Tað sum vitast kann um Gud liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert. Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan (Rómbrævið 1: 19-20)
Youtube: Faroe Apologetik
Tuesday, July 24, 2012
Avbera góðar framløgur um Islam
Ynskir tú at hoyra eina drúgva, men beinrakna og djúpa útlegging av Islam frá eini kritiskari síðu? So er leinkjan niðanfyri genial. Framløgunar vóru hildnar á Biola Universitetinum, av Nabeel Quershi, ein ex-muslimur og núverandi kristin, sum eg sjálvur kenni og havi samstarva við:
Kinsey: fyrimyndin uppá skitna hugsan
Tíðin í dag tykist krevja, at kristin mugu taka lut í kjakinum um hvat í er at rokna sum nátturligt og ikki. Hetta fer Kristindómur Svarar í framtíðini at leggja seg meiri út í.
Ein áhugaverda byrjan, er kanska hendan leinkjan um sexual serfrøðingin Alfred Kinsey, sum gav stóra íblásturin til ómoralsku kolveltingina fyri 60 árum síðani.
Greinin, er ikki ein detaljera viðger við fótnotum, men framleggur kortini í hesum relevanta høpinum, hópin av dømum viðvíkjandi tí kritikki sum er viðkomandi og sum vit eiga at hongja okkum fast í.
Monday, July 23, 2012
Ateistur um ateist
“Imagine someone holding forth on biology whose only knowledge of the subject is the Book of British Birds, and you have a rough idea of what it feels like to read Richard Dawkins on theology.”
(Eagleton)
Friday, July 20, 2012
William Lane Craig um Higgs Boson


Eri mega upptikin við at fyrireika fyrilestrar í løtuni, havi tí ikki lagt nakra stóra orku í bloggin í seinastuni. Men helt eg skuldi vísa á nakrar viðmerkingar hjá William Lane Craig, í samband við uppdagingina av Higgs Boson:
Hetta er leinkjan http://www.reasonablefaith.org/higgs-boson-discovered
Annars er teksturin at lesa niðanfyri:
Sunday, July 15, 2012
Trúarverja á Teenstreet í summar
Eg komi dagarnar 29-31 juli, at halda fyrilestrar fyri kristnum tannáringum á OM ráðstevnuni 'Teenstreet' í Oldenburg, Týsklandi. Hesar dagar verða fleiri túsund kristnir tannáringar úr øllum Evropa samlaðir, harav yvir 200 føroyingar, til undirvísing, tilbiðjan, gaman og upplýsing.
Tað snúgva seg um 6 fyrilestrar og trý evnir, harav 5 av fyrilestrunum verða á enskum og ein á føroyskum.
Evnini eru:
- Answering atheists: Evidences for the Existence of God
- Answering the Bible Critic: Is the Bible Reliable?
- Answering Muslims: Answering questions Muslims ask
- (á Føroyskum) Svara ateistinum: Hvussu kann eg svara, tá ateisturin spyr: 'Hvussu veist tú at Gud er til'?
Wednesday, July 11, 2012
Dawkins er ein afrikansk apa
Tja...
Hetta pástendur stóri vísindamaðurin sjálvur. Men um nú maðurin so gjarna vil verða ein afrikanska apa, so skal eingin forða honum:
Sjálvandi flennir kristni pastorurin, tað hevði eg eisini gjørt!
Og her er sjónbandið:
Enn einaferð: Tja:
Hvussu fittar og serstakar hesar enn eru, er tað so ikki hald í pástandinum, at hesir nýateistar í veruleikanum niðurgera mannaættina?
Fyri síðani at taka logikkin hjá ateistinum Bill Maher til eftirtektar, var tað tá apan gjørdist religiøs ella kristin, at hon fór at drepa grind? Tí grindadráp og religión er opinbart knýtt at hvørjum øðrum! Men hvønn trupuleika hevur Maher við grindadrápi, um vit kortini bara eru apur úr Afrika?:
http://kristindomur-svarar.blogspot.com/2012/06/ateistar-pastanda-at-orskin-til.html
Haldi at ápostulin Paulus í brævið sínum til tey kristnu í Róm, lýsti hesa gudleysu tankagongd ómetaliga væl:
Meðan tey róstu sær av at vera vís, vórðu tey dárar (Rómbrævið 1: 22)
Monday, July 2, 2012
Dawkins treingir til at koma meiri út!
