciful among themselves (48: 29).

Sýru ágangur er rættuliga vanligur nógvastaðnis í heiminum. Julie fekk hjálp og hevur eina lovandi framtíð. Men tað eru ikki einans kristin í gerast offur fyri sýru álopið og eg vóni at greinin ikki einans skal takast sum kritikkur av Islam og tess viðferð av minniluta bólkum, so sum kristnum (í hesum førið).

Hvussu við teimum mongu, bæði kristin og ikki, sum mugu liva við vanlagnuni av sýru álopi og ikki fáa tað hjálp, tey rættindi, rættvísi og tær sømdir sum áttu at verið til taks. Tildømis Naziran Bibi, ein muslimsk kvinna hvørs lív var oyðilagt av líknandi vanlagnu; í hesum førinum orsaka av ónda manninum, sum hon var tvinga at gifta seg við:



Og tað eru onnur (fulkommuliga skelkandi):







Tuesday, July 24, 2012

Avbera góðar framløgur um Islam


Ynskir tú at hoyra eina drúgva, men beinrakna og djúpa útlegging av Islam frá eini kritiskari síðu? So er leinkjan niðanfyri genial. Framløgunar vóru hildnar á Biola Universitetinum, av Nabeel Quershi, ein ex-muslimur og núverandi kristin, sum eg sjálvur kenni og havi samstarva við: 


Kinsey: fyrimyndin uppá skitna hugsan


Tíðin í dag tykist krevja, at kristin mugu taka lut í kjakinum um hvat í er at rokna sum nátturligt og ikki. Hetta fer Kristindómur Svarar í framtíðini at leggja seg meiri út í.

Ein áhugaverda byrjan, er kanska hendan leinkjan um sexual serfrøðingin Alfred Kinsey, sum gav stóra íblásturin til ómoralsku kolveltingina fyri 60 árum síðani.

Greinin, er ikki ein detaljera viðger við fótnotum, men framleggur kortini í hesum relevanta høpinum, hópin av dømum viðvíkjandi tí kritikki sum er viðkomandi og sum vit eiga at hongja okkum fast í.

Monday, July 23, 2012

Ateistur um ateist




“Imagine someone holding forth on biology whose only knowledge of the subject is the Book of British Birds, and you have a rough idea of what it feels like to read Richard Dawkins on theology.”  
(Eagleton)

Friday, July 20, 2012

William Lane Craig um Higgs Boson











Eri mega upptikin við at fyrireika fyrilestrar í løtuni, havi tí ikki lagt nakra stóra orku í bloggin í seinastuni. Men helt eg skuldi vísa á nakrar viðmerkingar hjá William Lane Craig, í samband við uppdagingina av Higgs Boson:

Hetta er leinkjan http://www.reasonablefaith.org/higgs-boson-discovered

Annars er teksturin at lesa niðanfyri:


Sunday, July 15, 2012

Trúarverja á Teenstreet í summar




Eg komi dagarnar 29-31 juli, at halda fyrilestrar fyri kristnum tannáringum á OM ráðstevnuni 'Teenstreet' í Oldenburg, Týsklandi. Hesar dagar verða fleiri túsund kristnir tannáringar úr øllum Evropa samlaðir, harav yvir 200 føroyingar, til undirvísing, tilbiðjan, gaman og upplýsing. 

Tað snúgva seg um 6 fyrilestrar og trý evnir, harav 5 av fyrilestrunum verða á enskum og ein á føroyskum.

Evnini eru:
  • Answering atheists: Evidences for the Existence of God
  • Answering the Bible Critic: Is the Bible Reliable?
  • Answering Muslims: Answering questions Muslims ask
  • (á Føroyskum) Svara ateistinum: Hvussu kann eg svara, tá ateisturin spyr: 'Hvussu veist tú at Gud er til'?
Hesir fyrilestrarnir eru bara 6 av fleiri øðrum evnum, sum ein kann melda seg til, so eg eri ikki greiður yvir í løtuni, hvussu mong fara at møta upp. Men fyrilestrarnir krevja ómetaliga nógva fyrireiking; so kristnu brøður og systrar, havi meg endiliga í tykkara bønum.



Wednesday, July 11, 2012

Dawkins er ein afrikansk apa


Tja...

