Friday, December 2, 2011

Nýggjastu Søguligu granskingarnar um kristnu Bíbliutekstirnar grundgeva fyri, at tekstirnir eru søguliga álítandi (ein ávísan til Birger Gerhardsson)


Nýggjastu søguligu granskingarnar um kristnu bíbliutekstirnar grundgeva fyri at teksturin er søguliga álítandi. Í hesum innleggi vísi eg á tað rákið, sum hevur gjørt seg galdandi síðani 60ini, við granskarum sum tildømis Birger Gerhardsson, Rainer Riesner og Samuel Byrskog, og í seinastuni við Richard Bauckham. Hendan gransking sum ikki byggir á undanfarnu bíbliukritisku hypotesurnar og tess motiv baseraðu metodir, men søguliga keldutilfarið, vísir at tey kristnu líka síðani tíð Jesusar, bæði varveittu og høvdu førleikan og ynski at varveita teirra traditiónir.

Bíbliukritikkur hevur ómetaliga áhuga í mínari verð, eftirsum hendan granskingin, er avgerðandi fyri tað søguligu áskoðanina til tekstin og tess innihald. Hetta eru allir granskarir greiðir yvir, vitandi at søgulig staðfesting av ávísum elementum í Nýggja Testamenti kunnu tileinkisgera aðrar religiónir og filosofiskar áskoðanir.

Gjøgnum seinastu tvey hundra árini, er bíbliukritikkurin farin gjøgnum miklar broytingar. W.G Kummel vísir á, at nærum allar hypotesur byggjandi uppá rationalismu og aðrar áskoðanir, upp til byrjanina av 20 øld eru vrakaðar. Enntá tey máttmiklastu ástøðini so sum Q (kelda) ástøði, stendur ídag fyri skotum, bæði beinleiðis frá andstøðuni, so sum David Goodacre, og meiri óbeinleiðis av tí nútíðar slóðbrótandi tilgondini, umboða av eitt nú Birgir Gerhardsson og Richard Bauckham. Hetta innleggi viðgerð ávíst um hesa gransking sum tey flestu ivaleyst eru óvitandi um.

Niðurstøðan má tí verða at søgukritiska bíbliugranskingin er slett ikki so søgulig, sum tað so mangan verður billa okkum inn. Í veruleikanum eru pástandirnir flótandi og áhaldandi broytandi, alt avgerandi, eftir teirri filosofisku tilgongdini og rákinum sum samfelagið og tað akademiska má boyggja seg undir. Seinastu tvey hundra árini hevur gudfrøðin tí verði undirlagd ávísum trendum: Hegel, rationalismu, formkritikki (Dibelius, Bultmann og aðrir), redaktiónskritik (Marburgarnir og aðrir), eins væl og frá ávísum granskarum sum taka stóru lopini frá einari faktión til eina aðra (har hugsi eg um Schweitzer, Bart Erhman og aðrar).

Hesir (bíbliukritikkarir) løgdu slóðbrótandi akademiskar lógir fyri hvussu evangeliini og Kristindómur skuldu og skal skiljast, granskast og viðgerast. Hesir avgerða oftani útgangstøðið og niðurstøðuna.
Eftirsum ein anti-kristiligi pro-nátturalistisk filosofi nógva staðni hevur gjørt krav uppá monopolin, hevur úrslitið oftast verði negativt innstilla og Kristindómurin er harvið framlagdur sum ein trúgv, í er grunda á óveruleika, falsan og aldargamlar óførleikar.
Úrslitið er, at í dag, munnu tey flestu halda fast uppá hesar skeivu, motivstýrdu søguligu niðurstøðunum, sum ikki eru grundaðar á erliga gransking, men heldur bias og tað sinnisró, sum slík grundgeving gevur einum, sum velur at halda uppá eina nátturulistiska heimsmynd ella eina aðra religión enn Kristindómin.