Soleiðis helt professarin Craig J. Hazen fyri, í einari viðmerking til ein fyrilestur sum Dawkins helt á einari ráðstevnu í India, har gudloysingurin legði upp til, at ateistar í 21 árhundra eru eitt framtak innan moralismu, byggjandi á biologiska grundvøllin heldur enn religión.
So byggir moralur á ein klump av evnum? Sum Dawkins tykist pástanda:
Hazen viðmerkir:
"Religion, indeed Christianity, was the driving force behind the abolition of slavery in Great Britain and the United States and was an essential center point of the civil rights movement in the Twentieth Century," Hazen affirmed. "How in the world does Dawkins square such historical events like these with brutish, naturalistic Darwinism?"Huff, eg eri eisini eitt sindur sjokeraður, eftirsum útsøgn Dawkins enntá var í samband við bókina 'The Selfish Gene'.
Saturday, June 30, 2012
Framstandandi ateistar tykjast pástanda orsøkina til grindadráp verða religión???
Veit ikki hvar í logikkurin liggur, men høgt framstandandi, gudleysir forsprákarir pástanda at grindadráp er religión, ella í hvussu er, at grindadráp er eitt óndskaparins úrslit av religión.
Hetta sigur bara alt!
Hesin pástandur kann síggjast í ateistiska propaganda filminum hjá Bill Maher Religulous:
Grindadrápið kann síggjast um ein førkar sjónbandið yvir á 7:04.
Filmurin hjá Maher leggur eisini kjarnorkubumbur og nærum allan heimsins óndskap undir religión. Tað undrar sjálvandi ongan, hví Maher ikki inkluderar Stalin, Norður Korea og fangatippi Gulag, tí Religulous filmurin er jú bara enn ein propaganda filmur. Kann tað hugsast, at brotið av grindadrápið var inkludera fyri at íblanda meiri blóð og gera veruleikan verri enn hann í veruleikanum er?
Friday, June 29, 2012
Kristnir tannáringar alment fyri ágangi á amerikanskum highschool
Dan Savage, gudloysingur og onkursvegna umboðari av LGBT, framdi fyrr í árinum grov verbal álop á Kristindóm og kristnar tannáringar undir eini framløgu á einum amerikanskum high school.
Helt annars USA verða eitt sekulert samfelag, har staturin skilir seg frá religión, so at vit øll kunnu kenna okkum heima og trygg (ella hetta er í hvussu er tað, sum ávísir gudloysingar her á blogginum, áhaldandi hava roynt at billa mær inn). Men opinbart merkir sekularisma í praksis, at sjálvt um Kristindómur ikki má umboðast, so kann Kristindómur kortini alment niðurgerast og loypast á, kristnir tannáringar eisini! Í hvønn forstand skilir staturin seg harvið frá religión og hví og hvussu skulu teistar væntast kenna seg tryggar í eini slíkari skipan?
Har vóru í hvussu er eingir vaktarmenn klárir til at draga Dan Savage út, heldur ikki var maðurin fyri ágangi ella revsing, eins mong kristin hava verið tey seinastu árini.
Eg berið fult undir við Dan Savage, ágangur móti samkyndum er skeivt og eigur at stegðast. Skilji bara ikki heilt, hví hesum maðurin, sum er farin í hernað móti bullying, sjálvur í einum almennum skúla og alment, niðrandi og áloypandi ríkur í krovi á kristnum tannáringum. Tað einasta eg lærdi frá Dan Savage, er at maðurin lítið og einki veit um hermeneutiska tulking av Bíbliuni.
Les meiri her:
Helt annars USA verða eitt sekulert samfelag, har staturin skilir seg frá religión, so at vit øll kunnu kenna okkum heima og trygg (ella hetta er í hvussu er tað, sum ávísir gudloysingar her á blogginum, áhaldandi hava roynt at billa mær inn). Men opinbart merkir sekularisma í praksis, at sjálvt um Kristindómur ikki má umboðast, so kann Kristindómur kortini alment niðurgerast og loypast á, kristnir tannáringar eisini! Í hvønn forstand skilir staturin seg harvið frá religión og hví og hvussu skulu teistar væntast kenna seg tryggar í eini slíkari skipan?
Har vóru í hvussu er eingir vaktarmenn klárir til at draga Dan Savage út, heldur ikki var maðurin fyri ágangi ella revsing, eins mong kristin hava verið tey seinastu árini.