Hetta pástendur stóri vísindamaðurin sjálvur. Men um nú maðurin so gjarna vil verða ein afrikanska apa, so skal eingin forða honum:


Sjálvandi flennir kristni pastorurin, tað hevði eg eisini gjørt!

Og her er sjónbandið:


Enn einaferð: Tja:


Hvussu fittar og serstakar hesar enn eru, er tað so ikki hald í pástandinum, at hesir nýateistar í veruleikanum niðurgera mannaættina? 


Fyri síðani at taka logikkin hjá ateistinum Bill Maher til eftirtektar, var tað tá apan gjørdist religiøs ella kristin, at hon fór at drepa grind? Tí grindadráp og religión er opinbart knýtt at hvørjum øðrum! Men hvønn trupuleika hevur Maher við grindadrápi, um vit kortini bara eru apur úr Afrika?:
http://kristindomur-svarar.blogspot.com/2012/06/ateistar-pastanda-at-orskin-til.html

Haldi at ápostulin Paulus í brævið sínum til tey kristnu í Róm, lýsti hesa gudleysu tankagongd ómetaliga væl:

Meðan tey róstu sær av at vera vís, vórðu tey dárar (Rómbrævið 1: 22) 

Monday, July 2, 2012

Dawkins treingir til at koma meiri út!


Soleiðis helt professarin Craig J. Hazen fyri, í einari viðmerking til ein fyrilestur sum Dawkins helt á einari ráðstevnu í India, har gudloysingurin legði upp til, at ateistar í 21 árhundra eru eitt framtak innan moralismu, byggjandi á biologiska grundvøllin heldur enn religión.

So byggir moralur á ein klump av evnum? Sum Dawkins tykist pástanda:

Hazen viðmerkir:
 "Religion, indeed Christianity, was the driving force behind the abolition of slavery in Great Britain and the United States and was an essential center point of the civil rights movement in the Twentieth Century," Hazen affirmed. "How in the world does Dawkins square such historical events like these with brutish, naturalistic Darwinism?"
Huff, eg eri eisini eitt sindur sjokeraður, eftirsum útsøgn Dawkins enntá var í samband við bókina 'The Selfish Gene'.



Saturday, June 30, 2012

Framstandandi ateistar tykjast pástanda orsøkina til grindadráp verða religión???



Veit ikki hvar í logikkurin liggur, men høgt framstandandi, gudleysir forsprákarir pástanda at grindadráp er religión, ella í hvussu er, at grindadráp er eitt óndskaparins úrslit av religión.

Hetta sigur bara alt!

Hesin pástandur kann síggjast í ateistiska propaganda filminum hjá Bill Maher Religulous:












Grindadrápið kann síggjast um ein førkar sjónbandið yvir á 7:04.

Filmurin hjá Maher leggur eisini kjarnorkubumbur og nærum allan heimsins óndskap undir religión. Tað undrar sjálvandi ongan, hví Maher ikki inkluderar Stalin, Norður Korea og fangatippi Gulag, tí Religulous filmurin er jú bara enn ein propaganda filmur. Kann tað hugsast, at brotið av grindadrápið var inkludera fyri at íblanda meiri blóð og gera veruleikan verri enn hann í veruleikanum er?

Friday, June 29, 2012

Kristnir tannáringar alment fyri ágangi á amerikanskum highschool

Dan Savage, gudloysingur og onkursvegna umboðari av LGBT, framdi fyrr í árinum grov verbal álop á Kristindóm og kristnar tannáringar undir eini framløgu á einum amerikanskum high school.


Helt annars USA verða eitt sekulert samfelag, har staturin skilir seg frá religión, so at vit øll kunnu kenna okkum heima og trygg (ella hetta er í hvussu er tað, sum ávísir gudloysingar her á blogginum, áhaldandi hava roynt at billa mær inn). Men opinbart merkir sekularisma í praksis, at sjálvt um Kristindómur ikki má umboðast, so kann Kristindómur kortini alment niðurgerast og loypast á, kristnir tannáringar eisini! Í hvønn forstand skilir staturin seg harvið frá religión og hví og hvussu skulu teistar væntast kenna seg tryggar í eini slíkari skipan?

Har vóru í hvussu er eingir vaktarmenn klárir til at draga Dan Savage út, heldur ikki var maðurin fyri ágangi ella revsing, eins mong kristin hava verið tey seinastu árini.

