Wednesday, October 24, 2012

Søguligi Jesus, Samtíðin og Frásøgnirnar




Áhugavert, Kloppenborg í síni viðger av Q (hypotetisku/ástøðiligu kelduni sum Matteus og Lukas skulu hava nýtt saman við Markus og øðrum keldum), sipar til Franz Overbech, sum legði dent á 'discontinuity' millum Evangeliini og skriftirnar hjá kirkjufedrunum, har hann møguliga eisini inkluderar Nýtestamentligu Brøvini (Kloppenborg, The Formation of Q, 5).

Hendan inkluderingin er av týdningi í hesum høpinum! Fyrst skal sigast, at um ein samanber Klement úr Róm, Didache, Ignatius, Polykarp, Justin Martyr og Irenaeus, so eru burtursæð frá, at hesir noyddust at viðgera teirra heimspekisligu samtíð, eingin munur á teirra skriftum og eitt nú brøvunum hjá Paulusi ápostli.
Brøvini hjá Paulus, tildømis Fyrra Korintbræv, sum var skriva í 50-52, var skriva undan Evangeliinum og ger kortini nýtslu av Evangeliinum sum tá er ein munnlig kelda.

Tað sum tí gerst týdningarmikið her, tá hugsa verður um niðurstøðuna hjá Overbeck, er at Evangeliini tykjast ómetaliga primitiv og óávirka av tí tíð og skriving sum eftirfylgir hendingini. Bíbliukritikkarir eru tí fleiri av tí sannførðing, at hendan tilgongd vísir á broyting í traditiónini og tí veitir trúðvirðinum í Kristindóminum trupuleikar.

Tó, sæð frá einum øðrum sjónarhornið, gevur slík argumentatión ómetaligan bakslátur. Eftirsum slík óávirka skriving, heldur vísir at høvundarnir skrivaðu tilfar sum ikki var upprunni úr tí samtíðini tá heir skriva, men frá tíðini í undan var; við øðrum orðum, gevur hetta evangeliinum nógv størri søguligt virði.

Tildømis eru Evangeliini alt ov jødisk og sermerkt av tíðini undan 70 AD, til at verða skriva av grikkum, sum hvørki kendu aramaiska málið ella jødiska bakgrund, søgu og mentan, og tað í einum ikki-jødiskum samanhengi og griskari mentan (Hoskyns, The Riddle of the NT, s.19-21 og Robertson, Redating the N.T.).

Fokusi sum í fyrsta árhundra samkomuni, annars var á Heilaga Andan og samkomu viðurskiftir eru nærum ikki til staðar í teimum synoptisku evangeliinum. Tó so er jødiska mentanin undan fallið Jerusalems, sum inkluderaði tempul mentanina og leiklut saddukearana týðilig í frammi. Ein kann eisini sipa til profetiska samanlegging, har í hendingar ikki altíð vóru atskildar í framtíð, men vildu verði tað í retrospekt, um ein høvundur falsaði útsøgnir í fortíð.

Her kann tildømis vísast á dømi av fallið Jerusalems og afturkomu Jesusar, sum í spádómi Matteusar og Markusar nærum tykjast samanlagdar. Ein høvundur hevði ikki skriva soleiðis, eftir fall Jerusalems. Men hetta gevur fulla meining í framtíðar spádómi, sum ikki altíð skilur millum hendingar í framtíð. Við øðrum orðum, er spádómurin niðurskrivaður undan falli Jerusalems!

Her kann tí grundgevast fyri, at tað sum vit lesa um í Evangeliums skriftunum, er upprunaligt, bæði í tess tíð, mentan, geografi og umstøðum, og hetta ger frásøgnina tengda at veruleikum, heldur enn mytum.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.