Eg berið fult undir við Dan Savage, ágangur móti samkyndum er skeivt og eigur at stegðast. Skilji bara ikki heilt, hví hesum maðurin, sum er farin í hernað móti bullying, sjálvur í einum almennum skúla og alment, niðrandi og áloypandi ríkur í krovi á kristnum tannáringum. Tað einasta eg lærdi frá Dan Savage, er at maðurin lítið og einki veit um hermeneutiska tulking av Bíbliuni.
Les meiri her:
Thursday, June 28, 2012
Er skilnaður millum stat og religión ikki ein myta?
Okkum verður mangan fortalt at vit kristnu
hava miðskilt sekularismu, at sekularisma eina snýr seg um skilnaðin av stati
og religión, at religión er ein privat fyritøka, sum ikki eigur at hava nakra
galdandi almenna ávirkan, eitt nú í almennum fjølmiðlum og skúlum, soleiðis at
tað almenna kann gagna okkum øllum og pláss kann verða fyri øllum.
Tað sum kristin stúra fyri í einari
slíkari skipin er sjálvsagt tann mótsætti veruleikin, at meðan religión verður skumpa
út, verða fyrimunirnir og rættindini givin einum ateistiskum rákið; ein veruleiki sum longu ger seg til kennar ídag.
Ein onnur stúran er at hetta rákið,
sum gevur sekularismuni sína innspræning, í veruleikanum ikki hevur sum sítt
áhugamál, at skilja stat og religión, men heldur at ein sekulerur humanistiskur statur skal hava sína ávirkan og kunnu vísa sítt vald innan økinum av privatari religión. Tað tykist ikki, at hesir vísa nøgdsemi við at skilja frá, men heldur at hesar hava ilt við at sleppa.
Sum áður
víst á, so eru Dawkins og hansara tilhengarir eitt snøgt dømi uppá hvat slíkar
kreftur kunnu ditta sær at leggja seg út í, um teirra ávirkan kemur til
politiskt vald. Her hugsi eg tildømis um ynski teirra, at staturin skal leggja
seg út í kristna barnauppaling og at kunna indoktrionera kristin børn á aðrar
leiðir enn foreldrana. Hetta sigur bara alt!
At hetta er ein veruleiki, sæst
týðiliga í teimum samfeløgum, har sekularisma virkar út frá einum sekulerum humanistiskum sjónarmiðið. Eitt nú í USA, har áhaldandi stríð valdar innan tí akademiska, millum næmingar og skúlastýrið og
í lærustovnum sum heild.
Í University of North Carolina royndi universiteti at
tvinga kristnar næmingafelagskapir at loyva tilhengarum av øðrum religiónum og gudloysingar at
virka sum leiðarir yvir teirra aktivitetum. Hetta galt sjálvandi ikki fyri aðrar religiónir ella
humanistiskar næminga felagskapir:
Ein líknandi sak fór samstundis
fram í Tennesse, Vanderbilt Universitetinum, har í fleiri kristnir
næmingafelagskapir, sum sýttu fyri at seta tildømis (møguligar) buddistar, muslimar og ateistar í høvuðsætiðini kundu vænta at verða bannaðir.
Líknandi dømir finnast eisini fleiri enskum læristovnum og universitetum.
Í Lexington, USA var ein privat kristin fyritøka fyri skotum, ákærd og melda fyri at hava nokta at printa t-skjúrtir til eina gay parade. Eigarirnir noktaðu at eftirlíka, eftirsum tiltakið stríddi mótvegis teirra moralsku sannførðing, men opinbart dámar staturin ikki, at ein hevur sína egnu privatu religiøsu sannførðing:
http://www.persecution.org/2012/04/06/gay-rights-group-files-human-rights-complaint-against-christian-company-after-refusal-of-service/
Í Hutchinson óttast tey kristnu eina lóg, sum kann noyða kirkjur og samkomur at leiga bygningar út til endamál sum stríða móti kristnu trúnnið, áskoðan og hugburði:
Helt annars at ein sekulerur statur vildi slíta frá kirkjuni!
Aðrastaðni kann ein kristin myndatakari í New Mexico, nú vænta eina stóra bót, tí at privata fyritøka hansara sýtti fyri at taka myndir undir einum lesbiskum hátíðarhaldið:
Lesarin kann draga sína egnu niðurstøðu, men okkurt sigur mær at eitt humanistiskt sekulert samfelag, slett ikki hevur áhuga í at slíta frá kirkju og religión og so slett ikki ynskir, at samfelagið skal virka líkastilla fyri øll.
