Wednesday, June 15, 2011

ABN: Hvat er ateisma veruliga (Exposing Atheism)?


Fleiri tímalang video um veruleikan aftanfyri ateismu. David Wood, sum vendi sær frá gudloysi til Kristindómin fyri nøkrum árum síðani og nú virkar fulla tíð í kristnari trúarverju, er ein av høvuðs framleggjarunum í sendingunum. 

David Wood stendur eisini aftanfyri heimasíðuni 'Answering Infidels':
http://www.answeringinfidels.com/

Tuesday, June 14, 2011

Kjak millum kristin og muslimar í kvøld-nátt



Kjak millum kristin og muslimar í kvøld-nátt

Evni var 'Hvør var Muhammed'. Millum kristnu kjakarnir vóru Sam Shamoun og David Wood (ex-gudloysingur). Eg kenni persónliga báðar tveir, og havi arbeit við David Wood. Vóni at fáa Wood henda vegin einaferð í nærmastu framtíð, so tit kunnu gleða tykkum. Muslimarnir vóru Omar Bakri, stovnari av Hizb ut-tahrir í Onglandi og felagskapinum Almuhajirum. Anjem Choudry var so ikki við og eg kenni ikki tann sum var í hansara stað. 


Kjaki var at síggja á ABN (Aramaic Broadcasting Network),  á sendingini 'Jesus or Muhammad' sum hevur verið at síggja, regluliga, í tvey ár. Í sendingini hava David Wood, Sam Shamoun og aðrir kristnir kjakast við muslimar, síðani 'Jesus og Muhammad' byrjaði fyri tveimum árum síðani.


Kjakið er absolut vert at síggja. Eg dugi ikki at siga nær tað kann síggjast non-live. Men hetta er so heimasíðan og har er hópin av øðrum kjakið og líknandi sendingum: 
http://www.abnsat.com/abnnew/

1000 vísindfólk taka avstand frá Darwin

Dissent frá Darwin, er ein listi av 1000 (í 2010) vísindafólkum (fleiri høgt standandi) sum hava tikið sær tað dirvi at stíga út úr skápinum og allment kunngera teirra ivamál um darwinistiska menningarlæru.

Sjálvandi hava kritikkarir av hesi nýggju rørðslu ikki spart við kúglunum. Í eystureuropa, har hugburðurin sigst at verða nógv opnari enn í vesturheiminum kunnu hesir ivaleyst sleppa rættuliga snikkaleysir, men so er ikki altíð í vesturheiminum, har fakta og veruleiki fanatiskt verður skúgva til viks, fyri at verja eina heimsmynd, baseraða uppá tað sum onkur helt fyri verða 'hugfloð', og sum agnostikarin Robert Jastrow í bók lýsir sum trúgv.

Tá ein hugsar um tann ágang sum kristin vísindafólk, ID tilhengarir og Darwin skeptikkarir hava uppliva í seinastuni, so krevur slík almenn framstandan ómetaligt áræði, mót og dirvi.

Listin kann lesast her:


Hann inniheldur nøvn sum tildømis:

Philip Skell  Emeritus, Evan Pugh Prof. of Chemistry, Pennsylvania State University Member of the National Academy of Sciences 
Lyle H. Jensen Professor Emeritus, Dept. of Biological Structure & Dept. of Biochemistry University of Washington, Fellow AAAS
Emil Palecek  Prof. of Molecular Biology, Masaryk University; Leading Scientist Inst. of Biophysics, Academy of Sci., Czech Republic 
David W. Forslund Ph.D. Astrophysics, Princeton University  Fellow of American Physical Society
Robert W. Bass Ph.D. Mathematics (also: Rhodes Scholar; Post-Doc at Princeton)  Johns Hopkins University
Bernard d'Abrera Visiting Scholar, Department of Entomology  British Museum (Natural History) 
John C. Walton Professor of Reactive Chemistry (Ph.D. & D.Sc.)  University of St. Andrews (UK),Fellow Royal Society of Chemistry, Fellow  Royal Society of Edinburgh

Meiri um Dissent frá Darwin:

Hví hesir vraka darwinistiska menningarlæru:
http://www.dissentfromdarwin.org/scientists/

Hesi 1000 eru á einum málið um at:
“We are skeptical of claims for the ability of random mutation and natural selection to account for the complexity of life. Careful examination of the
evidence for Darwinian theory should be encouraged.” 
Sum tann vísi Spock einaferð fer at siga :


Thursday, June 9, 2011

Rættleiðing til Hans Andreas Sølvará: veruligi veruleikin um trúgv og ástøði innan søgukritisku bíbliugranskingina

Aftursvarið niðanfyri, er ein (ikki so djúptgangandi) grein, eg skrivaði í 2010, sum eitt aftursvar til aftursvarið hjá Hans Andreas Sølvará til Kristian Hansen. Eg skrivaði í hesum sambandi tvær greinar, men kom ongantíð so langt sum at senda greinina í bløðini. Hetta er tí ógvuliga forsinkaður lesnaður men kann verða til áhuga fyri onkran. 

Í greinini ‘Rættleiðingar til Kristian Hansen’, í Dimmalætting 20 september skrivar Hans Andreas Sølvará um avrik sítt ‘Guds orð ella orð um Gud’ í samband við Bíbliuna og søgukritisku bíbliugranskingina:
‘eg havi skriva eina søgubók og ikki ein gudfrøði bók...bókin snýr seg fyrst og fremst um bíbilsku tekstirnar sum søguligar keldur grunda á tað søgukritisku bíbliugranskingina.

Víðari skrivar Sølvará:
‘søgufrøðingar kunnu bara koma fram til tað, sum er sannlíkt—hvat fólk trúgva hevur ongan áhuga í hesum høpi’.

Tað tykist fyri mær her, at Sølvará metir sína granskingar framfer um bíbilska tekstin at byggja á fakta, meðan trúgv í hesum samanhenginum, tykist at verða ein mótstríðandi faktorur í útilukkandi byggir á blindleika fyri veruleikum.

Eftirsum eg sjálvur hava lisi gudfrøði í útvið 7 ár og týðiliga síggi bæði óveruleikan og eisini andsøgninar í hesum pástandinum hjá Sølvará, so meti eg meg eisini føran fyri at koma við nøkrum rættingum.

Eg ætli mær tí í hesum aftursvarinum, at vísa á ávísar veruleikar innan bíbliukritisku granskingini sum ikki stuðla undir ómetaliga avgjørda pástandinum, at søgukristiska bíblugranskingin er ein granskan sum ‘bara’ kann ‘koma fram til tað, sum er sannlíkt’.

Heldur ikki tykist tað fyri mær at Sølvará ger rætt í at úthýsi trúgv frá hesi gransking, eftirsum bíbliukritikkurin sjálvur byggir á trúgv og neyvan hevði megna a framført seg, bara við sokallaðum søguligum førleikum.

Objektiva nátturan í søgukritiskari bíbliugransking

Sjálvur meti eg ikki alt innan søgukritisku bíbliugranskan at verða nyttuleyst og subjektivt, ein slíkur holdingur hevði verið alt ov einsporaður og óakademiskur.

Veruleikin er at tekst, keldu, redaktións og enntá form kritikkur eru metodir sum allar hava veit eitt hvørt ljós yvir ávís økir í hesi gransking. Tildømis kann ein verða samdur í at ávísir formar taka seg upp í evangeliums tekstinum, tó at ein ikki er samdur við formkritikki.

Somuleiðis kann ein verða samdur í at høvundarnir Matteus og Lukas tiltíðir redigera, tó at ein ikki byggir sína gransking á redaktiónskritikk. Ongin av hesum kritisku framferðarhættunum kunnu nýtast sum fullar heimildir til at skilja millum fakta og óveruleika í bíbliu-søgugranskan! Um so var høvdu tendens kritikkur, literelur kritikkur, form-kritikkur enn verði galdandi.
Tó skal sigast at kritiska metodan er í mongum førum objektiv og tí koyrir í fleiri sporum. Tað eru tildømis fleiri av oddamonnunum innan enska skúlanum av rørðsluni, sum í ávísum niðurstøðum hava verið góðir umboðsmenn eisini fyri tann konservativa vongin.
Somuleiðis eru tað nógvir kristnir granskarir sum halda seg til hesar metodir og enntá summar av niðurstøðunum.
Eisini skal sigast at andsøgninar millum eitt nú týska og enska skúlan, í báðir halda seg til hesa metodu, antin vísir ómetaligan objektivitet ella í mongum førum totalan ørvitiskap.

Tí er tað ikki mín absolutta niðurstøða at søgukritisk bíbliu gransking ikki kann verða objektiv og søgulig. Men um slík gransking er heilt søgulig og bara kemur ‘fram til tað, sum er sannlíkt’ og fulkommiliga útilukkar ‘trúgv’, sum Sølvará vil hava okkum at trúgva, har haldi eg at Sølvará yvirdrívur sín pástand nakað ov vítt.

Søguligi óveruleikin innan søgukritiskari bíbliugransking

Her vildi tildømis liberali gudfrøðingurin Raymond Collins, neyvan verið heilt samdur við Sølvará. Collins lýsir í bók síni ‘Introduction to the New Testament’ søgukritiska bíbliugranskan sum eina framferð í áhaldandi útleggur Nýggja Testamenti og søguna um tess uppruna eftir samfelags ella filosofisku paradigmunum (s. 41-74).

