Tuesday, September 6, 2011

Hjá hvørjum liggur óttin?

Tað undraði meg eitt sindur, tá limir í Gudloysi á seinasta podcasti, løgdu upp til at kristin bera ótta fyri fríðum kritikki og harvið tí atgongd sum alnótin hevur inn í okkara heim og sinn. Myndin ein fekk var, at ateistar elska hetta frælsi at kritisera og sjálvir slett ikki hava tørv á sensur ella tørvinum um at ávarða ímóti mótspælandi ávirkanini, meðan kristin alt meiri vísa á tørv teirra at gera seg inná ella tala at talufrælsi.


Eg skal slett ikki avnoknta at religiøs og trúgvandi bera ótta fyri tí ávirkan sum gudloysingar og alnótin kann hava á teirra samfelag og kirkju/samkomulimir.

Men tað sum er villeiðandi við podcastinum er, at hetta er slett ikki ein reaktion, sum er høvuðsgaldandi fyri teistar. Stuttligt at ateistar og religions kritikkarir, uppføra seg akkurát líka, tá teir kenna á sær at kunning sum er afturvísandi materialistiku heimsmyndina far fríðar teymar.

Tað undrar meg tí slett ikki, at ein ateistur sum fleiri ferðir hevur skriva á bloggum, á heimasíðuni hjá Gudloysi, og mær vitandi er ein limur, skrivar viðvíkjandi Darwin Night í Oasuni: 

‘Eg vil heita á fólk ikki at koma til hetta tiltak um endamáli er at læra um menningarlæruna. Sikkurt gott undirhald hóast alt.’


At ateistar og eitt nú darwinistar bera ótta fyri tí ávirkan, sum tildømis ID rørðslan virkar, er eisini ferð eftir ferð komin til sjóndar, eitt nú í hesum førðinum (á leinkjuni niðanfyri), tá tað eydnaðist darwinistum ólóliga at avlýsa eina framførðslu har ID áskoðanum kundi fáa fyrimunn:


Eg veit ikki hvussu ofta mær er blivi fortalt av føroyskum ateistum og darwinistum, hetta seinasta árið, at demokrati ikki finst innan gransking (tá talan er um menninglæruna og religiónsgransking) og enntá at mín gransking í Ur-kristindómi og tí Søguliga Jesus, simpulthen einki pláss hevur, ella eigur at fáa innan akademiskari gransking.
Hetta er rættuliga ræðandi, tí hetta vísur, at hesi sum rópa hart upp, sjálvi ganga hart inn fyri sensur og fráveljing av tí áskoðan sum tey ikki semjast í. Hetta sigur í hvussu er eitt sindur. Tí hesin sensurur og akademiska útihýsan, er galdandi bara fyri tey, hvørs áskoðan ikki passar annaðhvørt inní gudloysishugsan ella eina reint materialistiska-nátturlistiska heimsmynd.

Mong, sum hava tosa sína meining móti, eitt nú darwinismu, hava eisini verið offur fyri hesum, sum eirindaleyst verja hesa materialistisku heimsmyndina.

Eitt snøkt dømi eru bara 17 út av 300 dømum viðgjørd í bókini hjá Dr. Jerry Bergman, ‘Slaughter of the Dissidents: Volume I’.



Bókin er nærum 400 síðir og fylgir gongdini, har í hesi vísindafólkini verða systematiskt demonisera, útilukka og síðani svartlista. Lesnaðurin er bæði ræðandi og uppvekjandi og vísir hvussu ateistiskir felagskapir saman við teimum sekuleru kreftunum, inkludera, rættarsakir, media og trýst av ymiskum slag, gjørdu av við akademisku møguleikarnar hjá hesum fólkum.

Eg má finna kelduna, men bara í USA eru vit íløtuni vitandi, um umleið 10.000 dømir, har í vísindafólk og lærarir í evna og lívfrøði, sum annaðhvørt eru teistar ella bara ivandi um darwinismu, hava verið fyri ymiskum ágangi. Talið sigst tóat verða nærri teimum 100.000. 

I submit therefore, at hesin pástandur, at kristin bera ótta fyri kunning um menningarlærunu mótvegis Bíbliuni ella bíbliukritikki, alt meðan hesir somu bara kunnu frøðast um frælsisvirkið innan gransking, uttan nakran monopol er reina íspunni tvætl.

Eg vil annars rósa Jákup Lutzen fyri at vísa ein heilt annan tóna og enntá eggja tí einstaka at møta uppí Oasuni hesa vikuna. Tó at eg harmist um hansara avgjørda uppáforhánd fordømandi niðurstøðu til tiltakið:

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.