Wednesday, June 27, 2012
Brøvini hjá Polykarp
Mega áhugavert. Polycarp sum doyði pínlavátta deyða í 140unum og sum var lærisveinur Jóhannesar ápostli, segðist persónliga at hava kent fleiri av lærisveinum og eygnavitnum Jesusar. Hesin legði eftir seg bara eitt núverandi kent bræv, skriva til tey kristnu í Philippi.
Lærisveinur hansara Irenaeus, sum læt okkum fleiri brøv eftir seg, staðfestir tó at Polycarp skrivaði fleiri brøv. Fleiri av hesum brøvum vóru møguliga til í 6 øld, men eru ikki til ídag. Heldur ikki verða tey sitat vit ídag kunnu lesa frá hesum horvnu brøvum rokna heilt álítandi.
Men skuldi tað borið so á, at slík fornaldar skriv í framtíðini komu undan kavi, vildu hesi sett bíbliukritikkin í eina álvarsama støðu.
Tuesday, June 26, 2012
14 ára gomul genta fær deyðshóttanir fyri at kritiseraða samkynt hjúnaband
Tað vísir seg at fleiri kristin, enntá ein 14 ára gomul genta, hevur fingi fleiri deyðshóttanir og ágangandi viðmerkingar, tí hon hevur ditta sær at sagt sína persónligu meining um samkynt hjúnaband. Nakrar av viðmerkingunum ljóða:
“I hate people like this. Most (not all) Americans are [expletive] retards. If I ever see this girl, I will kill her. That’s a promise.”
Other documented responses included: “I’m gonna kill ‘er!”
“Her parents should be exterminated.”
“The [sic] is why abortion must stay legal—to prevent little bigots like this from being Born…”
“Kill this child and his [sic] parent, for my 11 birthday would be a wonderful gift, thanks.”
“Parents like hers should be sterilized…”
Ein onnur ung 16 ára gomul genta, Madeleine McAulay (havi ikki varhuga av at hetta er sama genta), hevur somuleiðis verið fyri ágangi. Hon skrivar:
So let me just get this straight. If I‘m young and I give into the left’s agenda, I’m praised, but I‘m young and I’m conservative, I’m evil? Hm. Now I want to be clear. I don’t hate gay people, so stop trying to say that I do. I simply believe that traditional marriage is the most productive way, and the Biblical way, to pursue a relationship…http://www.theblaze.com/stories/16-year-old-conservative-girl-receives-death-threats-after-posting-gay-marriage-youtube-video/
Eitt annað offur fyri slíkum ágangi er bretski politikkarin David Burrowes:
"In Britain a Conservative MP has revealed that he had received a death threat because of his support for the traditional definition of marriage.http://www.christian.org.uk/news/girl-14-gets-death-threats-for-defending-marriage/
David Burrowes MP made the revelation at the launch of Coalition for Marriage, a new grassroots campaign group dedicated to preserving the traditional definition of marriage, last week.
He said: “I myself have been subjected to hate mail, to accusations of homophobia, and to a death threat as well, which is just extraordinary when one is affirming what the law is as it stands and has done historically for hundreds, if not thousands, of years.”
Helt annars vit vóru opinsinnað fyri at tann einstakið, kundi hava sína áskoðan og enntá hesin kundi úttala seg um hesa áskoðan, óansæð hvussu negativt hetta verður tikið upp.
Eg meini so við, nú hevur nýmótans gudloysa rákið, enntá lagt upp til kjak, framtíðar møguleikan, um at kunna avlíva nýðføðingar. Harvið kunnu børn sum hava eitt brek verða burturbeind eftir barnsburð! Geldur hetta eisini, um staðfest kundi verði, at barnið var samkynt ella okkurt annað? Neyvan og tað hevði somuleiðis verið skeivt!
Eg eri tí ikki so sannførdur um at hetta rákið sum nú er vaksandi, er so móttakiligt og opið, sum okkum verður billa inn. Heldur ikki tá talan er um tess hugburð til tey sum hava ein øðrvísi áskoðan.
Heldur vildi eg sagt at hetta nútíðar rákið, sum annars pástendur seg framstanda sum ein forkempara fyri frælsi og opinleika, møguliga ber uppá duldar hugsjónir og hugburðir.