Eg berið fult undir við Dan Savage, ágangur móti samkyndum er skeivt og eigur at stegðast. Skilji bara ikki heilt, hví hesum maðurin, sum er farin í hernað móti bullying, sjálvur í einum almennum skúla og alment, niðrandi og áloypandi ríkur í krovi á kristnum tannáringum. Tað einasta eg lærdi frá Dan Savage, er at maðurin lítið og einki veit um hermeneutiska tulking av Bíbliuni.

Les meiri her:


Thursday, June 28, 2012

Er skilnaður millum stat og religión ikki ein myta?


Okkum verður mangan fortalt at vit kristnu hava miðskilt sekularismu, at sekularisma eina snýr seg um skilnaðin av stati og religión, at religión er ein privat fyritøka, sum ikki eigur at hava nakra galdandi almenna ávirkan, eitt nú í almennum fjølmiðlum og skúlum, soleiðis at tað almenna kann gagna okkum øllum og pláss kann verða fyri øllum.

Tað sum kristin stúra fyri í einari slíkari skipin er sjálvsagt tann mótsætti veruleikin, at meðan religión verður skumpa út, verða fyrimunirnir og rættindini givin einum ateistiskum rákið; ein veruleiki sum longu ger seg til kennar ídag.

Ein onnur stúran er at hetta rákið, sum gevur sekularismuni sína innspræning, í veruleikanum ikki hevur sum sítt áhugamál, at skilja stat og religión, men heldur at ein sekulerur humanistiskur statur skal hava sína ávirkan og kunnu vísa sítt vald innan økinum av privatari religión. Tað tykist ikki, at hesir vísa nøgdsemi við at skilja frá, men heldur at hesar hava ilt við at sleppa. 

Sum áður víst á, so eru Dawkins og hansara tilhengarir eitt snøgt dømi uppá hvat slíkar kreftur kunnu ditta sær at leggja seg út í, um teirra ávirkan kemur til politiskt vald. Her hugsi eg tildømis um ynski teirra, at staturin skal leggja seg út í kristna barnauppaling og at kunna indoktrionera kristin børn á aðrar leiðir enn foreldrana. Hetta sigur bara alt!

At hetta er ein veruleiki, sæst týðiliga í teimum samfeløgum, har sekularisma virkar út frá einum sekulerum humanistiskum sjónarmiðið. Eitt nú í USA, har áhaldandi stríð valdar innan tí akademiska, millum næmingar og skúlastýrið og í lærustovnum sum heild. 

Í University of North Carolina royndi universiteti at tvinga kristnar næmingafelagskapir at loyva tilhengarum av øðrum religiónum og gudloysingar at virka sum leiðarir yvir teirra aktivitetum. Hetta galt sjálvandi ikki fyri aðrar religiónir ella humanistiskar næminga felagskapir:


Ein líknandi sak fór samstundis fram í Tennesse, Vanderbilt Universitetinum, har í fleiri kristnir næmingafelagskapir, sum sýttu fyri at seta tildømis (møguligar) buddistar, muslimar og ateistar í høvuðsætiðini kundu vænta at verða bannaðir.

http://www.persecution.org/2012/05/13/christians-groups-booted-from-vanderbilt-campus-in-the-name-of-non-discrimination/

Líknandi dømir finnast eisini fleiri enskum læristovnum og universitetum.

Í Lexington, USA var ein privat kristin fyritøka fyri skotum, ákærd og melda fyri at hava nokta at printa t-skjúrtir til eina gay parade. Eigarirnir noktaðu at eftirlíka, eftirsum tiltakið stríddi mótvegis teirra moralsku sannførðing, men opinbart dámar staturin ikki, at ein hevur sína egnu privatu religiøsu sannførðing:

http://www.persecution.org/2012/04/06/gay-rights-group-files-human-rights-complaint-against-christian-company-after-refusal-of-service/

Í Hutchinson óttast tey kristnu eina lóg, sum kann noyða kirkjur og samkomur at leiga bygningar út til endamál sum stríða móti kristnu trúnnið, áskoðan og hugburði:


Helt annars at ein sekulerur statur vildi slíta frá kirkjuni!