Her kemur tað greitt fram sum eisini Collins lýsir tað, at bíbliukritikkurin er í nógvum førum fyrst og fremst hypotetiskur og at kritikkarin framleggur slíkar hypotesur ikki tí tær eru bygdar á veruleika men tí hann sjálvur hevur behov fyri teimum.

Víðari í bókini útgreinar Collins tær mongu granskingar metodinar og eina ørðgrynnu av hypotesum sum eru fundamentalar fyri slíka granskan. Men leitar ein eftir fakta í hesum høpinum, so er líti og einki at fara eftir, tað er ilt at siga um nakrar av hypotesunum veruliga kunnu indikerast út frá søguligari gransking. Hetta hevur ført til nógvar trupuleikar og Collins greiðir tildømis frá, hvussu ástøðis tíðarrák verða útskift við onnur. Eitt nú niðurstøðan av 100 ára hørðum akademiskum avrikið hjá mongum granskarum, við óteljandi hypotesum og bókum í teirra viðgerð av tí ‘søguliga Jesusi’, sum fer fyri skeyti.

Sjálvur Ernst Kasemann, næmingur hjá Bultmann, ein av tiltiknu Marburgarunum og ein av oddumonnunum innan hesi rørðslu, skrivar um hesa gransking:
‘her liggja landamørkini víð opin fyri teimum mest ólíku hypotesunum’ (Essays on New Testament Themes, 1964).

Tíðskil lýsa bæði Collins og Kasemann søgukritiska bíbliugransking sum eina metodu har so at siga ongar avmarkingar eru fyri hugfloðinum; hettar er sostatt ikki ein sovorðin staðfesting av tí ‘sannlíka’ sum Sølvará tekur til.

Tað eru hesar ovurhonds mongu gitingarnar, sum eisini mynda søgukritisku bíbliugranskingina úr einum enda í annan, sum gera avgjørda úttalisi hjá Sølvará so ekstremt yvirdrívandi. Men hetta er hóast alt tað sum søgukritiska granskingin byggir á.

Skal eg tala fyri meg so haldi eg sjálvur at hetta kemur heldur týðiliga til sjóndar í bókini hjá Sølvará ‘Guds orð ella orð um Gud’. Fyri at taka eitt líti dømis, so pástendur Sølvará á síðu 96, at Matteusar evangeliið var skriva í býnum Damaskus. Hesin pástandur, veit eg út frá míni egnu granskan, hevur ómetaligan týdning fyri summar bíbliukritikkar.

Men kann Sølvará út frá søguligari gransking prógva hendan pástandin? Her nyttar einki hjá Sølvará at ákæra meg fyri at hava falssitera seg, eftir sum eingin kelda er upgivin, hetta má tí verða eitt og hvørt sum Sølvará sjálvur má hava granska seg til.

Men um Sølvará ikki kann veita okkum søguligar indikeringar fyri hesum pástandið, so má lesarin her geva mær rætt í at Sølvará blint trýr einari hypotesu, ella hevur slongt ein pástand út sum hann ongar heimildir hevur fyri.

Heldur enn staðfesting av tí ‘sannlíka’ so hevur hendan metodan ført til hópin av søguligum villum. Tí eigur tað ikki at undra okkum at tað er júst henda vevjanin í hypotesum sum oftani hevur komi illa við hjá kritikkarinum.

 Tildømis Robert J. Miller, ein av talsmonnunum fyri ‘the Jesus Seminar’ myndar í bók síni ‘The Jesus Seminar and its critics’ ruðuleikan av hesi granskingar atferð í fyrstu tíð teirra, sum tilseinast kravdi, at leiðandi røddirnar í hesi gransking máttu innsetta ástøðiligar lógir í bók, tá granskingin alment skuldi framleggjast (s.20-21).

Aftur, má eg siga at hetta tykist ikki at verða ein staðfesting av tí ‘sannlíka’ men heldur ein blind trúgv á ástøðir og ein kombinering av útvaldum hypotesum.

Eingin lýsir hendan framgangshátt betur enn sjálvur E.P. Sanders, heimskendi bíbliu kritikkarin sum Sølvará vísir stóran heiður í greinini 20 september (2010) og sum eg sjálvur sýni stóra virðing.

Tað kann tó av røttum sigast at kritikkarir sum heiðra Sanders sum ein autoritet ofta skjóta seg í fótin.
Viðvíkjandi metodini, í søgu-kritisku bíbliugranskangini, pástendur Sanders at søgukritiska bíbliugranskanin av røttum, letur hesar ástøðini ráða yvir søguligum keldum og tí sum annars verður mett sum Ur gamalt:
‘The statement about Matthew’s date is dismissed as impossible because of the modern academic theory... They believe that this theory is sound, and therefore they dismiss ancient evidence which runs contrary to it...they are prepared to reject ancient ‘testimony’ when it conflicts with their own scholarly stance... (Sanders & Margaret, Studying the Synoptic Gospels, p.16).

Men her uppstanda jú fleiri trupuleikar. Tildømis kemur tað heldur greitt fram at søgukritiska bíbliugranskanin loyvir sær at vraka keldutilfar grunda á mongu ástøðini, ella rættari sagt hypotesunum og tað eru júst hesar mongu ‘ólíku’ hypotesurnar sum Kasemann sipar til, sum skapta so nógv óskil á ‘The Jesus Seminar’.

At granskarir loyva sær at vraka søguligar keldur grunda á hypotesur sum teir ikki sjálvir semjast um, sáar eisini ómetaligan iva um akademiska førleikan innan hesi gransking. Eitt nú verður Sandersa tíðarfesting av evangeliinum væl mótargumentera av øðrum kritikkarum tildømis, John A.T. Robinson, og tíðskil eru ikki allir granskarir samdir í teirra ‘own scholarly stance’.

Akademiski førleikin er tí ikki at meta meiri sannlíkur enn ur-keldunar og vísir hetta at hypotesunar eru slett ikki so álítandi ella sannlíkar sum tað verður lagt upp til. Tíðskil er hetta ikki sum Sølvará pástendur, eitt stríð millum søgugranskan og trúgv, men heldur oftari eitt stríð millum hypotesur og keldur og sum eg nú skal koma inná, heimsmynd móti heimsmynd.

Sanna motivi innan søgukritisku bíbliugranskingini

At hendan søgugranskingin hjá Sølvará ikki bara er hypotetisk men eisini heimsmyndarlig heldur enn bara søgulig kemur eisini greitt fram í skrivingini hjá mongum kendum bíbliu kritikkarum.

Nevnast kunnu tildømis Hermann Samuel Reimarus (1694-1768), Ernst Troeltsch (1865-1923) og Rudolf Bultmann, fyri at taka nakrar fáar. Troeltsch inførdi inní hesa gransking 3 princippir, tilætla snildisliga at skilja tey ónátturliga elementini frá bíbliusøguni.

Um hetta lýsir eisini Rudolf Bultmann kendi týski form kritikkarin í bókini ‘Jesus Christ and Mythology’ (1958) um leiklutin av modernismu í gudfrøðini sum eitt konsept bygt á nátturlismu, við endamálinum at fyribeina supernátturlismuni. Víðari lýsir Ernst Kasemann, ein av oddamonnunum fyri redaktións kritikki í bókini: ‘Essays on New Testament Themes’ (1971), náttúrlistiska sigurin gjøgnum hesa teologisku vísindina, og her hann meinar við søguliga bíbliu kritikkin.

Tíðskil eru bæði Bultmann og Kasemann á einum málið um at tendensurin innan bíbliukritiki er at byggja fyrst og fremst á eina reint fanatiska nátturulistiska heimsmynd.

Í Nýggjari tíð kundi vit eisini nevnt Barth Ehrman, sum í kjakið sínum við William Lane Craig, um uppreisn Jesusar, í 2006, metti nátturulistiska argumenti at verða serstakliga galdandi.

At hesin hugburður, eins og við hypotesunum, heldur ikki byggir á fakta verður staðfest bæði av Bultmann í ‘Problem of Miracle’ og F.H. Bradley í bókini ‘The presuppositions of critical history’, har teir meta prógv at verða óneyðug í hesum høpi og nøkta seg heldur við fortreytum og útgangstøði.

Hetta forklárar ivaleyst hví, eitt nú Ludemann í bók síni ‘Jesus after 2000 years, uttan nakað søguligt hald ger krav uppá at allar hendingar í evangeliinum sum bróta við nátturulógina bara mugu roknast um óalítandi (s.4-5).

Burtursæð frá nøkrum fáum ástøðum sum granskarir ikki duga at semjast um, so er hesin ekstremi hugburður mótvegis tí ónátturliga ivaleyst eisini høvuðsorsøkin til at synoptisku evangeliini eru tíðarfest eftir ár 70, heldur enn áðrenn, sum annars vildi havt við sær at spádómurin um fall Jerusalems í synoptisku evangelium var uppfyltur.

Eg haldi tað verða harmiligt at søgugranskarir skulu hava rættin at tvinga ein heimsmyndarligan monopol uppá søgugranskan, at søgugranskan bara skal skiljast út frá filosofiskum útgangsstøði. Eru vit tá inni á søgugranskan? Er tá nakar hugsningur um, at koma fram til tað sum er mest søguliga sannlíkt? Er ikki heldur talan um eitt gudloysis rák, sum loyvir sær at solda frá granskingini allar teir veruleikar, sum kunnu sáa iva um gudloysis heimsmyndina?

Søgukritiskir granskarir ávarða

Sigast skal tó, at tað eru kritikkarir sum í seinastuni hava vent sær frá hesum hugburið og metodum og nú ávara ung lesandi um ikki at lætta seg lumpa av hesum snildum.