Men hvussu tryggur er ein at tilknýta seg hesari áskoðanini? Flestu er neyvan varðin yvir, at negativi kritikkurin í nýggjari tíð, ikki stendur seg so væl akademiskt sæð, og at tey elementini, sum nú grundgeva fyri einum søguligum Jesus førka seg nógv nærri tí Nýtestamentligu myndini enn teimum kritiskum hypotesum sum kritikkarin framleggur. Hetta nýggja gjøgnumbrotið innan søgubíbliugranskan eru nú framstandandi í nútíðar gransking. Longu í 1979 skrivar Patrick Henry um eitt nýtt rák innan bíbliugransking:

New Testament scholars themselves have practiced the high-powered focusing of their historical microscope for such a long time that they can slip right past the point at which something might be seen in perspective. For example, at a recent symposium on the relationships among the Gospels, a classical historian remarked that he had studied carefully the second-century for the tradition that Mark’s Gospel reflects directly the reminiscences of Peter…he was puzzled that nearly all New Testament scholars treat that tradition about Mark’s Gospel with severe skepticism’ (Patrick Henry, New Directions in New Testament Study, s. 33-34).

Tað er áhugavert at nógvir granskarir í 70-80unum broyta holdning, og enntá viðganga at teir áður ikki høvdu dirvi, at seta seg upp móti kritiska monopolinum. Henry sipar her til eitt symposium í USA, seinast í 70unum. Men um somu tíð, í Evropa, fekk bíbliukritikkurin nógv ógvusligari skot fyri bógvin.

Avrik Birger Gerhardssons

Í hesum sambandi skal eg nevna svenska gudfrøðingin og søgugranskaran Birgir Gerhardsson. Í 1961 skrivar Gerhardsson bókin: ‘Memory and Manuscript: Oral Tradition and Written Transmission in Rabbinic Judaism and Early Christianity’.


 Í verkið sínum framleggur Gerhardsson, søgulig prógv fyri at Kristindómurin í fyrru helvt av fyrstu øld, var væl skipaður; at tey fyrstu kristnu vóru væl kunnað um søgu og uppruna teirra og um læru og søgu Jesusar og høvdu bæði motivi, førleikan og metodirnar fyri at varveita og yvirføra hesar traditiónir nærum orðarætt. Hetta var gjøgnumbrot, tí hendan granskingin hjá Gerhardsson afturvísti teimum heilt grundleggjandi faktorunum í bíbliukritisku søgugranskingini.

Flestu er kanska ikki klár yvir, at negativi kritikkurin av evangeliumskelduni, ikki er ein søguligu viðgerð av tekstinum ella søgubakgrundini, tí kritikkurin kann bara grundgevast fyri, um prógvast kann, at tey fyrstu kristnu vóru heilt óskipa og tørvaðu førleikar at varveita informatión og ikki høvdu ynski um at gera so; hetta útgangstøðið er vilt hypotetiskt og Gerhardsson, við sínum denti á søgugranskan vísti hesum hypotesum aftur.

Gerhardsson var tó bara byrjanin, eftir gjøgnumbrotið fylgdu fleiri granskarir eftir, so sum Rainer Riesner og Samuel Byrskog, sum førdu granskingina uppá enn hægri støðið. Heimskendi gudfrøðingurin Ben F. Meyer, hevur úttala seg um hesa gransking sum eina nýggja tíð innan bíbliusøgugranskan.