Aðrastaðni kann ein kristin myndatakari í New Mexico, nú vænta eina stóra bót, tí at privata fyritøka hansara sýtti fyri at taka myndir undir einum lesbiskum hátíðarhaldið:


Lesarin kann draga sína egnu niðurstøðu, men okkurt sigur mær at eitt humanistiskt sekulert samfelag, slett ikki hevur áhuga í at slíta frá kirkju og religión og so slett ikki ynskir, at samfelagið skal virka líkastilla fyri øll.

Wednesday, June 27, 2012

Brøvini hjá Polykarp


Mega áhugavert. Polycarp sum doyði pínlavátta deyða í 140unum og sum var lærisveinur Jóhannesar ápostli, segðist persónliga at hava kent fleiri av lærisveinum og eygnavitnum Jesusar. Hesin legði eftir seg bara eitt núverandi kent bræv, skriva til tey kristnu í Philippi. 
Lærisveinur hansara Irenaeus, sum læt okkum fleiri brøv eftir seg, staðfestir tó at Polycarp skrivaði fleiri brøv. Fleiri av hesum brøvum vóru møguliga til í 6 øld, men eru ikki til ídag. Heldur ikki verða tey sitat vit ídag kunnu lesa frá hesum horvnu brøvum rokna heilt álítandi. 
Men skuldi tað borið so á, at slík fornaldar skriv í framtíðini komu undan kavi, vildu hesi sett bíbliukritikkin  í eina álvarsama støðu.

Tuesday, June 26, 2012

William Lane Craig lýsir nútíðar ateismu



Genialt!

14 ára gomul genta fær deyðshóttanir fyri at kritiseraða samkynt hjúnaband


Tað vísir seg at fleiri kristin, enntá ein 14 ára gomul genta, hevur fingi fleiri deyðshóttanir og ágangandi viðmerkingar, tí hon hevur ditta sær at sagt sína persónligu meining um samkynt hjúnaband. Nakrar av viðmerkingunum ljóða:
“I hate people like this. Most (not all) Americans are [expletive] retards. If I ever see this girl, I will kill her. That’s a promise.”
Other documented responses included: “I’m gonna kill ‘er!”
“Her parents should be exterminated.”
“The [sic] is why abortion must stay legal—to prevent little bigots like this from being Born…”
“Kill this child and his [sic] parent, for my 11 birthday would be a wonderful gift, thanks.”
“Parents like hers should be sterilized…”

Ein onnur ung 16 ára gomul genta, Madeleine McAulay (havi ikki varhuga av at hetta er sama genta), hevur somuleiðis verið fyri ágangi. Hon skrivar: 
So let me just get this straight.  If I‘m young and I give into the left’s agenda, I’m praised, but I‘m young and I’m conservative, I’m evil?  Hm. Now I want to be clear.  I don’t hate gay people, so stop trying to say that I do.  I simply believe that traditional marriage is the most productive way, and the Biblical way, to pursue a relationship…
http://www.theblaze.com/stories/16-year-old-conservative-girl-receives-death-threats-after-posting-gay-marriage-youtube-video/


Eitt annað offur fyri slíkum ágangi er bretski politikkarin David Burrowes:

"In Britain a Conservative MP has revealed that he had received a death threat because of his support for the traditional definition of marriage.
David Burrowes MP made the revelation at the launch of Coalition for Marriage, a new grassroots campaign group dedicated to preserving the traditional definition of marriage, last week.
He said: “I myself have been subjected to hate mail, to accusations of homophobia, and to a death threat as well, which is just extraordinary when one is affirming what the law is as it stands and has done historically for hundreds, if not thousands, of years.”
http://www.christian.org.uk/news/girl-14-gets-death-threats-for-defending-marriage/ 


Helt annars vit vóru opinsinnað fyri at tann einstakið, kundi hava sína áskoðan og enntá hesin kundi úttala seg um hesa áskoðan, óansæð hvussu negativt hetta verður tikið upp. 
Eg meini so við, nú hevur nýmótans gudloysa rákið, enntá lagt upp til kjak, framtíðar møguleikan, um at kunna avlíva nýðføðingar. Harvið kunnu børn sum hava eitt brek verða burturbeind eftir barnsburð! Geldur hetta eisini, um staðfest kundi verði, at barnið var samkynt ella okkurt annað? Neyvan og tað hevði somuleiðis verið skeivt!
Eg eri tí ikki so sannførdur um at hetta rákið sum nú er vaksandi, er so móttakiligt og opið, sum okkum verður billa inn. Heldur ikki tá talan er um tess hugburð til tey sum hava ein øðrvísi áskoðan.