Eg kann nevna, fyri at taka eitt dømi, Eta Linnemann, kendi Týski professarin og næmingur hjá Rudolf Bultmann. Í bók síni ‘Gud å Biblekritikken’ ávarðar hon næmingar um at gloypa søgukritisku bíbliugranskanini, eitt nú tí at henda granskanin byggir ikki á objektiva gransking men í nógvum førum, heldur á ein filosofiskan monopol á statsligum universitetum (s.18).

Eisini sum hon útgreinar í bókini ‘Is there a Synoptic Problem’ at upprunaligu oddamenninir í hesi gransking vóru slett ikki gudfrøðingar men heimspekingar (s.19-20). Og víðari, har hon eisini ávarðar um motiv-trupuleikan, sum hon metir at vera sonnu náttúruna í hesi gransking og sum byggir á ein radikalt anti-kristiligan hugburð (s.20). Um Linnemann er ov ekstrem í síni lýsing, og myndar bíbliukritik ov dapurt, dugi eg ikki at meta um, men í hvussu er, er hon ein av mætastu fakkvinnunum á økinum og hevur drúgva og nærum lívlanga erfaring.

Andsøgninar innan søgukritiskari bíbliugranskan

At søgukritiska bíbliugranskanin oftani sýnir eina ivingarsama framferð, enntá frároknandi ein ekstreman nátturlistiskan hugburð, kemur eisini týðiliga til sjóndar í teimum ástøðiligu andsøgnum. Læt okkum bara halda okkum til Sanders og taka 2 dømir. Sanders sigur at Matteus og Lukas heilt greitt skrivaðu av frá Markusi, men sum hann aðrastaðni í bók síni upplýsir at verða ein peruvellingur av trupuleikum, og sum hevur ført við sær aðrar villar og óveruligar hypotesur (s.71-74).

Tíðskil er áliti til hypotesunar hjá Sanders mótvegis keldunum ikki heilt eftirfarandi kortini. Somuleiðis vrakar Sanders eisini hypotesuna um Q , keldan sum Matteus og Lukas skula hava gjørt brúk av eftir at hava kopiera Markus.

Sanders er ikki einsamallur í hesum, nógvir lærdir granskarar (eitt nú Mark Goodacre) standa við hetta sama sjónarmiðið ídag og er hetta ein vaksandi rørðsla. Men eftirsum Q er eitt høvuðsástøðið innan miklum parti av søgukritisku bíbliugranskingini, so sáar Sanders við hesum, iva ikki bara um førleikan hjá mongum av hesum fleirtals granskarum (sum Sølvará roknar sum autoritetar), men eisini um trúðvirði innan 150 ára bíbliukritikki.

Eisini kunnu vit líka nevna andsøgnina um tíðarfesting, har søgukritiska metodan metir tildømis Lukas (fyri at taka eitt dømi) at verða skriva eftir ár 70 eftirsum sipa verður til fall Jerusalems, tó at sama metodan eisini staðfestir at Lukas má verða skriva í seinasta lagi um ár 60, eftirsum Lukas slett ikki viðger kristnu søguna millum ár 60 - 70.

Áheitan til Sølvará

Eg havi ongan áhuga í at loypa á Sølvará, ella hansara søguligu førleikar (tað er ikki endamálið við hesum aftursvarið), sjálvur haldi eg hansara avrik um Klaksvíksøguna at verða einastandandi.

Í Samband við bókina ‘Guds orð ella orð um Gud’ haldi eg í hvussu er, at Sølvará hevur megna at skriva eina áhugaverda, men einsporaða bók, har hann hevur samla rúgvuvís av bíbliukritisku meiningunum saman.

Eg havi tó ein trupuleika av avgjørda pástandinum hjá Sølvará, har hann metir seg hava skriva føroyingum eina søgubók um bíbliuna og tess uppruna. Eftirsum Sølvará ger sær serliga galt av kritikkarum og nærum ikki loyvir einum mótspælið, meti eg ikki hetta verða eitt serliga akademiskt verk.

Í hvussu er, átti Sølvará at upplýst føroyingum um at bókin byggir meiri á tað ateistisku ella materialisku-nátturlistisku heimsmyndina, tess ástøðir og søguligu metodir og at bókin er av nátturu (um vit skulu taka Kasemann, Troeltsch og Ludemann, nakrar av oddamonnunum til eftirtektar), nógv meiri ein filosofisk-nátturlistisk viðger av eini ónátturligari bók.

Slíkt má tiltíðir takast inn við nøkrum kilo av salti.

Harnæst átti Sølvará at greitt frá andsøgnini, at tær metodir og tey útgangstøðir sum nýtt vera, í mótsetning til tað sum Sølvará pástendur, útilukka sjálvar í flestu førum ikki blinda trúgv, ella blint álit, í hesum høpinum trúnna á tær mongu ‘mest ólíku hypotesunar’ sum Kasemann sjálvur upplýsir okkum um. Men so skramblar jú ‘sannlíka’ søguliga metodan hjá Sølvará saman, sum Sølvará jú eisini sjálvur skrivar: ‘hvat fólk trúgva hevur ongan áhuga í hesum høpi’.

Um Sølvará kann veita mær søguligt prógv fyri, at Matteusar evangeliið var skriva í býnum Damaskus (síða 96), sum hann tekur til (bara fyri at taka eitt dømi), so skal eg taka ávíst í meg aftur. Um hann ikki megnar hetta so metið eg Sølvará søgufrøðingin í hesum føri at hava sett sítt blinda álit og trúgv á eina hypotesu.

Hetta er ikki stórt øðrvísi enn setningurin: ‘trúgv er full vissa um tað sum vóna verður, sannføring um tað sum ikki sæst’.

Monday, June 6, 2011

Gudloysingur brenna høvd Jesusar: hví ikki høvd Darwins?



Gudloysingurin David Mack, hevur ætlanir um at seta eld á høvdið hjá Jesusi, á eini almennari lista framsýning í Edinburg, einaferð millum 30 juli og 16 oktober. Mack, viðgongur sjálvur, at endamálið er at provokera.




Tað undrar meg áhaldandi at gudloysingar og liberalistar gera so mikið burturúr at speireka religión. Persónliga provokerar tað meg slett ikki um gudloysingar brenna religiøs høvd, ella tekna ónærisligar tekningar av religión. Haldi tað tó verða líka barnsligt sum tá muslimarnir brenna fløgg og bíbliur ella tá onkur kristin fanatikari brennir eina Koran.

Men spurningurin sum eg seti er: Hví kann Mack ikki heldur brenna høvdið hjá Darwin, ella Madilyn O´Hara ella Richard Dawkins? Hetta hevði jú verði ein global listarlig sensatión. Men slíkt hevði maðurin ivaleyst hildi at verið provokerandi og enntá ósømiligt.

Um listarlig speireking bara er kunstur og enntá er stuttligt, hví brúka hesir religións kritikkarir so ikki listarligu gávur sínar at speireka anti-religiøsar figurar?


Belgia: vil sekuler ávirkan svartlista religiøsar bólkar

Belgia er blivi kritisera fyri royndini at útpeika religiøsar bólkar í samfelagnum og svartlista hesar, eitt nú fyri sang, tungutalu og karismatiska leiðslu.




Svarti listin innihelt enntá 21 evangeliskar bólkar:




Óansæð hvørja meining ein hevur um tungutalu, so ger tungutala neyvan meiri skaða enn ein lokalur fótbóltskampur. Kanska Belgia eisini átti at svartlista annan aktivitet har tað eisini verður sungi.

Er hetta tekin uppá ótolerantar sekulerar røddir í Europa, ein rørðsla sum í veruleikan, møguliga arbeiðir seg fram ímóti stats-ateismu?


Sunday, June 5, 2011

Sekularisma: handtøka fyri at taka navnið Jesus uppá tunguna

Er sekularisma tolerant og ófarlig? Hetta er tað sum ateistar vilja billa okkum inn.


Hvussu við løgreglufólki tilstaðar undir próvtøku, tilreiðar at handtaka og seinni fongsla kristnar næmingar sum taka navni ‘Jesus’ uppá tunguna?




Hvussu kunnu ateistar sannføra okkum um, at stats-ateisma ikki hvílir aftanfyri sekularismu?

Fyrilestur um nútíðar avbjóðingar fyri Kristindómin

Á Tórsportalinum, er eitt rættuliga gott summirat av eini framløgu, sum eg helt inní Kelduni, undir Fjarðarfestivalinum 4 juni, í samband við Kristindóm og sekuleru avbjóðingarnar.




Sjálvt innihaldi í fyrilestrinum byggir uppá nakað av tí lesnaði eg í løtuni eri í holt við. Eg havi ætlanir um at skriva nakrar styttri greinar her á blogginum, við atliti til sumt av tí so kom fram undir fyrilestrinum.

Thursday, June 2, 2011

Trúarverja: eitt vendipunkt í føroyskum Kristindómi

Áhugaverd reaktión eg hava fingi frá trúgvandi, uppá trúarverju, bæði í Kelduna á Fjarðarfestivalinum mikudagin og á fleiri møtum og undir fleiri fyrilestrum eg havi hildi í seinastuni. Trúgvandi í Føroyum eru farin vísa áhuga fyri trúarverju. Ung trúgvandi runt um í Føroyum, eru farin at lesa og seta seg inní trúarverju og teir spurningar sum taka seg upp.

Haldi at tíðin, har kristin ikki leggja í at kjakast, ella svara spurningum ella at seta spurningar, møguliga skjótt fer at verða løgdu aftur um bak. Hesin tigandi holdningur skyldast ivaleyst fleiri galdandi faktorum.

