Tíðin var tá man helt fast uppá at Gudurin sat á trónuni meðan menniskjan undirgav seg Hansara vald og ávirkan.
Ígjøgnum tilgongd humanismunar (í nýggjari tíð) er hesin hugburður tó vendur á høvdið: Gud verður antin roknaður sum subjektivt ella kollektivt hugflog, ella ein fjarður veruleiki og menniskjan hevur síðani reist seg og tikið sæti á trónuni. Fokusi var nú á menniskja heldur enn á Gud.
Okkum var í hesum høpi sagt at tá menniskja einferð fór at taka hetta megnarstigið, so vildi menniskja umsíðir finna lukkuna, potentiali og frælsi.
Men sum vit plaga at siga: "mongum brestur ætlan", ídag tykist eingin av okkum at vera fríur; heldur tykjast vit øll at verða offur og vit rópa øll (ella mong av okkum) upp um okkara offurleiklut og rættindir og tykjast njóta hetta vesæla dýkið.
Ikki so gátuført tá at skilja at tunglyndi, brotin lív og sjálvmorð neyvan nakrantíð hava verði so útbreidd og tað í so góðum tíðum.
Ikki so gátuført tá at skilja at tunglyndi, brotin lív og sjálvmorð neyvan nakrantíð hava verði so útbreidd og tað í so góðum tíðum.
Ditta vit okkum so at fara aftur nøkur ártíggindir, so vóru milliónavís av menniskjum avrætta og send í fangatippir tí menniskjan sum hevði tiki sæti á trónuni nú mátti tryggja sær at hetta nýggja maskinaríði kundi koyra víðari, ikki sum individir men kollektivt, tí øll eru vit bara sambundar verur í einari monistiskari, materialistiskari skipan.
Marxistiska skipanin, hetta ateistiska utopiska jarðarríkið fall, men menniskja dittaði sær kortini at varveita sítt sæti á trónuni. Nú førkaðu vit okkum tó frá kollektivitetinum til individi, men fokus var enn á menniskja, heldur enn á Gudin.
Ónøgdin tykist tó enn at valda, menniskja kennir á sær at okkurt grundleggjandi tørvar: ungdómar í priviligeraðu norðurlondum er teir mest tunglintu lesa vit, og triðja hvør genta í Danmark líður av sálarligum trupuleikum, og høvuðs deyðsorsøkin fyri menn í Bretlandi er sjálvmorð. Eg helt annars, sum tey søgdu: at menniskja fór at røkka sínum fulla endamálið og frælsi tá tað sessast á trónuni.
Fá góvu sær tó far um hvat tað hevði við sær og í hesum døgum er tað eingin sum longur vil verða ein maskina, eingin fjeppast í tankanum um at verða eitt tólmenni stýrt av eirindaleysum genum; heldur ikki Richard Dawkins.
Fá góvu sær tó far um hvat tað hevði við sær og í hesum døgum er tað eingin sum longur vil verða ein maskina, eingin fjeppast í tankanum um at verða eitt tólmenni stýrt av eirindaleysum genum; heldur ikki Richard Dawkins.
Hettar er tí vorðin ein dapur standur, vit eru í; skiligt at fjøldin í løtuni leitar sær aftur til andaligar upplivingar og at gudloysi ikki longur er inn sum tað einaferð tyktist. Mong av okkum hava ivaleyst varnast villsporið og sníkja okkum varðisliga á aðra. Trónan er farin at tykjast hættislig. Vit ynskja ikki longur at sita á trónuni ella ávirkast av menniskjum á trónuni; sum sagt: vit ynskja ikki at verða monistiskt tengd at materiali og at vera materialia eina; heldur ikki ynskja vit at verða maskinur stýrdar av genum sum eina halda maskinaríðnum koyrandi. Heldur kava í tað ókenda dýpi av spiritualismu ella onkrum meira gátuførum.
Uttan iva er tað sekuleru humanismuni at takka, sum við síni materialistisku heimsmyndini tengdari aftrat sær reduserar menniskja til eitt djór. Men so endar vitloysi heldur ikki har, tí djóri eitast fyri at verða ein maskina, sum í fullu myndini er alheims avlop og dálking (spyr eitt nú Lawrence Krauss)
Hendan humanisman ger lítið annað enn at messa við okkara hugaheim og okkara samfeløg og er ómetaliga eldfim og ikki at spæla við; tað er um søgan hevur lært okkum nakað sum helst um moralsku frálæru materialismunar (hesuferð síð Karl Marx).
Hendan humanisman ger lítið annað enn at messa við okkara hugaheim og okkara samfeløg og er ómetaliga eldfim og ikki at spæla við; tað er um søgan hevur lært okkum nakað sum helst um moralsku frálæru materialismunar (hesuferð síð Karl Marx).
Faktum er at tá menniskja far fokusi av Gudi og festir fokusi á seg sjálvt, tá gerast alt annað enn ráðandi yvir okkara umstøðum, heldur ikki grundleggja vit nakað utopia. Alt tíður uppá at vit gerast offur, skapa eina lynsjumentan, drukna í tunglyndi og mentalum ørvitiskapið og dýrka heldur oyðandi offurleiklutin enn Gudin, sum boðar okkum frá at vit eru skapt í Hansara mynd, við einum serligum endmálið. Nope okkum hóvar betri tá vit rokna okkum sum apur úr afrika ella alheims avlop og dálking.
Veruleikin er tí eitt sindur mótsigandi omanfyri lýsing, tí menniskja reisti í veruleikanum: ongantíð og tók heldur ikki sæti á trónu Guds; nei vit fullu og fall okkara var strórt.