Reaksjónin í Evropa

Gjøgnumbrotið hjá Gerhardsson skapti mikið postyr í akademiska heiminum. Í Evropa lupu Marburgarnir (lærisveinarnir hjá Rudolf Bultmann) á; serstakliga kann nevnast aftursvarið hjá Kasemann í einari ávísari grein í 1963 og seinni bókin ‘The path of Gospel tradtion’ sum var útgivin av formkritikkarum í 1983. Men hvørgar av hesum form og redaktisku kritisku royndunum, at afturvísa Gerhardsson sligu ígjøgnum. Greinin hjá Kasemann munaði so at siga einki og formkritikurin var longu ein fallin hypotesa. Tað sum verri var (fyri negativa bíbliukritikkin), var tann opinleikið, sum fleiri týskir redaktiónskritikkarir fóru at vísa móti granskingini hjá Gerhardsson. Tað tyktist at eins og teir gomlu Marburgarnir vrakaðu lærimeistara teirra Rudolf Bultmann, so vóru lærisveinarnir hjá gomlu Marburgarunum klárir, antin at vraka ella taka ávísan avstand frá hesum nærmastu eftirfylgjarum Bultmanns. Í 1964 skrivar redaktiónskritikkarin Otto Michel, eina meiri positiva grein um granskingina hjá Gerhardsson. Í 1976 bjóðar hann Gerhardsson til Holzhausen at halda fyrilestrar og í 1980 fekk Gerhardsson innbjóðing frá sjálvum eftirfylgjara Kasemanns, Peter Stuhlmacher at halda fyrilestrar í Tubingen. Í 1980 var enntá eitt symposium hildi, har í allar síðir av kjakinum vóru javnt framlagdar. Hetta avgjørdi ómetaliga nógv fyri slagi í Evropa, granskingin hjá Gerhardsson var nú blivin almenna staðfest og kundi verða viðgjørd sum akademisk.

Tann veruliga mótstøðan kom tó ikki úr Evropa, men hinumegin Atlantarahavið.

Morton Smith og Jacob Neusner

Her er serstakliga vert at nevna kenda bíbliukritikkarin Morton Smith. Og hvør er so Morton Smith og hví er tað neyðugt at nevna mannin í hesum høpinum? Tað er av stórum týdningi at fáa hetta við, fyri at lýsa styrkina í tí gransking sum Gerhardsson hevði framlagt tí akademiska heiminum og styrkina av tí mótspælið sum tók seg upp mótvegis gjøgnumbrotinum. Smith var ikki bara, ein hvør sum helst og sjálvur Barth Ehrman, lýsir í bókini ‘Lost Christianities’ Morton Smith stórum orðum:

‘This was one of the truly brilliant scholars of ancient Christianity in the late twentieth century: massively erudite, enormously well-read, and, to put it bluntly, an intellectual cut above most of the academics he had to contend with. And he knew it…Morton Smith was not someone to cross words with. Morton Smith spent the bulk of his career as professor of ancient history at Columbia Univeristy. His learned scholarly contributions covered many fields: Greek and Latin classics, New Testament, Patristics, second-temple Judaism rabbinics. Few could match his range or depth (70)…Smith’s own teacher at Harward, Arthur Darby Nock, one of the few people in the field who could probably claim intellectual superiority to Smith in several of his own areas of expertise (82)’

Ein skuldi trúð, at søguligur veruleiki og sonn álítandi gransking um Ur-kristindóm og kristnu tekstirnar, gingu hond í hond við ein slíkan akademiskan orrustumann. Men sum eg eisini skal koma inná, so var ikki. Morton Smith sum annars var serfrøðingur innan rabbiniskan jødadóm í fyrsta árhundra, var júst maðurin, sum hevði akademiska førleikan at loypa í krovið á Birgir Gerhardsson. Men álopið kom ikki beinleiðis frá Smith. Tað var næmingurin hjá Smith, tann ídag, nógv umrøddi gudfrøðingurin og søgugranskarin Jacob Neusner, sum fór í holt við at vísa granskingini hjá Gerhardsson aftur. Smith var av tí uppfatan at tær metodir Gerhardsson pástóð at tey kristnu nýttu, í teirra varveitslu av evangeliumskelduni, vóru metodir sum ikki vóru tiknar í brúk fyrrenn aftaná fall Jerusalems í 70unum. Hetta gjørdist tí bæði útgangstøðið og niðurstøðan hjá Neusner mótvegis Gerhardsson.

Áhugarvert er tað, at flestu bøkur skrivaðar av bíbliukritikkarum, um Ur-kristindóm og keldukritik sipa til Gerhardsson og sjálvandi til mótargumentini hjá Smith og Neusner, um at rabbinisku metodirnar at varveita informatión, ikki vóru tiknar í brúk fyrrenn eftir fall Jerusalems.

