Thursday, February 14, 2019

Forboð at gerast hinskyndur?



Er hetta ikki júst brot á frælsi, og enntá hugsunnarfrælsi tá einstaklingar, nú tá alt kemur til alt ikki skulu hava loyvi at velja?

Hví verður frælsi at broyta kyn ella eitt nú at verða samkyndur blást upp, alt meðan søgurnar um persónliga skaðan av kynskifti verður tagt niður og hesi sum nú velja at identifisera seg við teirra útsjónd/biologiska kyn tí hugurin til sama kyni brádliga er fokin, verða rokna sum lógarbrótarar?
Eg helt at okkara Vesturlendska samfelag í hesum døgum umboðaðu persónligt frælsi. At ein og hvør hevði loyvi og rættin til at identifisera seg sum hann ella hon ella annað ynskir tað og at ein enntá hevur rættin førka seg viðari í aðrar rættningar um ein hevur tørv á hesum. 
Men so í hesum føri, tá allar nátturligar og biologiskar orsøkir eru fyri at velja eina ávísa orientering, so er okkurt áfatt, meina vit og ikki eina áfatt, men lógin tykist onkursvegna verða brotin. 
Hvat er egentliga á vási her? Er orsøkin kanska tann at vit eru blivin fíggjandaliga innstilla uppá hinskyndleika? Slíkan hugburð haldi eg verða ótolyntan og diskriminerandi. 
Hví verður tað lovprísa tá ein samkyndir sum hevur veri ella liva sum hinkyndur alt sítt lív kemur út úr skopinum, men at tað førir til lógarbrot, allmenna protest og rok tá ein samkyndur ynskir at velja hinskynda leið? Og eg sum helt at tað sum LGBT prædikaði var ein null-diskriminatión politikkur við líkarætti og virðing fyri øllum og at hvør einasti av okkum (frá rokna pedofilum) eigur at fáa fullan stuðul at fylgja sínum kynsliga tørvið. 
Í hesum tíðum verður tað eggja til at stuðla enntá tannáringum at velja fysiska kynsbroyting, sum er ein ógvuslig lívlong tilgongd. Kortini stuðla vit hesum og eggja til tað tí einstaklingar hava rættin at velja.
Men tá einstakligar í kenna seg stýrdar av øðrum huga enn hinskyndleika ynskja at verða hinskyndir og søkja sær hjálp, sum eisini kann verða ein ógvuslig tilgongd, so verða hesi offur fyri kúgan og allir møguleikar teirra at royna seg fram verða við lóg hindraðir.

Tá eini bólkurin vil gera ógvusligar kropps og kynsbroytingar tí ein kennir seg kensluliga øðrvísi enn kroppurin letur til at verða, so má ein samstundis viðra hesi sum vilja tað mótsatta: e.g. at broyta sinnið og kenslur, fyri at sinnið samsvarar við kroppsligu figurin. 
Eg dugi ikki í verandi løtu at meta um, hvørs heildar boðskapurin hjá 'Once Gay: Matthew And Friends’ er beinleiðis, sokalla homofobiskur, av tí teir ikki meta kynsligan aktivitet uttanfyri hinskyndleika at verða rættan lívstíl. Slíkt kemur undir heildarkjakið, men slíka áskoðan eigur frælsa samfelagið at loyva. 

Tað sum tó serstakliga far meg at koma við hesum skrivi, er hugburðurin at tala at og forða samkyndum ella øðrum orienteringum at venda sær til hinskyndleika. Í so fall arbeiða LGBT felagskapir ikki fyri tollyndi og líkarætti, men fyri einum agenda og hetta frælsi tey prædika er tá neyvan annað enn ófrælsi til annað enn at fylgja einum ávisum populerum trendi.