Sunday, June 24, 2012
Yvirdrívarin Dawkins
Hetta er maðurin, sum samanber Gud við spagettu ódjór og flúgvandi tekannir, yeah netup, rakar eitt sindur við síðuna.
Ikki bara vantar á í hesum vánaligu samanberingum, men okkurt sigur mær, at maðurin slett ikki uppfatar hvussu vánaligar hesir yvirdrivnu samanberingar í veruleikanum eru.
Í hesum sjónbandinum, sigur hann seg nokta at vilja kjakast við kreationistar og hvør er grundin? Jú, Dawkins spyr um nakar vísindamaður hevði vilja siti á einum pallið og kjakast við ein sum pástóð at jørðin var fløtt, ella ein sum var sannførdur í børnini koma við storkinum. Eg spyrji: hví ikki?
Maðurin hevur annars tað við at yvirdríva og hetta er bara enn eitt snøgt dømið. Í veruleikanum er tað høpisleyst, at skulu líkna eitt nú ID rørðsluna við 'fløtu jarðar pástandin'! Hóast alt vóru mótstandarir av ID, noyddir til at draga ID í rættin og at fremja karakter álop (Dr Ben Carson); sí:
Í hesum førið ógvist eg við, at hesir gudloysingar sum forguda mannin (Dawkins) og nú enntá uppbyggja eina verju um mannin, ikki skulu síggja, at maðurin slett ikki førkar seg í veruleikans heimi.
Sunday, June 10, 2012
Aftursvar og rættingar til Eivind Ortind Simonsen: Ur-Kristindómur versus Nútíðar Kristindómi
Eivind
Ortind Simonsen er ein gudloysingur og limur í felagnum Gudloysi, sum tykist
vakna og fara til songar við blogginum Kristindómur Svarar. Flestu viðmerkingar
her inni og tær eru nógvar og drúgvar, koma av telduni hjá Eivind.
Eivind
er gjøgnum seinasta ári komin við eini rúgvu av pástandum, sum (eg haldi vit
kunnu siga) vit hava megna at svara aftur. Flestu av hesum pástandum eru jú so
mikið veruleikafjarðir, at tað liggur lítil orka í, at skula vísa á at
argumentini ikki samsvara so væl við veruleika og keldir.
Í
einum úttalisi á kjak.org skrivar Eivind soleiðis um at kjakast við kristin:
Blíva trúgvandi ongantíð troytt av at útstilla seg sjálvan
sum óvitandi tápur? Ella er trupulleikin kanska meira tann, at tey trúgvandi
sjálv ikki duga at síggja hvussu stupid tey eru, og tískil ikki vita av, at tey
útstilla seg sjálv sum óvitandi tápur? Vit, sum hava ein fungerandi heila og
eina vitan sum strekkir seg útum bíbliuna: er tað ikki okkara skylda áhaldandi
at peika á býttleikan hjá teimum trúgvandi soleiðis at tey so við og við fáa
lúka grovastu tápuligheitirnar út? Gera vit ikki øllum somlum eina bjarnatænastu
við hesum misskilta kurteisi, har man ikki má nevna ein spaka fyri ein spaka,
tí so er tað fornermandi, kjakdrepandi osfr.?
Hetta Innleggið snýr seg um eitt undanfarið innlegg, har í Eivind undir viðmerkingum, pástendur
at nútíðar Kristindómur hevur sínar røttur úr 1800 talinum og at kristin ídag
einki hava í felag við fornkristin uttan sjálva trúnna á Jesus. Somuleiðis
blandar Eivind millum trúarverju, evangelisering og kristnan lívstíl og tykist
ikki síggja ella skilja munin millum hesi.
Í
hesum innlegginum fari eg sum ikki einaferð, at svara pástandunum hjá Eivind
aftur, punkt fyri punkt.
Monday, May 28, 2012
Hvør torir at ivast í menningarlæruni?
Dr Ben Carson, ein vælkendur og umtóktur nervafrøðingur sum
í mai mánaða skuldi halda røðu og móttaka eitt heiðursheitið, var út fyri, at
500 limir og næmingar av Emory fakultetinum og universitetinum skrivaðu eitt mótmæliðskriv, í teirri roynd at vanæra Carson og skapa misálit:
“Dr. Ben Carson of Johns
Hopkins University is today’s target. He’s scheduled to give the Commencement
address and receive an honorary degree at Emory this coming Monday. But close
to 500 faculty members, students and staff protested, drawing up a gravely formulated letter to
the Emory Wheel,
the student newspaper, expressing their “concerns.” Over what? Carson had no
intention of speaking about evolution but someone dug up an impromptu interview
he once gave to a publication
associated with his Christian denominationon that subject.”