Heldur vildi eg sagt at hetta nútíðar rákið, sum annars pástendur seg framstanda sum ein forkempara fyri frælsi og opinleika, møguliga ber uppá duldar hugsjónir og hugburðir.

Sunday, June 24, 2012

Yvirdrívarin Dawkins


Hetta er maðurin, sum samanber Gud við spagettu ódjór og flúgvandi tekannir, yeah netup, rakar eitt sindur við síðuna.
Ikki bara vantar á í hesum vánaligu samanberingum, men okkurt sigur mær, at maðurin slett ikki uppfatar hvussu vánaligar hesir yvirdrivnu samanberingar í veruleikanum eru.

Í hesum sjónbandinum, sigur hann seg nokta at vilja kjakast við kreationistar og hvør er grundin? Jú, Dawkins spyr um nakar vísindamaður hevði vilja siti á einum pallið og kjakast við ein sum pástóð at jørðin var fløtt, ella ein sum var sannførdur í børnini koma við storkinum. Eg spyrji: hví ikki?

Maðurin hevur annars tað við at yvirdríva og hetta er bara enn eitt snøgt dømið. Í veruleikanum er tað høpisleyst, at skulu líkna eitt nú ID rørðsluna við 'fløtu jarðar pástandin'! Hóast alt vóru mótstandarir av ID, noyddir til at draga ID í rættin og at fremja karakter álop (Dr Ben Carson); sí:


og ágang og enntá at frysta slíka gransking úti, við sýta hesum somu rættindir, virðing og sømdir sum hesir í fjeppast uppi í menningarlæruni. Aftur má eg spyrja, hvat í hesir hava at óttast? Tí tað er eingin loyna bangnir eru teir!

Í hesum førið ógvist eg við, at hesir gudloysingar sum forguda mannin (Dawkins) og nú enntá uppbyggja eina verju um mannin, ikki skulu síggja, at maðurin slett ikki førkar seg í veruleikans heimi.

Sunday, June 10, 2012

Aftursvar og rættingar til Eivind Ortind Simonsen: Ur-Kristindómur versus Nútíðar Kristindómi


Eivind Ortind Simonsen er ein gudloysingur og limur í felagnum Gudloysi, sum tykist vakna og fara til songar við blogginum Kristindómur Svarar. Flestu viðmerkingar her inni og tær eru nógvar og drúgvar, koma av telduni hjá Eivind.
Eivind er gjøgnum seinasta ári komin við eini rúgvu av pástandum, sum (eg haldi vit kunnu siga) vit hava megna at svara aftur. Flestu av hesum pástandum eru jú so mikið veruleikafjarðir, at tað liggur lítil orka í, at skula vísa á at argumentini ikki samsvara so væl við veruleika og keldir.

Í einum úttalisi á kjak.org skrivar Eivind soleiðis um at kjakast við kristin:

Blíva trúgvandi ongantíð troytt av at útstilla seg sjálvan sum óvitandi tápur? Ella er trupulleikin kanska meira tann, at tey trúgvandi sjálv ikki duga at síggja hvussu stupid tey eru, og tískil ikki vita av, at tey útstilla seg sjálv sum óvitandi tápur? Vit, sum hava ein fungerandi heila og eina vitan sum strekkir seg útum bíbliuna: er tað ikki okkara skylda áhaldandi at peika á býttleikan hjá teimum trúgvandi soleiðis at tey so við og við fáa lúka grovastu tápuligheitirnar út? Gera vit ikki øllum somlum eina bjarnatænastu við hesum misskilta kurteisi, har man ikki má nevna ein spaka fyri ein spaka, tí so er tað fornermandi, kjakdrepandi osfr.?

  
Hetta Innleggið snýr seg um eitt undanfarið innlegg, har í Eivind undir viðmerkingum, pástendur at nútíðar Kristindómur hevur sínar røttur úr 1800 talinum og at kristin ídag einki hava í felag við fornkristin uttan sjálva trúnna á Jesus. Somuleiðis blandar Eivind millum trúarverju, evangelisering og kristnan lívstíl og tykist ikki síggja ella skilja munin millum hesi.
Í hesum innlegginum fari eg sum ikki einaferð, at svara pástandunum hjá Eivind aftur, punkt fyri punkt.