Tann fyrsti, at kristindóms útboðanin og kunningin hevur útilukkandi verið tengt at møtum og talarastólum, heldur enn til tann einstaka.

Tann næsta: Kristindómur hevur verið tengdur, útilukkandi til kenslur og uppliving. Hetta seinni haldi eg tó ikki verða negativt, eftirsum Kristindómur hóast alt er ein ónátturlig religión tengt at andaligari uppliving og kenslum. Men Kristin í Føroyum, eins og nógva aðrastaðni, hava tíðanverri ikki duga so væl at funni rætta og sunna balansan millum uppliving, kenslur og hina síðuna sum er vitan og kjak. Uppruna Kristindómurin í fyrstu og aðru øld var bæði ein yvirnátturlig religión, men samstundis ein kjakmentan og eitt samfelag bygt uppá vitan.  

Tann triðja grundin, snýr seg ivaleyst um tað sekulera rákið, hvørs endamál hevur verið at lagt eina vissa munnkurv á trúgvandi vongin í samfelagnum. Her er tó ikki talan um møtir og prædiku, men um tað akademisku síðuna. Kristin eru vorðin fleskaði upp við rætta og etiska holdninginum um at vit eiga og skulu verða opin, tolerant og objektiv. Slíkt ljóðar jú ómetaliga positivt, líka inntil ein gerst varðin við, at opinleiki, toleransi og objektivur holdningur bara telur fyri tann kristna.

Eg vóni at vit her kunnu koma til eitt vendipunkt her á Føroya landið. At kristin fara at hugsa kritiskt, at tora at standa upp fyri teirra sjónarmiðum, at seta spurningar.

Eitt havi eg so lært seinastu fáu mánaðarnar, at tað kemur hesum kritikkarum og gudloysingum illa við, tá man setir hart ímóti hørðum; hesir eru ikki vanir við at verða setir uppá pláss og ikki at hava aftursvar.

Vænti tí, at sum trúarverju rákið og rørðslan í Føroyum áhaldandi fer at vaksa og trúarverjar fara at reisa seg, fer mótstøða Kristindómsins her á landið, at fáa eitt mótspæl sum higartil ikki hevur vitast um.

Hvussu er tað nú vit siga: 'vak ikki ein sovandi risa'.

Tuesday, May 31, 2011

Seinna Aftursvarið Til Eivind Ortind Simonsen: Tann søguligi Jesus

Hetta er annað aftursvarið til Eivind Ortind Simonsen (limur í Gudloysi).

Eg kann ikki annað enn siga, enn at aftursvarið há Eivind var lítið meiri, enn ein minni versión av fyrru grein hansara um tann søguliga Jesus, ein endurtøku. Hann svarar uppá líti av mínum aftursvarið, kallar meg ókritiskan og einfaldan, og mótsigur sær síðani tá hann lýsir aftursvar mítt sum langt og drúgt; sum týðir uppá at Eivind ikki veruliga hevur funni semju við seg sjálvum, um grein mín var detaljera ella einføld; í hvussu so er, hevur hann ikki kunna svara uppá alt hetta einfaldni. Á eini aðrari heimasíðu kallar svar mítt fyri intellektuela óerligheit. Ivaleyst er trupuleikin heldur tann, at hann ikki hevur fult innlit inn í evnið og ikki megnar at svara aftur. Tó skal sigast, at hetta er ikki tí at Eivind tørvar førleikar at granska, men heldur tí at slík gransking tekur langa tíð.

Men satt at siga, so haldi eg ikki at Eivind hevur svara uppá nakað, og tí nøktar hann seg heldur við, at leggja at persóninum og at demonisera alt sum persónurin sigur.

Lætt meg her eisini siga (áðrenn eg byrji), at eg havi einki ímóti Eivind, ella nøkrum øðrum í Gudloysi. Kjak kann ganga hart fyri seg, og kennir Eivind á sær, at eg leggi for hart út, so kann hann altíð gera vart við hetta og so biði eg sjálvandi um umbering.

Men her er so fylgjandi parturin av kjakinum:

Eivind skrivar:
Høgni ákærir meg fyri at royna at villleiða fólk, men tað einasta eg geri er, at halda meg til tað vit veruliga vita, samstundis sum eg seti spurnartekin við tað, sum Høgni heldur seg vita.

Høgni svarar:

Mín fyrstu spurningur her, er: hvørji eru ‘vit’? ‘Vit’ eru í veruleikanum teir granskarir sum eg áhaldandi siteraði og navngav í fyrsta aftursvari mínum; men hesir eru slett ikki samdir við Eivind. Hesir ‘vit’ eru heldur ikki samdur í at evangeliini vóru skriva við endan á 2 árhundra. Heldur ikki eru ‘vit’ samdir í at eindin av teimum 4 evangeliinum, nevnd í tekstinum hjá Irenaeus umleið ár 180 er alt vit vita um. Kann Eivind geva okkum grundgevingar fyri pástandin?

Vil tað so siga, at hvørjaferð Eivind ger nýtslu av keldum, meiningum, niðurstøðum, ástøðum, próvtilfarið, so ger hann seg skyldigan í einfaldari hugsan, names-dropping, óerligheit og ókritiskari hugsan? Hetta er slíkt hann ákærir meg fyri. Hví heldur hann, at hetta bara skal galda fyri meg?

Tá Eivind skrivar, at Testamonium Flavianum í søgubókini hjá Josefus er ein falska kelda, eftirsum nógvir granskarir eru av tí hugsan, avdúkar Eivind so ikki hann sjálvur er einfaldur og ókritiskur? Ella tá Eivind í grein síni framleggur pástandir, sum tildømis: at Eusebius í bók síni játtar, at verk sítt er ein søgufalskan, er hetta so ikki ein einføld hugleiðing, har Eivind slett hevur givi sær far um at tað er ein nógv longri tekstur aftanfyri og ein samanhengur?

Men tá eg avdúki hesar pástandirnar hjá Eivind og svarið aftur við grundgevingum, bæði frá primerum keldum eins væl og niðurstøðum hjá granskarum, so far hann ikki svara mær aftur; hann velur heldur at endurtaka seg sjálvan og lýsa meg sum einfaldan, óerligan og ókritiskan.

Tað harmar meg, at hetta er tann taktikur hesir gudloysingar hava valt at brúka, og sum eg nú fleiri ferðir havi útsettur fyri síðani eg kom til Føroyar og byrjaði at kjakast.

Tað sum Eivind ikki lutar við lesaran er at vit vita rættuliga nógv meiri enn at Evangeliini vóru nevnd sum ein eind í einaferð í 180-200.

Men eftirsum Eivind heldur seg til ovurhonds ekstrema skeptisismu (blinda vantrúgv), so bólkar hann alla aðra vitan undir óerligheit ella óvitan. Nú pástendur hann eisini at hendan vitanin sum hann ikki vil viðurkenna, eru detaljur sum eg (Høgni) 'haldi meg vita’, meðan hann í undanfarnum postum hevur ákært meg, fyri at tveita út við nøvnum og meiningum hjá øðrum.

Eivind skrivar
Vit vita við vissu, at fyrstu ferð evangeliini verða nevnd sum ein eind er í 180 e.kr.. Vit vita við vissu, at tað stendur onki í evangeliinum, sum kann brúkast til at dagfesta tey. Vit vita við vissu, at tað stendur onki í evangeliiunum, sum avdúkar hvør rithøvundurin er. Vit vita við vissu, at tey fyrstu kristnu ikki nevndu nakað evangeliium í sínum tekstum, meðan tey nevndu brøvini hjá Paulus.

Høgni svarar:

Ok, vit taka hetta punkt fyri punkt:
Vit vita við vissu, at fyrstu ferð evangeliini verða nevnd sum ein eind er í 180 e.kr..
Hetta er í veruleikanum ikki annað enn ein endurtøka av upprunaligu greinini.

Eg eri samdur við Eivind, at evangeliini verða nevndu sum ein eind, umleið ár 180, í skrivingini hjá Irenaeus; men hvussu veit Eivind at hetta var fyrstu ferð evangeliini vóru nevnd sum ein eind? Tað hevði verði rættari at sagt at hetta er elsta keldan, hesum viðvíkjandi, vit vita um ídag.

Men tað er ein rúgva av detaljum sum Eivind heldur aftur, tildømis at Irenaeus var lærisveinur hjá Polycarp sum var lærisveinur hjá Jóhannes ápostli.

Irenaeus var ikki ein hvør sum helst; hann hoyrdi til eina serliga elitu, sum arbeiddi fanatiskt við traditión og skriftum og sum hevði gjørt soleiðis líka síðani tíð Jesusar. Eivind nevnir heldur ikki at Irenaeus, hevði liva størsta partin av aðru øld, og hevði møtt kristnum leiðarum í fleiri londum. Eivind nevnir heldur ikki, at kristnar samkomur í fyrstu og aðru øld vóru væl skipaðar og høvdu síðani samkomu stovnanina lagt stóran dent á at varveita traditión. Eivind nevnir heldur ikki, í hesum sambandi, at Irenaeus í skrivingini, greiðir frá hvussu tey kristnu hava varveit teirra traditiónir og skriftir og hvussu tey kunnu føra hesar traditiónir aftureftir, frá einum yvirførara (successor) til annan og líka aftur til ápostlanar og Jesus. Her útilukkar Eivind eina rúgvu av søguligum detaljum, slíkt sum hesir ‘vit’ eisini vita um, og so kallar Eivind meg einfaldan.

