Aftursvar til innleggi 'Mín Gud er best' hjá Hergeir Staksberg á Tórsportal.
Eg eri samdur við Hergeir, í at tað ivaleyst eru nógvir føroyingar í eina eru kristnir (í hvussu er traditións kristnir), tí hesir búgva í einum traditións kristnum landið.
Tað sum eg ynski at viðgera í hesum innlegginum, er spurningurin sum Hergeir setir:
Hvussu vita vit, at kristindómurin er tann einasta rætta religiónin framum 1000 tals aðrar religiónir?
Svarið er merkiliga einfalt. Vit taka kristindómin framum alt annað, tí vit eru fødd og uppvaksin í Føroyum. Ja, tað er faktiskt so simpult. Og tá geografisk tilvild er tann avgerandi faktorurin fyri, hvussu tú hevur funnið tann rætta gudin framum 1000 tals aðrar, so er argumentið onki frægari enn blind nationalisma, sum sigur: “Mítt land er betri enn títt, tí eg eri føddur og uppvaksin her!”
Eg kann í hvussu er, eftir besta førimuni, royna at svara uppá spurningin og í hesum innlegginum, hyggja eftir tí eina av mongum argumentum, har eg vil royna at vísa á, hví eg persónliga velji
Kristindómin frammum aðrar religiónir.
Her koma vit inn á tað sum vit kalla ‘Comparative religion’ har vit noyðast at samanbera religiónirnar og viðgera hvat hesar siga um seg sjálvar og hvussu hesar viðgera
hvørja aðra.
Vit kunnu byrja við religiónunum eystanfyri, so sum
Hinduismu og sikhismu.
Hinduisma og Sikhisma góðtaka hvørja aðra, eins væl og tær
góðtaka Kristindóm, Jødadóm og Islam. Allar hesar religiónir verða av hinduistum roknaðar sum
ymiskir vegir til Gud, ella stig á leiðini til tann ultimata veruleikan.
Eg
havi sum yngri sjálvur nýtt góðar og drúgvar løtur yviri í India, saman við hinduistiskum lærarum, bæði kjakast og lært, mest lurta. Eg gerist ikki heilt klókur uppá tað, men hesir sjálvir siga seg góðtaka hvørja einastu detalju í mínari
halgubólk, Bíbliuni.
Sama tá eg havi verið í holt við limum innan Hare Krishna og eftirfylgjarum av Sikhara religiónini. Ikki er óvanligt at hinduar hava eina skurðmynd av Jesusi ella Mariu Moy saman við avguda samlingini.
Sama tá eg havi verið í holt við limum innan Hare Krishna og eftirfylgjarum av Sikhara religiónini. Ikki er óvanligt at hinduar hava eina skurðmynd av Jesusi ella Mariu Moy saman við avguda samlingini.
Tó so liggur trupuleikin í hesum, nemliga at hesar
religiónir, sum Hinduisman metir at leiða okkum til Gud (Jødadómur, Kristindómur og Islam), ikki eru eins positivar
yvirfyri teimum báðum fyrstu.
Hetta upphevjar tí sjálvsagt virði í heilagu bókunum í teimum Abrahamsku religiónunum og av somu grund, vildu mong hildi fast við, at trúvirði fellur í teimum báðum fyrru.
Hetta upphevjar tí sjálvsagt virði í heilagu bókunum í teimum Abrahamsku religiónunum og av somu grund, vildu mong hildi fast við, at trúvirði fellur í teimum báðum fyrru.
Islam
Um vit harnæst í hesum sama høpi hyggja at Islam, so kann sigast at Koranin hjá muslimunum góðtekur heilagu bøkurnar hjá teimum kristnu og jødunum. Her kunnu vit tildømis sipa til 'Injeel' sum er forna kristna, sýriska orði fyri Evangeliið (eisini
nýtt í Koranini). Evangeliið, ella Injeel var singulera heitið fyri teimum fýra
Evangeliunum í Bíbliuni, líka úr øðrum árhundra, til tíðina eftir byrjan
Islams.
Harnæst góðtekur Koranin Sálmarnar í Bíbliuni (í hvussu er
teir, sum hoyra Dávidi kongi til) og tær 5 Mósibøkurnar.
Muslimar eiga tí eftir læruni í Koranini, at góðtaka hesar
bøkur í Bíbliuni og í tess skapi sum tær vóru lisnar í og fylgdar eftir av
kristnum og jødum í 6-7 árhundra. Við øðrum orðum, muslimurin má og skal góðtaka
somu Evangeliini og somu Lóg Mósesar sum vit hava um hendur ídag.
Hin vegin, er trupuleikin eins og áður, at hvørki jødadómur
ella kristindómur eru positiv yvirfyri Islam. Hetta tykjast høvundarnir ella
høvundurin av Koranini ikki at hava givi sær fær um, tá hann festi orðini á papír (ella rættari djóraskin).
Jødadómur og Kristindómur
Eftir standa tí Jødadómur og Kristindómur, eftirsum tær undanfarnu tríggjar religiónirnar hava mótprógva seg sjálvar. Tildømis kann ein
muslim ikki rokna seg sum muslim, um hann trýr læruni í Evangeliinum, men á hina síðuna, kann hesin heldur ikki verða muslim, um hann ikki góðtekur skrivaðu
evangeliini sum orð Guds.
Hvat er so ein Muslim?
Síðani skal sigast, at Jødadómur og Kristindómur heldur ikki
eru so positivar yvirfyri hvør øðrum. Tó so vil tað ikki siga at tilgongdin er
tann sama sum í undanfarnu førum. Kristin eru tildømis ikki biðin um at halda
seg til Jødadómin, men óansæð trýr ein kristin á religión Ísraels (tað sum kom undan seinna
Jødadóminum) sum part av Guds opinbering til menniskju. Sum kristin eru vit tí bundin av
høvuðskeldu Jødadómsins.
Harnæst er Kristindómurin av nátturu, ein "jødisk
religión", ella rættari sagt, ein bólkur sprungin út úr Ísraelsku
religiónini. Tað vil siga, tó at kristin, eru ikki bundin at halda seg til skrivaðu
Mósilógina (vit góðtaka hana søguliga), so síggja vit okkum sum partur av Guds
signing til Ísrael og sum eina framgongd og upphevjan í hesum sama høpið.
Jødadómin, við tess Midrash, Talmudini og øðrum tekstum, eru
kristin heldur ikki bundin at góðtaka. Jesus sjálvur vrakaði jødisku
traditiónnirnar, um hesar mótsettu seg opinbering Guds til tjóðina Ísrael í Gamla Testamentinum.
Testamentini bæði (Gamla og Nýggja), hanga tí væl saman, og
koma ikki í tað stríð, sum tú annars hevur millum religiónirnar.