Gerhardsson vindikeraður

Trupuleikarnir við mótspælinum hjá Morton Smith, vístu seg fyrst og fremst at verða maðurin sjálvur. Smith gjørdi seg skyldigan í at forfalska aldurgamlar tekstir, tildømis vælkenda ‘The Secret Gospel of Mark’ (Bart Ehrman, Lost Christianities, s.67-89 og Craig A. Evens, Fabricating Jesus, s.94-97). Spurningurin má tí framstanda, sum onnur eisini gera vart við, um maðurin vísti akademiska óerligheit á øðrum økjum eisini.

Næsti trupuleiki vísir seg í tí akademisku nýtsluni av Smith og Neusner .Tað syrgiliga við hesum er, at hesir granskarir antin hava verði óvitandi ella hava gjørt sær galt av óerligheit? Eg loyvi mær at halda meg til fyrra pástandin, hóast alt, er serkøni innan Q og keldukritik, ikki einsbetýðandi við, at ein granskari er serkønur innan ‘munnligari informatións yvirførðing’ og ‘eftirkomara eftirlitið’. Hendan niðurstøða bjargar kanska umdømið hjá Kloppenborg og øðrum stórum granskarum, sum uttan víðari, bara hava gjørt sær galt av pástandinum hjá Neusner, men hetta vísir eisini at søgukritiska bíbliugranskingin, skal takast við størsta varðsemi.

Tað undrar meg eisini, at í hesum førið hava granskarir víst ein einsíðis hugburð, tildømis eru tað fáir, ella rættari sagt eingin av hesum, sum nevna vælkenda Bíbliukritikkarin E.P. Sanders, eisini ein autoritetur í Kristindómi við atlitið til fyrsta árhundra Jødadóm. Í bókini ‘Studying the Synoptic Gospels’ dettur Sanders í hina grøvuna við pástandinum, har hann pástendur, at jødar í fyrstu helvt at fyrsta árhundra ikki førkaðu seg inn í eina tíð, har førleikin av oralskari informatións yvirførðing vildi gerast galdandi, men heldur at jødar høvdu førka seg frá eini slíkari tíð, og inn í eina tíð har teirra skrivligu og lestrar førleikar fóra at verða eitt eindømi í aldargamlari søgu. Men hetta er jú rein mótsøgn innan akademisku granskingina. Hvussu í allar tí víðu verð kunnu kritiskir granskarir, við serkunnleika til sama evnið, verða so langt frá hvørjum øðrum skotnir?
Her rísir jú ein avgerandi trupuleiki seg upp, skal eg trúgva Neusner ella Sanders? Og synd at siga, so er hetta langt frá eitt eindømi innan Bíbliukritikki.

Hærnast er tað harmiligt at hesir kritikarir ikki nevna, eitt nú Rainer Riesner og Byrskog sum eftir royndini hjá Neusner, at afturvísa Gerhardsson, megnaðu at vindikera Gerhardsson og vísa atfinningunum hjá Neusner aftur (Birger Gerhardsson, The Reliability of the Gospel Tradition, s.xix).

Men størsta viðurkenningin av gjøgnumbrotinum hjá Gerhardsson, kom nøkur ár seinni. Hetta vísti seg at verða ein heldur óvanta kelda, tí viðurkenningin kom frá ongum øðrum enn Neusner sjálvum. Í aðru útgávuni av bókini hjá Gerhardsson, er ein heilur kapitul halgaður til Neusner, har í Neusner umberð seg fyri áðurnevndu bók sína og úttalisini mótvegis Gerhardsson. Somuleiðis tekur hann avstand frá Morton Smith, játtar at kritikkarir uttan himpr gloyptu pástandum hansara uttan nakra gjølla gransking og eggjar teimum við áhuga í nýtestamentligari gransking, at lesa bókina hjá Gerhardsson (Memory and Manuscript, sí forword av Jacob Neusner):


Tá eg læs hetta, hugsaði eg: ups, allar hesar djúpu bíbliukritisku, gudfrøðiligu bøkurnar, skrivaðar av heimsins kendastu og leiðandi autoritetum um tekstkritik og uppruna Kristindómsins, bøkur sum eg havi grava meg ígjøgnum, tá eg fullførdi mín BA og MA, fóru allir hesir veruliga skeivir?

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.