Men annars so sipar Eivind bara til eindina av 4 evangeliinum. Vil hann harvið siga, at evangeliini ikki vóru til sum ein eind, ella hvør sær áðrenn ár 180, orsaka av at tey fyrstu fer verða nevnd sum ein eind í ár 180? Fatar hann slett ikki, at informatiónin sum Irenaeus gevur okkum byggir uppá allar faktorarnar eg nevndi omanfyri?

Men um hetta ikki er nóg mikið av søguligum ábendingum, læt okkum so fara aftur til handritini. Tað eru hópin av prógvum fyri at evangeliini vóru til áðrenn hetta tíðarskeiði. Vit vita at fleiri av handritunum, eitt nú p52 (Jóhannes), sum var skriva onkrastaðni millum ár 100-145, ivaleyst ár 130.

Vit vita eisini at onnur handrit eitt nú P66 (Jóhannes) og P75 (Jóhannes og Lukas) sum verða tíðarfest umleið ár 200, kunnu tíðarfestast ár 175 og fyrri (Philip Comfort). Bruce Metzger, kanska ein tað kendasti tekst kritikarin í seinastu øld, hevur ongan kritik til Herbert Hunger leiðindi, papyrologi samlaran í Austrian National Library, sum tíðarfesti P66 til fyrstu helvt av aðru øld (Metzger og Ehrman, The Text of the New Testament, s.51).

Men tað eru eisini onnur handrit, sum av praktiskum orsøkum eru tíðarfest ár 200, men har upprunin kann roknast at verða munandi eldri. Tildømis P45 (sum inniheldur partar av øllum 4 evangeliinum), sum av summun verður tíðarfest ár 150-160 (Comfort), og P90 sum av summun er tíðarfest 150-200 (Evans).
Tekst kritikkarir eitt nú Barth Ehrman (fyri at sitera eina ómetaliga óhefta keldu), siga at hesi seinastu handritini søguliga staðfesta at evangeliini vóru til við byrjanini av 2 árhundra.

Eg kann eisini nevna Justin Martyr, sum er ein kelda óheft frá bæði Ireaneus og Papias, sum skrivar í Róm ár 140-160 og sum sipar til eitt fleirtal av evangelium í Róm um tað mundi. Hann kallar hesar tekstir ‘Endurminningarnar hjá Ápostlunum’, og nevnir við navni ‘Endurminningina hjá Pætur’ og siterar enntá í tí sambandi eitt brot úr Markus 3.

Eg kann eisini nevna Papias sum, basera uppá ‘internal evidence’, skrivar um ár 100. Papias sipar um hasa tíðina til Markus, Logia (orðini) hjá Matteus, Fyrsta Pætur, brævið hjá Jóhannes og eitt evangeliið sum kallast Hebreara Evangeliið. Kritikarir hava havt rættuliga ilt av Papias, men hesir eru ikki farnir so langt sum Eivind, at røra undir pástandinum at teksturin, slett ikki hevur søguligt virði, eftirsum hann er endurtikin í eini eldri søgubók.

Granskarir tíðarfesta tí vanliga, uttan nakað prógv ella viðhald, Papias umleið ár 140. Um vit so taka undir við hesari tíðarfesting, so prógvar tað kortini at hesar bókur vóru til undir hasum heitnum um ár 140. Her mugu vit tí bíta í okkum, at enntá ateist granskarir og kritikarir prógva Eivind skeivan.

Somuleiðis kann eg vísa á, at øll evangeliini verða sitera av Irenaeus (180) og Justin Martyr (140-160). Polycarp sum doyði í ár 140 siterar rúgvuvís av teksti úr Nýggja Testamenti og eisini úr Klement, millum annað Matteus og Lukas. Klement í ár 90 og Ignatius í ár 110 sitera líkaleiðis Evangeliini, brøv og annað tilfar. Um hetta ikki er nóg gott prógv fyri at Evangeliini eru skriva áðrenn ár 180, so staðfestir hetta bara ovurhonds yvirdrivnu skeptisismuna, hjá Eivind. Tað er uttan iva har trupuleikin veruliga liggur.

Vit vita við vissu, at tað stendur onki í evangeliinum, sum kann brúkast til at dagfesta tey.
Hmm...hvat baserar Eivind hendan pástandin uppá?

Er nakað í evangeliinum, sum bendir á at tey eru skriva í 180? Er nakað sum bendir á at tey eru skriva í ár 150? Er nakað sum bendir á at tey eru skriva í ár 120?

Áhugavert at hetta argumenti kann bara brúkast øvugta vegin. Tvørtur ímóti pástandinum hjá Eivind, so eru týðilig tekin í tekstinum sjálvum, sum benda á nær hann er skrivaður.

Tildømis, gera hvørki brøvini ella skriving hjá kirkjufedrum mikið burtur úr heitinum ‘menniskjasonurin’, eins og Evangeliini gera. Grundin var uttan iva, at heiti var miskiljandi á griskum málið og í griskari hugsan. Ein griskur høvundur hevði neyvan gjørt brúk av heitinum, um evangeliini bygdu uppá eitt griskt kristi samfelag í aðru øld.

Á sama hátt, gera evangeliini (uttan Jóhannes) ikki mikið burtur úr Heilaga Andanum. Hetta má sigast at verða løgið um tíðarfestingin hjá Eivind er sannlík, tí Heilagi Andin var eitt yvirdrivi evni eftir deyða og uppreisn Jesusar, meðan tann søguligi Jesus var í fokus áðrenn Ur-samkomuna.

Eg nevndi eisini í aftursvarið mínum, dømi uppá tempulskattin í Matteus 17. Kanst tú greiða frá hvussu grikkar í einum heilt øðrum landi og mentan, seint ella fyrst í aðru øld, vistu um detaljur viðvíkjandi jødiska tempulskattinum og yvirhøvur tímdu inkludera slíkt? Eg nevndi eisini, í aftursvari mínum endan á Lukasar skrivingini; hví endar Lukas so bráddliga at skriva um ár 60-62, um so var at maðurin skrivaði so seint í fyrsta árhundra ella sum tú heldur fast uppá, við endan á aðru øld?

Eg kann nevna nógv onnur dømir av hesum slagnum, men eftirsum Eivind ikki hevur megna at svara nøkrum av hesum, skulu vit ikki ovbyrða hann við fleiri dømun.
Vit vita við vissu, at tað stendur onki í evangeliiunum, sum avdúkar hvør rithøvundurin er.
Eg eri púra samdur, einki í sjálvum evangeliums tekstinum vísir greitt hvør høvundurin er. Men eg veit ikki heilt hvat tú vil við hasum argumentinum.

Tildømis siti eg her við bókini ‘Øldir og Upphav’ hjá Jóannes Rasmussen. Um eg lesi sjálvan tekstin í bókini, er einki sum bendir á at høvundurin Jóannes Rasmussen hevur skriva bókina. Somleiðis bókin ‘Brot úr Fuglafjarðar Søgu’; einki í sjálvum tekstinum, avdúkar hvørjir høvundarnir og teir sum hava samla tilfarið saman, eru. Her mást tú til permuna ella formælið í bókini.

Eg nevndi í mínum aftursvari, at mær vitandi hava vit einki protokollum (fyrstu síðu) av elstu handritinum; tíðskil kann Eivind ikki vísa á eitt anonymt gamalt protokollum av einum handriti, fyri at prógva pástandin. Men eg nevndi eisini at heitir á bókrullum og kodexum, vóru oftani skriva á ein lepa sum var heftur á rulluna ella bókina. Somuleiðis nevndi eg, at fleiri slíkir lepar eru funnir, saman við nøkrum av teimum elstu handritunum. Her kann tí ikki annað sigast, enn at mítt argument stendur væl sterkari. Tú hevur heldur ikki givið tær far um hvat slag av skriving talan er um. Hetta vóru ikki persónligir vitnispurar um hvønn einstakan høvunda, men eygnavitnis frásøknin um tann søguliga Jesus; jødar í fyrstu øld skrivaðu soleiðis.

Vit vita við vissu, at tey fyrstu kristnu ikki nevndu nakað evangeliium í sínum tekstum, meðan tey nevndu brøvini hjá Paulus.

Hetta argumenti hjá Eivind er væl veikari enn hini fyrru.

Um vit nú bara halda okkum til brævið, sum Klement úr Róm skrivaði til tey kristnu í Korint einaferð seinast í fyrstu øld. Í brævinum sæst at Klement siterar eina rúgvu av keldum, Mósibøkurnar, Josva, Kongabøkurnar, Krønikubøkurnar, Orðatøkini, Sálmarnar, Esaias, Jeremias, Ezekiel, Habakkuk, Jónas, Malakias, Ester, Job, Jødiskar Apokryfiskar bøkur, Matteus, Lukas, Ápostlasøguna, Brøvini hjá Paulusi, Hebrearabrævið, 1 Pætursbræv, Jákupsbrævið; men Klement nevnir ongan av høvundunum.

Neyvan kann sigast at maðurin hevur verið óvitandi um hesar, eftirsum hann var virkin sum leiðari, í kristnu samkomuni alt sítt lív, og enntá leiddi kristna samfelagi í Róm í fleiri ár. Klement virkaði enntá saman við ápostlunum og var ein ‘successor’.

