Sunday, July 31, 2011

Er Anders Behring Breivik ein kristin?


Fleiri heimasíðir og úttalisir, hava seinastu dagarnar mynda hendan hópdrápsmannin sum ein kristnan fundamentalist.

Tey flestu  eru tó neyvan greið yvir at Breivik roknar sín sokallaða kristindóm sum okkurt líknandi við kristna ateismu og kristna agnostisismu. Maðurin leggur dent á eitt slag av mentunarkristindómi og ikki bíbilskan kristindóm. Við øðrum orðum Kristindóm uttan Gud, Kristindóm sum heldur fast við nakað av moralsku læru Jesusar í praksis eina.
Tó fellur maðurin við sínum ræðugerðum og hugburði langt uttanfyri moralsku læru evangeliums og Jesusar standard. Tí hevði tað hjálpt at vita hvat maðurin meinar við kulturkristindóm, meinar hann hann kanska við tryggleikan sum sermerkti samfelag okkara í 60-70unum?

Eisini vísir Breivik greitt á í sínum manifesto tað sum er rættuliga mótsatt pástandinum hjá nógvum ateistum og muslimum, at hann slett ikki er religiøsur, at hann líkaleiðis er vorðin ávirkaður av sekularismu og sjálvur ikki er vísur í at Gudurin er til. Við øðrum orðum kunnu vit øll verða samd í, at Breivik er víðgongdur, men hetta er ikki einsbetýðandi við at maðurin er ein kristin, ella ein teistur.

-------------------------------------------------------------------------------------------------------

Onkur hevur longu úttala seg og víst sína ónøgd við, at hesin posturin umtalar Breivik sum gudloysing og at royndin er at kasta skuldina fyri hópdrápi á gudloysingar (haldi hetta er tað, sum viðkomandi hevur í huga).
Men hetta var ikki tað sum posturin legði upp til. Eg skrivi onganstaðni at Breivik er ateistur ella at ateisma er atvoldin til hesar ræðuligu hendingarnar. Eg legði dent á hansara manifesto, hvussu Breivik lýsir seg sjálvan: at Breivik roknar seg sum ein kultur-kristnan, ikki religiøsan, Bíbliu-trúgvandi, ella trúgvandi. Og víðari, at hann er líka nógv ávirkaður av sekularismu og agnostisismu ella vantrúgv. At hetta knappuliga vendir kanónini mótsatta vegin er ikki mín skuld og vísir kanska bara, at ein eigur at hugsa seg væl um og gera sítt heima arbeiði áðrenn ein tveitir slíkar pástandir út. 

Ætlanin var ongantíð at kasta skuldina á nakran, men heldur at vísa á, at ræðuleikanir ikki høvdu sína rót í læru Jesusar og ápostlana.
Tað er altíð harmiligt tá menniskju myrða menniskju, óansæð í hvørjum høpið, eisini tá ein vantrúgvandi drepur onnur, sum í hesum føri har eg gangi út frá at tey flestu vóru vantrúgvandi, men tá er eingin grund til at draga Kristindómin uppí ella at lýsa mannin sum nakað hann greitt meldar út at hann ikki er.