Orsøkin?
Var tað tí at Carson er ein vánaligur nervafrøðingur sum slett
ikki hevur heiðursheitið uppiborið?
Well...
Nei, mótmæliðiskrivið ljóðar soleiðis:
“We are writing to call
the attention of the Emory Community to this year's commencement speaker's
denial of evolution. Dr. Ben Carson is a world-renowned neurosurgeon, who has
advanced medicine and who has supported the education of countless children
through his philanthropic organization. These accomplishments can provide a
great inspiration to graduating Emory students. But, as those students, their
families, and the Emory Community listen to his speech, we ask you to also
consider the enormous positive impact of science on our lives and how that
science rests squarely on the shoulders of evolution…”
So grundin er ikki tann at Carson er ein vánaligur
nervafrøðingur, men tann at Carson ivast um menningarlæruna (hvat
tað so enn hevði við røðuna og heiðursheitið at gera) og tí er Carson óansæð
sínar førleikar og sína akademisku dygd og avrik roknaðar vandamikil og ikki
verdur at hoyra uppá.
Jamen hatta ljóðar bara heilt logiskt, ella hvat?
Ella ljóðar hatta ikki sjúkt? Haldi at David Klinghoffer lýsir ørskapin
ómetaliga væl:
“You
can be a brilliant, innovative pediatric neurosurgeon at a sky-scraping top
medical school, in addition to being a generous philanthropist with an
inspirational up-from-dire-poverty personal story, plus a Presidential Medal of
Freedom winner, and a best-selling writer whose memoir was turned into a TV
movie starring Cuba Gooding Jr.
But
in the hands of academic bullies, if you once shared your critical thoughts on
evolutionary science and its moral implications — well, everything else about
you suddenly dwindles to very little.”
Við øðrum orðum, nú á døgum kann eina hava sína útbúgving
innan søgu ella samfelagsfrøði, men ivast ein persónliga um menningarlæruna,
sjálvt um hendan persónliga áskoðanin ikki rakar Per og Pól ein dyd, so kann
hendan persónliga áskoðanin kortini kosta tær almenna niðurger, útspilling og hvør veit,
kanska eisini framtíðar framgongd í arbeiði, útbúgving og umdømi.
Er talan veruliga um tolsemi, opinleika, objektivitet, frælsi at hugsa og kritisera.
Stuttligt tí aftanfyri mótmæliskrivið sæst ein hugburður sum dyggiliga kemur í ósamsvar við kritiska hugsan:
"Dismissing evolution disregards the importance of science and critical thinking to society."
Er talan veruliga um tolsemi, opinleika, objektivitet, frælsi at hugsa og kritisera.
Stuttligt tí aftanfyri mótmæliskrivið sæst ein hugburður sum dyggiliga kemur í ósamsvar við kritiska hugsan:
"Dismissing evolution disregards the importance of science and critical thinking to society."
Er tað ikki akkurát tað sum Carson í onkrum førið dittaði sær at gera, at sipa til sín persónliga iva um menningarlæruna? Er tað ikki heilt ótrúligt at kritikkur av menningarlæruni, serstakliga um ein er á tí akademiska støði sum Carson, er í hugaheiminum hjá hesum fólkum at hugsa ókritiskt?
Eitt ella annað sigur mær at menningarlæran er vorðin tann nýggja, modernaða religiónin, dogmaðin, sum ein og hvør má boyggja seg fyri um ein ikki skal roknast óhugsandi, óetiskur og ókritiskur.
Og so sigur man, at tað eru eg og onnur sum eru snævurskygd?
Tá sekularistar og ateistar ídag pástanda, at samfelagið
fyri kristin og teistar verður neutralt og merkt av opinleika, um rák gudleysra
sleppir at ráða fyri borgum, so er hesin pástandur ein dundrandi lygn.
Dømi omanfyri, sum er eitt av mongum, sigur bara alt.
Wikipedia um Ben Carson:
Filmur um Ben Carson:
Subscribe to:
Posts (Atom)

