Her kunnu vit bara koma til tað niðurstøðu, at Klement ikki nevndi hesar høvundar, ikki tí hann ikki kendi hesar høvundar, men tí hann ikki kendi tørvin á at nevna høvundar. Tað nærmasta vit koma, er í kapitul 47, har hann nevnir brævið sum tey kristnu í Korint høvdu fingi frá Paulusi; við øðrum orðum Fyrsta Korintbræv. Men Klement skrivar tó ikki Fyrsta Korint Bræv; heldur ikki nevnir hann navni Paulus, tá hann aðrastaðni í brævinum siterar Fyrsta Korintbræv. Hetta vísir, at Klement kendi til Fyrsta Korintbræv og tess høvunda, men eisini at Klement ikki helt tað verða neyðugt at nevna Paulus tá hann siterar brævið. Hetta prógvar tí ikki sum Eivind pástendur (giti eg), at Klement ikki kendi til Matteus og Lukas sum Klement eisini siterar í brævinum.

Men eg má tó eisini ásannað, at eg við hesum, heldur ikki eri førur fyri at prógva, til fulnar, at Klement kendi til Matteus og Lukas. Tó vitandi at hann siterar so mikið av keldum uttan høvundar, so er tað rættuliga sannlíkt at hann eisini kendi til Matteus og Lukas, tó at hann ikki nevnir hesar. Tað var rættuliga vanligt í fyrstu til triðju øld at skribentar siteraðu keldur uttan at nevna høvundar.

Endi:

Tað at eg megni at vísi á eina rúgvu av prógvum, keldum, detaljum og niðurstøðum og rættingum (uppá Eivind), og at Eivind bara kann endurtaka teg sjálvan, uttan at svara øllum hesum aftur, grundgevur ikki fyri (sum Eivind pástendur), at eg ikki havi megna at prógva mítt sjónarmið, men heldur at eg gav Eivind góðar grundgevingar; so góðar at hann má demonisera hesar.

At Eivind ikki megnar at svara hesum aftur, uttan at ákæra meg fyri óerliga gransking, vísir heldur ikki at aftursvar mítt er óbrúkbart, men heldur at Eivind møguliga má fáa sær betri innlit inn í evni.

Monday, May 30, 2011

Trúarverja á Fjarðarfestivalinum



Nú í vikuni (um Gud vil), komi eg at hava tveir fyrilestrar (við trúarverju innihaldi), á Fjarðarfestivalinum:

       1) Eru Evangeliini søguliga álítandi?
           Mikudagin 1 juni, kl. 20:00


      2) Kristindómur, Europa og Avbjóðingin
          Leygardagin 4 juni, kl. 15:00


Sí:



Friday, May 27, 2011

Aftursvar til Eivind Ortind Simonsen (fyrri partur): Bíblian og Kristindómur, um hugtakið trúarverja


Hetta er tað fyrra at tveimum aftursvarum, til aftursvarið hjá Eivind Ortind Simonsen (limur í Gudloysi) um tann søguliga Jesus. Eivind byrjar við at átala meg, fyri royndir mínar at prógva Kristindómin. Hann pástendur at slíkt er ókristiligt og ikki samsvarar við dentin sum Kristindómurin leggur á trúgv.

Eg vil tí byrja við at forsvara hugtakið ‘trúarverja’, fyri at vísa á at vitan og staðfesting er sambart Bíbliuni, partur av kristnu grundarlæruni bæði í samband við Kristindóm sum heild, í lívinum hjá tí einstaka kristna og eisini í kunngerðini av tí kristna boðskapinum.

Læt meg líka siga at endamálið við hesum aftursvarinum, er ikki at verja tann søguliga Jesus, skapan ella Bíbliuna, men at vísa á at trúarverja, er eitt evnið sum Bíblian leggur miklan dent á og enntá beskrivar sum grundleggjandi.

Eivind skrivar:

Høgni Johannesen hevur ómaka sær at skriva eitt aftursvar til mínar hugleiðingar um tann søguliga Jesus. Eg vil takka Høgna fyri at hava tikið sær tíð til at lesa mína viðmerking, og ikki minst skriva sítt – heldur langa – aftursvar.
Mín upprunaliga viðmerking um tann søguliga Jesus bleiv skrivað, tí tað er eitt rák innan kristindóm, har tað fyri summi trúgvandi ikki er nokk bara at trúgva. Hesin bólkur av trúgvandi hava tørv á søguligum og vísindaligum prógvum fyri síni trúgv. Hetta er ein bólkur av trúgvandi, sum Søren Kierkegaard í sínari tíð segði um, at tey vóru teir størstu guds spottarar av øllum. Sambært Kierkegaard, so kann ivin ikki køvast við skynsemi ella prógvum. Tað sum skal til, er eitt lív, ið eftirlíknar Jesus sjálvum, og at royna at køva ivan við skynsemi er at missa Kristus. Tað er eisini áhugavert, at Jesus sjálvur ikki royndi at sannføra nakran við at koma við skynsemi ella prógvum. Fyri hann var nokk at siga “Fylg mær eftir, og tú vilt finna útav, um eg tali av mær sjálvum ella um mín tala er gudsgivin”
Trúgvandi, sum royna at prógva Jesus, gera trúnna til einkis, tí hvussu kann mann trúgva nøkrum, sum mann veit við vissu er hent? Trúgv er full vissa um tað, mann ikki sær, men hevur tú prógvað eitthvørt, so sær mann klárt og týðiligt. So er ongin ivi longur, og tá er ikki neyðugt at trúgva.
Høgni Johannesen er ein av hesum trúgvandi, fyri hvønn tað er neyðugt at halda trúnni uppi við søguligum og vísindaligum prógvum.


Høgni svarar:

Eg eri ikki førur fyri at siga, hvussu nógv innlit Eivind hevur inní kristnu læruna, men her mistekur hann seg ómetaliga.

Tað eru mong sum halda, eins og Eivind, at Kristindómur byggir á blinda trúgv, uttan at ein skal fyrihalda seg til søgu og fakta, men hatta er ein villeiðindi gongd og slett ikki ein bíbilsk meðinregla.

At nýta Søren Kierkigaard sum fyrimynd í hesum høpinum er eisini púra til fánýtis. Ein uppgáva eg skrivaði um Søguliga Jesus og Kierkegaard fyri nøkrum árum síðuni, setti meg nøkulundi inní hugsunnarháttin hjá hesum manninum. Kierkegaard sigur í samband við tann søguliga Jesus, at søgugranskan staðfestir einki viðvíkjandi ‘Kristusi av trúnnið’. Hetta var ikki tí at Kierkegaard avnoktaði Kristus og kristologisku hendingarnar, men tí hann metti at nærveran av tí ‘æviga’ í ‘tíð’, ikki mótsigur søgu (sum gudloysingar pástanda), men ‘hevjar seg yvir søgu’ og kann tí ikki forklárast út frá søguligum rammum.

Hendan hugleiðingin hjá Kierkegaard, hevur tó einki við søguliga gransking at gera og gerð einki uttan at yvirfløkja gransking í samband við trúgv og søgu. Í veruleikanum umboðar hetta einki, uttan typiska hugfloðið innan teologi-filosofi á samtíð hansara, Schleiermacher, Ranin og enntá Bultmann inkludera. Granskarir ídag, halda tó ikki serliga hátt um slíkan háfloygdan filosofiskan mystik innan søguligari gransking; tað undrar meg tí at Eivind rør upp við einum sovornum dømi.

Eivindsa skeiva tulkingin av Hebrearabrævinum 11

Gera søgugranskan og prógv trúnnað og harvið sanna virði í Kristindóminum til einkis, soleiðis sum Eivind sigur? Í hesum sambandi sipar Eivind til Hebrearabrævið 11: 1-2: ‘Trúgv er full vissa um tað sum vóna verður, sannføring um tað, sum ikki sæst’.

Men her týðir okkurt uppá, at Eivind ikki hevur givi sær far um samanhengin av tekstinum. Í samanhenginum, hevur versi sum so einki við tann søguliga Jesus at gera. Haraftrat eru tað fleiri vinklar til hetta versi. Tann eini, eru sjálvsagt teir faktorar sum menniskjan ongantíð kemur at hava fult innlit inní; tildømis, hvussu alheimurin uppstóð. Í hesum sambandi, snýr ‘trúgv’ í tekstinum seg ikki um Guds eksistens, men at vit ‘við trúgv’ kunnu ‘skilja’ at Gud virkar gjøgnum tous aionas ‘øldirnar’, sum oftani er yvirsett ‘heimurin’. Hetta hevði Eivind verið varðin við um hann læs versi í samanhengi.

Samanhengurin av tekstinum í kapitul 11, í Hebrearabrævinum, snýr seg annars ikki um Guds eksistens men um tað álit og vón sum teir gomlu trúarkappanir høvdu til Gud, í teimum dagligum viðurskiftunum, í teirra stóru lívsroyndunum og í teimum avgerðum hesir máttu taka. Í hesum høpinum snúði tað seg slett ikki um at prógva Gud ella religión; flestu av hesum høvdu longu uppliva Gudin gjøgnum guddómliga inngrípan, undrum og opinberingum og høvdu tíðskil alla tað staðfesting og apologetisku sannføring teir høvdu tørv á.

Enntá vers 3, sum gevur okkum ábending um at tað er við trúgv vit ‘skilja’ at Gud skapti ‘øldinar’, ella rættari ‘worlds’ ella alheimarnar, nýtist heldur ikki brúkast sum dømi uppá blinda trúgv og so slett ikki prógv fyri Gudi, men heldur at Gud er upprunin til eksistensin.

Við hesum kann eg eisini vísa pástandinum hjá Eivind aftur, um hvat hann heldur verða ein kristiligi uppfatan av kunngeringini.

Tvørtur ímóti, so argumenterar hesin teksturin fyri, at tað krevst ein skapari fyri at ein eksistensur skal verða til; hetta er tí ein faktorur, eg sum ein kristin, persónliga kann taka til mín og ein faktorur sum eg eisini kann deila við onnur. Men harvið framleggur teksturin heldur ikki henda faktorin sum ein blindan pástand; versi fevnir ikki um blinda trúgv men eisini um ‘nooumen’ at ‘skilja’ at heimurin uppstóð av tí guddómliga. Vit vita frá hópin av gomlum tekstum, at millum lærda fólki í 1-2 árhundra, verið tað seg grikkar, jødar og kristin, spældu hugtøk og gransking innan ‘kosmogoni’ ein heilt stóran leiklut. Tíðskil, er útgangsstøði ikki bara trúgv, men samstundis at hesi longu høvdu ‘grunda á’ og her hjálpti trúgvin teimum, at skilja at tað nátturliga mátti hava sín uppruna í tí ósjónliga, ókenda, guddómliga.

Hetta er í hvussu er, ikki so nógv øðrvísi, enn tað sum eisini gudloysingar gera í nýmótans høpi; har teir ‘grunda á’, og út frá síni materialistisku heimsmynd, koma til tað niðurstøðu (eftir teirra egnu materialistisku trúgv), at uppruni alheimsins ikki er ónátturligur, guddómligur ella intelligentur, men reint nátturligur.

At talan er um skil og trúgv, kemur eisini til sjóndar í øðrum bíbilskum tekstum, har alheimurin og nátturan, tess tilvera, skipan og mynstur verða framløgd sum prógv fyri at Gud er.

Dávid yrkir í Sálmi 19: 1-5:

“Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara. Ein dagurin talar við annan um tað, ein náttin kunnger aðrari tað; uttan orð og uttan talu, uttan at ljóðið hoyrist, gongur rødd himmalsins út um alla jørðina...”

Seinni skrivar Paulus í Rómbrævinum 1: 19-20:

"Tað sum vitast kann um Gud, liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert. Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan."

At Bíblian her talur um ID og at skil og trúgv eru ein nátturlig reaktión, er púra opinlýst. Í hesum høpinum haldi eg ikki at Hebrearabrævið 11: 2-3, talar móti nøkrum slagi av staðfesting ella eggjar til blinda trúgv. Heldur grundgevur teksturin í ljósinum av heildarmyndini, at uppruni alheimsins, upprunin av tíð, stað og evnið, eins væl og kosmologiska, nátturulistiska og biologiska skipanin kann skiljast nógv betri í ljósinum av einum skapara. Her haldi, í mótsetning til tað sum Eivind sigur um trúgv mótvegis staðfesting, at Bíblian heldur eggjar meg, til at tala fyri einum alheimi og einari nátturu sum staðfesta ein skapara.

So her havi eg víst Eivind á heili tvey vers í Bíbliuni, sum sipa til staðfestingar út frá nátturuni (vísind), í samband við kristnu trúnna. Eivind fer tí so dyggiliga skeivur, tá hann ákærir meg fyri at verða ókristiligan, um eg ditti mær at vísi á søguligar ella vísindaligar staðfestingar um Gud ella av kristnu trúnni.

Her haldi annars at Eivind við at nýta hetta versi, hevur blanda millum evnið 'søguligi Jesus' og evni í Hebrearabrævinum 11; hesi eru hvør sítt. Eg havi eisini varhugan av at hann eisini blandar millum evnini ‘trúgv á Gud’ og ‘trúgv á Guds virkan’.

Jesus og evangeliums keldan um trúgv og sannførðing

Men nú hugsaði Eivind kanska um versi í samband við tann søguliga Jesus. Um so er, kundi Eivind ivaleyst pástaði, at fyri at verða kristilig, mugu vit taka við evangeliums boðskapinum, Jesusi og Gudi, alt í meðan vit samstundis eiga at verða so blinda fyri fakta og veruleika, sum tað nú einaferð til berð.
Men her fert tú skeivur.

Jesus í evangeliums kelduni, sá sjálvur týdningin í vitan og staðfesting, ikki blindari trúgv. Her kundi Eivind sjálvand sipa til orð Jesusar, til Tummas, tann ivandi ápostulin í Jóhannes 20, sum eitt mótargument; men so má hann eisini hava í geyma at samanhengurin í tí førinum snýr seg um uppreisn Jesusar eina. Tummas hevði eftir tekstinum at døma, í undanfarnu hendingunum, sæð Jesus virknan og Tummas hevði tí longu eina apologetiska sannførðing.

Hav eisini í geyma at hinir lærisveinir høvdu bæði sæð Jesus virknan og høvdu eisini verið vitnir til Jesu uppreisnar likam, vóru hesir so (eftir tekstinum at døma) ikki rættstillaðir í teirra trúgv? Gjørdi hetta sum tú sigur, trúgv teirra til einkis? Hesir høvud sæð, vistu og trúðu, ger hetta ikki heldur pástandin hjá Eivind til einkis?


Tey ‘sum ikki hava sæð’ og ‘tó trúgva’ eru sjálvsagt tey sum fóru at hoyra boðskapin frá Jesu lærisveinum, teimum 12 og hinum. Men hesi fóru eisini at hoyra um hetta út frá einari samtíðar, felags, eygnavitnis frásøgn; tú kanst tí ikki heilt skilja trúgv frá staðfesting í hesum samanhenginum (eg skal koma aftur til hetta).

Eivind skrivar: “Fyri hann var nokk at siga “Fylg mær eftir, og tú vilt finna útav, um eg tali av mær sjálvum ella um mín tala er gudsgivin”

Passar at Jesus segði “fylg mær”, men enn einaferð, rívir Eivind eitt punkt út frá heildartekstinum. Tildømis mátti Jesus vísa hvør hann var, og at hann kundi liva upp til hetta; hetta gjørdi hann, tildømis við sínum kraftargerðum (Jóhannes 5: 36; 10: 25-26, 37-38).

Bæði Markus og Jóhannesar Evangeliið vísa á fleiri støði av Jesusar staðfesting fyri lærisveinunum (Jóhannes 2: 11; 16: 30; 20: 8-31). Samanbera vit allar tekstirnar, vóru tað bara Filip og Matteus, sum undan kallinum fylgdu Jesus, uttan nakra staðfesting og tá hava vit neyvan fult innlit, inn í tær báðar hendingarnar. Av hesum báðum, hevði Matteus ivaleyst hoyrt um kraftargerðir Jesusar, áðrenn kallið. Her stendur tí bara Filip eftir, sum valdi at fylgja Jesusi blint; men seinni hevði hann líkaleiðis krav uppá staðfesting (Jóhannes 2: 11; 6: 1-7).

Eivind kann sjálvandi vísa á fleiri dømir har í Jesus er beinleiðis negativur um hesa staðfesting. Tað er púra rætt, at Jesus til tíðir noktaði at gerða mikið burturúr kraftargerðum. Men grundin var ikki tann at Jesus vildi, at tey blint skuldu trúgva. Teksturin vísir á, at staðfestingin tiltíðir kundi leiða upprunaliga endamálið við missión hansara út av kós (Jóhannes 6: 14-15). Í hesum føri vendi fokusi á ein jødiskan messias, sum politiskt skuldi loysa tjóðina Ísrael frá Róm og føra heimin inní eina nýggja øld. Jesus leggur dent á, fleiri ferðir at hetta var ikki endamálið við komu hansara á hesum sinnið (Matteus 21: 33-44; Lukas 17: 24-25). Tiltíðir kundi tað týtt uppá at Jesus bara vildi hvíla seg (Markus 6: 31 og 7: 24). Í ávísum førum sýtir hann fyri at staðfesta seg, eftirsum hann verður provokeraður av bólkum, sum longu vita um staðfestingina og kortini avbjóða hann, ikki tí hesir høvdu eitt opi sinnið, ella høvdu í huga at trúgva, men heldur tí teir vildu mótvirka. Hesin bólkur, visti uppá forhánd til Jesusar staðfesting; teir løgdu heldur ikki Jesus undir fyri snýta, men fyri at gera brúk av demoniskum kreftum (Matteus 9: 34 og 12: 24). Einki av hesum kann tí nýtast sum prógv fyri, at kristin skulu leggja dent á blinda trúgv, fyri Kristindóminum sum heild.

Tú hevur heldur ikki givið tær far um at Kristindómurin upprunaliga bygdi á søguliga staðfesting.

Tildømis tá Jesus velur sær út ávísar lærisveinar, at verða hjá honum, var tað ikki bara við tí fyri eyga, at læra hesar tí kristnu doktrinina og standardin í Ríkið Guds, men eisini so at hesir seinni kundu standa fram sum ein bólkur av eygnavitnum, fyri søguliga at staðfesta boðskapin. Tildømis lesa vit í Lukas Evangeliinum og Ápostlasøguni:

‘Og Hann segði við teir: “So er skrivað, at Kristus skuldi líða og triðja dagin rísa upp frá hinum deyðu, og at í navni Hansara umvending og syndafyrigeving skal verða prædika fyri øllum fólkasløgum, og byrjast í Jerusalem. Tit eru vitni um hetta (Lukas 24: 46-48).”’


“...og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerusalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar (Ápostlasøgan 1: 8).”

Her leggur Jesus týdningin á at eygnavitnini skuldu virka sum søgulig vitnir. Hetta var bara møguligt um hesir høvdu hoyrt og sæð Jesus í talu og verkið:

“Og eisini tit skulu vitna; tí tit hava verið við mær frá upphavi (Jóhannes 15: 27).”

Týdningurin av hesum kemur eisini til sjóndar tá ápostlanir skulu finna eftirmann Judasar:

"Tí eigur ein av monnunum, ið fylgdust við okkum, alla tíðina ið Harrin Jesus gekk inn og gekk út frá okkum, líka frá dópi Sínum við Jóhannesi, og líka til tann dag Hann var tikin upp frá okkum – ein teirra eigur saman við okkum at verða vitni um uppreisn Hansara (Ápostlasøgan 1: 21-22)."

Men nú helt eg Eivind pástanda at kristindómurin ikki leggur dent á nakra søguliga staðfesting! Hvar í allari tí víðu verð far hann tað frá?

Paulus og søguliga staðfestingin um Jesus

Eg kann eisini nevna Paulus í 1 Korintbrævið 15, ein tekstur sum verður mettur at verða skrivaður, ikki seinni enn ár 50-51, tað er 20 ár eftir Jesuar deyða og uppreisn; har í Paulus skrivar:

“...at Hann (Jesus) var jarðaður, at Hann reis upp triðja dagin, eftir skriftunum, og at Hann var sæddur av Kefasi og síðani av hinum tólv; síðani var hann sæddur av meir enn 500 brøðrum ísenn – av teimum liva flest allir enn; nakrir eru sovnaðir; síðani var Hann sæddur av Jákupi, síðani av øllum ápostlunum. Síðst av øllum var hann sæddur av mær við—hinum ófullborna fostri at kalla...” (Fyrra Korintbræv 15: 4-8).

Enn einaferð, um kristindómur, sum Eivind sigur, vildi frárátt mær at søkja mær prógv ella søguliga staðfesting, hví leggur hesin teksturin so dent á prógv og staðfesting? Átti Paulus ikki heldur at sitera setningin, ‘sæl eru tey sum trúgva og tó ikki hava sæð’, ella ‘trúgv er full vissa um tað sum vóna verður’?

Trúarverja í samband við at sannføra tann ikki-kristna

Kann eg so brúka staðfesting í mínari kunngerð og framløgu av evangeliinum, ella tá eg verji evangeliið?
Her kundi Eivind sjálvandi víst á tað sum Paulus skrivar í Fyrsta Korintbrævið 2: 1-5, fyri at geva mær eitt sindur av mótspæl:

“Táið eg tá kom til tykkara brøður, kom eg ikki sum meistari í talu ella vísdómi, táið eg kunngjørdi tykkum vitnispurð Guds. Tí eg setti mær fyri, einki at vita tykkara millum uttan Jesus Kristus, og Hann krossfestan...tala mín var ikki við yvirtalandi vísdómsorðum, men prógva við Anda og kraft, fyri at trúgv tykkara skuldi ikki verða grunda á menniskjavísdómi, men á kraft Guds.”

Men hetta vildi eisini verið miskilt í tí høpinum sum Eivind framleggur argumentið. Paulus sigur ikki her at staðfestingin er til fánýtis.

Tað sum Paulus sigur, er at hann í hesum førinum, ikki gjørdi sær ikki galt av heimspekingini sum tá fylti so nógv í hugsunnarháttinum í Líttla Asia og har umleiðir. Tað er hóast alt griska heimspekingin mótvegis evangeliinum sum Paulus leggur dent á í kapituli 1 og 2 í Fyrsta Korintbrævið, og ikki staðfesting mótvegis trúgv. At gera brúk av heimspekið fyri at staðfesta logikkin í evangeliums boðskapinum, hevði Paulus annars gjørt nýtslu av í býnum Aten frammanundan hesum (Ápostlasøgan 17), har hann roynda at staðfesta boðskapin og tá hava vit ivaleyst bara eitt summirat av framløguni. Paulus lýsir tí ikki 2: 1-5, sum tann vanliga mátan at framboða evangeliið, men sum sín egna hátt at boða tað kristnu trúnnu í hesum eina førðinum. Í kapitul 9 ger hann annars greitt, at hann vanliga tillaðar seg eftir teimum sum hann boðar evangeliið fyri, tildømis sum ein ‘jødi fyri jødum’ og sum ‘ein í ikki er undir jødiskari lóg, fyri teimum sum ikki eru undir jødiskari lóg’. Hann endar við at siga: “...eg eri vorðin øll alt, fyri í hvussu er, at frelsa nøkur (9: 22)!” Ivaleyst var hetta galdandi tá hann framlegði evangeliums boðskapin fyri lærdu fólkunum í Aten.

Fyri meg sjálvan er hetta eisini galdandi; tað nyttar lítið hjá mær, at fara inná háfloygdar filosofiskar spurningar, vísind ella djúpa teologi, á einum kristnum møtið í einari fáttækari bygd í Asia. Men í vesturheiminum er hetta mátin, eftirsum, tað er í hesum banunum tey flestu hugsa og tí eru tað ikki ókristiligt av mær, at boða kristna boðskapin og kjakast um kristindómin út frá tí sum annars er relevant; í vesturheiminum, ídag, er hetta innan trúarverju.

Í kapitul 15, í somu bók, fer Paulus sum sagt, sjálvur inná søguligar staðfestingar í samband við uppreisn Jesusar, júst tí at ‘vitnispurður Guds’, sum hann umtalar í 2: 1 snýr seg um søguliga staðfesting (hetta var jú endamálið við eygnavitnunum); sum hann eisini skrivar í Rómbrævinum 1: 4: “... (Jesus) sum eftir Anda Heilagleikans er við kraft prógvaður at vera Sonur Guds við uppreisn frá hinum deyðu....”

Men nú helt eg at Eivind segði at Kristindómur ikki snúði seg um prógv.

Her kann eg kann eisini vísa á tekstir, sum vísa á at tey fyrstu kristnu gjørdu brúk av trúarverju; tildømis skrivar Paulus ápostulin:

“Tað er jú rætt fyri meg at hugsa so um tykkum øll; tí eg havi tykkum í hjartanum, bæði í leinkjum mínum, og táið eg verji og staðfesti evangeliið...” (Filippibrævið 1: 7).

Kann tað verða meira simpult?

Víðari skrivar Paulus til tey kristnu í Korint:

“Tala tykkara veri altíð dámlig, krydda við salti, so tit vita hvussu tit skulu svara einum og hvørjum” (Kolossibrævið 4: 6).

Somuleiðis sigur Fyrsta Pætursbræv:

“...og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er...” (Fyrsta Pætursbræv 3: 15).

Vit síggja somuleiðis út frá Ápostlasøguni, at tey kristnu leggja stóran dent á kjak og staðfesting, í fyrsta árhundra:

Men hvønn sabbat helt hann samtalur í sýnagoguni og sannførdi bæði jødar og grikkar (18: 4). 
Tí við miklari kraft tepti hann jødarnar, so øll hoyrdu, og prógvaði við skriftunum at Jesus er Kristus (18: 28).
Hann fór nú inn í sýnagoguna og vitnaði hugreystur í tríggjar mánaðar; hann helt samtalur og sannførdi tey um tað, sum hoyrir ríki Guds til (19: 8).

Tað er rættuliga stór mótsøgn í øllum hesum og pástandinum hjá Eivind, tá hann sigur at einasta svar kristindómsins eigur at verða: ‘fylg mær’ ella um eg skilji hann rætt: ‘trúgv blint uppá Jesus’.

Hugtøkini ‘trúgv’ og ‘vita’

Eivind blandar eisini millum trúgv og at ‘vita’, sum hann skrivar:

“hvussu kann mann trúgva nøkrum, sum mann veit við vissu er hent? Trúgv er full vissa um tað, mann ikki sær, men hevur tú prógvað eitthvørt, so sær mann klárt og týðiligt. So er ongin ivi longur, og tá er ikki neyðugt at trúgva”.

Hvussu forklárar Eivind so, at Tummas kundi trúgva, sjálvt um hann hevði sæð og at trúgv hansara av Jesusi, var rokna sum trúgv (Jóhannes 20: 29)?

Fari eg skeivur um eg siga at Eivind hevur onkursvegna miðskilt evnið?

Tað er eisini vers sum knýta ‘trúgv’ við at ‘vita’:

‘Og vita vit, at Hann hoyrir okkum, hvat vit so biðja um, tá vita vit, at vit hava tað sum vit hava biðið Hann um’ (Fyrsta Jóhannesarbræv 5: 15).
"...og vit hava trúð og fingið at síggja, at tú ert hin Heilagi" Guds (Jóhannes 6: 69) 

So Eivind, nú veit eg ikki heilt, hvar tú hevur hesar meiningarnar hjá tær frá, men hatta er so ikki heilt í tráð við uppruna læru kristindómsins.

Nú mást tú enn einaferð orsaka um teksturin er ov langur, men eg havi í hvussu grundgivi mítt aftursvar.

Monday, May 23, 2011

Fyrilestur: 'Evangeliums Keldan og Søguliga Trúðvirðið'




Á møtinum 25 mai, í samkomuni Besteda, í Klaksvík, 20.00 til 21:30, verður fyrilestur um søguliga álítið av Evangeliums keldunum:

  1. Hvørjir vórðu høvundarnir?
  2. Nær vóru tekstirnir (Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes) skrivaðir?
  3. Hvussu var evangeliums keldan handfarin áðrenn hon var niðurskriva?
  4. Hvat siga granskarir?
  5. Er søguligi veruleikin ein avbjóðing fyri bíbliukritikkarir og gudloysingar?

Síð heimasíðuna: